fríggjadagur 1. september 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 168 - 1. september 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
2. september. Elisa, profeturin sum kongabøkurnar í
Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakk
um var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska
bíbliutýðingini Vulgata Eliseus hevur verið brúkt sum
mansnavn í Føroyum. Navnið merkir Guð hevur hjálpt,
ella Jahve er Guð mín.
3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr Sýriulandi,
sum varð hálshøgd fyri trúar sakir.
4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í
álmanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at
hann hevði longu 2. apríl sum halgidag.
Sunnudagin 3. september fyllir Julianna
Winther 50 ár. Julianna er fødd og
uppvaksin og gekk í barnaskúla á
Sandi, hon er yngsta dóttir Martin
Kristian Hentze, nevndur Martin
hjá Evu-Peturi á Sandi, og Maren
Susanne, f. Jóhannesen, vanliga nevnd
Marsanna, dóttir Juliannu og Dánjal í
Katrinarstovu í Funningi.
Julianna gekk framhaldsdeild á
Meginskúlanum á Sandi.
Julianna hevur altíð verið so
arbeiðssom. Aftaná skúlatíð arbeiddi
hon í bakarínum hjá Annfinni í
Soylu, arbeiddi eisini í handlinum
á Grótheiðum hjá Mariannu og
Jóhan Petur Hentze. Eftir loknan
skúla arbeiddi hon á flakavirkinum í
Skopun. Í 1978 giftist hon við Joen
Jacob Winther. Tey búgva í Skopun
og eiga tríggjar dreingir: Petur Hans,
Martin og John Reidar, sum allir búgva
í Skopun.
Í 1989 fór Julianna við manni og
børnum til Danmarkar at nema sær
útbúgving sum sjúkrahjálpari. Hon
lærdi í Roskilde og kom heim aftur í
1990, tá hon fór at arbeiða á Lágargarði
í Havn. Hon arbeiddi har í gott 3 ár, til
heimini á Sandoynni vórðu tikin í brúk,
tá fór hon suður at arbeiða á Áargarði
á Sandi, nøkur ár seinri fór hon aftur
til Danmarkar við familjuni, at nema
sær meiri vitan innan útbúgvingina, tá
var tað til social sundhedsassistent, í
dag eitur tað heilsurøktari, lærutíðin
var í Herning.
Hon kom heim aftur og arbeiðir
framvegis á Áargarði á Sandi, og henni
dámar arbeiðið millum tey gomlu sera
væl.
Julianna eigur 3 ommubørn, Rósu
Juliannu, Brandur og lítla Joen Jacob,
sum eru sera heppin at eiga eina ommu,
sum er so góð við tey.
Góða Julianna systi hjartaliga
tillukku og Harrans ríku signing fyri
dagin og komandi dagar.
Altíð ert tú hjálpsom, altíð ert tú glað
Hjartalag so gott sum fáur hevur sæð
At hugna um øll okkum, fært tú væl
í lag
Tankar tínir fevna okkum øll – hvønn
dag.
Marin systi
Julianna Winther í Skopun 50 ár
Føðingar
23. august fingu Birgit Gleðisheygg og Jóhan Vilhelm Lognberg,
Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr.
24. august fingu Rannvá Madsdóttir og Simon Stenholm Nielsen,
Miðvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3900 gr.
25. august fingu Dagmar Clothier og Mikkjal Helmsdal, Tórs
havn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850 gr.
26. august fingu Anna Jacbsen og Hans Petur Joensen, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr.
26. august fingu Eyðvør Thomsen og Magnus Jakobsen, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3950 gr.
28. august fingu Hildigunn Joensen og Egil Petersen, Kvívík, ein
son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3300 gr.
29. august fingu Annika Jónsveinsdóttir og Ragnar Nolsøe, Trong
isvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3325 gr.
29. august fingu Sunnrid Poulsen og Ragnar H. Thomsen, Norð
skála, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4540 gr.
29. august fingu Helena og Fróði Danielsen, Toftir, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr.
