mikudagur 30. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 166 - 30. august 2006 ]
Lyngby
stongt
leikvøllin
Veðrið í Danmark hevur
verið so illfýsið seinastu
tíðina, at fleiri fótbólts
dystir hava verið avlýstir.
Ógvusligasta hendingin
var tó í jútlandi, har ein
ungur fótbóltsspælari
doyði, tá ið eitt snarljós
slóð niður og rakti hann.
Í dag hevur felagið
Lyngby latið leikvøllin
hjá sær. Eingin sleppur
inn á Lyngby Stadion,
meðan veðrið er, sum
tað er í, tí stúrt verður
fyri, at vøllurin verður
oyðilagdur, um vant ella
spælt verður á vøllinum.
Hetta hevur við sær, at
steypafinalan hjá ungling
um, sum skuldi spælast
har í kvøld, er avlýst.
Danmark
hitar upp
Danska
a-landsliðið
skal um eina viku spæla
fyrsta dystin í EM-
undankappingini. Dyst
urin verður spældur
ímóti Íslandi í Reykjavík.
Fleiri lond spæla longu
leygardagin, men tað ger
Danmark ikki. Hinvegin
hava danir avtalað ein
venjingardyst ímóti Portu
gal fríggjakvøldið, og
hesin dysturin skal verða
seinasta fyrireikingin til
dystin í Reykjavík.
Hini
londini
spæla eisini
Meðan Føroyar og
Skotland fara at takast
í Glasgow leygardagin,
skulu hini londini í okk
ara EM-bólki eisini
spæla. Tveir dystir eru
á skránni. Í Georgia
skal Frakland royna at
vinna sín fyrsta dyst,
og Italia fær sama
møguleika ímóti Litava
á heimavølli.
Gravesen heimaftur uttan kilt
Síðan fyrradagin hevur tað ljóðað fyri heilt víst í donskum
miðlum, at Thomas Gravesen nú skiftir stuttubuksurnar í Madrid
við ein kilt í Skotlandi. Gravesen hevur verið í Glasgow og roynt
fingið ein sáttmála í lag við Celtic. Men í gjár kom Gravesen til
Danmarkar aftur, uttan nakran sáttmála við Celtic. Hetta merkir,
at umboðsmaðurin hjá Gravesen hevur fingið skund, tí hóskvøldið
á miðnátt letur flytigluggin aftur. Ekstrablaðið skrivar í dag, at
orsøkin til, at sáttmálin ikki varð skrivaður undir var tann vanliga
læknakanningin. Læknin fann okkurt galið við knænum hjá
Gravesen, men ein nýggjur lækni skal síðani hava sagt gott fyri
knænum. Tí er hóast alt møguligt, at Gravesen skiftir til Celtic
hóast alt.
Reytt kort fyri at
stúta liðfelaga
Verjuspælarin Bradley Orr, sum spælir fyri enska felagið
Bristol Vity, fekk í gjárkvøldið reytt kort í dystinum ímóti
Northampton. Orsøkin var, at Orr stútaði ein liðfelaga í
høvdið. Northampton skoraði tíðliga í dystinum, men Bristol
City svaraði aftur. Stutt fyri hálvleik hevði Northampton ein
stóran kjans, men málmaðurin bjargaði sera væl. Hetta leiddi
til eitt kjak millum Orr og liðfelagan Carey, og tað endaði
við, at Orr skallaði Carey. Dómarin gav Orr reyða kortið
fyri hendingina. Bristol City vann tó dystin 3-1.
Saman við trimum
øðrum stórmennum
telvaði Kasparov í
Zürich Credit Suisse
Blitz Tournament
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
carl_eli@hotmail.com
Garry Kasparov hevur ikki
telvað nakað kappingartalv,
síðani hann í mars 2005
boðaði frá, at hann gavst at
telva professionelt. Kasparov
segði tó, at hann til tíðir helst
fór at telva kvikkappingar og
snarkappingar.
