fríggjadagur 1. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2006
Sandoyartunnilin:
Bíða eftir kanningini
SANDOY: – Ikki fyrrenn
vit hava fingið úrslitini av
hesum kanningunum, kann
avgerð takast um, hvar
tunnilin skal liggja, sigur
Oyvindur Brimnes, stjóri í
Landsverki.
Tað er eitt norskt felag
sum hevur staðið fyri
kanningunum í Skop un-
arfirði. Har eru tey í løtuni
í ferð við at viðgera alt hetta
rúgvusmikla tilfarið.
Frammanundan hevur ein
frá føroyskari síðu lagt inn
nakrar leiðir, har tunnilin
kann koma at ganga.
– Men enn er eingin út -
rokning gjørd, hvør loysn-
in verður hin besta, sigur
stjórin í Landsverki. Metast
skal eisini um, hvør loysnin
ið er tann besta sam fel ags-
liga.
Oyvindur Brimnes vænt-
ar at prosjekteringin verður
gjørd komandi ár.
Gongur alt sum tað skal,
er ein møguleiki fyri at
arbeiðið við boringini kann
bjóðast út einaferð seint
komandi ár.
Mett verður, at samlaða
prosjektið fer at taka átta ár,
og fer at kosta millum 600
og 800 mió. kr.
Tær seismisku
og aukustisku
kanningarnar av
ætlanini um tunnil
um Skopunarfjørð
eru gjørdar. Nú
verður bíðað eftir
úrslitinum av hesum.
Ymiskar linjur eru í
uppskoti um, hvussu ætlaði
Sandoyarutnnilin kemur at
liggja – bæði norðarlaga og
sunnarlaga í fjørðinum
TUNNIL
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
8 TÍÐINDI