Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 4. september 2006 5 tíðindi - Ferðafólk vóru skakað, men manningin hjá Atlantsflogi dugdi avbera væl at forða fyri at panikkur kom í, sigur Uni Vestureið, sum var ferðafólk við flogfarinum leygarkvøldið, sum fekk tekniskt brek og mátti til Bergen av trygdarávum Trygdarlending Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Ferðafólk vóru skakað og álvarin stóð málaður í andlitinum á teimum. Men tey vóru rólig og tað er ikki minst manningini á flogfarinum fyri at takka. Soleiðis samansjóðar Uni Vestureið ferðina við Atlantsflogi úr K e y p m a n n a h a v n leygarkvøldið, tá ið flogfarið mátti fara til Bergen, tí luftbremsan í vengrunum virkaði ikki. Uni Vestureið er mest kendur sum politistur, men hann leggur dent á, at í hesum førum tosar hann ikki fyri løgregluna, men sum vanligur ferðamaður. Men sum politistur er hann vanur við óvanligar støður og hann hevur eina fakliga bakgrund at meta um óvanligar støður. Vit hava spurt hann, hvussu hann upplivdi ferðina, nú eitt tekniskt brek førdi til, at flogfarið mátti fara til Bergen, har tey høvdu eina harða lending og har vandi var fyri, at hjólini punkteraðu. Stórt rós til manningina - Hetta var ein hending, sum sjálvsagt skakaði fólk, men tað gekk sera friðaliga fyri seg. Og tað er ikki minst takkað verið manningini á flogfarinum, tí bæði pilotar og flogternur bóru seg sera professionelt at. - Tey hava øll eitt sera stórt rós uppiborið fyri teirra framferð undir allari ferðini, frá tí at tað varð greitt, at vit høvdu eitt tekniskt brek, til alt var yvirstaðið. Uni Vestureið sigur, at tá ið ferðafólk í einum flogfari fáa at vita, at flogfarið hevur tekniskt brek og at tað er neyðugt at fara til ein annan flogvøll av trygdarávum, vita øll, at í ringasta føri kann tað enda galið. - Men tað, sum hevur størstan týdning, er, at manningin er rólig og dugir at geva ferðafólki ta hjálp og tann stuðul, sum krevst. - Og tað uppgávuna loysti manningin til fulnar. - Vit skulu minnast til, at vit eru øll mennisku, eisini tey, sum skulu veita hjálpina, men tað kom manningin hendan túrin sera væl frá. - Kunningin hjá flogskiparanum var stutt, greið og ítøkilig so at vit sluppu undan at gita okkum fram til, hvat hann meinti við og, hvat skuldi henda. - Samstundis dugdu flogternurnar avbera væl at hjálpa upp á fólk, so at tey alla tíðina vóru rólig. Uni Vestureið sigur, at við hesum er ikki sagt, at ferðafólk ikki vóru ávirkað av støðuna. - Tað vóru øll og summi vóru meiri ávirkað enn onnur. Men tað er eisini menniskjansligt, tí summi eru longu frammanundan ikki heilt álvulig at flúgva undir vanligum umstøðum, so hjá teimum var støðan helst serliga torfør. - Tá ið vit høvdu fingið boðini frá flogskiparanum, fór eg einar tvær ferðir aftur og fram í flogfarinum at lodda dýpið og vita, hvussu fólk vóru fyri. - Ferðafólk vóru rólig, men tað sást sanniliga í andlitinum á teimum, at hetta var álvari. Tey vóru bangin og skakað, men tað var ongantíð í panikkur og tað eigur manningin størstu æruna av. Summi ferðafólk upplivdu, at lendingin í Bergen var sera hørð, men tað heldur Uni Vestureið ikki. - Tað er so ymiskt, hvussu fólk fatað eina støðu. Eg haldi, at lendingin