fríggjadagur 1. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2006
11
tíðindi
Hesin spurningur er áhug
averdur at seta eftir stóru
kanningina av, hvussu nógvir
føroyingar eru búsitandi í
Dan mark. Kanningin vísti,
at heili 21.687 føroyingar
búgva í Danmark, og svar
ar hetta til 3. hvønn føroy
ing. Umframt høgu tølini
av útbúnum læknum, løg
frøðingum, sum búðu í Dan
mark, so vísti kanningin
eisini, at yvirhøvur vóru
tað føroyskar kvinnur, ið
eru búsitandi í Danmark,
har serliga aldursbólkurin
25-39 var best umboðað
ur.
Tað , sum eg haldi vera
enn meiri áhugavert er vita
hvussu nógvar kvinnur av
hesum 21.698 eru støkar
við børnum. Fer eftir fer
hoyrir man um um stakar
mammur, ið ikki síggja seg
førar fyri at flyta heim aftur
til Føroya r vegna fíggjar
ligar trupulleikar. Leiguprís
irnir eru ov høgir, kostnað
arstøðið er ov høgt, barna
frádrátturin ov lítil, ongin
“íbúða rstuðul” o.s.fr.
Hyggja vit eftir kostnað
ar støðinum, so kostar ein
pakki av blæðum 150 kr í
Føroyum, meða n hann kost
ar 90 kr. í Danmark, ein
pakki av mjólk kostar áleið
5 kr í Danmark móti 10
krónum í Føroyum. Taka
vit barnastuðulin so er hann
umleið 3300 kr kvartalið
pr barn í Darnmark (13.200
um árið pr barn) meða n
vit hava ein barnafrádrátt
uppá 5500 um árið pr
barn. Íbúða rstuðulin í Dan
mark verður roknað ur eftir
inntøku, so er talan um
eina lága inntøku, so verð
ur leigan munandi minni,
meða n vit ongan íbúðar
stuðul hava í Føroyum.
Um mánað in verður hetta
til nógvar pengar hjá einum
støkum við barni, og tá vig
ast skal á vektskálini, hvar
man verður búsitandi, so
velur man sjálvandi oftast
av neyð at verða verandi
í Danmark. Tey støku við
børnum, sum stríða st fyri
at vera verandi í Føroyum
verða ofta noydd at geva
børnum sínum saft heldur
enn mjólk – so Føroya r
kann ikki eitast at vera eitt
vælferða rsamfelag fyri øll.
Hetta er skomm fyri Føroya
land, og ein diskriminering
av grovasta slag av støkum.
Føroya r hava ikki ráð til
støk við børnum, tað kunnu
vit lata danir um – so groft
kann tað tykjast fyri manga
mammu og mangan pápa,
ið føla so noydd at búgva
i Danmark, meða n hjarta
liggur í Føroyum!
Her skal leggjast avtrat,
at tað eru aloftast somu
orsøkir, sum gera, at barna
familjur, ið sita hart í tí fíggj
ar liga, kenna seg noydda at
búseta seg í Danmark.
Vit eiga í nógv størri mun
enn áð ur at gera lívið laga
hjá støkum við børnum og
barnafamiljum yvirhøvur
og skapa góða r karmar her
í Føroyum, so at vit fáa so
nógv av hesum kvinnum
og monnum heim og forða
fyri at enn fleiri flyta av
landinum. Vit hava ikki ráð
til at missa hesir føroyingar,
ið størri og størri mun imm
igrera til Danmarkar. Før
oya r skulu vera fyri øll,
eisini støk við børnum.
Eru Føroyar fyri støk við børnum?
Býráðslimur í Tórs
havnar kommunu
Annika
Olsen
Skal blokkstuðulin
fastfrystast ella skal
hann prístalsregu
lerast? Tað er ein
av teimum stóru
politisku spurningu
num í løtuni
Poul Michelsen segði í eini
blað grein týskvøldið, at
besta búskaparliga avgerðin
sum tikin er í nýggjari tíð,
var tá løgtingið samtykti
at skera blokkstuðulin við
366 mió. krónum árliga. Og
fyri líkasum at gera hetta
“bragdið” uppaftur betri,
setti hann ynski fram um,
at minst 100 mió. krónur
verða tiknar av blokkinum
afturat.
Sigast má, at um blokknið
urskururin er besta búskap
ar liga avgerðin í nýggjari
tíð, so lystir meg at vita,
hvør tann ringasta avgerðin
í nýggjari tíð man vera.
– Hon kann neyvan vera
nógv at rópa hurrá fyri !
Hvat var tað sum
hendi í 2002?
Fyrstu árini eftir búskapa r
kreppuna í 90-unum vóru
merkt av stórum búskap
ar vøkstri. Hetta hevði við
sær, at landskassin í 2001
hevði eitt avlop, sum var
næstan 700 mió. krónur,
og beinanvegin lótu loys
ingarflokkarnir seg freista
til at gera yvirtøkur og
har við at lækka blokkin.
