Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 22. august 2006 5 tíðindi Tá ið ein maður í Eysturoy herfyri hevði brúk fyri lækna til lítla sonin, var ongin lækni at fáa fatur á, tí fløkja var komin í vaktarskipanina hjá kommunu­lækn­unum Kommunulækna­ skipaN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Í Eysturoynni er sum eitur akutt læknahjálp. Í øllum førum er tað gott at hava góða heilsu. Tað staðfestir ein ungur pápi turrisliga. Djóni Ejdesgaard býr í Svøríki, men nú hann var heima og ferðaðist hjá verforeldrunum í Eysturoy kom hann soleiðis fyri, at hann ein leygardag fekk brúk fyri læknahjálp til lítla sonin. – Men har var ongin lækni at fáa fatur á. Eg ringdi frá Peri til Pól, men sama, hvar eg ringdi, varð eg altíð biðin um at ringja onkra aðrastaðni… Og tað endaði við, at hann fekk ongantíð lækna til sonin og tíansheldur gavst hann. – Orsøkin til at eg gavst var sjálvsagt tann, at talan var ikki um nakað heilt álvarsligt, tó at tað var ein trupulleiki, sum eg metti hevði brúk fyri eini læknahond uttanfyri vanliga viðtalutíð. Men hann heldur, at tað eigur og má ikki koma fyri, at tað ikki ber til at fáa fatur á kommunulæknanum uttan fyri vanliga viðtalutíð. – Skuldi eg havt fatur á lækna hendan leygardagin, var einasti møguleika at ringja til alarmsentralin á 112, men tað helt eg vera nakað nógv avgjørt í hesum føri, sigur Djóni Ejdesgaard. Sendur frá tele­fon­­­svar­ ara til tele­fon­­svar­ara Hann sigur, at hendan dagin, hann fekk brúk fyri lækna, gjørdi hann, sum hann átti: Hann ringdi til kommunulæknan í økinum og har kom ein kom ein telefonsvarari til sum boðaði frá, hvør hevði læknavaktina. Men tá byrjaði ein oyðimarkargongd uttan enda: – Telefonsvararin hjá komunulæknanum á Eiði segði, at tað var læknin á lækna- og heilsumiðstøðina í Gøtudali, sum hevði vakt. Men á lækna- og heilsumiðstøðina í Gøtudali kom eisini telefonsvarari til og hann beindi meg víðari til komunulæknan á Skála. Kommunulæknin á Skála hevði eisini fingið telefonsvarara og hann vildi heldur onki hava við meg at gera, men beindi meg aftur, til…lækna- og heilsumiðstøðina í Gøtudali, sum eg akkurát hevði tosað við frammanundan. – Tá ið eg nú varð sendur í ringrás í Eysturoy, royndi eg eydnuna í Havn. Har fekk eg fatur á einum lækna, sum helt, at hyggjuráðini vóru at geva mær nummari hjá einum portøri á Landssjúkrahúsinum so at hann kundi fortelja mær endaliga, hvar eg skuldi ringja. – Eg so ringdi, men tá ið tað svaraði, var tað Aoptekið, sum eg hevði fingið nummarið hjá… Djóni sigur at tá gav hann skarvin yvir. Men hann helt kortini, at tað kundi verið at onkur í Eysturoy veruliga fekk brúk fyri lækna og tí helt hann, at tað var rættast at gera vart við støðuna so at rættlag kundi fáast á læknavaktina. – Tað gjørdi eg við at ringja á Landssjúkrahúsið. Har fekk eg fatur á eini sjúkrasystir. Hon trúði mær ikki rættiliga, men tá ið hon hevði roynt sjálv at ringja, mátti hon ásanna, at her ruggaði ikki alt rætt. – Tá ið hon hevði staðfest tað, gjørdi hon tað, hon kundi fyri at hjálpa mær og var bæði hjálpsom og blíð, tað skal hon eiga. Hann sigur, at hann hevur tosað við fólk um hendingina og hann hevur fingið at vita, at hetta er ikki eitt eindømi. – Eitt er, tá ið talan er um staðkendar føroyingar ið hava brúk fyri lækna. Vit kunnu kanska altíð vita onkustaðni at ringja. Men er talan um ferðafólk og annað ókunnugfólk, vita tey valla út ella inn og kunnu skjótt vera um ein háls. Djóni Ejdesgaard heldur tí at bara tað, at hetta kann koma fyri, vísir, at tað er avgjørt neyðugt at skipa hesi viðurskifti betri. – Ein máti kundi verið, at øll í Føroyum høvdu eitt felags telefonnummar at ringt til, sum síðani kundi beint fólk víðari til rætta læknan. Ì øllum førum er neyðugt at samskipa hetta betur, heldur hann. Fekk ikki fatur á lækna til sjúkan son Tað er harmiligt, tá ið skipanin ikki virkar, sum hon skal, men hvat er hent, veit eg ikki, sigur kommunulæknin á Eiði Kommunu­lækna­ skipan Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Knud Jacobsen, kommunu­ lækni á Eiði, heldur, at tað er sjálvandi sera harmiligt, at skipanin hjá kommunu­ læknunum ikki riggaði til fulnar hetta vikuskiftið. – Hendan leygardagin var kommunulæknin í Norðragøtu á vakt, men hvat er hent har, veit eg ikki. Men kommunulæknin á Eiði vísir staðiliga aftur, at hetta kemur javnan fyri. – Tað fleiri ár síðani, at slíkt er hent seinast. Ta ferðina ringdi løgreglan til mín og segði, at onkur, sum hevði brúk fyri læknahjálp, hevði ringt á 112. Tá fór eg alt fyri eitt til arbeiðis, hóast eg í roynd og veru hevði frí, sigur hann. Knud Jacobsen sigur, at eina ferð um mánaðin gera læknarnir í Eysturoy eina vaktarskipan, ið plagar at rigga. – Tá vit ikki eru á vakt, geva vit sjúklingunum greið boð um hetta á tele­ fonsvararanum og við­ komandi, sum ringir, fær somuleiðis at vita, hvør lækni er á vakt. Andrias Petersen, komm­ unulækni í Norðra­gøtu, var í summarfrítíð. Á lækna­ miðstøðini í Norðra­gøtu vóru sostatt vikarar til ar­beiðis, og teir vildu ikki gera nakra viðmerking. Harmuligt at skipanin ikki virkar Tá ið ein maður í Eysturoy herfyri hevði brúk fyri lækna, varð hann sendur frá telefonsvarara til telefonsvarara og tá ið hann endiliga skuldi fáa nummarið hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum, var tað skeivt so at hann fekk fatur á Apotekinum ístaðin