Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 22. august 2006 9 tíðindi um hvurvu u, nú føroyingar hava mist síni føstu pláss á Danmarks Journalisthøjskole, og missin, meðan onnur halda hetta vera skumpið, ið noyðir okkum at seta okkara ørjar avleiðingar hetta fær fyri føroysku fjølmiðlarnar og fólkaræðið ikki hevur sent broytingina til hoyringar, sum vanlig mannagongd annars áleggur. Sosialurin setti seg í samband við danska Undirvísingarmálaráðið, men har søgdu tey seg ikki kennast við broytingina, men lovaðu at kanna málið og geva okkum grundgevingarnar seinni í vikuni. Útbúnu journalistarnir Uni Arge og Øssur Winthereig eru samdir um, at føroysk journalistútbúgving eigur at verða sett á stovn. Leiðarin á upptøkunevndini á Journalist­ háskúlanum, Erik Farmann, grundgevur við, at føroyingar ikki skulu hava serrættindi fram um aðrar etniskar minnilutar. Blaðstjórarnir á ávikavist Sosialinum og Dimmalætting, Jan Müller og Ingi Samuelsen, harmast báðir um avgerðina, men stuðla lutvíst hugskotinum um føroyska journalist­ útbúgving. Í blaðnum í morgin prenta vit samrøður við báðar blaðstjórarnar. Minni enn helmingurin av teimum, sum starvast í føroyska fjølmiðla­heim­ inum, hava útbúgving. Við støði í hesi niðurstøðu hyggja vit nærri at broyt­ing­ ini, sum avmarkar møgu­ leikan hjá føroyingum at útbúgva seg á Danmarks Journalisthøjskole. Hvørjar eru avleiðingarnar? Hvussu fer hetta at ávirka útbúgvingarstøðið í føroyska fjølmiðlaheiminum? Merkir hetta, at ein nýggj føroysk journalistútbúgving skal setast á stovn? Sjálvandi ber til at nema sær útbúgving aðrastaðni enn á journalistháskúlanum í Århus, og broytingin í reglugerðini er sjálvsagt ikki alfa og omega fyri møguleikan hjá føroyingum at nema sær útbúgving í journalistikki. Men hagtøl prógva, at nógv teir flestu útbúnu journalistarnir í Føroyum eru klakt­ir í Århus, og tí er spurningurin, hvørjar avleiðingar nýggja broytingin fær. – Vit mugu koma burtur frá tí, at tað týdningarmiklasta er at stava rætt. Sjálvandi skulu skulu vit stava rætt, men journalistikkur er ikki bara at duga at stava rætt føroyskt, sigur Øssur Winthereig, ið heldur at tað er týdningarmikið, at fáa royndir uttanlands, men at vit ikki kunna dúva upp á, at gera journalist­ útbúgvingarnar fyri okkum FJØLMIÐLAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo – Vit loysa ikki trupul­ leik­an við at hanga í skjúrta­velinum hjá danska undirvísingarmálaráðnum. Øssur Winthereig, tíðinda­ leiðari í Sjónvarpinum er avgjørdur, tá vit spyrja hann, hvat hann metir um støðuna, nú føroyingar hava mist sína kvotu á Danmarks Journalisthøjskole. Hann heldur tað vera “sjáldsamt”, sum hann kallar tað, at landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni ikki visti av, at føroyingar ikki longur fáa tvey pláss á skúlanum. Hinvegin setir hann spurnartekn við, um tað var rætt, at vit fingu tvey pláss til næmingar, sum møguliga høvdu ikki høvdu staðið ta donsku royndina, hóast spurningarnir ofta snúgva seg um donsk viðurskifti. Øssur Winthereig metir, at sum heild gera tvey pláss ikki tann stóra munin, tí sum sum so heldur hann ikki, vit hava merkt, at vit hava átt hasi bæði plássini, av tí at tað meira enn so er komið fyri, at fólk ikki eru komin heimaftur. Hann heldur tí tað vera eitt gott hugskot, at byrja eina føroyska journalist­út­ búgving, men hann sigur tað vera neyðugt, at samstarvað verður við lærustovnar t.d. universitet í Danmark ella aðrastaðni. – Annars kann tað verða ov heimføðisligt, sigur Øssur Winthereig og leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at fólk fáa roynt seg á miðlum uttanlands í lestrartíðini. – Vit mugu koma burtur frá tí, at tað týdningarmiklasta er at stava rætt. Sjálvandi skulu skulu vit stava rætt, men journalistikkur er ikki bara at duga at stava rætt føroyskt, sigur tíðindaleiðarin. Føroysk viðurskifti Hann metir nakrar av or­søkunum til, at fleiri jour­ nal­istlærdir føroyingar ikki koma heim aftur vera, m.a. at lønin er hægri og av­bjóðing­ ar­nar fleiri uttanlands. – Vit hava hava ongantíð rættiliga satsað upp á jour­ nalistikkin í Føroyum, sig­ur Øssur Winthereig og finst serliga at bløðunum, sum hann