Frá 1. januar 2002 blivu
366 mió. krónur tiknar
av blokkstuðlinum, men
hetta hevði samstundis ta
vanlukkuligu fylgjuna við
sær, at longu sama ár kom
avlopið hjá landskassanum
niður um 200 mió. krónur.
Avlopið minkað i sostatt
eina hálva milliard krónur
eftir bert einum ári. Síð
ani kom eitt lítið fall í
búskapinum tey fylgjandi
árini, og yvirskotið vendist
til undirskot. Hetta er tað
sum Poul Mikkelsen kallar
“besta búskaparliga av gerð
in sum tikin er í nýggjari
tíð”.
Ikki rætti mátin
Sum eg havi ført fram onk
untíð fyrr, so er einki galið
í tí, at fólk hava ein dreym
um, at okkara sjálvskaptu
inntøkur verða minst líka
stórar sum útreiðslurnar.
Men at billa sær inn, at vit
fáa sjálvberandi búskap ein
ans við at senda eitt bræv
til donsku stjórnina, har vit
biðja um at fáa færri peng
ar, og at so kemur restin
av sær sjálvum, tað er ein
álvarsom misskiljing. Skal
landskassin klára sínar
skyldur uttan blokkstuðul,
so mugu vit finna nýggjar
inntøkur at seta ístað in
fyri tað , sum vit missa, og
tær inntøkurnar koma ikki
dettandi niður úr luftini.
Alt tað eg kann minnast,
hevur verið tosað um, at
vit mugu finna “eitt nýtt
bein at standa á”. Einaferð
skuldu farmaskip gerast tað
nýggja beinið, eina að ru
ferð var tað svartkjaftur.
Á flakavirkjum varð tosað
um at gera lidnar vørur,
og í politisku skipanini var
gandaorðið “gransking”.
So var tað aling og síða ni
ferðavinna, og ikki at
gloyma igulkerini. Tað
næsta verður helst olja.
Men framvegis liva vit í
Føroyum í høvuðsheitum
av hálvvirkað um fiskavøran
og donskum blokki. Ja tað
er enntá so galið, at tað sum
fyrr var útflutt hálvvirkað ,
verður nú í stóran mun
útflutt sum rundur fiskur
(óvirkað ), og framvegis
vilja nógvir politikarar ikki
tosa um at finna eina betri
marknaða
ratgongd fyri okk
ara fiskavørðum.
Tað kostar at liva
Tað kostar at liva, og tí
mugu vit hava nakrar inn
tøkur til samfelagið. Lands
kassin hevur bara tvær høv
uðs inntøkukeldur og skal
onnur burtur, so má hin
vaksa, og tað vísir seg at
ganga illa.
Og her er tað at eg má
spyrja: Hvørjar nýggjar inn
tøkur fann fullveldislands
stýrið í 2002, at seta ístað in
fyri tær 366 milliónirnar
sum
hvurvu?
Hvørjar
al mennar sparingar blivu
gjørdar hetta árið? Hvørjir
pengar eru fingnir til vega
í sambandi við at blokkurin
varð fastfrystur? Og hvørjar
inntøkur ella sparingar hev
ur Poul Michelsen klárar at
seta í verk í sambandi við at
hann ætlar at skerja minst
100 mió. krónur afturat av
blokkinum?
Tað hevði verið gott um
Poul Michelsen hevði kunna
svara hesum spurningunum
konkret.
Tað er tungt at standa á einum beini
Helgi
Abrahamsen
Læknaráð ið á Landssjúkra
húsinum vil við hesum harð
liga átala, at ein løgtings
maður loyvir sær alment at
seta fram so harða n kritikk
av læknabólkinum undir
einum. Tað er neyva n so,
at allir læknar á Landssjúkr
ahúsinum eru líkasælir og
ódugnaligir kynikarir við
samstarvstrupulleikum.
Sum
løgtingsmað ur
og fyrrverandi landsstýr-
ismaður í heilsumálum
eigur Bill Justinussen um
nakar at vita, at á øllum
stórum landsstovnum, har
fólk starvast, kunnu feilir
vera gjørdir, og hesir skulu
sjálvandi stað festast, so
møguleiki er at fyribyrgja
endurtøku. Tí hava vit eina
kæruskipan. Okkum vit
andi eru ikki fleiri sjúkl
ingakærur mótvegis Lands
sjúkrahúsinum enn aðra
stað ni í norða nlondum.
Torføra uppgávan hjá
læknunum og leiðslunum
á Landssjúkrahúsinum hev
ur verið ár undan ári at
finna nýggjar sparingar, tí
fastar útreiðslur til medisin,
nýtsluvørur, hita o.s.fr. eru
vaksnar, uttan at játtanin er
økt samsvarandi.
Tí hevur millum annað
verið neyð ugt at minka um
talið av røktarstarvsfólki og
seingjarplássum fyri at fáa
endarnar at røkka saman,
og hevur tí eisini verið neyð
ugt at útskriva fólk alt fyrr
enn áð ur og seta strangari
krøv til, hvussu sjúkur ein
skal vera fyri at verða inn
lagdur, tí ambulant viðgerð
er bíligari, har hon letur
seg gera.
