týsdagur 22. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 160 - 22. august 2006
ítróttur
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Sjálvandi høvdu trý stig verið at fyritrekt, men nú er tað
soleiðis, at vit nú hava fingið eitt stig aftrat og tað er positivt í
mun til keðiligu úrslitini tveir seinastu dystirnar.
Julian Johnsson, B68-miðvallari
Bæði fyri B36 og NSÍ
er tað møguleikin
fyri at vera við í
toppstríðnum, sum
stendur upp á spæl í
annaðkvøld
UPPTAKT
Jákup Mørk
Møguleikin fyri at vera við í
toppstríðnum stendur upp á
spæl, tá ið B36 mikukvøldið
fær vitjan av NSÍ. Talan er um
útsettan dyst frá 16. umfari,
tá ið B36 var upptikið av
europeisku kappingini, sum
nú skal fáast frá hondini.
NSÍ hevur verið tríggjar
ferðir í Gundadali í ár, og
teir hava bara fingið eitt stig.
Teir hava tapt tvær ferðir
móti HB, men teir megnaðu
1-1 móti B36.
Hjá B36 er tað ivasamt, um
miðvallarin Mikkjal Thom
assen og álopsspælarin Berg
ur Midjord verða førir fyri at
spæla. Báðir lyklaspælararnir
fóru av vøllinum, tá ið B36
sunnudagin vann móti odda
liðnum EB/Streymi.
Tað er møguleiki fyri, at
ungu menninir, sum fyrr í
ár hava staðið seg so væl,
fara at fáa kjansin. Eitt nú
Johan Ellingsgaard og Johan
V. Gunnarsson.
Hjá B36 ræður tað um
at finna stevið frá sunnu
degnum og fyri alt í verðini
ikki at detta í vánaligu
grøvina, sum teir vóru í
næstsíðsta leygardag, tá
ið teir høvdu vitjan av KÍ.
Tann dystin hava teir í B36
sjálvandi gloymt!
Trý leikbann
Í NSÍ var tað stórt vón
brot, tá ið teir enn eina ferð
snávaðu, tá ið teir sunnu
dagin á heimavølli skuldu
lyfta seg upp á síðuna av
oddaliðnum.
Móti B36 eru tríggir av NSÍ
spælarunum leikbannaðir.
Miðvallarin Jústinus R. Han
sen hevði bara verið lítla løtu
á vøllinum, tá ið hann eftir
tvey gul kort sá reytt móti
HB. Brynjolvur Nielsen hev
ur verið vongverji í høgru
mest sum alt árið. Sunnu
dagin er málskjúttin móti
HB leikbannaður, tí hann
hevur ov nógv gul kort á
kontini. Og síðani er tað mál
maðurin Jens Martin Knud
sen, sum fekk tveir dagar
leikbann fyri reyða kortið í
Fuglafirði.
Stóri spurningurin er,
hvønn Trygvi Mortensen fer
at seta á høgra vongverja. Ein
møguleiki er vinstrabeinti
Einar Hansen, og ein annar
møguleiki er Helgi L. Pet
ersen, sum higartil í ár
hevur verið álopsspælari,
miðvallari og miðverji.
Petur Reinert verður 23.
maðurin á vøllinum í Gunda
dali mikukvøldið.
Felagsliðið úr
sundalagnum er
rættiliga skert og
mugu vera fýra
leikarar fyri uttan,
meðan tey í Fuglafirði
vóna at Bartal og
Símin Eliasen gerast
tøkir
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sundalagsmenn eru rættiliga
skerdir, nú teir skulu
taka útsetta dystin móti
fuglfirðingum uppaftur.
Dysturin átti upprunaliga
at verið leiktur áðrenn
summarsteðgin, og menn
fóru eisini undir at spæla
dystin, men veðrið varð so
ófantaligt tá, at dysturin varð
avblástur.
Teir báðir miðvallarleik
ararnir, Knút Vesturtún og
Ronnie Samuelsen, fingu
báðir gult kort fyri fimtu
fer í ár, tá teir vitjaðu í
Gundadali sunnudagin, og
soleiðis kunnu teir ikki vera
við mikukvøldið.
Marni Djurhuus er ikki
klárur enn eftir skaðan
hann fekk í móti HB, og lítið
røkist fyri, at hann verður
tøkur sunnudagin móti NSÍ
heldur. Fjórði maðurin,
ið hevur meldað avboð er
Jørgin Meitilberg. Hann
hevur seinastu tíðina verið
plágaður av einum skaða
í lærkrikanum, og verður
hann heldur ikki partur av
hópinum hjá EB/Streymi í
annaðkvøld.
