Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 7 tíðindi – Eg helt at onnur kommunan hevði nógv meira skuld enn hin, sigur ein gøtu­ kona í steðginum á borg­arafundinum, ið var í Gøtu í gjár­ kvøldið. Hon var kom­in á kunnandi fund í samband við fólkaatkvøðuna, ið skal vera um kommunu­ saman­legging millum Gøtu og Leirvík í næstu viku. Á fundinum kom fram, at skuldin í komm­ununum var rættiliga lík, og at hon var undir miðal í Før­ oyum Kommunur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Í losjuni í Gøtugjógv er nógv gøtufólk samankomið og eisini nakrir leirvíkingar. – Eg havi ikki eina meining um samanleggingina enn, men eg kom her í kvøld, fyri at gera mær eina, sigur ein av leirvíkingunum. Allir bygdarráðslimirnir, bæði í Gøtu og Leirvík eru fyri eini samanlegging. Orsøkin til at tey halda, at tað júst skulu vera Leirvíkar og Gøtu kommuna, ið skulu leggja saman, er at bygdirnar eru tveir javnbjóðis sam­ starvs­partnarar. Bygdirnar eru rættiliga líkar í fólka­ tali, fíggjarstøðan lík­ist bæði viðvíkjandi komm­ unu­skattatrýsti og skuldar­ byrðu, harafturat liggja at bygdirnar landafrøðiliga væl, og samferðslan millum tær er góð. Ein góð byrjan – Vit halda at við teim­um uppgávum, sum komm­un­ urnar hava nú, er tað passandi við teimum um tveytúsund fólkunum, vit vera aftaná samanleggingina. Vit byrja við hesum, og so kunnu vit altíð fara at tosa við Fugla­fjarðar kommunu ella Klaksvíkar kommunu seinni, segði Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu. Bygdarráðini halda, at størstu fyrimunirnir við at leggja hesar báðar komm­ un­urnar saman í eina er, at møguleiki verður fyri at geva borgaranum eina betri tænastu. Tá kommunan verð­ ur størri, er møguleiki fyri at spesialisera seg bæði í um­sitingini og við øðrum starvsfólki, og kommunan fer betri at kunna kappast við størru plássini. – Einasta minus sum er, er at tað verður ein heldur størri avstandur millum velj­ aran og politikaran, men tað haldi eg ikki ger nakað, segði Hans Mourits Foldbo – Og so blíva tvey komm­ ununøvn burtur og eitt nýtt kemur burturúr. Eftir at Hilmar Høgenni úr Innlendismálaráðnum hevði gjøgnumgingið løg­ frøðiliga grundarlagið fyri samanleggingini, og Hans Mourits Foldbo hevði lagt fram, var møguleiki hjá borgarunum at seta spurn­ingar og at gera við­ merkingar. Allar viðmerkingarnar vóru sera positivar, men nakrir kritiskir spurningar vóru eisini settir. Framtíðarætlanir Ein gøtumaður vildi vita, um framtíðarvisiónirnar vóru gloymdar. Hann spurdi um nakrar ætlanir eru, um hvussu tað skal vera við skúla, ítróttarøki og barnagarði aftaná samanleggingina. – Vit vilja ikki leggja bind­ ingar á komandi bygdarráð. Vit eru ikki komin so langt við nakrar nýggjari ætlan fyri skúlan. Á ítróttarøkinum er ein ætlan í gongd. Um Gøtu kommuna fullførir hana, hava leirvíkingar hava ikki aðrar ætlanir. Á barnagarðsøkinum byggja leirvíkingar út í løtuni og tað fara vit eisini at gera í Gøtu áðrenn samanleggingina. Barnagarðarnir skulu liggja á báðum støðum, tí er eisini møguligt at samstarva á tí økinum, greiddi ein av lim­un­ um í Gøtu bygdarráði frá. Ein annar gøtumaður vildi vita um tær nýggju íløgurnar, ið skulu gerast áðrenn eina møguliga samanlegging í 2009, skulu gjaldast áðrenn samanleggingina. Men hetta er ikki ætlanin. Bygdarráðini fara at gera íløgur, bæði í handilsdepil, ítróttarøki og barnagarð, men skuldin skal ikki vera komin niður á null áðrenn kommunurnar verða lagdar saman. Gamalt samstarv Tilgongdin til samanlegging hevur verið á veg leingi, og samstarv hevur verið millum kommunurnar í nógv ár. Fyrsta veruliga stig móti samanlegging varð tikið, tá kommunurnar gjørdu eina felags tekniska nevnd. Tá avgjørdu borgarstjórarnir, at teir skuldu fara at kanna møguleikarnar fyri saman­ legging, sum høvdu verið uppi og vent fyrr. Í mai í ár var ein nevnd sett at arbeiða víðari við hesum, og leygardagin 9. september verður vegleiðandi fólka­ atkvøða í báðum komm­un­ unum. Fólkaatkvøðan er ikki bindandi, tí tað eru bygdar­ ráðini, ið taka ta endaligu avgerðina. – Vit hava ikki gjørt eina avtalu í bygdaráðunum, um hvussu vit fara at atkvøða, men bygdarráðslimirnir eru samdir um, at teir eru fyri samanlegging treytað av, at borgararnir eru samdir, greiðir Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík frá. Fundarfólkið fekk svar uppá nógvar av spurn­ing­ unum viðvíkjandi sam­ an­­leggingini og nógv teirra tyktust positiv fyri samanleggingini. Týskvøldið verður borg­ ara­fundur í bygdarhúsinum í Leirvík um sama evni. Betri tænasta við samanlegging Stutt sagt Oddfríður Gregersen, Syðrugøta Hvat heldur tú um sam­­an­legging millum Gø­tu og Leirvík? – Eg haldi, at tað er ein sjálvfylgja, at Gøta og Leirvík leggja saman, og so kann man arbeiða víðari harfrá. Hví heldur tú tað? – Eg haldi at báðar komm­ unurnar eru ov lítl­ar, til at gera tær stóru íløgurnar, og tað verður meir passandi, tá tær eru lagdar saman. Atli Hansen, Syðrugøta Hvat heldur tú um samanlegging millum Gøtu og Leirvík? – Eg haldi, at tað er ógvuliga skilagott, so at man kann víðka núverandi samstarv og gera betri møguleikar fyri framtíðar íløgum Hví heldur tú tað? – Tað er tí landið legg­ ur fleiri mál út til komm­ unurnar, og fyrr ella seinni verða kommunurnar tving­ aðar saman, um vit leggja saman nú, hevur vit ein fingur í spælinum. Torðgerð Hansen, Norðragøta Hvat heldur tú um saman­legging millum Gøtu og Leirvík? – Eg haldi, at tað er øði­ liga spennandi, men eg havi ikki tikið støðu til, um eg eri fyri ella ikki, men eg haldi, at vit kunnu fáa nógv burturúr, vissi tað verður gjørt uppá ein góðan máta. Hví heldur tú tað? – Tað avhongur av hvat framtíðin bjóðar, um tíðirnar verða góðar ella ringar. Eg arbeiði í barna­garðinum í Gøtu, á barnaansingar­økinum dugi eg at síggja at vit kunnu samstarva. - Vit klára tær uppgávurnar, sum vit skulu, men tað er tungt í eini so lítlari kommunu, segði Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, tá hon var spurd um hví Leirvíkar kommuna vildi leggja saman við Gøtu - Vit kunnu veita borgaranum eina betri tænastu, um kommunurnar leggja saman, borgarstjórin í Gøtu Hans Mourits Hansen legði fram