mikudagur 30. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 166 - 30. august 2006
bilar
SAMBAND
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800
Ein av stóru
bilasølunum í land
inum, Ivan Johansen
Bilar, hevur fingið
nýggjar eigarar. Tað
eru leiðsla og nøkur
av starvsfólkunum,
sum nú eiga og reka
fyritøkuna, ið varð
sett á stovn fyri 35
árum síðan
Bilasøla
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er vorðið alt meira van
ligt, at handlað verður við
fyritøkum, og tær skifta eig
ara frá degi til annan. Ein
onnur gongd er, at starvsfólk
saman við leiðslu keypa
fyritøkur.
Á eini av stóru bilasøl
unum í landinum, P/F
Ivan Johansen Bilar, hendi
tað í summar, at nøkur av
starvsfólkunum saman við
leiðsluni keyptu fyritøkuna
og eiga og reka hana nú í
felag.
Ein av nýggju eigarunum,
Sjúrður Johansen, sigur, at
núverandi gongdin í sam
felagnum førir við sær,
at tað er truplari at halda
upp á starvsfólk, tí kann
tað verða meira hugaligt
hjá starvsfólkunum, tá tey
sjálvi eiga í fyritøkuni. P/
F Ivan Johansen Bilar er
fyrsta bilasøla, sum nýtir
hesa mannagongd.
Teir sum eiga fyritøkuna í
dag eru: Jón Johansen, Pauli
Waag, Sjúrður Johansen,
Kristoffur Gaardlykke og
Finn Rubeksen. Jón og
Sjúrður Johansen eru brøður
og synir hjá Ivan Johansen,
sum stovnaði fyritøkuna
fyri 35 árum síðan. Jón
Johansen, sum seinastu
árini hevur verið stjóri í
fyritøkuni, heldur fram sum
stjóri. Hin bróðurin Leif
Johansen, sum saman við
Jón varaði av fyritøkuni,
hevur selt sín part.
Ivan Johansen Bilar er
ein ISO-9001 góðkend
fyritøka, og setur tað stór
krøv til fyritøkuna, bæði
leiðslu og starvsfólk. Vit
eru einasta ISO-góðkenda
bilasølan í landinum, og
hetta er eitt tilvitað val, fyri
at hækka um tænastustøðið
og dygdina sum heild, sigur
Sjúrður Johansen. Certific
eringin er bert galdandi eitt
ár, og merkir hetta at Norsk
Veritas skal kanna og døma
fyritøkuna á hvørjum ári.
Ivan
Johansen
Bilar
umboða
bilmerkini:
Citroën, Mitsubishi, Mer
cedes-Benz, Chrysler og
Jeep. Í dag starvast 23 fólk
í fyritøkuni.
Í sambandi við eigara
skiftið hava vit eina brúkt
bilaútsølu við sera góðum
tilboðum, sigur Sjúrður
Johansen, sum leggur aftur
at at í vikuskiftinum verður
hátíðarhald í sambandi við
eigaraskifti, har nógv ymiskt
verður fyri bæði børn og
vaksin, eisini verður okkurt
“yvirraskilsi”. Harumframt
fara teir sum nakað nýtt,
at lata eina familjuferð til
Danland við í keypið, tá
talan er um nýggjan bil í
viku 35.
P/F Ivan Johansen Bilar:
Bilasøla við nýggjum eigarum
– Núverandi gongdin í samfelagnum førir við sær, at tað er ringt at halda upp
á starvsfólk, tí kann tað verða meira hugaligt hjá starvsfólkunum, tá tey sjálvi
eiga í fyritøkuni
Sjúrður Johansen, Ivan Johansen Bilar
Ivan Johansen Bilar. Á myndini er f.v. Leif Johansen, fyrrverandi eigari, saman við nýggju eigarunum: Jón Johansen, Sjúrður Johansen, Kristoffur Gaardlykke, Pauli Waag og Finn Rubeksen
Mynd: Jens Kristian Vang