Til samanberingar hava
myndugleikarnir í Dan
mark sambært tølum frá
amtsrådsforeningen sein
astu árini økt játtanina til
heilsuverkið við í meða l 1
milliard krónum hvørt ár,
vitandi at alt fleiri gerast
sjúk, tí fleiri gerast eldri,
alt fleiri sjúkur kunnu stað
festast við nýggjum og dýr
um kanningarhættum, og
at alt fleiri sjúkur kunnu
viðgerast við nýggjum stak
dýrum heilivági. Vantandi
játtan saman við stórum
trupulleikum at útvega
serlæknar ger, at vit á
Landssjúkrahúsinum hava
ringt við at halda støðinum
eins høgt og í hinum norðan
londunum. Tí er tað bótin,
ið einki bøtir, at fólkavaldir
politikarar
skjóta
alla
ábyrgdina á læknabólkin,
sum ikki hevur loyvi at
seta fram almennan kritikk
av viðurskiftunum, men
bert má royna at fáa tingini
at koyra sum frægast innan
ótakksomu karmarnar, sum
júst Bill og hansara starvs
felagar seta.
Læknaráðið á
Landssjúkrahúsinum
Høgni Djurhuus,
formaður
Petur Ellefsen
Fróði Joensen
Torbjørn Viderø
Jens Andreassen
Aftursvar til Bill Justinussen løgtingsmann
Nú byrja vit aftur við
nýggjum sjálvhjálpar
bólkum fyri børn og ung,
sum hava mist foreldur
ella syskin við deyða
.
Aldurin fyri luttøku er
frá 8 ár og uppeftir.
Higartil hava millum
60 og 70 børn og ung
verið við í sjálvhjálpar
bólkum.
Bólkarnir eru ætlaðir
sum ein hjálp, til at fáa
ein liviligan gerandis
dag. Í bólkinum verður
ikki veitt akutt kreppu
hjálp. Tí skal nakað vera
fráligið, síða ni av varð
andi doyð i.
Hinvegin sær tað ikki
út til, at tíðin kann blíva
ov long. Børn og ung,
sum hava mist foreldur
ella syskin fyri fleiri
ár um síða ni, hava eisini
havt gleði av bólkunum.
Tíðin gongur skjótt,
og arbeiðið við sjálv
hjálparbólkum er drúgt.
Tey, sum vilja verða við
frá byrjan, vera tí bið
in um at siga frá sum
skjótast. Tað kann gerast
hjá Jóngerð Poulsen á
tlf.
316419/227074
ella T-postur jongerd.
poulsen@skulin.fo
Berin: Sjálvhjálparbólkar
fyri børn og ung
Fyrsta frígg jakvøld
í mánaðinum kl
21 er aftankvirra
í Havnar Kirkju.
Í kvøld kl 22 er
sangur á skránni,
har Petra Iversen
syngur
aftankvirra
Í juli fór Havnar kirkja
undir nýtt tiltak.
Kirkjan er opin fyrsta
fríggjakvøld í hvørjum
mánað i kl. 2 – 23, har
møguleiki er hjá fólki at
koma og sita í kvirru.
Ikki er púra kvirt alt
kvøldið.
Klokkan 22.00 er
tónleikur ella sangur á
skránni, og kl. 22.30 er
stutt andakt.
Í kvøld, fríggjakvøld
1. september er aftur
aftankvirra í Havnar
kirkju, har Petra Iversen
syngur kl. 22.00.
Aftankvirra í Havnar
kirkju í kvøld
Talan hevur veirð
um eit tað besta
hálvárið hjá Føroya
Tele samtakinum.
Nettosølan øktist
við 4% úr 151,9
mió kr til 158,5
mió kr fyrra hálvár
í ár.
búskapur
Nevndarfundur hevur
verið í Føroya Tele sam
takinum, har hálvárs
roknskapurin fyri 2006
varð lagdur fram.
Talan hevur verið um
eitt tað besta hálvárið
hjá samtakinum, og økt
ist nettosølan við 4%
úr 151,9 mió. kr. fyrra
hálvár í fjør til 158,5
mió. kr. fyrra hálvár í ár.
Vøksturin í nettosøluni,
stavar serliga frá øktari
sølu av breiðband, GSM,
og Televarpið.
Úrslitið fyri fyrra hálv
ár gjørdist 28,0 mió.
kr., eftir at 6,1 mió. kr.
eru settar av til skatt.
Hetta er góða r 6 mió. kr.
hægri enn fyrra hálvár í
fjør, tá úrslitið var 21,9
mió. kr.
Felagið væntar, at úrsl
itið fyri 2. hálvár verður
á
nøkunlunda
sama
støði, og at samlaða
úrslitið fyri 2006 fer
at liggja um 50 mió.kr.
eftir skatt.
Føroya Tele 28 mió kr í
yvirskotið fyrra hálvár