fríggjadagur 1. september 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 168 - 1. september 2006
Stutt sagt
Alt bendir á, at ríkisdagsvalið
í Svøríki um fjúrtan dagar
verður sera spennandi.
Tær seinastu meininga
kanningarnar benda kortini
á, at teir borgarligu flokk
arnir fara at vinna, og at
sosialdemokratarnir noyðast
at fara frá eftir at hava sitið
við landsins leiðslu tey
seinastu tólv árini.
Tað er eisini líkt til, at
teir borgarligu fara at vinna
valið í høvuðss taðnum.
Síðani 2002 hevur ein
reyð/grøn samgonga stýrt
býráðnum í Stockholm,
men ein kanning hjá Dag
ens Nyheter vísir, at teir
borgarligu fara at vinna
hesaferð. Er kanningin
eftirfarandi, fáa teir borg
arligu flokkarnir góð 11
prosent fleiri atkvøður í
høvuðss taðnum enn sosial
demokratarnir og teirra
stuðulsflokkar.
Tey, sum hava gjørt
kanningina fyri Dagens
Nyheter, vænta ikki, at
sosialdemokratarnir kunnu
venda gongdini nú so stutt
undan valinum. Í øllum før
um skal nógv til, siga tey.
Valið verður spennandi
Síðani
Taliban-stýrið
varð rikið frá valdinum
í Afghanistan fyri fimm
árum síðani, eru afghansku
bøndurnir farnir at dyrka
opium sum ongantíð fyrr,
men nú skulu teir fáast at
dyrka grønmeti ístaðin fyri.
Amerikanska stjórnin
hevur gjørt av at fara undir
eitt átak, sum skal steðga
opiumdyrkingini. Ætlanin
er at veita bøndrunum
fíggjarligan stuðul, so
tað skal loysa seg betur
at dyrka grønmeti enn opi
um, samstundis sum opi
ummarkirnar verða oyði
lagdar. Teir bøndur, sum
ikki leggja um við góðum,
skulu sektast og kunnu
enda í fongsli.
Fylgisveinamyndir hava
avdúkað, at opiummarkir
nar í Afghanistan eru næstan
80 prosent størri nú enn
fyri tveimum árum síðani.
ST sigur, at ein triðingur
av afghanska búskapinum
stavar frá opiumdyrkingi
og rúsevnahandli, og at 87
prosent av øllum heroini
í heiminum kemur úr
Afghanistan.
Grønmeti heldur
enn opium
Herfyri kunngjørdi russ iska
stjórnin, at Russ land er
vorðið skuldarfrítt, og at
landið nú ætlaði sær at gera
íløgur uttanlands.
Nógv bendir nú á, at
russar hava gjørt sína
fyrstu íløgu, tí sambært
bretska blaðnum Financial
Times
hevur
russ iski
uttanríkisbankin
keypt
umleið fimm prosent av
partabrøvunum í felagnum
EADS, sum eigur evropeisku
flogverksmiðjuna Airbus.
Sambært fronsku tíðinda
stovuni AFP hava russ ar
goldið umleið eina milliard
dollarar fyri partabrøvini.
Tað er ikki greitt, hvørjar
ætlanir russ ar hava við at
keypa seg inn í Airbus,
men russ iskir viðmerkjarar
halda, at keypið er ein
roynd hjá Vladimir Putin,
forseta at umskipa og
nýskipa tann russ iska
flogídnaðin. Ein onnur
frágreiðing kann sambært
viðmerkjarunum vera, at
EADS eigur tíggju prosent
av russ isku fyritøkuni Irkut,
sum ger flogfør til russ iska
flogvápnið. Við keypinum
koma russ ar nú at sita báðu
megin borðið.
Russar upp í Airbus
Russar eiga nú
fimm prosent av
fyritøkuni, sum ger
Airbus-flogførini
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
– Her í USA kann Khatami siga tað, honum lystir og hitta
tann, hann vil
Hvítu Húsini
Iranska kollveltingar
stýrið beindi fyri
øllum møguleikunum
hjá Jimmy Carter
at halda fram sum
forseti, men kortini
er hann sinnaður at
hitta erkafígginda sín.
Viðurskiftini millum USA
og Iran hava verið ísakøld,
síðani iranskir studentar
tóku 52 amerikanarar gíslar
á sendistovuni í Teheran
undir kollveltingini í 1979.
Iranska móstøðan ímóti
USA var ikki bara vend
ímóti landinum, men eisini
forsetanum, Jimmy Carter.
Gíslatøkan vardi heilar
444 dagar, men hóast allir
gíslarnir sluppu heimaftur í
øllum góðum, varð tað ikki
Carter, sum fekk æruna.
Gíslatakararnir valdu at bíða
við at lata gíslarnar leysar,
til Carter hevði latið Ronald
Reagan forsetaembætið tann
20. januar í 1981.
Kortini er Jimmy Carter
til reiðar at hitta ein av teim
um fremstu iransku koll
veltingarmonnunum, fyrr
verandi forsetan Mohamad
Khatami, sum er í USA í
hesum døgum. Khatami fekk
fyrr í vikuni innferðarloyvi
til USA, men hann er á priv
atari vitjan, tí í dag hevur
hann einki leiðandi politiskt
starv í Iran.
– Carter hevur alla orsøk
til at harmast tað, sum
iranska kollveltingarstýrið
gjørdi ímóti honum, og
hóast Khatami ongantíð
hevur sagt seg vera ímóti
tí, sum ayatollah Khomeini
gjørdi, vil Carter fegin tosa
við hann, sigur ein tals
maður hjá Carter við The
Independent.
Hvítu Húsini í Washington
siga seg ikki hava nakað
ímóti, at teir báðir fyrrverandi
forsetarnir hittast.
– Her í USA hevur Khata
mi frælsi til at siga tað, sum
honum lystir, og hann kann
tosa við tey, sum hann vil
tosa við, sigur ein av tals
monnunum hjá Hvíotu Hús
unum við bretska blaðið.
Sambært blaðnum hevur
Khatami játtað at hitta
Carter, men tað er ikki greitt,
nær ella hvar tað verður.
Týski kanslarin,
Angela Merkel, er
máttmesta kvinna í
heiminum.
Tað skrivar amerikanska
tíðarritið Forbes.
Blaðið hevur júst almanna
kunngjørt eitt yvirlit við
nøvnunum á meiri enn
100 av teimum máttmestu
kvinnunum í heiminum.
Á fyrsta pláss i er týski
kansl arin, Angela Merkel.
Næst henni er amerikanski
uttanríkisráðharrin, Con
doleezza Rice, sum var
á fyrsta pláss i í fjør, og á
triðja pláss i er kinesiski
varaforsetin Wu Yi. Í fjør
var hon á øðrum pláss i.
Tær flestu av hinum kvinn
unum, sum eru á yvirlitinum
hjá Forbes, sita í leiðandi
vinnulívss tørvum, og fremst
av teimum er stjóprin í Pepsi,
Indra Nooyi. Men onnur
sleppa eisini upp í part, og
millum tey kendu nøvnini
eru senatorurin Hillary
Clinton og sjónvarpsverturin
Oprah Winfrey.
Carter vil hitta
erkafíggindan
Máttmiklar kvinnur
Angela Merkel er heimsins
máttmesta kvinna
Condoleezza Rice var tann
máttmesta kvinnan í fjør
Hillary Clinton hevur eisini
vald og ávirkan
Jimmy Carter
Mohamad Khatami