týsdagur 22. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 160 - 22. august 2006 ]
Gult kort gevur útvísing
Nú er nýggja reglan fyri gul kort í unglingadeildini komin
í gildi. Reglan er, at tá leikari fær víst gult kort, skal hesin
út á bonkin at sita í 10 min. Lið hansara hevur ikki loyvi
at seta annan leikara inn ístaðin, og harvið leikar liðið við
10 leikarum í 10 minuttir. Tá 10 minuttir eru farnir kann
leikar koma inn aftur, so skjótt sum steðgur er í spælinum
og dómarin gevur tekin um hetta. Í fyrstu syftu verður reglan
bert galdandi fyri unglingadeildina, og sambært FSF er
endamálið, at leikarar fáa størri virðing fyri gulu kortunum,
so at hesir verða betri skúlaðir og klárir til avbjóðingina, tá
teir koma til vaksnamannadeildirnar.
Meira bonus til Toda
Leiðslan í Start vil løna spælarunum, um teir halda fram
við góðu gongdini í steypakappingini. Todi Jónsson og
liðfelagararnir eru komnir í hálvfinaluna í steypakappingini,
og um teir vinna kappingina, skulu teir hava bonus frá
felagnum. Higartil hava ongar fastar bonusavtalur verið
millum felag og spælarar, men tað skal nú broytast.
- Tað verður eingin risaupphædd, men vit skulu løna
spælarunum, um teir vinna steypakappingina, sigur Trond
Are Gjone, ítróttarstjóri í Start.
Fyri fyrstu ferð í ár
hevur EB/Streym
ur tilsaman bara
fingið eitt stig burtur
úr tveimum lands
kappingardystum á
rað
FORMULADEILDIN
20. UMFAR
Jákup Mørk
Endaspurturin í hesum
kappingarárinum nærkast.
Enn er tað ikki soleiðis, at
tað ikki ber til at vinna tað
aftur, sum verður mist í ein
um dysti. Men tað gongur
tann vegin.
EB/Streymur tapti í Gunda
dali móti B36. Tað bar við
sær, at tey næstu høvdu ein
møguleika at nærkast topp
inum. Havnarfeløgini tóku
av hesum tilboðnum. B36
setti EB/Streym upp á pláss,
og HB vann í Runavík.
KÍ klossaði í tí á heima
vølli móti botnliðnum VB/
Sumba, og GÍ misti tvey
stig á heimavølli móti B68 í
gjárkvøldið. Sovorðin úrslit
svíða í kapping, har nógvir
dystir millum toppliðini hava
verið sera tættir, og nógvir
eru endaðir við javnleiki.
Í Klaksvík kunnu teir við
eitt sindur av høvuðrokning
staðfesta, at um teir høvdu
havt fingið seks stig burturúr
heimadystunum móti B68
og VB/Sumba í staðin fyri
einki stig at hava fingið, so
høvdu teir verið javnir við
EB/Streym í stigum, áðr
enn samansetta liðið í ann
aðkvøld fer at spæla útsetta
heimadystin móti ÍF.
Gummibeinini
Spurningurin er nú, hvussu
tað fer at hilnast hjá EB/
Streymi, sum hevur verið
oddalið alla kappingina.
Teir eru oddalið og tvey stig
frammanfyri HB, og um teir
vinna í annaðkvøld, so verða
teir undan 21. umfarinum
fimm stig frammanfyri
HB. Um munurin verður so
stórur til næstfremsta liðið
valdast um, hvussu tað fer at
ganga millum B36 og NSÍ í
annaðkvøld.
Tá ið kappingin er so
mikið gomul, sum hon nú
er tað, so verður ofta hugt
eftir, hvørji mótstøðuliðini
eru í restini av kappingini.
EB/Streymur skal ikk spæla
aftur móti HB og B36, og
EB/Streymur skal spæla
móti øllum teimum trimum
niðastu á talvuni.
Nú sunnudagin skal EB/
Streymur spæla á heimavølli
móti NSÍ. Fyrr í ár hevur
NSÍ tvær ferðir vunnið móti
EB/Streymi. Báðu ferðirnar
hevur tað verið á heimavølli.
Tí verður talan um rættuliga
roynd hjá oddaliðnum.
Eftir tapið í Gundadali
móti B36 er skjótt at stað
festa, at hetta var fyrsta
ferðin í ár, at EB/Streymur
bara hevur fingið eitt stig
burturúr tveimum dystum á
rað. Fyrst spældu teir 1-1 á
heimavølli móti HB, og so
taptu teir móti B36. Tí er tað
eitt must hjá EB/Streymi at
vinna øll stigini móti ÍF.
Í sovornum førum er skjótt
at spyrja, um tað nú eru tey
berømtu gummibeinini, sum
spøkja á Mølini. Ofta vísir tað
seg, at tey, sum ikki eru so
roynd í avgerandi støðum, fara
at skinkla ella fáa gummibein,
tá ið tey veruliga skulu standa
sína roynd. Avrikini og úrslitini
móti havnarfeløgunum kundu
bent á, at hetta er við at gerast
støðan á Eiði.
Men sunnudagin fær EB/
Streymur besta møguleikan,
sum teir kunnu fáa at prógva,
at tosið um gummibein einki
hevur uppá seg. Um teir
tapa móti NSÍ, so verður tað
soleiðis, sum tað plagar at
vera, og so fer av álvara at
verða tosað um gummibein.
Um teir vinna, so verður tað
staðfesting av, at tað er tað
formatið yvir oddaliðnum,
sum plaseringin á stigatalvuni
ber boð um.
