týsdagur 22. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 160 - 22. august 2006 ]
B68 var betra liðið
á vøllinum og hevði
um nakar uppibor
ið trý stig, men
kortini var tað GÍ,
ið iðraði seg mest
um mistu stigini, tá
oyggjauppgerðin í
Sarpugerði endaði við
javnleiki
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Soleiðis sum úrslitini lagaðu
seg sunnudagin, kundi GÍ
við einum sigri mánakvøldið
móti B68 melda til aftur í
oddastríðnum, og tí fóru
skurarnir eftir øllum trimum
stigunum.
Trý stig høvdu eisini ver
ið rættiliga kærkomin hjá
toftamonnum, tí við sigrin
um á KÍ sunnudagin vaks
gloppið upp til áttanda
plássið, sum er garanturin
fyri verandi sæti í Formula
deildini.
Dysturin var ein hálvan
tíma gamal, tá fyrsti veruligi
málkjansurin kom.
Tað var í samband við
eitt hornaspark til B68,
at Arnbjørn Danielsen
royndi seg við stútara, men
Áslakkur Petersen bjargaði
á sjálvari málstrikuni, tá
hann fekk vart bóltin upp á
tvørtræið.
Undan tí var naskasta
royndin frá heimaliðnum eitt
skot úr 40 metra fjarstøðu
frá Áslakki Petersen, sum
smoygdi sær ein hálvan metur
upp um yvirleggjaran.
Higartil var dsyturin
merktur av hørðum spæli,
har ongin leikari bakkaði
fyri nøkrum. Talan var ikki
um skitið spæl, men leikar
arnir góvu seg fult út í
hvørjari takling og hvørjum
nærdysti.
Einar fimm minuttir eftir
at B68-liðformaðurin royndi
seg við stútara, var aftur
vandi á ferð hjá Geza Turi í
GÍ-málinum.
Nýggi brasiliumaðurin hjá
B68, Alex Castilho, spælir
eitt-tvey við Súna Fríða Barbá
niðan eftir vinstra borði, har
tað endar við at Alex Castilho
langar til úr spískum, men
Geza Turi verjir væl fyri góða
skotinum.
Fyrri hálvleikur leið nú í
móti endanum, og onki mál
kom áðrenn liðini fóru til
hálvleiks. Hóast heimavallar
fyrimun og møguleikanum
um at gerast partur av odda
stríðnum aftur, so var tað
kortini B68, sum hevði
havt størru møguleikarnar
og hevði verið oman fyrra
partin av dystinum.
Sama mynstur
Í seinna hálvleiki sá sama
mynstur, sum merkti stóran
part av fyrra hálvleiki, út til
at skula gera seg galdandi.
B68 hevði bóltin meiri,
men tað var tó sjáldan at
talan var um gjøgnumspælt
fótbóltsspæl. Heldur var tað
nógv gypparí og fleiri nær
dystir, har gestirnir ikki vóru
petti aftan fyri skurarnar.
Einar tíggju minuttir fær
B68 ein møguleika, eftir
at Súni Fríði Barbá vann
ein nærdyst við Niclas
Niclasen, og leggur bóltin
inn til Anderson, sum er
vældekkaður og roynir at
krúlla so frægt hann er
mentur, men eina skotroynd
bleiv tað ongantíð til.
Tá seinni hálvleikur er
um at vera hálvrunnin, er
tað Gunnar Nielsen sum
er nærvið, tá Símin Luis
Jacobsen hevði lagt honum
ein góðan bólt.
Nakrar minuttir seinni er
Alex Castilho nærvið í hin
um endanum, men hansara
heilfluktari eftir frálíka
innleggið frá Kristian Anton
Andreasen fer beint framvið
málinum.
Líktiskt málleysum
javnleiki
Nú byrjaði dystarendin so
smátt at nærkast og alt bendi
á, at her fór at vera talan um
ein málleysan javnleik.
Men tá fimm minuttir resta
í av vanligu leiktíðini, fær
B68 fríspark uttast í vinstra
borði á miðjum vølli. Øssur
Hansen, sum leikti ein sera
góðan dyst, sendir bóltin
inn í brotsteigin, har Julian
Johnsson tveitir seg fram
og næstan flúgvandi leggur
hann B68 framum.
Nú vantaðu bert fimm min
uttir av vanligu leiktíðini, og
toftamenn byrjaði so smátt
at tevja ein sigur.
Men málið, sum kom rætti
liga óvæntað, fekk tað GÍ at
ressast við. Teir umskipaðu
seg nú og valdu at satsa
frameftir, og tað gav úrslit.
Tá B68 var í álopi, men
GÍ vinnur bóltin frá teimum.
Poul Ennigarð og Símin Luis
Jacobsen spæla síðani eitt-
tvey sínamillum niðan eftir
høgru síðu, áðrenn Símin
Luis at enda leggur bóltin
inn í feltið.
Har kemur innskifti Poul
Arni Jacobsen rennandi, og
tekur hann hegnisliga og
temur bóltin og smekkar
síðani til undir málverjan.
Ein ógvuliga flott tekniskt
detalja mál frá Poul Arna
Jacobsen.
So var javnleikur, og
GÍ trýsti víðari fyri at fáa
avgerandi málið og øll stig
ini. Tað var eisini um reppið,
at hetta kom. Væl inni í
yvirtíðini fær GÍ fríspark
nakað inni á B&8-hálvuni.
Hanus Jacobsen leggur
bóltin væl innfyri til Kaj
Ennigarð, sum er púra leysur
tveir metrar frá stongini.
Hann fær høvdið á bóltin,
sum hevur kós ímóti handaru
stong, men fer framvið og út
til málspark. Ein sera stórur
møguleiki, og toftamenn
sóu næstan eina stigi gleppa
teimum av hondum í allar
síðstu løtu.
