fríggjadagur 1. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2006
15
tíðindi
Fyri 30 árum síðan, tann
24. august 1976, var Norð
skálatunnilin latin upp fyri
almennari ferðslu við eitt
hátíðarhald, sum fór fram
við eystara tunnilsmunnan,
har Atli Dam táverandi løg
maður, klipti snórin og knýtti
harvið saman vegakervini i
Eysturoy og Streymoy.
Við sínum 2.500 metrum
var tunnilin tann longsti í
Føroyum og tann fyrsti við
dupultari koyribreyt.
Kostnaðurin fyri tunnilin
við vegasambandinum var
umleið 40 milliónir krónur.
Sum myndirnar sýna var
nógv fólk komið saman til
hátíðarhaldið, og nógvir
bilar stóðu klárir at fyrsta
túrin gjøgnum tunnilin. Á
myndini síggjast Jógvan
Arge útvarpsmaður og Atli
Dam, løgmaður. Uttast til
vinstru eru Dánjal Pauli
Danielsen, landsstýrismaður
og Mikkjal Helmsdal, lands
verkfrøðingur
Kelda: Myndaárbókin – árið fór 1976
Fyri 30 árum síðan
Norðskálatunnilin liðugur í 1976
Klokkan 15 í dag varð
nýggja vatnverkið í
Rituvík tikið í nýtslu.
Í tí sambandinum
varð skipað fyri
samkomu, har Rod
mundur Nielsen
hevði orðið. Hetta
var eisini seinasti
arbeiðsdagur hjá
Rodmundi sum
borgarstjóri í Runa
víkar Kommunu
NÝTT VATNVERK
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Rituvíkingar hava í nógv ár
havt tørv á einum nýggjum
vatnverki, tí drekkivatnið
hevur verið ov skitið. Nú
hava teir so fingið eitt
verk, sum lýkur krøvini,
og sum sambært fráfarna
borgarstjóranum er gjørt til
framtíðina. Stýriskipanin
er gjørd soleiðis, og alt
eftirlit og allar tillagingar
verða gjørdar frá einum
sentrali í Runavík. Málið
hjá Runavíkar Kommunu
er at fáa eina slíka skipan í
allar bygdir í kommununi.
Elduvík, Funningsfjørður,
Oyndarfjørður og Æðuvík
mangla enn at fáa eitt slíkt
vatnverk.
Lýkur krøvini
Hermann á Líknargøtu er
vatnmeistari í Runavíkar
Kommunu. Hann er stak væl
nøgdur við nýggju skipanina.
Við hesum verður vatnið
reinsa og strálað, áðrenn tað
kemur út gjøgnum kranarnar
í húskinum í Rituvík.
– Við hesum verður drekki
vatnið nóg reint til krøvini.
Alt vatnið, sum rennur oman
til bygdina, verður reinsað
her fyrst. Allar keldurnar
koma ígjøgnum reinsiverki,
har ið partiklarnir verða tikn
ir úr vatninum við sandtang
unum, og síðani verður vatn
ið strálað, áðrenn tað rennur
víðari oman í bygdina.
– Ætlanin er, at ídnaðar
økið í Rituvík eisini skal
tengjast at vatnverkinum.
Við hesum er linjan løgd,
og vatnumstøðurnar skulu
vera eins góðar í hinum
bygdunum. Við hesum hava
vit fingið mest framkomna
vatnverk í landinum, sigur
Hermann.
Dagurin í dag var sam
stundis síðsti arbeiðsdagur
hjá Rodmundi Nielsen sum
borgarstjóra og hjá Martini
Olsen sum varavatnmeistari.
Sostatt var løtan eisini merkt
av sorgblídni, og mong nýttu
høvið at takka teimum báð
um fyri teirra íkast hesi
seinastu árini. Runavíkar
Kommuna skal nú finna ein
nýggjan vara-vatnmeistara,
men tað er ikki avgjørt enn,
hvør tað verður.
Nýtt vatnverk tikið í nýtslu
Frá vinstru: Hermann á Líknargøtu, vatnmeistari, og Martin Olsen, fráfarin vara-vatnmeistari