týsdagur 22. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 160 - 22. august 2006
tíðindi
Fjølmiðlar
Heini í Skorini
& Theodor E. D. Olsen
Reglan, sum fyrr gav
føroyingum, íslendingum og
umsøkjarum úr Suðurslesvík
sersømdir at sleppa inn á
danska Journalistháskúlan
í
Århus,
hvarv
tann
6. mars í ár, tá danska
Undirvísingarmálaráðið
saman
við
Danmarks
Journalisthøjskole broytti
endamálsorðingina.
Undan hesi broyting sluppu
á hvørjum ári báðir teir bestu
føroysku umsøkjararnir inn
á Journalistháskúlan, um teir
stóðu royndina við einum
sekstali ella hægri. Eftir at
tey seks reserveraðu plássini
til umsøkjarar úr Føroyum,
Íslandi og Suðurslesvík eru
horvin, eru allir umsøkjarar
uttan mun til landafrøðiligan
uppruna nú javnstillaðir,
og tað gevur føroyskum
umsøkjarum verri møguleika
at sleppa inn og kann økja
um trupulleikan við vantandi
útbúgving millum føroyskar
journalistar.
Útvarp Føroya hevði
innsløg um málið í seinastu
viku, og í eina innslagnum
varð greitt, at mentamála
ráðharrin Jógvan á Lakjuni
ikki visti um broytingina.
Aðrastaðni á hesum síðum
sigur hann, at danska
Undirvísingarmálaráðið
Plássini su
Finn journalistin! Hetta kann blíva ein megintrupulleiki hjá føroyskari pressu
føroyingar ikki hava nakra journalistiska útbúgving sjálvir. Nøkur harmast m
egnu fjølmiðlaútbúgving á stovn. Eftir stendur so spurningurin, hvø
- Herdu krøvini til
upptøku á Danmarks
Journalisthøjskole
er vónandi seinasta
skumpið, sum
fær okkum at
seta á stovn egna
journalistútbúgving
í Føroyum, sigur Uni
Arge, journalistur
Fjølmiðlar
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
- Hetta er eitt signal um, at vit
sjálvi skulu taka okkum um
reiggj og seta á stovn føroyska
journalistútbúgving.
Útbúni tíðindamaðurin
Uni Arge, sum í dag er
fjølmiðlaráðgevi í Føroya
Banka eftir at hava starvast
sum tíðindamaður í nøkur
ár, er ikki í iva um, hvussu
føroyskir myndugleikar skulu
fyrihalda seg til herdu krøvini
til upptøku á Danmarks
Journalisthøjskole.
- Í dag er minni enn
helmingurin av føroyskum
journalistum útbúnir, og
tað er als ikki nóg gott.
Avleiðingin av nýggju
krøvunum kann væl gerast,
at útbúgvingarstøðið í
føroyska fjølmiðlaheiminum
verður enn verri, og tað
gongur ikki. Tí mugu myndu
gleikar handla nú, sigur ein
avgjørdur Uni.
Boðskapur hansara er
fyrst og fremst stílaður
til Mentamálaráðið, Fróð
skaparsetrið og teimum,
sum vara av føroyska
fjølmiðlaheiminum.
Útheimurin eitt krav
Uni Arge metir ikki, at
tað hevði verið trupult
at sett á stovn føroyska
journalistútbúgving, tí stórir
partar av fakliga útboðnum
eru longu veruleiki á
Setrinum. Føroyskt, sam
felagsfrøði, søga, altjóða
politikkur og búskapur skulu
sambært Una vera grundsúlur
í nýggju útbúgvingini, og
hesar tænastur eru longu
tøkar. So manglar bert
sjálvur journalistikkurin.
- Vit hava nógvar royndar
journalistar í landinum, sum
kundu verið seinasti liður í
eini journalistútbúgving. Við
víkjandi fakliga útboðnum
eru vit tí ikki so langt frá eini
fullfíggjaðari útbúgving í
journalistikki, metir Uni
Arge.
