mánadagur 4. september 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 31. august 2006
7
tíðindi
So nógv kostar tað
í miðal svenska
samfelagnum, hvørja
ferð ein maður nýtir
harðskap móti konu
og børnum. Hetta og
mangt annað kom
fram á ráðstevnuni
um harðskap móti
kvinnum, sum var um
vikuskiftið.
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Høvuðsevnið á ráðstevnuni
hesaferð var heilsustøðan
hjá harðskapsraktum kvin
num. Og sambært Bjørg
Jacobsen, sum er skrivari
hjá Javnstøðunevndini, er
heilsustøðan milt sagt einki
at reypa av.
- Innsavnað og viðgjørd
hagtøl gjøgnum fleiri ár
prógva ferð eftir ferð, at
harðskapur í heiminum
skapar djúpt traumatiser
aðar kvinnur, sum – alt
eftir, hvussu umfatandi
harðskapurin er – hava ilt
við at fóta sær aftur í sam
felagnum, hóast tær eru so
hepnar koma sær burtur úr
harðskapinum. Nissan er
nevniliga ikki so at sleppa
av við. Ofta stinga stórir
trupulleikar seg upp, eitt nú
tunglindi, vantandi sjálvsálit
og sjálvsvirðing, sálarligir
og sosialir trupulleikar.
Tað krevur langa tíð og
nógv tilfeingi at byggja seg
uppaftur, og verri enn so allar
kvinnur makta hesa uppgávu
einsamallar, greiðir Bjørg
Jacobsen frá, á heimasíðuni
hjá Javnstøðunevndini.
Ymisk sløg av
harðskapi
Og hon lýsir harðskap
soleiðis, at hann kann fevna
um kropsligan, sálarligan,
materiellan, fíggjaligan
harðskap og talan kann eisini
vera um hóttanir, neyðtøku
og insest. Materiellur
harðskapur er, tá maðurin
brýtur ting og ognir, og
fíggjarligur harðskapur
er, tá annar parturin tekur
ræðið á inntøkuni ella
pengabrúkinum hjá hinum
ella noyðir viðkomandi at
stovna skuld.
Børnini harðast rakt
Ikki bara kvinnurnar líða
undir harðskapinum; eisini
børnini verða hart – kanska
enn harðari – rakt, sigur
Bjørg, sum vísir á, at øll
gransking vísir, at børn, sum
vaksa upp í harðskapsraktum
heimum, eru í munandi
størri vanda fyri at enda í
somu støðu sum vaksin.
- Mynstrið endurtekur
seg við, at tey antin sjálvi
fara at brúka harðskap sum
samskiftisamboð, ella tey
rena seg lúkst í føvningin
á einum, sum fyrr ella
seinni smyr tey av – so ella
so, sigur hon og vísir á eitt
ítøkiligt dømi, sum kom
fram á ráðstevnuni.
- Eitt livandi dømi var
Odile Poulsen, sum luttók á
ráðstevnuni. Odile Poulsen
er rithøvundi og “yvirlivari
av incest og prostitutión”,
sum hon valdi at kalla seg.
Hon rúnarbant allan salin
við at fortelja um barndóm
sín, sum førdi hana út í
prostitutión, og hvussu
nógva orku hon hevði brúkt
til at koma sær burtur úr
trupulleikunum og liva eitt
nøkulunda normalt lív, sigur
Bjørg.
Høgur prísur
Og Bjørg heldur fram, við
at greiðia frá um aðrar
avleiðingar, sum standast av
harðskapi móti kvinnum.-
- Umframt menniskjasliga
prísin, sum er trupul at máta,
hevur harðskapurin stórar
fíggjarligar avleiðingar.
Katarina Weinehall á Umeå
Universitet í Svøríki førdi
fram á ráðstevuni, at hvør
einstakur maður, sum nýtir
harðskap móti konuni/
sambúgvanum/børnunum,
kostar svenska samfelagnum
heilar 2,5 mió. svenskar kr.
Henda upphædd verður
brúkt til at rætta upp á
fylgjurnar hjá ofrunum, tá
læknar, sjúkrasystrar og
heilsustarvsfólk annars,
sálarfrøðingar, terapeutar,
pedagogar, sosialráðgevarar,
skrivstovufólk, juristar, poli
ti og mong onnur verða
sett í sving, ofta yvir eitt
langt tíðarskeið. Sostatt eru
allir samfelagsborgarar við
til at fíggja harðskap hjá
(summum) monnum – og
í ráðstevnuniðurstøðuni
verður retoriskt spurt: vilja
vit framvegis tað?
Tvær og eina hálva millión krónur
fyri hvønn slagsbróður
Ráðstevnan Nordiske Kvinder mod Vold varð hildin fyri
13. ferð í ár, og hesa ferð í Føroyum vikuskiftið 25-27.
august. 170 luttakarar úr Svøríki, Noregi, Danmark,
Føroyum, Íslandi og Grønlandi vóru við. Luttakararnir
umboðaðu ymsar stovnar og felagsskapir, sum arbeiða
ímóti harðskapi í familjum.