Tað hendi tó ikki, men
samstundis sum teir iðra
seg um tey trý mistu stigini,
so munnu munnu toftamenn
kortini helst fegnast um, at
teir ikki mistu javnleikin
burtur í evstu løtu. Hinvegin
iðra gøtumenn seg helst eis
ini, tí hóast B68 var nakað
betri, so var tað kortini GÍ,
sum hevði teir heilt stóru
møguleikarnar at enda.
Javnleikur og eitt stig
er ikki nakað, ið liðini fáa
brúkt til tað stóra. B68
er nú fimm stig aftanfyri
VB/Sumba, ið er omanfyri
niðurflytingarstrikuna, og
GÍ megnaði ikki í so stóran
mun sum ætlað at minka um
fjarstøðuna til oddaliðið og
tey næstu liðini eftir EB/
Streym.
GÍ – B68 1-1 (0-0)
Oyggjauppgerðin
endaði við javnleiki
B68
GÍ
Javnleikur
var rætta
úrslitið
Tað vóru báðir partar
nøkulunda samdir um,
tá Petur Reinert hevði
bríkslað fyri seinastu
ferð í gjár.
– Eg haldi at talan var
um ein rættiliga javnan
og taktiskan dyst, har
tað í síðsta enda var upp
á sítt pláss, at tað endaði
við javnleiki, greiddi mál
skjúttin hjá B68, Julian
Johnsson frá eftir dystin
í gjár.
- Sjálvandi høvdu trý
stig verið at fyritrekt,
men nú er tað soleiðis,
at vit nú hava fingið
eitt stig aftrat og tað
er positivt í mun til
keðiligu úrslitini tveir
seinastu dystirnar, so
vit hava okkurt gott at
byggja víðari á, segði
Julian Johnsson.
Gøtuskurar høvdu ein
eitt sindur beiskan smakk
í munninum, tá vit hittu
teir eftir dystin.
– Vit eru ikki nøgdir
við javnleikin, men
soleiðis sum dysturin
bleiv, var tað helst eitt
rætt úrslit, staðfesti Han
us Jacobsen hjá GÍ.
- Tó er tað harmiligt,
at vit ikki fáa meiri
burtur úr, tí úrslitini
annars lagaðu jú seg til
okkara fyrimun.
– Tað er heldur ikki
nóg gott, at vit bara hava
fingið tvey stig burtur úr
dystum í móti VB/Sumba
og B68, har vit helst kundu
fingið seks. Sunnudagin
er tað ÍF, og tá skulu vit
helst hava trý stig, tá vit
framman undan høvdu
ætlað okkum nýggju stig
úr hesum trimum dyst
unum, segði Hanus Jac
obsen eftir dystin í gjár.
Sí annars www.portal.fo
har mál, hæddarpunkt
og samrøður við Julian
Johnsson og Hanus Jac
obsen eru at síggja.
-rwd
Eto’o var í øðini um
íslendska innskifting
Álopsspælarin hjá FC Barcelona Samuel Eto’o var so illur,
tá ið hann var skiftur út í dysti hjá Barcelona um vikuskiftið,
at hann rýmdi av leikvøllinum. Tað var í hálvleikinum, at
íslendski álopsspælarin Eidur Gudjohnssen var sendur á
vøllin fyri Eto’o í Super Cup dystinum, og takkaði Eto’o
fyri seg, og hann var ikki við til at taka ímóti steypinum
fyri sigurin í dystinum. Hollendski venjarin Frank Rijkard
vildi eftir dystin ikki gera stórvegis viðmerking, men segði
at hann fór at tosa við Eto’o um hansara atburð.
Grip hartar bretsku pressuna
Tord Grip, sum var hjálparvenjari hjá Sven-Gøran Eriks
son, á enska landsliðnum, leggur harðliga eftir bretsku fjøl
miðlunum og teirra arbeiðslagi.
– Teir góvu ongantíð Sven-Gøran ein kjans. Teir hava
jagstrað hann og funnið upp á lygnir um hann. Sven-Gøran
fekk ongantíð frið, og hann fekk heldur ongantíð tað viður
kenning, sum hann hevði uppiborið, sigur Tord Grip við
Skysports.
Hann fjalir ikki út yvir, at tað var eitt sera stórt vónbrot
fyri venjararnar, at Onglandi reyk úr HM-endaspælinum í
fjórðingsfinaluni.
GÍ – B68 1-1 (0-0)
0-1: Julian Johnsson, 84.
1-1: Poul Arni Jacobsen, 90.
GÍ: Geza Turi – Áslakkur Petersen (Poul Andrias Jacobsen,
85), Niclas Niclasen, Kaj Ennigarð, Hanus Jacobsen – Símin
Luis Jaocbsen, Poul Ennigarð, Gunnar Nielsen, Hans Jørgin
Djurhuus – Jónreid Dalheim (Erling Jacobsen, 62), Sverri
Jacobsen (Poul Arni Jacobsen, 72).
Gul kort: Gunnar Nielsen, Símin Luis Jacobsen.
B68: Tórður Thomsen (Mortan Hansen, 90) – Jóhan Petur
Poulsen, Arnbjørn Danielsen, Ovi Magnussen, Øssur Hansen
– Kristian Anton Andreasen, Jann Ingi Petersen, Julian Johns
son, Alex Castilho – Súni Fríði Barbá (Óli Olsen, 90. min),
Anderson Castilho.
Gul kort: Anderson Castilho, Øssur Hansen.
Dómari: Petur Reinert.
FAKTA
Øssur Hansen taldist millum raskastu leikararnar á vøllinum
og fekk av tí sama pláss á vikuliðnum
Mynd Kjartan Madsen