30. august fingu Turid og Sakaris Frederiksen, Hoyvík, ein son.
Hann var 56 cm. langur og vigaði 5000 gr.
Maria fekk hesa fittu
didduna 15. juli, hon
eitur Bjørk, er fødd
í Indien 22. mars
2004. Foreldur teirra
eita Elly og Konrad
Joensen og tey búgva
á Eiði
29. august fingu Elma og
Manni henda lítlabeiggjan.
Foreldrini eru Nita Næs og
Jens Mortan Mortensen,
í Nesi - Hvalba. Hann
vigaði 3720 gr. og var 53
cm langur. Eisini eigur
hann tvær stórasystrar,
Rebekku og Amaliu.
Hey eg eiti Jóel Kristiansen.
Eg eri føddur í Etiopia tann
23/3 2004. Ættleiddur tann 7.
apríl 2006. 26. mai kom eg til
Føroyar við foreldrum mínum
Annu og Hugo Kristiansen.
Vit búgva í Runavík.
23. aug fingu Eyðrit
Andreasen og Jón
Jákupsson Holm, Argir
eina dóttir. Hon vigaði
3320 gr og var 55 cm
long. Her er tað ein
stoltur pápabeiggi, ið
situr undir prinsessuni
Nú eri eg komin! Eg kom til
Føroyar úr Korea 26. august.
Eg eri ein drongur, sum er
føddur 3. mai 2006.Mamma
og babba eita Maria Ellefsen
Næss og Jens Tummas Næss.
Vit búgva øll í Sandavági.
Summi fólk eru meira enn
onnur bygdamyndir ella
býarmyndir. Hví so er,
kundu vit ivaleyst hugleitt
leingi um. Tað verður ikki í
hesum umfarinum.
Men
mánadagin
4.
september verður ein sonn
bygdamynd á Toftum 70 ár.
Tað er Julius Olsen.
Julius hevur sera stóran
tokka til sína heimbygd,
har hann hevur búð alt
sítt lív. Nú pápin Vensil
er farin og mamman
Nanna býr á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi, býr
Julius á Eldrasambýlinum
Vesturskin, har hann trívist
væl og á sín serliga hátt
skapar trivna fyri tey fólk,
ið har búleikast.
Julius hevur altíð havt
stóran áhuga fyri fótbólti og
tá dystur er á Svangaskarði,
hevur hann ábyrgdina av
hornafløggunum. B68 er
hansara hjartabarn og ikki er
ov nógv sagt, at fyri okkum
B68-viðhaldsfólk er Julius
ein savningardepil og eitt
samleikaprógv. Hetta veit
Julius sjálvur og hann hevur
avgjørt einki ímóti at hava
hendan leiklutin.
Líka lítið er at ivast í,
at Julius hevur eitt heilt
serligt pláss í hjartanum hjá
føroyskum dómarum. Hann
er helst einasti áskoðari í
landinum, sum sleppur at
ganga innanfyri girðingina
meðan dystur er. Allan
dystin á tamb gongur hann
og válar aftur og fram eftir
sjálvari síðulinjuni og rópar
á spælararnar. Julius hevur
snøgt sagt vunnið sær søgulig
rættindi á síðulinjuni.
Ja, fyri dómararnar er
tað so sjálvsagt at Julius
er innanfyri girðingina tá
B68 spælir heimadyst, at
onkuntíð tá tað hevur borist
honum undan at koma til
dyst, hevur dómarin spurt
eftir honum. Hvussu stóran
týdning B68 hevur fyri
Julius, er sjón fyri søgn.
70 ára dagurin verður
hildin við døgurða á
Svangaskarði mánakvøldið
klokkan 19. Julius hevur
glett seg ómetaliga nógv
til hendan dagin og hann
vónar, at nógv fólk taka sær
stundir at koma í B68-húsið
í føðingardag.
Hjartaliga tillukku Julius
og takk fyri manga góða
løtuna.
B68-ari
Julius sjeyti