Tey næstu
Spurningurin er so, hvørji
tey eru, sum kanska kunnu
bjóða EB/Streymi av í topp
stríðnum. GÍ og KÍ tykjast
rættuliga óstøðug. NSÍ hevur
verið væl við, men sum so
mangan áður, so snávaðu teir
gulu, tá ið teir sunnudagin
rættuliga skuldu vísa, at teir
eru gott boð upp á FM heitið,
sum teir ongantíð áður hava
vunnið.
B36 hevur verið óstøðugt,
men móti EB/Streymi vóru
teir manningarliga betri fyri,
enn teir leingi hava verið
tað, og tað kann gott vera,
at meistararnir fara at fáa
størri úrtøku næstu vikurnar,
enn teir hava fingið síðani
summarsteðgin.
Tað liðið, sum í løtuni
tykist vera best fyri at bjóða
oddaliðnum av, er HB. Tað
hevur ofta verið tikið til, og
tølini staðfesta, at unga HB
liðið hevur havt tað trupult
á útivølli. Í tveimum teimum
seinastu umførunum hava
teir fingið eitt stig á Eiði og
trý stig í Runavík. Tað kundi
boða frá, at HB hevur vunnið
á útivallar kompleksinum. Í
fimm av teimum seinastu
sjey umførunum skal HB
spæla í Gundadali.
Sær svart út
Hesa ferð var tað felags fyri
tey trý aftastu, at tey fingu
úrtøku á útivølli. Tað vil siga,
at ÍF, B68 og VB/Sumba
hava ikki givið skarvin yvir. Í
VB/Sumba hava teir uppnátt
venjaraeffektina, sum tað ofta
verður tosað um, tá ið gamli
venjarin verður uppsagur
og nýggjur tekur við. Hesa
ávirkanina eydnaðist tað í
fyrsta umfari ikki at vinna í
Fuglafirði og á Toftum.
VB/Sumba lætti sær
orduliga úr botninum við
skipaðum avriki og teprum
sigri í Klaksvík. Bæði B68
og ÍF vóru á odda, og í báðum
førum javnaði heimaliðið
stutt undan leikloki.
Nýggju ásetingarnar siga,
at tvey feløg skulu flyta
beinleiðis niður. Í løtuni
bendir ógvuliga nógv á, at
tað verða B68 og ÍF, sum
fara at eiga tey bæði aftastu
plássini. Gamaní fingu bæði
liðini stig á útivølli í hesum
umfarinum. Men tað kundi
eisini bent á, at Skála ikki er
so væl fyri, sum tað síðani
summarsteðgin hava verið
ábendingar um.
Úrslitini hava leingi boðað
frá, at GÍ eftir summarsteðgin
er ikki tað sama, sum GÍ var
undan summarsteðginum.
Sjey tær seinastu ferðirnar
hevur GÍ ikki vunnið. Fimm
ferðir hevur tað verið javnt,
og tvær ferðir hevur GÍ tapt
– á heimavølli móti EB/
Streymi og KÍ.
Mikukvøldið kemur kapp
ingin upp á pláss aftur, tá ið
útsettu dystirnir B36-NSÍ og
EB/Streymur-ÍF eru spældir.
Sunnudagin verða allir
fimm dystirnir í 21. umfari
á skránni, sum sær soleiðis
út: HB-Skála, EB/Streymur-
NSÍ, VB/Sumba-B36, B68-
KÍ og ÍF-GÍ.
Tað spøkir á Mølini
Tað liðið, sum í løtuni tykist vera best fyri at bjóða oddaliðnum
av, er HB. Í fimm av teimum seinastu sjey umførunum skal HB
spæla í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen
Sama lands
lið ímóti
Skotlandi
Allir spælararnir,
sum vóru við í
stórtapinum hjá
Føroyum ímóti
Georgia, eru tiknir
út til dystin ímóti
Skotlandi næsta
leygardag
Landsliðið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, hev
ur nú sent boð eftir
spælarnum, sum hann
vil hava við til EM-
dystin ímóti Skotlandi í
Glasgow 2. september.
Allir spælararnir, sum
vóru við í hópinum til
dystin ímóti Georgia í
síðstu viku, eru tiknir út
aftur til dystin hesaferð,
og harvið staðfestir lands
liðsvenjarin, at hann hev
ur álit á sínum monnum,
hóast stóra tapið seinast.
Eisini Bárður Olsen
og Jónhard Fredriksberg,
sum komu við upp á
avboð, eru tiknir út
aftur, tí hvørki Bergur
Midjord ella Andrew av
Fløtum eru komnir heilt
fyri seg eftir skaðar.
Bert tveir útisetar eru
við í hópinum.
Landsliðið til dystin
ímóti Skotlandi sær
soleiðis út: Jákup Mikk
elsen B36, Meinhardt
Joensen KÍ, Óli Jo
hannesen TB, Atli
Danielsen KÍ, Janus
Joensen HB, Jákup á Borg
HB, Vagnur Mortensen
HB, Fróði Benjaminsen
B36, Kári Nielsen HB,
Pauli G. Hansen Skála,
Claus Bech Jørgensen
Coventry, Bárður Olsen
EB/Streymur, Hanus
Thorleifsson
B36,
Hans Pauli Samuelsen
EB/Streymur, Símun
Samuelsen Keflavík,
Christian Høgni Jac
obsen
NSÍ,
Rógvi
Jacobsen HB og Jónhard
Frederiksberg Skála.
Vikuliðið
Sosialurin mannar vikuliðið við leikarum, ið hava staðið
seg væl í 20. leikumfari í Formuladeildini