í Bergen var lagalig eftir umstøðunum og eg havi verið við flogfarið, sum hevur lent óstortsligari enn hetta undir vanligum umstøðum, men í ófantaligum veðri. - Tað, sum hevur týdning í eini støðu, sum hesari, er manningin er før fyri at fylgja nøkrum mannagongdum. Eg kenni ikki mannagongdirnar, men eg hevði fatan av, at tað megnaði manningin hjá Atlantsflogi sera væl og tey dugdu avbera væl at tosa við fólk. - Tey tosaðu eisini við einstøk ferðafólk um at vera til hjálpar við ávísum uppgávum, skuldi tað hent, at tað var neyðugt at fáa ferðafólkið úr flogfarinum í skundi. - Eisini í hesum føri vóru tey sera hegnislig. Sjálvur varð Uni Vestureið spurdur, um hann kundi hjálpa til við sliskuni, varð tað neyðugt at taka hana í brúk. Gott við tilboði um kreppuhjálp Hann sigur kortini, at sjálvsagt er altíð okkurt at fýlast á og tað er tað eisini í hesum føri. Eitt nú fingu ferðafólk ikki tilboð um kreppuhjálp, tá ið tey høvdu lent og tað heldur hann at tað er eitt, sum meiri kanska kundi verðið gjørt við. - Eg veit ikki, í hvønn mun, tað hevði verið brúk fyri tí, men tað hevði verið gott at havt tilboðið. Men Atlantsflog lærir væl alla tíðina og felagið hevur uttan iva eisini lært av hesum. Kortini heldur hann, at tað hevði stóran týdning, at flogskiparin sjálvur aftaná kom at tosa við ferðafólkið um støðuna. - Men eg skilji væl, at tað, sum fór fram eftir, at vit høvdu lent, ikki var líka fullfíggjað, sum tað, ið fór fram í luftini. - Bæði pilotar og manningin sum heild, hava verið undir sera stórum trýsti og tá ið alt er liðugt og hevur spælt væl av, er torført at varðveita tað høga, professionella støðið. Hetta er ikki sermerkt fyri hesa hendingina, men ger seg eisini galdandi í øðrum støðum, har fólk eru undir trýsti. Kortini heldur ferðamaðurin, at tað hevði stóran týdning, at flogskiparin sjálvur aftaná kom at tosa við ferðafólkið um støðuna. Og tað endaði so við, at øll ferðafólkini komu heimaftur við og ongin settist aftur, hóast summi høvdu tað nokk so ringt. - Og eru tað ferðafólk, sum hava fingið skelk, hevur tað sera stóran týdning, at tey ikki liggja innibyrgd við tí, men fara til lækna og fáa onkran at tosa við um støðuna, leggur hann afturat. - Brekið, sum var í flogfarinum hjá At­lants­flogi leyg­ ar­kvøld­ið, er ikki óvanligt. Tað var ong­ an-tíð vandi á ferð og tað skal ikki gerast meiri dramatiskt enn tað var, sigur Jó­h­an í Niðristovu, flog­ skipari Trygdarlending Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað, sum fór fram í flogfarinum hjá At­lants­ flogi leygarkvøldið, er eitt úrslit av eini góðari út­búgvingarskipan og eini høg­um, tekniskum støði. Tað staðfestir Jóhan í Niðr­i­stovu, flogskipari hjá Atlantsflogi. Tað var hann, sum førdi flúgvaran, sum kom úr Keyp­ mannahavn til Føroyar leyg­ ar­kvøld­ið, tá ið eitt tekniskt brek førdi til, at hann mátti fara til Bergen at lenda av trygdarávum. - Tað vóru luftbresmurnar í vengrunum, sum ikki virk­aðu og tað er ikki eitt ókent brek. Hetta kem­ur fyri í næstan øllum sløg­um av flogførum og hetta eru viðurskifti, sum flog­skip­ arar javnan venja í sim­u­lat­ orum. Sostatt hevur Jóhan í Niðr­i­stovu mangan vant hesa støðuna í simulatorum so hann kendi støðuna