Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 9 tíðindi Stutt sagt Klaksvík: Eftir at hava leitað í eina tíð, hevur Klaksvíkar Kommuna nú keypt eini stór sethús í býnum við tí enda­máli at betra umstøðurnar hjá teirri kommunalu dagrøktini. Ætlanin er, at spælistovan hjá dagrøktini skal halda til í húsunum, sum geva dagrøktini møguleikar at skipa gestarøktina betur enn higartil. Rúmligu húsini fara eisini at hýsa húsavørðinum hjá barna­­ansingar­skipanini, umframt annað virksemi, sum endalig avgerð ikki er tikin um enn. - Hetta er ein kærkomin bati fyri dagrøktina. Hetta fer at geva eina betri tænastu til brúkararnar av dag­røktar­skipanini við eini rúmligari spælistovu, og har umstøður verða til at skipa gestarøktina betur enn higartil, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen við heimasíðuna hjá kommununi. Teir hava í eina tíð kannað møgu­leikar­nar fyri at betra um­­støður­nar hjá spælistovuni, men tað hevur gingið heldur striltið at funnið røttu loysnina. Kommunan byggir í løt­uni nýggjan barnagarð til 60 ansingar­­pláss við, sum ætlandi verður liðugt bygd­ur komandi summar. Annars fevnir kom­mun­ ala dag­røktin um 120 dagrøktarpláss. sb. Dagrøkt í nýggjum húsum Klaksvíksbørn fáa betri umstøður í dagrøktini Sandoy: At Sandoyggin er vøkur og hevur nógv at vísa teimum vitjandi, vita tey á Sandoyar Kunningarstovu alt um. Fyri at geva øðrum møgu­ leika at upp­liva hetta sama hevur verið skipað fyri ymisk­­­um út­ferðum í oynni í summar. Onkrir túrar hava verið fyri­skipaðir, meðan aðrir eru bílagdir. Hesir túrar ganga til ymisk støð í oynni, og eisini til Skúv­oyar. Skipað hevur eisini verið fyri kvøld­setum í Dali. Ein av teimum meiri for­ kunnugu og væl umtóktu túrunum hevur verið hann til Slavansdal, hagar farið verður úr Skopun. Her finst ein fjallasmátta,har tey vitj­ andi kunnu bíleggja sær mat eftir loknan gongutúr. Nú summarið er farið at halla varð kortini skipað fyri einum túri mikukvøldið. Hesin túrurin gekk til Núps­ dals í Skálavík. Til henda túrin høvdu eini 20 fólk teknað seg. Veðrið var gott, men tað var held­ur kølið. Aftaná var ein leski­ligur biti at fáa í Kelduni í Skálavík. sb. Vísa vøkru støðini til ferðafólk Fjallasmáttan liggur væl fyri, og er væl umtókt av teimum vitjandi Klaksvík: Børnini í Klaks­ vík kun­nu so smátt byrja at gleða seg tveir sparkivøllir aftrat í býnum. Klaksvíkar kommuna er nevni­­liga farin undir byggi­búgving av tveimum slíkum vøllum, einum á Norðoyri og einum undir Grashjalla. Kommunala arbeiðið skal vera liðugt um góðar tvær viku, tí tá verður sjálvt graslíkið lagt á av serfrøðingum úr Danmark. Vøllirnir eru 13 ferðir 21 metrar til støddar, og er graslíkið av sama slagi sum tað í Djúpumýru, har KÍ leikar sínar heimadystir. Tað er FSF, sum vegna UEFA letur vøllirnar. Kom­ mun­ali parturin er at lata lendið, fremja jørðarbeiðið og gera betonggarð undir girðing og ljós. FSF útvegar og áleggur graslíki og skeltini. FSF stuðlar eisini arbeiðið at gera girðing kring vøllin. Fyri kommununa kostar hvør vøllurin einar 300.000 kr. sb. Tveir sparkivøllir til børnini - Eg havi verið fleiri ferðir áður í Føroyum. Júst, hvussu ofta veit eg ikki. Men eg eri sera spentur at koma aftur higar, sigur norski prædikumaðurin, Anfinn Skaaheim. Um vikuskiftið verður hann høvuðstalari á stórmøtum í ítróttarhøllini í Havn. Møtir Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Ja eg gleði meg at hitta vinir og sjálvandi eisini at tala Guds orð, sigur Anfinn, sum í juli mánaði fór um tey 67 árini. Hann hevur talað og luttikið á einum ótali av kristnum fundum í Noregi og øðrum londum. Nú kemur hann enn einaferð til Føroya sum gestur hjá Heimamissiónini. Hesaferð kemur hann at tala við trý stórmøti, sum verða hildin í Havn um vikuskiftið. Byrjað verður í kvøld og hildið verður á til