fríggjadagur 1. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2006
13
Esther Kruse á Eiði andaðist á Korndalsbýlinum
31. august, 89 ára gomul. Jarðarferðin verður úr
Eiðis kirkju sunnudagin 3. september kl. 15. Tey,
ið vilja minnast Esther, kunnu lata eina gávu til
Eiðis kirkju.
Helga Weihe, Tórshavn, fødd Nybo úr Hesti
andaðist á Lágargarði hósdagin 31. august, 95 ára
gomul. Jarðarferðin verdur lýst seinni. Tey, ið vilja
minnast Helgu kunnu lata Lágargarði ella Kirkjuni
í Hesti eina peningagávu.
Sanna Lisberg, í Vági, andaðist á Frederikshavn
Sjúkrahúsi mikudagin 30. august, 73 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 2. september
fyllir Kirstin Strøm Bech
50 ár. Kirstin er uppvaksin
og býr í Vági. Hon er dóttir
Poulu f. Midjord og Sjúrð
Strøm, sála.
Fyrstu árini búði familjan
í Toftum hjá Kal-ommuni
og síðani við Kráir hjá
abbanum. Tá Kirstin var 6
ára gomul, flutti familjan í
egin hús í Toftum.
Í Toftum var gott at vera
óviti. Har vóru nógv skemtilig
fólk, ið vóru góð við óvitarnar
og góvu sær stundir at tosa
og skemta við teir. Í Toftum
var eisini staðið har nógvir
óvitar savnaðust og spældu.
Og so var tað tónleikurin. Tú
hoyrdi, tá fólk lurtaðu eftir
tónleikasendingum. Onkun
staðni vóru fólk, ið sungu
eina vísu ella trivu í eitt kvæði
ella tóku ein »swingom«.
Hjá okkum var nakað heilt
serligt, tí pabba spældi uppá
harmoniku so at siga hvørt
kvøld. Tað man vera hetta,
ið gjørdi, at tónleikurin er so
týðandi partur í lívi tínum og
okkara.
Kirstin tók HF-prógv og
fór síðani á Læraraskúlan.
Hon gjørdist lærari í 1981.
Hon var lærari í Tórshavnar
Kommunuskúla í eitt ár,
síðani í Hvalba til hon fekk
starv í Porkeris Skúla, har
hon hevur arbeitt síðani. Hon
er ein góður og nærlagdur
lærari og luttekur ofta á
skeiðum fyri at endurnýggja
sína vitan.
Kirstini dámar væl at
skemta sær og at dansa.
Hon hevur í nógv ár gingið
til dans. Eisini dugir hon væl
til hendurnar og er ein sonn
listakona. Mangt plaggið,
manga smúkku og mangan
trælut hevur hon evnað til og
givið okkum. Gávumildni er
eisini hennara eyðkenni.
Kirstin skrivaði søgu, tá
hon gjørdist fyrsti kvinnuligi
borgarstjóri í Vági. At hon
gjørdist politikari undrar
okkum ikki. Tað hevur altíð
verið tjakast um samfel
agsmál í familjuni. Kirstin
fekk í blóðið viljan og
dirvið at stríðast fyri felags
skapin – fyri tey veiku og
fyri tey smáu. Hon er sera
hjálpsom, er altíð til reiðar
at hjálpa, tá onkur treingir
til eina hjálpandi hond. Tá
á stendur, er Kirstin rólig,
hugsar seg væl um og tímir
ikki at fáast við klandur. Hon
er jalig og dugir at lurta eftir
øðrum. Hetta eru allir góðir
eginleikar og ein fyritreyt
fyri at vera ein góður borgar
stjóri.
Kirstin er gift við Hans
Jacob Bech, og tey eiga son
in Kenneth.
Góða Kirstin. Vit ynskja
tær hjartaliga tillukku á
fimmti ára degnum og ynskja
tær nógv góð ár í framtíðini.
Vit takka tær fyri mangar
hugnaligar og skemtiligar
løtur, bæði heima og á uttan
landsferðum. Takk fyri tað,
tú ert fyri okkum øll.
Systrarnar
Kirstin Strøm Bech 50 ár
Tøkk
Hjartans tøkk øll, sum á ymiskan hátt, hjálptu til,
komu at heilsa uppá meg og sendu heilsanir, á 80 ára
føðingardegi mínum 22. juli 2006.
Serlig tøkk til míni børn við familju.
Heilsan
Hans Petur Brekkstein
á Velbastað
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at kæra mamma, vermamma, systir, omma
og langomma okkara
Helga H. H. Weihe
Tórshavn, fødd Nybo úr Hesti
andaðist á Lágargarði hósdagin 31. august,
95 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Familjunnar vegna
Sólrun, Helgi og Hildigunn
Tey, ið vilja minnast Helgu við blómum ella kransi
kunnu í staðin lata Lágargarði ella kirkjuni í Hesti eina
peningagávu, konto í peningastovnunum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæra kona, mamma, omma og vermamma okkara
Solveig Kjelnæs
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á B6, sum vóru so væl um hana
seinastu tíðina.
Takk til Bjarna Bæk, prest, fyri troystarfull orð á
Landssjúkrahúsinum og við jarðarferðina.
Takk til tykkum mongu, sum veittu okkum
kærleiksfulla hjálp.
Takk fyri blómur, kransar og tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstað hennara
her á fold.
Familjunna vegna
Monrad, Heri og Joan
Í sambandi við for
mansskifti á Ráðnum
fyri Ferðslutrygd
var móttøka fyri
innbodnum á Hotel
Hafnia hósdagin.
Høgni í Stórustovu
hevur tikið við sum
nýggjur formaður
eftir Rúnu Sivertsen
Ferðslutrygd
Høgni í Stórustovu hevur
tikið við sum nýggjur for
maður í Ferðslutrygd eftir
at Rúna Sivertsen, sum
hevur verið formaður síðan
apríl 2003, hevur sagt seg úr
hesum álitissessi.
Høgni hevur verið nevnd
arlimur í Ferðslutrygd síðan
2000 og næstformaður síðan
apríl í ár.
Undir móttøkuni á Hotel
Hafnia segði Rúna Sivertsen,
at tað var ikki nøkur løtt av
gerð hjá sær at taka at fara frá
sum formaður í Ferðslutrygd,
tí ferðslutrygd var hennara
hjartamál. Hon var heilt trygg
við at Høgni í Stórustovu
hevur loyst hana av í hesum
týðandi starvi, og vónaði
hon, at vit skjótt fáa eina
landsvirkisætlan viðvíkjandi
ferðslutrygdini í Føroyum.
Síðan segði nýggi for
maðurin, Høgni í Stóru
stovu, nøkur orð og takkaði
Rúnu fyri gott samstarv og
tað arbeiði hon hevði gjørt
ferðslutrygdini til frama.
Sama gjørdu Jón Kragesteen,
dagligur leiðari á Ferðslu
trygd og Jákup N. Olsen,
nevndarlimur í Ferðslutrygd.
Formansskifti í Ferðslutrygd
Høgni í Stórustovu (h.m.) hevur tikið við sum formaður í
Ferðslutrygd eftir Rúnu Sivertsen, sum hevur sitið í hesum
álitissessi síðan apríl 2003
Mynd: Magnus Gunnarsson