fríggjadagur 1. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 168 - 1. september 2006
tíðindi
Umboð fyri
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna
letur væl at nýggja
vatnverkinum í
Rituvík. Hann metir
skipanina í Runavíkar
Kommunu vera eitt
fyridømi, sum onnur
kunnnu fylgja. Eisini
ásannar hann, at
umstøðurnar ikki eru
nóg góðar í ávísum
økjum í landinum
NÝTT VATNVERK
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Eitt umboð fyri Heilsu
frøðiligu Starvsstovuna,
Bárður Enni, varð bjóðaður
til Rituvíkar, tá ið vatnverkið
varð tikið í nýtslu. Hann
fekk møguleika at síggja
umstøðurnar í Rituvík, og
niðurstøðan hjá honum má
sigast at vera positiv:
Fyrimynd
- Tað fyrsta tú leggur til
merkis, tá tú kemur til
økið, er hvussu væl alt er
frágingið. Økið er innistikað,
fysisku karmar kunnu
ikki vera betri og tekniski
útbúnaðurin er tað, sum í
dag kann væntast av einum
nútímans vatnverki. Við at
lúka krøvini, sum verða sett
til eitt matvøruvirki, sum eitt
vatnverk í veruleikanum er,
hevur Runavíkar kommuna
avgjørt fatur í tí rætta
endanum, og er hetta vit
síggja í Rituvík avgjørt
ein fyrimynd, sum onnur í
líknandi støðu kunnu læra
nógv av.
- Eg skilji, at tey eisini
hava kannað góðskuna á
drekkivatninum í Rituvík,
bæði mikrobiologiskt og
kemiskt. Gjørdu kanningar
nar vísa, at drekkivatnið
lýkur ásett krøv, sigur
Bárður.
Hóast
Bárður
Enni
fegnast um góðu skipanina
í Runavík, so ásannar
hann, at umstøðurnar ikki
eru so góðar allastaðni í
landinum:
- Í ár hevur Heilsufrøðiliga
starvsstovan vitjað allar
kommunur í landinum, fyri
at staðfesta viðurskiftini
rundanum vatnverk og
vatnveiting. Ásannast má,
at umstøðurnar eru sera
ymiskar runt um í landinum.
80 % av borgarunum í
landinum fáa reinsað vatn.
Íalt eru tað 118 vatnveitingar,
harav einans 39 veita reinsað
vatn. Tær vatnveitingar, sum
veita óreinsað vatn, eru
serliga á teimum smærru
bygdunum, men eisini onkur
stór bygd/býur eru millum
økini, sum fáa óreinsað vatn
frá vatnveitingini.
ES ásetingar
Hann vísir á, at krøvini til
drekkivatn eru strang, tí at
tað er at meta sum matvøra.
Krøvini, sum Heilsufrøðiliga
Starvsstovan setir, eru í tráð
við ES ásetingarnar.
- Alt arbeiðið hjá Heilsu
frøðiligu
starvsstovuni
verður gjørt við heimild
í matvørulógini, sum jú
ásetur, at drekkivatn er at
meta sum ein matvøra. Við
støði í hesum royndum, er tað
gjørt uppskot til kunngerð
um rakstur av vatnverkum.
Kunngerðin tekur eisini støði
í ES ásetingum. Æltanin er,
at kunngerðin skal verða
karmurin um arbeiðið hjá
teimum, sum reka vatnverk
og grundarlagið undir
arbeiðið hjá Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, sigur Bárður
Enni at enda.
Nýggja vatnverkið ein fyrimynd
Í gjár var síðsti
starvsdagur hjá
Rodmundi Nielsen
sum borgarstjóri í
Runavíkar Kommunu.
Síðsta almenna
uppgávan hjá honum
var móttøkan í
Rituvík í gjár, tá ið
nýggja vatnverkið
varð tikið í nýtslu.
Sosialurin fekk
orðið á fyrrverandi
borgarstjóran
FRÁFARIN
BORGARSTJÓRI
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Rodmundur Nielsen segði
nøkur orð á móttøkuni í gjár.
Nógv nýttu høvið at heilsa
honum og takka honum fyri
hansara íkast tey síðstu árini
sum borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu.
Rodmundur fegnast um
nýggja vatnverkið í Ritu
vík, sum hann metir var
tiltrongt.
- Vatnið í Rituvík er kar
rátt kelduvatn, og tað hevur
verið okkara ringa samvitska
í nógv ár, so tað var gott at
fáa tað í rætt lag síðsta dagin
hjá mær, sigur Rodmundur
smílandi.
- Summi vilja kanska
vera við, at vit hava bíðað
ov langa tíð eftir nýggja
vatnverkinum, men okkara
politikkur hevur altíð verið
at gjørt tað ordiligt, tá ið
vit fara í holt við nakað.
Vit ynskja ikki at hava eina
lappaloysn, sum ikki er nóg
góð. Seinastu árini hava vit
sett 2 milliónir av hvørt ár til
íløgur, sum skulu betra um
drekkivatnið.
Framkomin
stýriskipan
Rodmundur vísir á, at við
nýggju stýriskipanini hjá
kommununi, eru íbúgvar
arnir tryggjaðir bestu
umstøður, tá ið tað ræður
um drekkivatn:
- Alt er teldustýrt frá
einum sentrali í Runavík.
