mánadagur 4. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 167 - 31. august 2006
tíðindi
Jákup Jacobsen í Gøtu,
stjóri á P/F Krossbrekka,
sum er partafelagið handan
bátar sum Trónd í Gøtu og
Finn Fríða, sigur, at árið í
ár hevur verið nakað øðr
vísi hjá Tróndi í Gøtu, enn
vanligt er.
Teir fyrstu mánaðirnar
var sum vanligt við góðum
fiskiskapi, men tann 22.
mai bleiv báturin sigldur til
Litava, har tað var neyðugt
við nøkrum umvælingum.
Strika í rokningini
Í samfullar tveir mánaðir
lá Tróndur í Gøtu í Litava,
har hann var til umvæling
ar. Báturin bleiv málaður
av nýggjum, samstundis
sum RSW-tangarnir blivu
sandblástir og málaðir.
Jákup Jacobsen sigur, at
sjálvt um hetta er ein strika
í rokningini, so var hetta
eitt neyðugt stig at taka.
Báturin sá ikki alt ov væl
út, og nú tangarnir eru
reinsaðir førir tað við sær,
at góðskan av fiskinum
verður betri, sigur hann.
Samstundis er báturin mál
aður, so hann er sum spild
urnýggjur. So sjálvt um
báturin ikki hevur verið í
fiskiskapi í tveir mánaðir,
so fær ein nakað burturúr
í longdini, sigur Jákup
Jacobsen.
Støðugur sildaprísur
Tróndur í Gøtu hevur
fyrsta túrin eftir umvæl
ingina verið á sildaveiðu,
og tá vit spyrja Jákup um
prísin
sigur
hann,
at
sildaprísurin hevur verið
støðugur í eina tíð. Hann
hevur svinga frá 3 kr. til
3,50 kr. Víðari sigur hann,
at Tróndur eftir landingina
á Kollafirði fer út aftur á
sildafiskiskap, men um
mánaðarskifti Septembur/
Oktobur er makrelurin á
skránni. Spurdur um hetta
hevur verið eitt gott silda
ár, sigur Jákup, at tað hevur
tað ikki beinleiðis verið.
Tað hevur verið eitt vanligt
ár, sigur hann. Prísurin
hevur ikki verið hægri enn
vanligt, men heldur ikki
lægri, samstundis sum tað
ikki hevur verið ovurnøgd
av sild. Men sum heild er
einki komi óvart á okkum,
so vit eru heilt væl nøgdir
við árið hóast alt, heldur
hann.
Ein av hinum bátunum
hjá
P/F
Krossbrekku,
Finnur Fríði, landar í løtuni
í Hetlandi. Hann hevur
eisini verið á sildafiskiskapi
og landar hann 850 tons
fyri 3,20 kr. kilo.
Makrelprísurin
støðugt hækkandi
Tá ið P/F Krossbrekka fór
undir sítt arbeiði fyri nøkr
um árum síðani var mak
relprísurin heilt niðri á 1,80
kr. kilo. Men síðani tá
hevur prísurin verið støð
ugt hækkandi, og tey síðstu
10 árini er prísurin farin
heilt frá 1,80 kr. kilo til 13
kr. kilo. Jákup Jacobsen
sigur, at hetta hevur stóran
týdning fyri felagið. Tá ið
prísurin er so høgur, sum
hann er í løtuni, so hevur
hetta nógv at siga fyri
okkum,
heldur
Jákup.
Hann væntar tó heldur ikki,
at makrelprísurin í ár fer at
vera hægri enn væntandi,
tískil má árið metast at
vera eitt vera eitt gott ár hjá
okkum, men tó ikki nakað
óvanliga gott ár, sigur
Jákup. Men treyðugt so,
makrelveiðan er ikki byrja,
og tískil er ilt at meta um
hetta, heldur hann.
Japanar trýsta
prísin upp
Jákup sigur, at vit skulu
allan vegin til Japan, fyri at
finna grundina til høga
makrelprísin. Hann sigur,
at eftirspurningurin frá
japanarum er so høgur eftir
makreli, at prísurin rýkur
upp. Síðstu árini hevur
stóri eftirspurningurin ver
ið vaksandi úr Japan, og
tískil er prísurin so høgur.
Hann vónar, at eftirspurn
ingurin frá Japan verður
verandi so høgur, tí hetta
er ein týdningarmikil keyp
ari hjá felagnum og fyri
okkum føroyingar, heldur
hann.
