fríggjadagur 1. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2006
5
tíðindi
Føroyingar fáa
nú møguleikan at
tekna eina privata
heilsutrygging frá
Trygd, ið kallast
viðgerðartrygd. Við
viðgerðartrygd fært
tú alt í einum pakka:
ráðgeving, viðgerð og
eftirviðgerð á einum
privatsjúkrahúsi
í Norðanlondum.
– Hetta er eitt koll
veltandi vælferðar
produkt, sigur Ali
Celebi
HEILSA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Trygd kundi á tíðindafundi í
morgun boða frá, at teir fram
yvir fara at bjóða føroyingum
eitt alternativ ella ískoyti
til verandi tryggingar- og
heilsuskipan.
– Hetta er kollveltandi
tíðindi, at føroyingar nú
hava møguleika at tekna
eina privata heilsutrygging,
eina pakkaloysn við skip
aðum viðurskiftum. Við
viðgerðartrygd fært tú alt í
einum pakka, ráðgeving, við
gerð og eftirviðgerð, greiddi
Ali Celebi, stjóri á Trygd frá
í morgun.
Við hesum fáa føroyingar
møguleikar at leypa køina
á Landssjúkrahúsinum yvir,
tá vit hava ilt í knænum ella
fingið ein diskusprolaps.
Velja sjálvi
Møguleikin tryggjar, at før
oyingar sjálvir kunnu velja at
skurðviðgera knæið, eyguni
ella hvat tað nú skal vera,
á einum privatsjúkrahúsi
í Danmark, Noreg ella
Svøríki.
– Kundin velur sjálvur
hvat fyri privatsjúkrahús
hann við viðgerast á. Hann
fær eisini ráðgeving í mun til
hvat slag av viðgerð honum
tørvar, og eisini um hvat
sjúkrahús best og skjótast
megnar ta uppgávuna, segði
Ali Celebi á tíðindafundinum
í morgun.
Men tað er ikki bara í Norð
urlondum, at kundin hevur
møguleika at viðgerast.
– Er tað soleiðis, at neyðuga
hjálpin ella viðgerðin ikki
fæst í Norðanlondum, so
hava vit eisini møguleika
at senda sjúklingin til USA
ella aðrastaðni, har neyðuga
hjálpin er at finna, vísti Ali
Celebi.
Onki bureaukrati
Stjórin á Trygd greiddi eisini
frá, at við viðgerðartrygd
er onki pappírsveldi tá tær
tørvar hjálp.
– Við hesum verður onki
bureaukrati tá tær tørvar
hjálp, segði Ali Celebi,
og greiddi frá, at bíðitíðin
ongantíð verður meiri enn
tíggju dagar, men at málið
altíð er at fáa so skjóta við
gerð sum møguligt.
Spurdur um, hvat Trygd
roknaði við at fáa burtur úr
hesum, svaraði Ali Celebi,
at hetta sjálvandi er nakað,
sum skal geva yvirskot.
– Vit eru ein privat trygg
ingarfyritøka so sjálvandi
skal hetta geva yvirskot.
Men hugskotið er meiri
enn at vinna pengar. Hetta
er eitt vælferðarprodukt til
vanliga føroyingin, vísti Ali
Celebi á.
Við hesum sipaði Ali Cel
ebi til, at tað vanliga ikki
hevur borið til hjá einum
og hvørjum at lata seg
skurðviðgera uttanlands.
–
Ein
skurðviðgerð
fyri dikusprolaps kann
kosta 80.000 krónur, og at
skurðviðgera eitt knæ kann
lættliga kosta 15.000 krónur,
og tað er tað ikki øll, sum
hava ráð til.
– Men við hesum tilboðn
um, er tað ikki einans tey
ríku, tí øll hava møguleikan
at tekna eina slíka trygging,
segði Ali Celebi, stjóri á
Trygd.
Sjúkur fyri eina
millión
Ali Celebi duldi ikki fyri, at
Trygd roknar við at nýggja
viðgerðartryggingin fær stóra
undirtøku millum manna.
