fríggjadagur 1. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 168 - 1. september 2006
Ferðin
Føroyar liggja illa til í altjóða ferðsuhagtølum.
Vita hava alt ov nógvar vanlukkur, og alt ov
nógv farast í ferðsluni. Fráfarandi formaðurin í
Ferðslutrygd hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri
at gera Ferðslutrygd sjónligari og fyri at fáa okk
um at bera okkum skilabetri at í ferðsluni. Nú
leggur Rúna Siversten frá sær, og tað er mikið
spell. Hon tóktist hava júst tað, sum ein formað
ur skal hava: visjónir, mót og evni til at koma á
tal við almenningin.
Fráfarandi formaðurin er atfinnandi mót ferðsl
ulógini, sum hon heldur er ov lin í støðum. Tað
er serstakliga ferðin, og sum upptekur hana.
Tað tykist heldur ikki klókt at loyva størri ferð
á okkara vegum. Vegirnir eru ikki gjørdir til at
taka ímóti ferðslu meira enn 80 km/t. Tað kann
tí als ikki vera rætt at loyva meira ferð. Allur
ferðslupolitikkurin í Føroyum tykist vera inn
rættaður eftir tørvi bilistana. Eingi fyrlit verða
tikin fyri súkklandi ella gangandi. Skúlar verða
bygdir við stórar vegir, og alt ov lítið verður
gjørt fyri at tryggja skúlavegin hjá børnum.
Ferskasta dømið um hendan ørvitispolitikk
er forskúlin í Hoyvík, sum stendur skamt frá
Føroya mest trafikkeraða vegi. Við at flutt skúl
an 300 m, kundi hann staðið úti í Guds fríu
náttúru!
Nú er upp á tíðina, at avvarðandi myndugleikar
fara at taka ferðsluna í álvara. Her má setast
inn á øllum økjum: lóg, uppaling, í skúla og
í ferðslufrálæruni. Tað eigur at vera nógv
meira ferðslupoliti á vegunum, og tað skal ikki
vera møguligt hjá ferðsyndarum ella rúsdrekk
akoyrarum at rokna út, hvar politiið er. Tað
skal verða strangt eftirlit í tunnlunum, og ov
nógv ferð í hesum skal ikki góðtakast. Ein
ferðsluvanlukka í tunnlum kann jú skjótt gerast
til eina veruliga katastrofu. Í hesum máli eru
vit øll sek, men tað frítekur ikki avvarðandi
politikarar og myndugleikar fyri at gera nakað
- og tað skjótt. Lurtið eftir Rúnu Sivertsen
og roynið at finna ein eins framfýsnan og eld
hugaðan formann til Ferðslutrygd, so nakað
munagott hendir. Vit kunnu ikki liva við hesum
vanlukkunum, og 0-hugsjónin má takast í nógv
størri álvara.
Sosialurin
So-
sialurin
Stovnaður:
1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
- Tvær góðar máltíðir saman við einum viðfáningi av donsku umboðunum í
21-mannanevndini viðvíkjandi Føroyum, har folketingsmedlem Høgni Karst
en Hoydal og folketingsmedlem Anfinn Kallsberg taldu triðingin av teimum
uppmøttu í »den danske delegation« elvdu til stórtíðindi í útvarpinum
John Johannessen, løgtingsmaður
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Ein røð av ómetaliga
løgnum fjølmiðlasøg
um hava eftir øllum
at døma tikið seg upp
í kjalarvørrinum á
regluligu kurteisisvitj
anini hjá løgtingsins
uttanlandsnevnd í
Keypmannahavn týs
dagin og mikudagin
Tvær góðar máltíðir sam
an við einum viðfáningi
av donsku umboðunum í
21-mannanevndini viðvíkj
andi Føroyum, har folke
tingsmedlem Høgni Karst
en Hoydal og folketings
medlem Anfinn Kallsberg
taldu triðingin av teimum
uppmøttu í “den danske del
egation”.
Harumframt ein lítil ófor
mellur ábitsfundur við Per
Stig Møller, uttanríkisráð
harra, saman við donsku
umboðunum, Piu Larsen,
Ola Stavad, Høgna Karsten
Hoydal og Anfinni Kalls
berg.