Hinir telvararnir í Suisse
Blitz vóru Anatoly Karpov,
Viktor Korchnoi og Judit
Polgar. Tey telvaðu tvær
reisir móti hvørjum øðrum,
og úrslitið varð hetta:
1 Garry Kasparov
(2812) 4,5 stig av 6
1 Anatoly Karpov
(2668) 4,5
3 Judit Polgar
(2710) 2,5
4 Viktor Korchnoi
(2600) 0,5
Hóast hann trein av pallinum
fyri hálvum øðrum ári síðani,
var tað ikki óvæntað, at
Kasparov vann kappingina.
Sum heimsins besti telvari
sjálvur segði, so hevur hann
hildið styrkina nøkunlunda
við at telva nógv snartalv á
netinum. Hann fylgir eisini
væl við gongdini hjá Topalov
og hinum mætu telvarunum í
heimselituni.
Heldur óvæntað eydnaðist
tað Karpov at gerast fremst
ur saman Kasparov. Karpov
telvaði sum ein brandur og
stóð seg eisini væl móti
Kasparov (bæði talvini remis).
Hjá Polgar gekk tað minni
væl, meðan einki eydnaðist
hjá
superveteraninum
Korchnoi.
Ungu talentini vunnu
á veteranunum
Við Magnus Carlsen á odda
vunnu fimm ungir telvarar
á fimm royndum telvarum.
Henda serliga kapping
endaði týsdagin. Samlaða
úrslitið varð 28-22 til Carl
sen & Co. Teir telvaðu tvær
reisir móti hvørjum øðrum.
Sergey Karjakin (2679)
og Magnus (2675) vóru
oddamenn hjá talentunum.
Hinir vóru Hao Wang (2610)
úr Kina og hollendararnir
Daniel Stellwagen (2575)
og Jan Smeets (2532).
Alexander
Beliavsky
(2625), Arthur Jussupow
(2617), John Nunn (2617),
Ljubomir Ljubojevic (2551)
og Ulf Andersson (2542)
mannaðu eldra liðið.
Magnus fekk 6,5 stig av
teimum 10 talvunum. Sama
stigatal fekk Beliavsky. Kar
jakin fekk 6 stig. Magnus
er nú millimetrar frá 2700
ratingmarkinum. Summi
hava roknað seg fram til,
at hann hevur 2699 eftir
kappingina.
Kasparov framvegis á toppinum
Snartíðindi
Ivan Sokolov vann 4th
Staunton Memorial við 9
stigum av 11 møguligum.
Michael Adams og Jan
Timman vórðu nr. 2 við
8,5 stigum.
Vladislav Tkachiev
vann herfyri franska meist
araskapin eftir umdyst við
Laurent Fressinet. Óvænt
að varð favoritturin Joel
Lautier einans nr. 4
Aðalfundur Talvsam
bandsins verður 9. sep
tembur í Læraraskúlahøll
ini kl. 13.00.
FM í snartalvi verður
aftan á aðalfundin í Lær
araskúlahøllini.
Kasparov, G (2812) -
Korchnoi, V (2600)
Champions Blitz Zurich
22.08.2006
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3
Bb4+ 4.Bd2 a5 5.Ric3 b6
6.e3 Bb7 (Korchnoi telvar
drotningaindisku byrjanina)
7.Bd3 0–0 8.0–0 d5 9.cxd5
exd5 10.a3 Bd6 11.Rie5 c5
12.f4 Ric6 13.Rib5 cxd4
14.exd4 Rie7 15.f5! Rie4?
16.Bxe4 dxe4 17.f6! (Ein
nátúrligur, men somuleiðis
sera sterkur leikur. Svartur
verður skræddur sundur)
17...Bxe5 18.dxe5 Rig6
19.fxg7 Kxg7 20.Rid6
(Riddarin kemur væl við í
spælið) 20...Ba6
Støðumynd eftir 20…Ba6
21.Bh6+! Kg8 (Tað hevði
verði skák og mát um
Korhnoi leikti Kxh6. Rif5+
er svarið) 22.Rf5 Fh4
(Korchnoi steingir sína frúgv
inni, men støðan er kortini
vónleys) 23.Bg5 1–0
Talvið hesa vikuna
Superveteranurin, Korchnoi, ger enn um seg við talvborðið. Í Zürich gjørdist hann tó ov stuttur í dysti við Kasparov,
Karpov og Polgar