fríggjadagur 1. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 168 - 1. september 2006
tíðindi
Stutt sagt
Eivør Pálsdóttir er,
saman við tveimum
øðrum nøvnum, vald
sum oddafiskur í
danskari verkætlan,
sum hevur til
endamáls at fremja
útflutingsfremjandi
arbeiði innan
danskan fólkatónleik
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
“Danish Roots” eitur til
tak, ið hevur undirheitið;
“Bringing danish folk and
roots music to the world”.
Eivør Pálsdóttir er vald sum
oddafiskur í donsku ætlanini,
saman við donsku nøvnunum
Haugaard & Højrup og bólk
inum Instinkt.
Umframt tey 3 odda
nøvnini í ætlanini, fáa aðrir
bólkar eisini stuðul, og teir
eru Henrik Jansberg Band,
Afengin, Trio Mio, Zar og
Tumult.
Aftan
fyri
ætlanina
standa Folkemusikkens
Fællesråd, Tønder Festival,
DJBFA, og Kopifon, skrivar
Jyllandsposten.
Danskir fólkatónleikarar
hava havt vaksandi virksemi
uttanlands seinnu árini
og Danish Roots hevur til
endamáls at stimbra hesi
gongd.
Eivør fær danskan útflutningsstuðul
Áskoðarnir í Tønder
geva so nógv aftur
til tey, ið standa
á pallinum, sigur
Eivør, ið tí elskar
at spæla í lítla
suðurjútska býnum,
á heimasíðuni hjá
Tønder Festivalinum
ber nú til at uppliva
hesa spæligleði.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Framførslan hjá Eivør og
Sebastian á Tønder Festi
valinum fekk øgiliga jaligt
ummæli í Jyllandsposten,
nú ber til hjá teimum, ið
ikki vóru í Tønder hetta
vikuskiftið at uppliva eitt
brot av konsertini, eins og tey,
ið vilja enduruppliva løtuna
sleppa tað. Á heimasíðuni
hjá festivalinum liggur film
klipp av framførsluni.
Á tf.dk/pages/video.php
liggur filmrapport av ársins
festivali, í filmklippinum
Eivør og Sebastian, greiður
Eivør frá, hví tað er ein
serlig uppliving at spæla í
Tønder.
- Eg elski at syngja í
Tønder, tí at áskoðararnir
eru so deiligir, teir geva so
nógv aftur til tey, ið standa
á pallinum, man fær so
nógva orku, greiðir Eivør
frá í stuttari samrøðu í
filmklippinum. Filmklippið
er rættiliga langt, fyrst kann
man uppliva Eivør við bólki
syngja Just a Friend of Mine,
her er talan um eina Eivør
í hopla, og framførslan er
sera livandi. Tað hoyrist væl,
hvussu væl fólkið syngur
við. Síðan er lítla prátið
við Eivør, áðrenn eitt lag av
framførsluni hjá Sebastian
og Eivør kemur. Hetta er ein
ómetaliga vøkur framførsla,
sum vit nú kunnu uppliva á
alnetinum.
Eivør og Sebastian kunnu
upplivast á alnetinum
Tey av Kamarinum fyltu
í fjør fimti ár, og systkini
Eybjørn og Nicolina, ið eru
tey einastu, ið hava verið
við óbrotið hesi fimti árini
hátíðarhildu runda føðingar
dagin við eini fløguútgávu,
og nógvum konsertum, eitt
nú eini sera væleydnaðari
á Summarfestivalinum.
Hetta vikuskiftið fara tey
aftur á pall, tá tey spæla til
dans í Tórshøll.
Tey av Kamarinum byrj
aðu í 1955 at framføra
tónleik av tí lættara slagnum.
Síðan tá hevur manningin
verið skiftandi.
Umframt hini 5 systk
ini, Hjørleif, Áslakk,
Margrethu, Ingolf og Jákup,
hava mangir av fremstu tón
leikarum okkara í styttri ella
longri tíð spælt saman við
Teimum av Kamarinum.