– Eg rokni við, at nógvir
føroyingar fara at taka av
hesum tilboðnum. Bíðitíðin
fyri viðgerðum er ongin,
og í mun til verandi støðu
er hetta eitt risa framstig,
greiddi Ali Celebi frá.
Prísirnir fyri tryggingina
er svingandi, alt eftir hvussu
gamal tú ert. Sum tjúgu
ára gamal rindar tú 2000
krónur árliga fyri eina slíka
trygging, meðan ein 55 ára
gamal rindar einar 6000
krónur.
Men fyri tað fært tú sum
kundi trygd fyri, at ein
millión krónur kunnu verða
nýttar upp á teg árliga til
viðgerðir av ymsum slag.
Ein millión er eitt ógvuliga
høgt hámark, og Rikke Haab
er frá International Health
Insurance, samstarvsfelagin
hjá Trygd, greiddi frá, at tað
mesta tey higartil hava nýtt
upp á eina sjúkling, er ein hálv
millión krónur, og tað var ein
krabbameinssjúklingur, sum
skuldi viðgerast í USA.
Lætta um
sjúkrahústrýstið
Seinastu dagarnar hava nógv
ar atfinningar verið mótvegis
Landssjúkrahúsinum, og tí
var tað eisini ein rættiliga
upplagdur spurningur, tá Ali
Celebi varð spurdur um tað
var av tilvild, at teir komu
við sínum tilboðið júst nú.
– Vit hava á ongan hátt
verið í samráð við Lands
sjúkrahúsið, men hava ting
ast við IHI um hetta í eitt
hálvt ár nú, so tað er rein
tilvild, at samanfallið er
soleiðis, segði Ali Celebi.
Tískil kundi hann heldur
ikki svara fyri, í hvønn mun,
ella um hetta yvirhøvur
fór at minka um trýstið á
Landssjúkrahúsið, men hann
kundi tó siga so mikið sum,
at tað ikki var óhugsandi at
so var.
Tummas í Garði,
sjúkrahússtjóri,
fegnast um, at kapp
ing kemur á heilsu
økinum, men hann
mælir samstundis til,
at vit varpa politiskt
ljós á heilsuverkið
sum heild
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tummas í Garði sigur, at
privata sjúklingartryggingin
er ein gongd, sum vit kenna
frá grannalondunum, og
sum ikki kemur dátt við hjá
honum.
– Hetta er eitt slag av priv
atisering, sum vit mugu taka
til eftirtektar og laga okkum
eftir, tí kapping eigur altíð
at gagna brúkaranum og at
elva fram betri tænastu og
góðsku, sigur Tummas í
Garði, sum kortini ikki vónar,
at privata sjúklingtryggingin
fer at hava “amerikanskar
tilstandir” við sær, har tey,
sum ikki hava ráð, mugu
lata sær lynda við vánaligari
góðsku og tænastu.
– Vit hava eina heilsuskip
an, sum onnur lond síggja upp
til og eftirlíkna, og hana haldi
eg, at vit politiskt eiga at verja,
sigur Tummas í Garði.
Kann lækka støðið
Her og nú kann hetta hava
við sær, at trýstið á føroyska
heilsuverkið lætnar, meðan
vandin er, at peningur, sum
kundi verið brúktur uppá
almenna heilsuverkið, nú
verður kanaliseraður niður á
meginlandið, sigur Tummas
í Garði.
Og hann undrar seg eitt
sindur um, at talan bert
verður um at senda fólk av
landinum, tí kanska hevði
borið til, at fingið í lag
eina samstarvsavtalu við
føroyska heilsuverkið, har
Trygd kundi brúkt og goldið
fyri tænastur her á landi.