Tvær ferðir Eliasen
ivasamir
Í Fuglafirði er standurin
betri enn á Mølini. Teir báðir
Bartal og Símin Eliasen fingu
hvør sín snudd í dystinum
móti Skála sunudagin, og
vandu tí ikki mánakvøldið.
Við Bartal Eliasen stúrdu
tey í Fuglafirði fyri, at
hann hevði brotið óstbeini,
men røntgenmyndir tiknar
mánadagin staðfestu, at
talan var ikki um brot.
Tí vænta tey, at hann á
sama hátt sum Símin verður
við mikukvøldið á Mølini á
Eiði. Eisini kemur tað væl
við, at Frank Poulsen er
tøkur aftur eftir leikbannið
seinasta dyst.
Í Fuglafirði eru tey so
smátt farin at síggja veru
leikan í eyguni. Um teimum
skal vera lív lagað í bestu
deildini, mugu og skula
nøkur stig á kontoina.
Tí er ikki nóg mikið at
seta nøsina upp eftir einum
javnleiki
mikukvøldið,
hóast talan er um ein dyst
móti oddaliðnum. Og tá EB/
Streymur eisini hevur brúk
fyri trimum stigum fyri at
tryggja sína oddastøðu
betri, so er lagt upp til ein
spennandi dyst á Mølini
mikukvøldið.
Dagfinn Olsen dømir
dystin.
Rumica fer
at venja
Nøvuna
Unga manningin
hjá Nøvuni hevur
fingið Rumica sum
venjara, og byrja teir
fyrireikingarnar til
kappingarárið longu
í kvøld, tá fyrsta
venjingin undir
nýggja venjaranum
verður
FLOGBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Flogbóltsfelagið Nøvan
hevur gjørt avtalu við Rum
ica, um at hann skal vera
venjari hjá teirra mansliði
í meistaradeildini. Tað vátt
ar Pól Andreassen, nevnd
arlimur og kappingarleiðari
hjá Nøvuni
Rumica var í fjør venjari
hjá meistaraliðnum Fleyr,
og hevur hann áður verið
venjari hjá Fram. Eftir hvat
skilst, so hava fleiri feløg
verið úti eftir Rumica, men
hann hevur so tikið Nøvuna
fram um hini liðini, og byrja
teir at venja í vikuni.
Nøvan hevur eitt rættiliga
ungt lið, ið er mannað við
evnaríkum leikarum úr
Sundalagnum. Hetta er
nakað, ið Rumica dámar
væl og Pól Andreassen
sigur, at tey í Nøvuni eru
sera spent upp á komandi
kappingarár.
Seinasta kappingarár
var so sum so hjá Nøvuni.
Liðið varð flutt upp í bestu
deildina fyri at tað heila
kundi ganga upp har, og
hóast unga manningin hjá
Nøvuni royndi alt hvat teir
vóru mentir, so eydnaðist
tað ongantíð teimum at
vinna nakran dyst - ei
heldur nakað sett.
– Vit eru ógvuliga spent
at fara undir eitt nýtt kapp
ingarár við einum so góðum
venjara, og tað gleða vit
okkum til. Serliga tí, at vit alt
seinasta kappingarár virkaðu
so at siga uttan venjara.
– Men liðið er so øgiliga
ungt enn, og vit hava ong
an útlendskan styrk í mun
til so nógv onnur lið, so
okkara málsetningar eru
rættiliga
avmarkaðar.
Fyrsta stigið má vera at
vinna eitt sett, og síðani
taka vit tað harfrá, sigur Pól
Andreassen, nevndarlimur
og kappingarleiðari hjá
Nøvuni.
Skerdir sundalagsmenn
skulu fóta sær ímóti ÍF
Lagnuløta í Gundadali
Ronnie Samuelsen og EB/Streymur máttu lúta ímóti B36 sunnudagin. Nú skal EB/Streymur
royna at fóta sær á heimavølli, men Ronnie kann ikki spæla við
Mynd: Sofus Johannesen
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
19
11
-
5
-
3
46
22
24
38
2 HB
20
10
-
6
-
4
44
32
12
36
3 NSÍ
19
10
-
5
-
4
40
24
16
35
4 B36
19
9
-
6
-
4
31
22
9
33
5 KÍ
20
8
-
8
-
4
42
26
16
32
6 GÍ
20
7
-
10
-
3
25
20
5
31
7 Skála
20
6
-
5
-
9
26
22
4
23
8 VB/S
20
4
-
4
-
12
18
54
-36
16
9 B68
20
2
-
5
-
13
21
45
-24
11
10 ÍF
19
2
-
4
-
13
19
45
-26
10