Útbúgvingin
kundi
sambært
fjølmiðlaráð
gevanum í Føroya Banka
tikið trý til fýra ár við tí kravi,
at eitt ár av bæði skúlagongd
og praktikktíð skulu takast
uttanfyri landoddarnar.
- So høvdu vit samstundis
varðveitt sambandið úteftir
og givið næmingunum
altjóða
royndir,
sum
lesandi í dag fáa uttanfyri
landoddarnar, sigur Uni
Arge.
Føroyskt mál
Spurdur, hvat hann heldur um
nýggju avgerðina hjá danska
Undirvísingarmálaráðnum
og Journalistháskúlanum,
er Uni greiður.
- Hetta er eitt føroyskt
mál, sum skal avgreiðast
í Føroyum. Vandin við
broytingini er, at enn færri
journalistar fáa møguleikan
at útbúgva seg, men hetta er
samstundis ein kærkomin
møguleiki til at taka málið
upp í Føroyum, og tað áttu
myndugleikarnir at gjørt
beinanvegin, sigur Uni Arge
at enda.
Seinasta skumpið til føroyska journalistútbúgving
LØGTINGSLÓG NR. 61 FRÁ
16. MAI 2006 UM KRINGVARP
§ 6
Stk. 3. Stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan
førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaeindunum
§ 10
Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava
gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp
Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfókunum holla
málsliga ráðgeving.
FAKTA
– Ein føroyingur
skal ikki hava
betri sømdir enn
ein pakistani ella
kurdi, sigur Erik
Farmann, leiðari í
upptøkunevndini
á Danmarks
Journalisthøjskole.
Farmann metir
eisini, at ein
umsøkjari, sum
bert sleppur inn
við sersømdum,
ikki er egnaður til
Journalistháskúlan
Fjølmiðlar
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Danmark er eftirhondini
vorðið eitt multietniskt
samfelag, og við støði
í hesi gongd var reglan
um framíhjárættindi til
føroyskar umsøkjarar for
oldað. Tað metir leiðarin
í upptøkunevndini á Dan
marks Journalisthøjskole,
Erik Farmann.
– Endaliga avgerðin
er tikin í Undirvísingar
málaráðnum, men vit í
upptøkunevndini mæltu
til at broyta reglugerðina
við teirri grundgeving, at
føroyingar ikki skulu hava
serrættindi fram um aðrar
etniskar minnilutar í danska
samfelagnum, sigur Erik
Farmann.
Fortreytir
Umframt hesa grundgeving
sigur Farmann, at Journa
listháskúlin heldur ikki
ynskir næmingar, sum frá
byrjan ikki hava fortreytir
fyri at klára seg væl á
skúlanum.
– Um ein næmingur úr
Føroyum sleppur inn við
einum sekstali, bert tí hann
er úr Føroyum, eru fortreytir
hansara fyri at standa seg væl
á skúlanum ikki til staðar. Á
øllum hægri lærustovnum
eru upptøkukrøvini tey
somu fyri øll, og tað skulu
tey eisini vera hjá okkum,
metir Erik Farmann.
Hann leggur afturat, at teir
flestu føroyingarnir, sum
seinnu árini hava gingið á
skúlanum, høvdu sloppið
inn uttan nakrar sersømdir.
Sambært honum hava
føroyingar tí ikki brúk fyri
serligum upptøkureglum,
og tí fer broytingin held
ur ikki at lækka um
útbúgvingarstøðið millum
føroyskar journalistar.
Spurdur, hví eingin
av teimum 12 føroysku
umsøkjarunum
so
er
upptikin í ár, eftir at nýggju
reglurnar eru settar í gildi,
svarar Erik Farmann:
– Nú hevur reglan bert
verðið galdandi í ár, og
tí er ov tíðliga at draga ta
niðurstøðu, at føroyingar
ongan møguleika hava
undir nýggju krøvunum,
sigur Erik Farmann til
seinast.
Føroyingar skulu ikki
hava serrættindi