sunnukvøldið. Evnið við hesi møtini er “Fylg Jesusi”, og verður hetta eisini lýst í sangi, vitnisburði og í samtalum manna millum. - Leiðarar í øðrum átrúnaðum eru deyðir, men Jesus livir. Tí gevur tað meining at fylgja Honum. Hann er einasti vegurin, sigur Anfinn Skaaheim í samrøðu við Trúboðan, málgagnið hjá Heimamissiónini. Umframt stórmøtini á Hálsi fer hann eisini at prædika við gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin. Endamálið Tá Anfinn hevur verið her áður, hevur hann m.a. undirvíst á bíbliuskeiðum og hevur talað á møtum, og haraftrat luttikið á fundinum í norðurlendskum høpi. Hann hevur í sínum langa lívi eisini talað fleiri ferðir á stórmøtum. Men hetta er fyrstu ferð hann talar við stórmøtir á føroyskari jørð. - Tað er altíð spennandi við slíkum stórmøtum, og eg gleði meg at tala her hjá tykkum. - Vanliga hava føroyingar ikki trupult við at skilja mítt norska mál, og eg vóni tí ikki at tað verður nakar trupulleiki hesaferð, sigur hann. Hann er kendur fyri at duga væl at tala, og tað kemur meiri enn so fyri at hann sigur okkurt skemtiligt, so fólk fara at flenna. Um hann fer at gera tað í samband við hesi møtini, veit hann ikki at siga enn. - Vit mugu síggja um føroy­ingar skilja mín norska humor. Men tað sum kortini týðir mest er, at fólk kenna seg aftur og hoyra boðskapin, soleiðis at tað kann blíva teimum til frelsu ella endurnýggjan, sigur hann. Viðurkenning Anfinn Skaaheim hevur drúgvar royndir sum talari og inn leiðslu av kristnum felagsskapum. Hann hevur verið aðal­ skrivari í missións­felags­ skapinum Normisjon, í Indremisjonsselskapet og í kristna arbeiðinum millum tey lesandi í Noregi. Hetta arbeiðið hevur givið honum túsundtals vinir í heimlandinum og í øðrum londum. Og alt hetta er hann eisini heiðraður fyri. Tá Normisjon hevði árs­ fund sín í summar fekk Anfinn hand­aða Kongens fortjenstmedalje í gulli fyri trúfasta arbeiðið sítt innan kristiliga økið. Hetta kemur púrasta óvart á hann. Men hann vísti beinanvegin heiðurin á rætta stað: - Hesin heiðurin snýr seg ikki bert um mítt arbeiði. Eg meti heiðurin sum eina viður­ kenning og uppmuntring til arbeiðið hjá missiónini, segði hann, tá hann fekk henda heiðurin sýndan. - Tað er ein meining í boðskapinum - Vit mugu síggja um føroyingar skilja mín norska humor. Men tað sum kortini týðir mest er, at fólk kenna seg aftur og veruliga hoyra gleðiboðskapin, sigur norðmaðurin, Anfinn Skaaheim, sum um vikuskiftið talar á stórmøtum í Havn Mynd: Trúboðin Eitt yvirlit frá Landsverki vísir, at nógv tann størsti parturin av bilførarunum i Norðoyggjum halda seg innan fyri lógarinnar karmar. Bert hendinga bilar koyrdu omanfyri 100 km/t eina ávísa viku í fjør. Ferðsla Snorri Brend Norðoyggjar: Fyri sløkum ári síðani varð gjørd ein serstøk teljing av ferðsl­uni, sum koyrdi eftir tunnils­ vegnum í Klaksvík. Henda mátingin vísti, at í viku 37 í 2005 koyrdi í miðal 2720 bilar eftir hesum vegastrekkinum. Men mátingin vísti eisini ferðina hjá klaksvíkingum og øðrum bilførarum í Norð­­oyggjum. Í hesi kann ein bara staðfesta, at teir allarflestu koyrdu niðanfyri 80 km/t. Staðfestast kann nevniliga, at væl omanfyri 80 % teirra hildu seg til ásetingarnar í ferðslulógini um mest loyvdu ferð. Tíggjundi hvør bilførari koyrdi millum 80 og 90 km/t og eini 5 % millum 90 og 100 km/t. Onkur koyrir skjótt Hinvegin so vísti kanningin, at tveir av hvørjum hundrað bilførarum koyrdu omanfyri 100. Í mátingini verður hetta sett í básin “100 til 180 km/ t”, men einki verður sagt um at nakar koyrdi upp ímóti ovara markinum. Mesta ferðslan eftir tunnils­ vegnum er ikki óvæntað um 5-tíðina seinnapartar, tá fólk er ávegis til hús eftir loknan arbeiðsdag. Nevnast kann, at mesta ferðslan var í januar mánaði, tá millum 3000 og 3500 bilar koyrdu í miðal eftir hesum vegastrekki. Norðoyingar halda ferðini