Soleiðis kunnu vit síggja øll
hagtøl heilt frá Skálafirði til
Rituvíkar í telduskipanini, og
tað er ein stórur fyrimunur.
- Menningin má halda
áfram, og vit fara framvegis
at arbeiða við at fáa bestu
umstøður, so at drekkivatnið
lýkur tey krøv, sum verða
sett. Æðuvík, Elduvík, Fun
ningsfjørður og Oyndar
fjørður mangla enn at koma
í skipanina, men vónandi
verður hetta gjørt í nærmastu
framtíð.
Rodmundur Nielsen er
væl nøgdur við arbeiðið. El-
Teknik í Leirvík hevur staðið
fyri tí teldustýrdu skipanini,
og sambært Rodmund er
skipanin tann mest fram
komna í landinum.
Blandaðar kendslur
Mitt í gleðini yvir nýggja
vatnverkið,
merkir
Rodmundur eisini eitt ávíst
sorgblídni um at fara frá sum
borgarstjóri.
- Tað passar ikki saman at
vera so virkin innan vinnulív,
sum eg eri, og eisini at vera
borgarstjóri. Eg havi elskað
starvið, og eg havi einans
góð minnir frá tíðini. Tað
hevur verið eitt gott politiskt
stev, har ið øll hava drigið
somu línu.
- Eg minnist bara góðar
løtur. Eg haldi ikki, at eg havi
upplivað nakað keðiligt, so
tað er sjálvandi ringt at fara
frá einum so góðum starvið,
sigur Rodmundur.
Rodmundur fer sjálvandi
framhaldandi at vera við í
politiska arbeiðinum í býráð
num. Nýggi borgarstjórin er
Hans Jacob lamhauge.
- Eg og Hans Jacob eru
sera ymiskir sum persónar,
og tí verður tað sjálvandi
ikki sami borgarstjóri. Sum
sagt hava vit øll hava eitt gott
felags stev, og tað vóni eg
fer at halda fram við nýggja
borgarstjóranum. Eg ynski
honum alt tað besta.
Samanleggingar
borgarstjóri
Rodmundur verður kanska
best mintur sum ”saman
leggingarborgarstjórin”. Í
hansara tíð er kommunan
vaksin nógv, og hann mettir
sjálvur, at kommunan verður
enn størri.
-
Samanleggingarnar
hava gingið væl. Sjálvandi
er tað altíð okkurt, tú kundi
havt gjørt øðrvísi, men eg
angri einki. Tað hevur verið
ein spennandi tilgongd,
og Runavíkar Kommuna
stendur frammanfyri einari
stórari menning.
- Runavíkar Kommuna er
altíð opin fyri samanlegging,
og um áhugin gongur báðar
vegir, er møguleikin heilt
vist til staðar. Sæð yvir
longri tíð, meti eg tað vera
upplagt, at Eysturoyggin
verður ein kommuna, sigur
Rodmundur.
Gleðir seg til at
sleppa ígongd
Rodmundur Nielsen fer nú
burturav at starvast sum
stjóri í sínum fyritøkum.
- Eg gleði meg til at sleppa
ígongd. Nú fari eg ein túr
til Íslands at kobla av, men
hósdagin klokkan 13 fari eg
til arbeiðis.
Árini sum borgarstjóri
hevur givið Rodmundi nakrar
royndir, sum koma honum til
góðar í vinnulívinum.
- Eg havi skapað mær eitt
netverk og nakrar kontaktir.
Hetta kann koma til góða,
tá ið okkara vegir aftur
krossast, og vit kenna hvønn
annan frammanundan. Eisini
hava eg starvast í 10 ár sum
stjóri í Statoil, so eg eri ikki
óroyndur.
- Tað er stuttligt at gera
mun, og nú fari eg at leggja
alla mína orku í vinnulívið.
Eg fari at leggja meg í selar
nar og gera mítt besta.
Rodmundur Nielsen:
- Eg havi elskað starvið
Bárður Enni, stjóri í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, var á kannaði umstøðurnar, tá ið nýggja
vatnverkið í Rituvík varð tikið í nýtslu í gjár. - Skipanin er ein fyrimynd fyri onnur, sigur hann
Mynd: Heini S. Kristiansen
Rodmundur Nielsen er júst farin frá sum borgarstjóri í
Runavíkar Kommunu. Hann er glaður fyri tíðina og hevur
einans góð minnir
Jákup Tróndheim
er stjóri í fyritøkuni
El-Teknik, sum
hevur gjørt
teldustýrdu
stýrisskipanina til
vatnverkini.
- Vit hava fingið útgerðina
frá samstarvsfeløgum
uttanlands. Hetta er
standardútgerð,
sum
verður nýtt til stýring av
øllum møguligum. Vit
hava programerað og
sett skipanina upp, sigur
Jákup.
Tað eru longu onnur,
sum hava víst áhuga fyri
stýrisskipanini.
- Tað eru nakrar
kommunur, sum eisini
hava víst áhugað. Annars
fáast við nógv el-stýring
innan millum annað
alivinnu, sigur Jákup
Tróndheim.
8 fólk starvast hjá El-
Teknik.