Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 30. august 2006 19 tíðindi Er her talan um kappkoyring, har ein brandbilur kemur flúgvani av Vaglinum oman í Vágsbotn? Myndin er als ikki til­ gjørd, men er tikin úr Tórs­ gøtu meðan ein bilur hjá sløkkiliðnum stóð utt­an fyri Hotel Tórshavn Sjó­ mansheimið í sambandi við eitthvørt arbeiði har. Aftan fyri forhjólini á bilinum eru tveir føtur settir niður á vegin fyri at stuðla bilinum, meðan arbeitt verður upp á bygningin. Tá verða for­ hjólini lyft upp frá. Í tí ofta trongu ferðsluni í býnum kundu tey sum koyra við “útrykningi” nokk hugsað sær at kunna flogið upp um bilarnar, sum ikki halda inn til síðuna ella tarna teimum í aðrar mátar. Kappkoyring í Vágsbotni? Leygardagin 2. september 2006 skipar Føroya Ellisakfør fyri MC-boogie fyri tíggindu ferð síðan 1999. Tiltakið er fyri øll sum hava motorsúkklu og eru motorsúkkluáhugaði MC Leygardagin 2. september skipar áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri Tiltakið byrjar kl. 11.00 leygardagin yviri við Strond 22 í hølunum hjá Føroya Ellisakføum, har kaffi verður boðið. Kl. 12 verður farið norður eftir, har steðgað verð­ur við Shellstøðina við Streymin í frá 12.45 – 13.15, tá koyrt verður til Klaksvíkar um Eiðisskarð. (tey sum ikki hætta sær tann vegin eru vælkomin at koyra gjøgnum Norðskálatunnilin). Væntandi verður komið til Klaksvíkar kl. 14.15, har MC-felagið í Klaksvík skip­ar fyri ábiti í Klingruni. Farið verður avstað aftur til Havnar kl. 16. Um kvøldið kl. 19 verður veitsla í Kagganum, har tey sum ætla sær í veitsluna vera biðin um at tekna seg á telefon 223101. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 300,-. Ein av fyriskiparnum, Ove Ritter, sigur, at endamálið MC-Boogie er at savna motor­súkklukoyrarar og motor­súkkluáhugaði til eitt felags tiltak. Talan er als ikki um kappkoyring, men um væl skipaða koyring, har stórur dentur verður lagdur á skilakoyring og at ásettar koyrireglur verða hildnar. Hann vónar, at so nógv koma við sum gjørligt og bjóðar øllum motorsúkklukoyrarum vælkomnum. Nissan Almera 1,6 Ein væl hildin Nissan Al­mera 1,6 til sølu vegna flyting. Árg. des 1996, km. 168.000, sýnaður í des. 2005 Bilurin hevur 18'' alu-felgur við nýggjum dekkum. Nýggj kavadekk á felgum fylgja við. Prísur: kr. 45.000,- Tel. 216014 eftir kl. 17.00 Stásiligt ellisakfar til sølu Bentley S II, árg. 1960 við V8 motori og automatiskum girum til sølu um hóskandi boð fæst. Bilurin er væl útgjørdur og í sera góðum standi. Er væl egnaður til brúðarkoyring og onnur hátíðarlig endamál. Áhugaði kunnu venda sær til Tel. 210877 ella 332877 Føroya Ellisakfør: MC-boogie fyri tíggindu ferð