FAKTA
Tað tykist, sum
starvsfólk í tí
almenna eru bangin
fyri at spyrja eina
bukaða kvinnu, um
hon hevur verið fyri
harðskapi, tí tey vita
ikki, hvat tey skulu
gera, um kvinnan
svarar ja. Hetta var
ein av boðskapunum
hjá svenska
granskaranum
Katarina Weinehall
á ráðstevnuni um
harðskap móti
kvinnum.
Harðskapur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Katarina Weinehall, er
granskari við Umeå universi
tet í Svøríki, og hon var ein
av fyrilestrarhaldarunum á
ráðstevnuni um harðskap
móti kvinnum, ið var um
vikuskiftið.
Hon tosaði um kostnaðin
av, at ein kvinna er harð
skapsrakt, bæði heilsuliga
kostnaðin og kostnaðin í
krónum og oyrum. Katarina
Weinehall hevur gjørt sínar
kanningar í Svøríki, men
hon sigur, at sum við so
nógvum øðrum evnum, líkist
harðskapurin ímóti kvinnum
í flestu londum í Evropa og
harðskapurin verður eisini
viðgjørdur á sama hátt í
hesum londum.
- Tað at vera útnyttað og
at vera fyri harðskapi hevur
avleiðingar fyri allar kvinnur,
sigur Katarina Weinehall.
- Tað kostar henni nógv,
bæði tá hugsað verður um
hennara heilsu og trivnaðin.
Tá ein kvinna er fyri
harðskapi, setur tað mørk
fyri hvat hon ger, hon broytist
og blívur sálarliga sjúk. Hon
trýr bara uppá tað negativa
og følir sjálv skuld og ábyrgd
av síni støðu. Hon verður
drenað fyri orku og verður
avbyrgd frá umheiminum
og missir samband við
familju og vinir. Hon hvílir
aldri, kroppurin er spentur,
hon svevur illa og tað kann
lættliga føra til magasár.
Um harðskapurin varðar
við, verður kvinnan kroniskt
sjúk. Nógvar fáa depressiónir
og sjálvmorðstankar. Fylgjan
fyri nógvar kvinnur er post-
traumatiskt stessyndrom.
Men hesin parturin av
kostnaðinum, ið hevur
við likamligu og sálarligu
heilsuna hjá kvinnuni at
gera, er sera ringur at máta.
Peningaligar
avleiðingar
Tann partur av harðskapinum,
ið hevur ein stóran fíggjarligan
kostnað fyri samfelagið, er
lættari at máta.
Katarina Weinehall hevur
í sínum kanningum roknað
út, hvat tað kostar tí svenska
samfelagnum, tá ein kvinna
er fyri harðskapi. Roknað
við eru prísurin fyri at vera
kannað hjá læknanum, fyri
sjúkrasystrar, fyri sálar
frøðingar, sosialráðgevarar
og øll hini starvsfólk, ið
hava við eina harðskapsrakta
kvinnu at gera. Kostnaðurin
er sera høgur fyri samfelagið.
Hvør maður ið fremur
harðskap kostar svenska
samfelagnum 2,5 milliónir
svenskar krónur.
- Kostnaðurin verður
nógv hægri enn neyðugt, tí
myndugleikarnir ikki gera
nakað fyri at fáa hann niður,
sigur Katarina Weinehall.
- Orsøkin til at kostnaðurin
fer so nógv upp, er at
myndugleikarnir vita ov
lítið um harðskap, og at
samstarvið millum ymisku
myndugleikarnar og ymisku
partarnar av heilsuverkinum
er ov vánaligt. Kvinnan
verður send víðari úr einum
stað í annað og fær tí ikki ta
hjálp, hon hevur brúk fyri.
Set inn fyrri
Katarina Weinehall heldur,
at kostnaðurin kann fáast
niður, við at harðskapurin
verður steðgaður fyrri. Eitt
nú við at geva starvsfólkinum
í tí almenna eina útbúgving
viðvíkjandi harðskapi. So
høvdu starvsfólki í heilsu
verkinum, sosialu myndug
leikunum og hjá løgregluni
vita, hvat tey skulu gera, um
tey hava illgruna um, at ein
kvinna er fyri harðskapi.
- Fyrsta uppgávan hjá
myndugleikunum er, at øll
starvsfólk mugu hava dirvi
til at spyrja kvinnuna »hevur
tú verið fyri harðskapi? «
Tað tykist, sum starvsfólkini
eru bangin fyri at seta spurn
ingin, tí tey vita ikki, hvat
tey skulu gera, um kvinnan
svarar ja. Men tey hava
misskilt nakað, tí tey noyðast
ikki at duga alt, tí kvinnan
veit sjálv best, hvørja hjálp
hon hevur brúk fyri. Greiðir
Katarina Weinehall frá.
- Harafturat má sam
arbeiðið ímillum stovn
arnar í tí almenna gerast
betri, so teir vita, hvør hevur
ábyrgdina av einum ávísum
øki. Á tann hátt kunnu vit
sleppa undan, at kvinnan
verður send ímillum tey
ymisku støðini, so hon kann
vera viðgjørd á einum staði,
sigur Katarina Weinehall.
Havið dirvi at spyrja
Katarina Weinehall
Børn, sum vaksa upp í harðskapsraktum heimum, eru í munandi størri vanda fyri at enda í
somu støðu sum vaksin.