kallar vanligar privatar fyritøkur, ið heldur hugsa um business enn um kritiskan journalistikk, sum hann tekur til. Hann heldur, at um lønin hevði verið hægri, hevði verið lættari hjá teimum at fingið útbúnar journalistar at arbeitt á bløðunum. – Innsatsurin má nú koma frá Mentamálaráðnum ella t.d. Blaðmannafelagnum, sigur Øssur Winthereig um eina føroyska útbúgving, og leggur afturat, at tað á ymiskum økjum t.d. í lógini um alment innlit og innan fiski­vinnuna, eru viðurskiftini øðrvísi í Føroyum enn í t.d. Danmark, og tí hevði verið gott at fingið hetta við í eina føroyska útbúgving. Hinmegin borðið Spurdur, hvat hann heldur um, at tað gerst alt vanligari at síggja útbúnar journalistar starvast í peningastovnum og almennum skrivstovum, sigur Øssur Winthereig, at tað er ikki so galið. – Tey eru farin “hinumegin borðið”, men tey gera journalistikk, staðfestir tíðinda­leiðarin, ið heldur, at royndir teirra kunnu koma teimum, arbeiðsgevarum teirra og fjølmiðlunum til góðar, av tí at at teirra leiklutur er at kunna. Men er hetta ikki eitt slag av spin-doktarum? - Nei, vit, sum eru eftir, duga betur, enn teir sum ansa eftir pengunum, sigur Øssur Winthereig. Setur hetta ikki størri krøv til tykkum sum pressa? - Um tey hava verið í bransjuni fyrr, so er tað lættari hjá okkum, sigur tíðindaleiðarin, ið m.a. nevnir dømi um, at tílík kunningarfólk kunnu t.d. sannføra ein stjóra um, at tað er rættari at vera við eini samrøðu við fjølmiðlarnar enn at lata vera. Hann heldur ikki, at fjølmiðlarnir verða snýttir, ella at tílík kunningarfólk gera meira spin, enn t.d. ein stjóri hevði gjørt, um hann ikki hevði útbúnar journalistar í starvi sum kunningarfólk. Undan danska skjúrtavelinum Sum útvarps­inn­ slagið á middegi leygardagin bar boð um, visti Jógvan á Lakjuni einki um broytingar í upptøkukrøvunum fyri føroyskar um­søkjarar á danska Journalistháskúlan. Men mentamála­ ráð­harrin lovar Sosialinum, at málið verður tikið upp, bæði við danska undirvísingar­mála­ ráðharran og við føroyskar fjølmiðlar Fjølmiðlar Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com – Málið hevur ongantíð verið á mínum borðið. Alt bendir á, at danski undirvís­ ingarmálaráðharrin Bertel Haarder ikki hevur kunnað meg um broytingina, og hetta er í stríð við alla vanliga mannagongd, tí ein og hvør broyting, sum viðkemur okkum, skal sendast okkum til hoyringar, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri. Hóast danska Undir­ vís­­­ingar­­­málaráðið sam­ an við danska Jou­r­na­­ list­háskúlanum broytti reglugerðina um upptøku­ krøv fyri føroyskar umsøkj­arar tann 6. mars í ár, er Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, ikki kunnaður um málið fyrrenn í seinastu viku. Tað var Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, sum kunnaði hann um málið í innslagi á middegi leygardagin, og Jógvan á Lakjuni sigur seg taka í álvara, at tvey sjálvsøgd pláss fyri føroyingar á Journalistháskúlanum í Århus nú eru horvin. Sam­ stundis undrast hann á, at málið ikki er sent Menta­ málaráðnum til hoyringar, soleiðis sum vanlig mannagongd áleggur. – Eg vil fegin viðurkenna, at tað er ov vánaligt, at eg ikki eri kunnaður um eina broyting, sum kann fáa avleiðingar fyri føroyska fjølmiðlaheimin. Men danska Undir­vís­ ing­armálaráðið hevur eftir øllum at døma ikki boða nøkrum frá, tá teir broyttu kunngerðina. Hetta er ein akuttur trupul­ leiki, sum eg fari at taka upp í nærmastu framtíð, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri. Kringvarpslógin Fyrst ynskir hann at viðgera málið saman við egnari umsiting. Síðani fer hann at taka málið upp við danska undirvís­ ingarmálaráðharran Bertel Haarder, tá hesir hittast um tvær vikur í sambandi við yvirtøku av føroysku fólkakirkjuni. Og í triðja lagi fer hann at kalla føroyskar redaktørar saman til fundar í Mentamálaráðnum. - Eg eri eg positivt sinnaður at seta á stovn føroyska journalistútbúgving. Beint undan summarsteðginum skoytti løgtingið uppí kring­ varpslógina, at redaktørar hava skyldu til at syrgja fyri einum høgum fakligum støði. Ein slík samtykt áleggur okkum at liva upp til hesa orðing, sigur Jógvan á Lakjuni. Mentamála­ráðharrin visti av ongum