væl. - Samstundis høvdu vit nýggj dekk undir, so all­ ar fortreytir fyri eini væl­ eydnaðari lending vóru til staðar og tað eydnaðist eis­ ini væl. Fylgdu føstum mannagongdum Hann vísir eisini á, at fyri einum mánað síðani fekk eitt flogfar í Svøríki akkurát sama brek, men tað frættist ikki eitt kis um tað í fjølmiðlunum. - Tað hevur týdning, at hetta ikki verður yv­ir­dram­ at­i­serað tí tað er tað ong­ in orsøk til, leggur hann afturat. - Tá ið hetta brekið tekur seg upp, eru heilt fastar mannagongdir fyri, hvussu vit skulu bera okkum at og tað, sum fór fram leyg­ar­ kvøld­ið var eftir bókini. Flogskiparin sigur, at forskriftirnar siga, at ferð­a­ fólkið skal kunnast og tær siga eisini, at flogfarið skal lenda á eini breyt, sum er so long, at tey skulu kunna klára at steðga flogfarinum, hóast dekkini punktera og steðgilongdin verður longri. Tað skal vera pláss at punktera, men í Bergen brúktu vit bara hálvan vøll­ in. - Undir slíkum umstøðum lenda vit við nógv størri ferð enn vanligt og tí kann tað henda, at vit punktera og tá kann lendingin gerast nakað harðlig og tí skal ferðafólkið kunnast. - Tað eru eisini fastar mannagongdir fyri, hvørjar tekniskar kanningar skulu gerast aftaná. Úrslit av góðum skipanum Flogskiparin sigur, at tá ið ein støða, sum hendan, tekur seg upp, royna tey at fáa tað positiva burturúr og taka við sær. Tað eru eisini mann­a­ gongdir fyri, at vit skulu gera klárt til at fáa fólk úr flog­farinum í skundi. - Tað positiva í hesum føri, er, at hetta vísir, at tað, vit hava lært, eisini virkar í veruleikanum. Tað var eisini ógvuliga positivt og umráðandi fyri okkum, at øll ferðafólk tóku tað so sinniliga, at tey komu heimaftur við okkum. - Ferðafólkið var sera ró­ligt og frættu eisini frá onkrum teirra, at tey hildu, at flogternurnar høvdu bor­ ið seg sera professionelt at. - Vit hava eisini roynt at greitt og væl frá hendingini, sum til ber. - Vit læra eisini av einum slíkum tilburði og tað er ein góð barlast at hava við sær framyvir og hetta er eisini ein læra, sum vit eis­ini kunnu hjálpa okkara starvs­ feløgar við. Jóhan í Niðristovu sigur, at tilburðurin leygarkvøldið er eitt úrslit av eini góðari útbúgvingarskipan fyri flog­ skip­ar­ar og flogternur og ein­um høgum tekniskum støði. Hann sigur, at afturímóti øðr­um flogfeløgum, er tekniska støði hjá At­lants­ flogi sera høgt. - Okkara flogfør hava eitt rætt­i­liga høgt, tekniskt støði og vit leggja avbera stóran dent á, at flogførini verða røkt sera væl tí tey skulu vera í góðum standi og tað syrg­ir ein vælútbúgvin tekn­ isk deild fyri. - Tað gongur eisini sjón fyri søgn, at tá ið flogførini eru til eftirlit, eru okkara flogfør í betri standi enn til­ svar­andi flogfør hjá øðrum fel­øg­um, sigur Jóhan í Niðr­ i­stovu. Ongantíð vandi á ferð - Tað, sum hendi leygarkvøldið, er eitt úrslit av eini góðari útbúgvingarskipan og einum høgum, tekniskum støði hjá Atlantsflogi, eigur Jóhan í Niðristovu, flogskipari Manningin størstu æruna av at ongin panikkur kom í -Ferðafólkini vóru sera rólig. Men tað merkir ikki, at tey ikki eisini vóru skakað, tí tqað vóru tey, men manningin hevur stóra æru av, at panikkur ikki kom í, sigur Uni Vestureið, ferðamaður við Atlantsflogi leygarkvøldið