Á G!Festivalinum í ár
vóru Nicolina og Eybjørn
við á felagssanginum, har
serliga Nicolina vísti, at hon
enn er ein sonn stjørna.
Tað ber til at lesa meira
um
klassiska
bólkin
á
heimasíðuni
www.
teyavkamarinum.com
nud
Føroya elsti bólkur
fer aftur á pall
Konsertin hjá Madonnu
í Horsens sæst nú aftur
á donsku hittlistunum, á
almenna sølulistanum í
Danmark hevur Madonna
ikki óvæntað mest seldu
fløguna í farnu viku,
talan er um Confessions
On A Dancefloor, meira
forkunnugt er, at Madonna
hevur 8 fløgur millum tær
31 mest seldu.
Á 10 plássi liggur I’m
Going To Tell You A Secret,
á einum deildum 14. plássi
liggja Like A Virgin, Ray
Of Light og Music. Like A
Prayer liggur á 26. plássi,
True Blue á 29. plássi og
The Immaculate Collection
liggur á 31. plássi. Alt í alt
sera sannførandi søla av
Madonnu.
nud
Madonna hevur 8 fløgur
á danska sølulistanum
Norska løgreglan kunn
gjørdi á tíðindafundi
ígjár, at málningarnir hjá
Edward Munch Skríggið
og Madonna eru komnir
aftur í aftur tvey ár eftir, at
málningarnir vórðu stolnir
á alljósum degi.
Talan er um tveir av best
umtóktu málningunum
hjá Munch og hetta eru
sera dýrar málningar, eitt
nú er Skríggið mett at
hava ein kostnað umleið
hálva milliard kr, skrivar
Berlingske Tidende.
Málningarnir eru í
góðum standi, men fjøl
miðlarnir sluppu ikki
at síggja málningarnir,
løgreglan var sera fámælt
á tíðindafundinum. Hon
vildi ikki avdúka hvar
málningarnir vóru funnir,
ella hvussu hetta var fari
fram. Men segði, at eingin
var handtikin í málinum.
Risaupphæddin, ið er lova í
finningarløn, verður heldur
ikki útgoldin, skrivar
Berlingske Tidende.
Løgreglan segði somu
leiðis, at hon var sannførd
um, at málningarnir hava
verið í Noregi, síðan
teir vóru stolnir, hóast
søgur hava verið frammi
um, at onkur fanatiskur
listasavnari uttanlands
hevði keypt teir.
nud
Skríggið og Madonna
eru aftur funnin
Konsertferðin hjá Týr
byrjar í dag, Tað var longu
kunngjørt at bólkurin skuldi
spæla 24 konsertir saman við
við finska bólkinum Let Me
Dream og týsku bólkunum
Apokalyptischen Reiter og
Hämatom, men nú eru 4
konsertir komnar á skránna,
m.a. ein í Danmark.
Týr spælir enn 24 konsertir
saman við omanfyri nevndu
bólkum, men leggja sjálvir
fyri og enda somuleiðis
konsertferðina við konsertum
har einans Týr spælir.
Fyrsta konsertin er í kvøld,
hon er á the Pagan & Viking
Festival í Het Kasteel, Alphen
a/d Rijn. Í annað kvøld
spælir Týr í Club Hagalaz í
Elterlein í Týsklandi, síðan
verður farið til Póland at
spæla á einum Open-air
knighthood Gathering í
Byczyna
sunnukvøldið
og mánakvøldið í Club
Kontrasty í Szczecin í
Pólandi.
Konsertferðirnar
eru
partar av sølufremjandi átaki
num í sambandi við, at Týr
gevur út fløguna Ragnarok
22. september. Í sambandi
við útgávuna, fer Týr at
spæla eina útgávukonsert
í Danmark. Hetta verður
tá konsertferðin saman við
finska og týsku bólkunum
er av. Hetta verður 4.
oktober á The Rock í
Keypmannahavn.
nud
Konsertferðin hjá Týr byrjar í dag