fríggjadagur 1. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 168 - 1. september 2006
Framsýning
við
foto
myndarøðini ”Fragmented
Unison” hjá Mariannu
Mørkøre og Mariu Arnell
letur upp í Snarskivuni hós
dagin, 31. august, kl.16 og
verður at síggja fram til
29.september.
»Fragmented Unison« er
ein svørt-hvít myndarøð við
9 myndum, har tann klassiska
føroyska náttúrumyndin er
sett saman við fimm einshátt
aðum gentum. Hetta setur
ein surrealistiskan dám á
myndarøðina. Myndirnar
avmynda tann byrjandi ung
dómin í eini óspiltari náttúru
við íblástri úr sterkum graf
iskum kompositiónum.
Í næstum verða myndirnar
at síggja á Clarion Hotel í
Stockholm í samband við
altjóða fotofestivalin xpo
September 23.9 - 22.10.
At vera við í einum tílíkum
fotofestivali er eitt sera gott
høvi at vísa fram mynda
røðina og sostatt fáa sam
band við onnur altjóða fram
sýningarstøð.
Framsýning við
»Fragmented
Unison« í
Snarskivuni
Prógv
8. august fekk Maria Danielsen prógv sum cand. oecon
(búskaparfrøði) á Aarhus Universitet.
28. august hevur Anne Maria Vinther, úr Vági, loki›
útbúgving sum lækni á Odense Universitet.
Brúdleyp
Leygardagin 2. september kl. 16.00 giftast í Christians
kirkjuni Kristina í Króki, Strendur og Karl Jakob Ósá
Eliasen, Klaksvík. Veitslan verður fyri innbodnum kl.
19.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Leygardagin 2. september kl. 15.00 giftast í Filadelfia,
Havn, Rakul Jacobsen og Regin við Skipá. Reseptión
verður eftir vígsluna. Veitslan verður á Hotel Føroyum
kl. 19.00 fyri innbodnum.
Leygardagin 2. september giftast í Lyngby kirkju Anette
Højgaard Godtlieb (dóttur til Sólbjørg Højgaard, Saltan
gará og Niels Erik Godtlieb) og Kenneth Ørgaard, Lyngby.
Brúdleypsadr.: Toftegærdet 16, 2800 Kgs. Lyngby.
Leygardagin 2. september giftast í prestagarðinum í
Lamba Rógvi Zakariasen og Hanna Olsen, Runavík.
Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00.
70 ára føðingardagur
Mánadagin 4. september verður Julius Olsen á Toftum 70
ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði mánakvøldið
kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
40 ára starvsdagur
1. september hevði Jógvan Kruse, innkeypsleiðari, starv
ast hjá P/F Poul Hansen í 40 ár.
Føroya Fólkaháskúli
skipaði í døgunum
21. – 30. august
2006 fyri skeiði fyri
yngri pensionistar.
Talan er um sonevnd
seniorskeið, sum
serliga eru ætlað
yngri pensionistum.
å14 fólk luttóku á hesum
skeiðnum, sum vardi í 10
dagar.
Endamálið við hesum
skeiðnum var at fáa seni
orarnar burtur úr vanliga
gerandisdegnum og royna
nakað heilt annað.
Hetta var eitt vanligt
háskúlaskeið, har skipað
varð fyri fyrilestrum,
útferðum og vitjanum á
søvnum. Tey hava gingið
úti í náttúruni og hava t.d.
gjørt prýðislutir burturúr
ymiskum lutum, sum tey
hava funnið í fjøruni.
Frá Háskúlanum verður
sagt, at gott samanhald og
rættur háskúlaandi var
millum tey luttakandi, sum
veruliga hava hugnað sær og
upplivað nógv spennandi og
søguríkt hesar dagar. Eftir
ætlan verður hetta eitt aftur
vendandi tiltak.
Seniorskeið á Føroya Fólkaháskúla
Týsdagin var hátíðar
dámur í Vágs Skúla ,
tí ein teirra, ið hevur
verið longst í starvi,
hevur gjørt av at fara
frá sum lærari við
skúlan
Størv
Johan Dahl Müller, millum
manna nevndur Hanneman,
er farin frá sum lærari
við Vágs Skúla. Hann er
millum teirra, ið hevur
verið longst í starvi í Vágs
Skúla.
Hanneman er fótbólts
snillingur og var í seksti og
sjeyti árunum kendur kring
Føroya land sum ein hin
fremsti innan føroyskan
fóbólt.
Sonurin,
Jan
Allan, hevur eisini runnið
í fótasporum faðirsins,
og var millim teirra, ið
fyrstur gjørdi sáttmálar í
útheiminum,
Johan Muller er føddur
í Vági tann 19. januar í
1946 og er sonur Johannes
Dahl Muller úr Vági og og
Borghild f. Christiansen úr
Havn. Hann er giftur Connie
f. Jacobsen úr Vági.
Johan tók læraraprógv á
Nr. Semenarium í 1968 og
hevur verið lærari í Vágs
Skúla síðani.
do
Johan Müller fer frá
Hanneman takkar fyri seg sum lærari, eftir 38 ára
tænastu
Skeiðluttakarar og lærarar. Aftara rað f.v.: Sverri Patursson, Bjørfinnur Nielsen lærari, Kristian Petersen og Magnus Joensen.
Fremra rað f.v.: Elin Lindenskov lærari, Lena Johannesen, Signý Poulsen, Guðrið Poulsen lærari, Steintóra Johannesen, Anna
Andreasen, Johanna Bill-Jessen, Pálma Joensen, Elsa Patursson, Anna Petersen og Helga Strøm. Sjúrður Hansen og Fanny
Mouritsen vanta á myndini
Mynd: Jens Kristian Vang