– Ein stórur vansi kann
blíva, at um fólk í alt størri
mun fara at brúka útlendskar
heilsutænastur, so undirgravar
tað okkara førleikar og lækk
ar um rutinurnar hjá okkara
serlæknum. Sostatt er vandi
fyri, at tænastan og góðskan
á summum økjum lækkar,
og hetta kann vera ein
óhepping gongd, alt meðan
vit frammanundan hava ilt
við at fáa skikkað starvsfólk
at manna størvini á sjúkra
húsverkinum.
Politisk fokus
Tummas í Garði heldur, at
ein av avleiðingunum av
privatu sjúklingartryggingini
eigur at vera, at meira pol
itiskt fokus verður sett á
heilsuverkið í Føroyum sum
heild.
– Tí tað er ein sannroynd, at
vit framhaldandi skulu taka
okkum av akuttum tilburðum
her heima, samstundis sum
vit eiga at umhugsa, um vit
í størri mun eiga at senda
meira krevjandi viðgerðir til
onnur lond, sigur Tummas
í Garði, sum í hesum sam
bandi nevnir, at tað ikki
bara er Ríkissjúkrahúsið vit
hugsað um, tá vit senda fólk
av landinum.
Kapping er altíð góð
Kollveltandi vælferðarpakki til føroyingar
Um vit fáa eina
privata sjúklinga
trygging í Føroyum,
er talan um eina
ógvuliga prinsipiella
broyting, sum
brýtur við allar
siðvenjur, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður,
sum ikki ynskir at
viðmerkja málið enn
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna-
og heilsumálum, sigur
við Sosialin, at hann ikki
hevur hoyrt um nýggja
tilboðið frá Trygd, sum
bjóðar viðskiftafólki sínum
at tryggja sær viðgerð á
einum privatum sjúkrahúsi
uttanlands. Tí hevur hann
heldur ongar viðmerkingar
til málið júst nú.
– Eg vil hava stundir at
hugsa meg um og at samsifta
við onnur, áðrenn eg meldi
nakað út um hatta. Hetta
ljóðar sum, at skipanin
líkist teimum, sum vit eitt
nú kenna úr Danmark. Og
um so er, at vit fáa eina
privata sjúklingatrygging
í Føroyum, er talan um
eina ógvuliga prinsipiella
broyting, sum brýtur
við allar siðvenjur, sigur
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum.
Samstarv við altjóða
heilsutryggingarfyritøku
Samstarvsfelagin
í hesum nýggja
útspælinum hjá
Trygd, er ein altjóða
heilsutryggingar
stovnur, Internation
al Health Insurance,
sum er millum heims
ins fremstu á økinum
HEILSA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyri at fáa hetta nýggja
tilboðið upp at standa, hev
ur Trygd gjørt eina sam
starvsavtalu við eina altjóða
heilsutryggingarfyritøku, ið
nevnist International Health
Insurance (IHI).
IHI er millum heims
ins fremstu heilsutrygg
ingarfyritøkur, og fáast tey
burturav heilsutryggingar.
Tað var Rikke Haaber
frá IHI, ið greiddi frá teirra
virksemi í síni heild, men
eisini teirra samstarvi við
Trygd.
– Vit hava tosað saman
við Trygd í eitt hálvt ár
eftirhondini, og beinanvegin
komu vit ásamt um, at tað
var 1. september vit skuldu
kunngera hetta.
IHI hevur sum er skriv
stovur í átta ymsum lond
um, frá USA til Japan og
Bolivia, og alla staðni har
tey koma, royna tey at til
laga teirra tryggingar eftir
tørvinum hjá einstaka land
inum.
Men IHI er ikki einasti
samstarvsfelagin hjá Trygd
í hesum her, tí fyri at flyta
fólk av landinum at viðgerast
er neyðugt við frakt, og
í hesum sambandi hevur
Trygd fingið eina avtalu í
lag við Atlantic Airways.
Og orsøkin til tað er, at
Atlantsflog er tað felagið,
ið hevur flest fráferðir úr
Føroyum, og fyri kundan er
tað avgerandi, at hann kann
sleppa av landinum skjótast
gjørligt.
Hans Pauli Strøm:
Privat sjúklingatrygging
brýtur siðvenju