Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2006 9 Ein festivalur við kristi lig- um tón leiki setur punk- tum,fyri eitt summar við nógvum festi valum á skránni. Hvat halda teir garvaðu kristiligu tón leik ar- ar nir um, at ein festi- valur verður gjørdur burturúr tí kristna tón- leik in um? Ella Larsen ella@sosialurin.fo - Tað er tiltrongt, at vit hava eina samling uppá kristnan tónleik í Føroyum, sigur Heine Lützen, ið hevur spælt kristiligan tónleik í yvir 20 ár. - Man noyðist at dyrka tónleikin, um tað skal kunna blíva gott, man skal hava okkurt ávíst at venja fram ímóti. Men eg haldi, at tað er gott, at festivalurin verður hildin í samband við samkomurnar, tí annars kann tað vera skjótt, at tað bara handlar um tónleikin fyri tónleikins skyld. Tónleikurin eigur at vera ein miðil at dyrka Skaparan. Tað er endamálið við honum. M.C. Restorff er ein av veteranunum innan kristnan tónleik. Hann var við, tá popptónleikurin kom inn í tað kristna høpi. M.C. var við fyrstu ferð tónleikararnir í brøðrasamkomuni savnaðust og høvdu eina felagskonsert í 1977. Og í 1984 hevði hann eina konsert við Nikodemus sangbólkinum í Norðurlandahúsinum. - Sangurin, ið fyrr var ein partur av møtunum, hevur nú fingið egin bein at ganga á. Grundin til, at man ger tílík tiltøk, er, at gáttin at koma inn í eina samkomu er høg. Tað er kanska ringt at koma á møti, um man ikki er vanur við tað. Og tað er eisini ringt hjá nógvum, sum eru von við at ganga á møti, at koma inn í eina aðra samkomu enn tí, tey eru von við. Tað er ofta lættari at koma á eina konsert. - Tí liggur ábyrgdin eisini á teimum, ið spæla á konsertini at tala Guds orð. Tey hava ábyrgd av at geva áhoyrarunum nakað meir burturúr enn bara eina tónleikauppliving. M.C. Restorff hevur ikki so nógv við tann nýggja og villara tónleikin at gera. - Í dag eri eg meir ein eygleiðari, enn eg eri ígongdsetari. Sjálvt um hesin nýggi tónleikurin ikki akkurát er tað, mær dámar best, havi eg lært meg at siga »onkur fær gleði av hasum, hvør eri eg at rópa upp um tað.« Um eg ikki sjálvur hevði verið ígjøgnum tað sama, tá eg var yngri, hevði eg sikkurt verið øðiliga illur um alt tað nýggja, sum kemur fram í dag. Men Harrin kann brúka tað mest ótrúliga. Fólk fáa signing, sjálvt um tað er ófatiligt fyri okkum í tí eldra ættarliðnum. Gud kann brúka tann villa tónleikin og nógv fólk verða uppbygd av tí. Heine Lützen heldur at støðið á kristiliga tónleikinum í dag er høgt. - Tónleikurin er blivin meira gjøgnumførdur, og tað er blivið meira professionelt. Tað stendur væl til innan kristnan tónleik í Føroyum í dag. Góðskan er høg, og tað eru nógvir bólkar, ið gera nógv burturúr teirra tónleiki, og tað haldi eg vera sera stuttligt. M.C. Restorff er samdur. - Eg haldi, at tónleikurin hevur ongantíð verið so góður sum nú, sjálvt um sjálvur sangurin altíð hevur verið góður. Fyrr skuldi tónleikurin bara stuðla upp undir sangin, men nú er tað sangararnir, sum skulu liva upp til tónleikin. - Gud kann brúka øll sløg av tónleiki Braquet er ein av fremstu rokk bólkunum í landinum í løtuni og er júst heimafturkomin av konsertferð í USA, har bólkurin millum annað framførdi á Cornerstone festivalinum. Síðani bólkurin bleiv stovnaður í 2002, hevur hann verið við í Prix Føroyar finaluni, Gospel Prix finaluni, spælt á G!, hitað upp fyri rokklegendirnar í Petra , og hevur framført á hópin av konsertum bæði her heima og úti í heimi. Andrias Højgaard og Arni Zachariasen stovnaðu bólkin í 2002. Skjótt eftir hetta fingu teir Jóhan á Lakjuni afturat sær. Bólkurin royndi seg so við ymiskum bassleikarum, áðrenn teir tríggir funnu tað ið teir leitaðu eftir í Leivur Vitalis. Braquet spælur eina blanding av modernaðum og klassiskum rokki, við ávirkan bæði úr 80'unum, 90'unum og nýggjari tíð. Síðani bólkurin byrjaði, hevur Braquet altíð verið kendur sum ein sera góður live bólkur. Allir limirnir geva alt teir hava - og eitt sindur afturat, fyri at tryggja, at áhoyrarin fær eina so góða uppliving sum gjørligt. Í 2005 gav Braquet út eina sjálvnevnda EP fløgu. Kristiligi rokkbólkurin All Star United, vakti stóran ans, tá teir í 1997 góvu teirra fyrstu fløgu út. Henda fløgan vann grammy heiðurslønina fyri bestu rokk/gospel plátu tað árið. Í ár kom tann nýggjasta fløgan, ”Love and Radiation” út. Bólkurin hevur 9 ár á baki, teir hava givið 4 fløgur út, hava spælt yvir 1000 konsertir í 20 londum, og hava ein stóran skara av fjepparum, bæði í USA og í Evropa. Nakrir av manningini hava verið skiftir út og bólkurin hevur haft ein steðg, men nú eru teir aftur við upprunamanningini. All Star United eru úr USA og eru í løtuni á ferð í Evropa, her teir hava spælt á nógvum ymiskum festivalinum. Fríggjakvøldið spæla teir á Fjarðafestivalinum og dagin eftir skulu teir spæla á einum festivali í Onglandi. Forsangarin í bólkinum eitur Ian Eskelin, tað er hann ið skrivar allan tónleikin til All Star United, harafturat hevur hann útgivið fleiri solofløgur, tann síðsta eitur ”Save the Humans” og kom út í 2004. Amerikanski rokkbólkurin ASU Heimkoma eftir altjóða ævintýri