Hetta er í fjølmiðlunum
sett fram sum ein stórur
samráðingarfundur,
har
danir fullkomiliga hava sett
okkum stólin fyri hurðina
– enntá á fleiri økjum. Sam
bært fjølmiðlunum hava
teir:
1. Við uttanríkispolitisku
heimildarlógini í hondini
sýtt okkum at gerast limir í
norðurlendska ráðharraráð
num.
2. Avlýst allan møguleika
fyri einum EFTA lima
skapi.
3. Skuldsett løgmann fyri
at renna ørindi fyri uttanrík
isráðið og fjala upplýsingar
fyri uttanlandsnevndini.
Spunnar søgur
Tað er rættiliga ørkymlandi
– fyri ikki at siga skelkandi
– at koma heim aftur frá
hesi lítlu døgurðavitjanini
og hoyra hesi stórtíðindi.
Vóru
søgurnar
sannar,
so mugu vit staðfesta, at
Høgni Hoydal og Anfinn
Kallsberg hava rættiliga
stórt vald. Tí so lítil var
danski áhugin fyri vitjanini,
at Høgni og Anfinn donsku
megin borðið í fleiri førum
nærum áttu meirilutan hes
ar báðar dagarnar.
Tað er rætt, at eitt vet
av kolonihugburði bleiv
førdur fram yvir borðið.
Men ikki so nógv um fyrr
nevndu viðurskifti. Eg var
sjálvur fyrstur at mótmæla,
tá forkvinnan í donsku
nevndini vildi hava at vita,
hví vit hava tikið stig til
okkara egna menningar
politikk í samstarvi við
onnur lond enn Danmark.
Hetta er eitt mál, sum eitt
samt løgting hevur sett sær
fyri, og tí hava danir ikki
rætt til at finnast at hesum
á nakran hátt. Men løgi
kortini, at formaðurin í utt
anlandsnevndini beinanveg
in tók orðini til sín sambært
grein í Dimmalætting, har
hann ynskir, at vit fylgja
ráðunum frá Piu Larsen.
Harhoff og heimildin
Viðvíkjandi uttanríkispolit
isku heimildarlógini er tað
rætt, at vit fingu sendandi
eitt bræv frá folkarættar
serfrøðinginum, Frederik
Harhoff, har hann umtalar
møguleikan fyri limaskapi
í norðurlendska ráðharra
ráðnum. Harhoff sigur, at
vit helst ikki kunnu brúka
heimildarlógina til at vinna
okkum limaskap og vísir
til grein 19 í grundlógini,
um at ríkið ikki kann verða
umboðað av bæði Danmark
og Føroyum í sama altjóða
felagsskapi.
Men hetta merkir ikki,
at heimildarlógin er eitt
stórt afturstig. Hon kann
bara ikki brúkast sum instr
ument í júst hesum máli,
tí gamla grundlógin og
fundamentalistiskar tulking
ar hjá donskum løgfrøðing
um av grundlógini eru ein
forðing.
Per Stig og EFTA
Tað er heldur ikki rætt,
at Per Stig Møller avlýsti
allar
møguleikar
fyri
einum føroyskum EFTA
limaskapi. Danski uttanrík
isráðharrin gjørdi hinvegin
púra greitt, at so leingi vit
brúka taktikkin hjá Sam
bandsflokkinum, um at føla
okkum fram bæði hjá EFTA
og ES samstundis, so fáa vit
hvørki limaskap í EFTA ella
ES. Tí limalondini í EFTA
og ES taka teg ikki í álvara
sum land, fyrr enn tú hevur
tikið eina heilt greiða støðu
heima hjá tær sjálvum og
sendir eina greiða umsókn
til tann felagsskapin, har tú
av álvara ynskir at gerast
limur.
Nú Johan Dahl og Útvarp
ið siga, at Per Stig Møller
skal vita at siga, at Sveis
ikki vil vita av okkum sum
EFTA land, so skulu hesi tíð
indi síggjast í ljósinum av
tí, eg júst nevndi omanfyri.
Nevniliga, at Sveis og onn
ur ikki taka okkum í álvara,
so leingi vit ríða á fleiri
hestum samstundis.
Eftir øllum at døma er tað
onkur í politisku skipanini,
sum ikki vil, at tað skal bera
til hjá Føroyum at standa
saman ímóti umheiminum
og býttisligum donskum
kolonitonkum. Tí hesar
løgnu fjølmiðlasøgurnar.
Fjøður gjørdist fimm høsn
løgtingsmaður
www.john.fo
john
johannessen