Makrelveiðan bíðar
fyri framman
Nú fer sildaárið ella silda
fiskiskapurin spakuliga at
halla. Sum heild hevur
hetta verið eitt gott sildaár,
sigur Jákup, meðan hann
spentur bíðar eftir makreli
num. Um ein mánað, ella
rættari sagt, um mánaðar
skifti September/Oktobur,
fara Tróndur í Gøtu og
Finnur Fríði á makrelveiðu,
og tá verður bíða við spenn
ingi fyri at vita, hvussu
hetta fer at ganga. Prísurin
er høgur og vaksandi, so
vit vænta og vóna, at henda
gongdin fer at blíva við,
sigur Jákup Jacobsen stjóri
á P/F Krosbrekka at enda.
Tróndur í Gøtu
landar í Kollafirði
Tróndur í Gøtu hevur
havt eitt heldur friðar
ligt ár, tí hann hevur
verið til umvælingar í
Litava stóran part av
árinum. Nú er Trónd
ur júst komin aftur
frá sínum fyrsta túri
eftir umvælingina.
Fiskiskapur
Teitur Joensen
Tróndur í Gøtu er júst komin heimaftur av fyrsta túrinum eftir umvælingar í Litava. Hann landar í løtuni sild á Kollafjørð
Pelagic.
Mynd: Jonhard Hammer
Føroyskur tónleikur
klárar seg væl á 15
teimum bestu
Tað er nakað síðan, at
føroyskir bólkar hava átt
bæði tey ovastu plássini á
15 teimum bestu. Men
hesa vikuna er Gestir
bólkurin, ið avbjóðar Sasa
Sa, Sa hjá The Dreams, ið
aftur hesa vikuna liggur
ovast.
Hvørt Fótafet hjá Gest
um er somikið vælumtókt
millum útvarpslurtarar
nar, at lagið hesa vikuna
hevur skift tað flotta 4.
plássið, ið bólkurin kom
inn á í síðstu viku við
næstovastu rók.
Marius og lagið The
Sky Is Our Home liggur á
fjórða plássi aftan fyri
Boten Anna, ið fyri tveim
um vikum síðan skump
aði The Dreams og Sasa
Sa, Sa eina viku av ovastu
rók.
Graceland hjá 200 á 8.
plássi er hitt 4. og seinasta
føroyska íkastið á lista
num. The Story Ends og
lagið Good Intuition er
eykalag hesa vikuna, og
bólkurin, ið fyrr í ár lá á
ovastu rók við lagnum
Dancing Around Hono
lulu, tykist at hava góðan
møguleika fyri at sleppa
inn á listan. Um øll hini
føroysku løgini vera ver
andi á listanum, merkir
hetta, at ein triðingur av
listanum er føroyskur.
Trý av fýra teimum fremstu løgunum á 15
teimum bestur eru hesa vikuna føroysk.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin
1 The Dreams / Sasa Sa, Sa
2 Gestir / Hvørt Fótafet
3 BassHunter / Boten Anna
4 Marius / The Sky Is Our Home
5 Nelly Furtado / Maneater
6 Rihanna / Unfaithful
7 Justin Timberlake / SexyBack
8 200 / Graceland
9 Outlandish / I Only Ask Of God
10 Muse / Knights Of Cydonia
11 Gnarls Barkley / Crazy
12 The Rasmus / Sail Away
13 Nik & Jay / Boing
14 Robbie Williams / Rudebox
15 Juanes / La Camisa Negra
(e) Pink / Long Way To Happy
(e) Cassie / Me & U
(e) Red Hot Chili Peppers / Tell Me...
(e) Beyoncé feat. Jay-Z / Déjà Vu
(e) The Story Ends / Good Intuition
Eyðun og Tróndur
á Skarv
Leygarkvøldið
leggur
føroyska vertshúsið í
Keypmannahavn, Skarv
pall til Eyðun Nolsøe á
kassagittara og sangi og
Trónd Enni á bassi og
sangi.
Hvør sær, eru teir báðir
kendir sum sangarar og
tónleikarar. Eyðun Nols
øe, oddamaður í Frændum
og sum einstaklingur ella
saman við Terja og
Tróndur Enni er ein tann
besta songrøddin, ið er
komin av Tvøroyri seinnu
árini.
Tróndur hevur spælt
rættiliga nógv í ymiskum
samanhangum og sum
einstaklingur. Í summar
hava hann og Eyðun spælt
rættiliga fitt saman í
Føroyum. Men grundar
lagið í samstarvinum er
lagt á Skarv, har teir báðir
hava framført saman fýra
ferð higartil í ár.
nud