týsdagur 22. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 160 - 22. august 2006
tíðindi
JAVNSTØÐA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Mikudagin 9. august var
Danmark til próvtøku í ST
fyri at verja frágreiðing
sum Danmark letur ST
fjórða hvørt ár um, hvat
myndugleikarnir gera fyri
at seta í verk CEDAW-
sáttmálan. Við vóru eisini
ríkspartarnir Føroyar og
Grønland. CEDAW er
stytting fyri Convention
on the Elimination of All
Forms of Discrimination
against Women. Partur
av hesari frágreiðing er
um javnstøðuviðurskiftini
í Føroyum, og um tvær
vikur væntast úrslitið av
próvtøkuni, har ST-nevndin
kemur við úrskurðinum og
tilráðingum.
Í føroyska upplegginum
varð víst á, at í føroyskari
lóggávu eru ikki formligar
forðingar fyri javnstøðu
millum kvinnur og menn.
Lógin ger ikki mun á
kvinnum og monnum, men
tryggjar øllum borgarum í
Føroyum somu rættindi.
Tó eru kvinnur enn ein
minniluti á teimum økjum,
har politiskar avgerðir verða
tiknar og eisini innan leiðandi
størv í samfelagnum.
Gender
mainstreaming
Sum støðan er í dag, eru um
10% av løgtingslimunum
kvinnur. Í landsstýrinum
er eingin kvinna og aðal
ráðini eru øll mannaði
við mannligum stjórum,
uttan løgmansstjórin, sum
er kvinna. Í 2004 vóru 57
stovnar undir landsfyri
sitingini, harav høvdu 8
av stovnunum kvinnuligan
stjóra.
Føroyska umboðið greiddi
tó frá, at landsstýrismaðurin í
javnstøðumálum arbeiðir við
hesum mismuni, og hevur
sett eina tvørpolitiska nevnd,
sum skal arbeiða fyri at fáa
fleiri kvinnur í politikk.
Úr Vinnumálaráðið verður
sagt, at Føroyska umboðið,
Kitty May Ellefsen, fekk
nógvan íblástur til, hvat
Føroyar kunnu gera fyri
at menna javnstøðuna
millum kynini í Føroyum,
harímillum sokallaðum
gender
mainstreaming,
hvørs endamál er at fremja
javnstøðu millum kvinnur og
menn við at hava javnstøðu-
og kynsperspektivið við í
øllum politiskum arbeiði,
planlegging og umsiting.
Landsstýrismaðurin
í
javnstøðumálum, Bjarni
Djurholm, er farin undir
at arbeiða við gender
mainstreaming í Føroyum.
Føroyar til próvtøku í ST um
diskriminatión av kvinnum
Nú verður søkt
eftir nýggjum
presti til Norðoya
vestara prestagjald
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Fríggjadagin kunngjørdi
danska kirkjumálaráðið,
at søkt verður eftir
nýggjum
presti
til
Norðoya
vestara
prestagjald.
Hesin
skal
avloysa
Hans
Eiler Hammer, sum
herfyri varð loystur úr
embætinum.
Starvið er lýst leyst
frá 1. september, men
freistin at søkja er 4.
september kl. 15.
Nýggjur prestur
til Klaksvíkar
Tá ONS 2006
framsýningin lat
upp í morgun kl 9 í
Stavanger stóðu 12
føroyskar fyritøkur
klárar á føroyska
landabásinum
OLJUMESSA
Tað eru Oljuvinnufelagið
og Menningarstovan, ið sam
skipa føroysku luttøkuna.
Petur & Petur hava staðið
fyri básgerðini og øðrum
praktiskum
í
hesum
sambandi
Luttakandi fyritøkurnar
eru Thor, Virkisráðgeving,
Tor Shipping, Beras, PAM
Offshore, Vága Floghavn,
Kemilux, Syntesa, Atlants
flog, Faroe Ship, Tórshavnar
Havn, Oilwind og Simprentis.
Flestu teirra hava longu sum
er góð sambond í oljuvinnuni
og við fyritøkur, sum veita
tænastur til oljuvinnuna. men
annars verða ymisk tiltøk, ið
kunnu vekja enn størri áhuga
fyri Føroyum og føroysku
tænastuvinnuni. Eitt nú
verður móttøka umborð á
Westward Ho hósdagin kl.
15, og tvær ferðir um dagin
verður kappast á føroyska
básinum í Explore spælinum
hjá Simprentis.
Fyritøkurnar vænta góða
vitjan á føroyska básinum.
12 føroyskar fyritøkur á ONS í Stavanger
Kanningar á Deildini
fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu
týða uppá, at
umhvørviseitur,
so um PCB, kunnu
tálma virknið í
immunskipanini
hjá børnum. Hetta
stendur í eini
grein, sum verður
almannakunngjørd
í dag, týsdagin 22.
august, í tíðarritinum
Public Library of
Science Medicine
HEILSA
Kanningarúrslitini
eru
grundað á kanningar av
børnum, fødd í 1994 og
1995, og sum eru vorðin
kannað regluliga, heilt frá
nýføðingum, og nú seinast
sum tíggju ára gomul.
Hetta kanningarúrslitið
vísir, at PCB minkar um
tey andevni, sum ætlanin
er, at vaksinatiónin skal
elva til. Tá børnini vóru 18
mðr. gomul, var ein týðilig
minking í andevnisnøgdini
í blóðinum, jú hægri PCB í
blóðinum var. Her var talan
um andevni fyri difteritis.
7 ára gomul vístu andevni
móti stívkrampa tað sama,
nevniliga minkandi mongd
av andevnum, jú hægri
útsetilsið fyri PCB hevði
verið í móðurlívi.
Kanningin er grundað á
rættiliga fá børn, 129 í tali.
Til tess at fáa størri vissu fyri,
at úrslitini eru eftirfarandi, er
ein nýggj verkætlan í gongd
á Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu, har ið
andevnini og dálkingar
evnini verða kannað hjá á
leið 600 børnum um 5 ára
aldur. Úrslit frá hesi kanning
er tó enn ikki til skjals.
Um tað vísir seg, at
niðurstøðurnar í kanningini
eru eftirfarandi, kann tað
hava týdning fyri immun
verjuna sum heild hjá
børnum. Í nógvum sam
feløgum, serliga umkring
Norðurpólin, er útsetilsið
fyri PCB og onnur lívrunnin
eiturevni stórt. Hetta merkir,
at sjálvt um tálmingin av
immunskipanini er lítil,
kann árinið á fólkaheilsuna
samanumtikið verða stórt.
Granskingararbeiðið
er fíggjað við peningi frá
amerikanska
National
Institut for Environmental
Health Sciences, The US
Environmental Protection
Agency, Læknavísindaliga
Granskingarráðnum
í
Danmark
og
Danska
Umhvør visstýrinum.
Granskingarverkætlanin er
farin fram í einum samstarvi
við Ríkissjúkrahúsið í
Keypmannahavn, Syddansk
Universitet,
Harvard
School of Public Health og
Deildina fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu, sigur Pál
Weihe, yvirlækni
PCB í føroyskum børnum fær
vaksinatiónsverjuna at vikna