Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 168 - 1. september 2006 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Claus skiftir felag Beint fyri evsta­mark fyri í gjár gjørdi føroyski lands­ liðsspælarin Claus Bech Jørgensen av at skifta felag. Hann heldur fram at spæla í Onglandi, men tekur eitt stig niður eftir stigunum Skotland- Føroyar Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti, Claus Bech Jørg­ensen, hevur skift fel­ag. Claus hevur valt at halda fram í felagnum Blackpool, sum spælir í triðbestu ensku deildini. Hann hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við felagið, men um tað gongur væl hjá Claus í Blackpool, so hevur hann rætt til at leingja um sáttmálan. Blackpool hevur eftir fimm umfør fingið fýra stig og ligg ur á einum 18. plássi. Claus skal nú hjálpa Black­ pool í stríðnum at koma longur upp í deildini. Claus Bech Jørgensen, sum hevur mammu úr Før­oyum, hevur spælt á føroyska landsliðnum síðani 2004. Hann hevur spælt 10 landsdystir og hevur skorað eitt mál. Í Coventry gjørdist tað til 61 dystir, og hann skoraði seks mál fyri felagið. Skiftið til Blackpool er ein sokallaður free transfer – tað vil siga, at Blackpool skal ikki gjalda Coventry nakra upphædd fyri at fáa Claus leysan. Blackpool er fjórða felagið í Onglandi, sum Claus Bech Jørgensen spælir fyri. Hini feløgini eru Bradford, Bournemouth og seinast Coventry. SvF sendir landsdystin Sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá lands­ dystinum millum Skotland og Føroyar leyg­ardagin. Dysturin verður spældur á Celtic Park í Glagsgow kl. 15.00, og Sjónvarpið fer í lutftina 10 minuttir áðrenn klokkan trý. Høgni í Jákupsstovu verð­ur frásøgumaður, og við sær hevur hann eisini viðmerkjaran Eli Hentze. – Eg havi verið í hesi støðuni fyrr, og tá hava vit altíð klárað at reist okkum skjótt eftir eitt stórt tap Óli Johannesen, liðformaður á fótbóltslandsliðnum – Vit kunnu ikki spæla verri, enn vit gjørdu ímóti Georgia, sigur Símun Samuelsen, sum vónar at fáa kjansin aftur ímóti Skotlandi Skotland-Føroyar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Glasgow: Símun Samuelsen er annar av útisetunum, sum spælir á landsliðnum í løtuni. Símun hevur staðið seg sera væl í íslendsku kappingini, har hann spælir fyri Keflavík. Ímóti Georgia var Símun við frá byrjan, men tað gekk ikki rættiliga eftir vild hjá honum, og nakað inn í seinna hálvleik var hann skiftur út. – Tað var ein trupul dystur at koma inn á liðið. Tað gekk ikki allarbest, men tað komst kanska eisini av, at teir skoraðu beinanvegin. Eg fari at gera alt fyri, at tað skal ganga betur, um eg fái kjansin aftur hesaferð, sigur Símun Samuelsen. Hann roknar við, at uppgávan ímóti Skotlandi í morgin verður trupl. – Dysturin ímóti Skotlandi verður strævin. Teir koma at hava bóltin meira, og vit skulu hugsa mest um at verja. Vit mugu royna at satsa upp á kontra og deyðbóltar, og kanska fáa eitt mál á tann hátt. – Vit kunnu ikki spæla verri, enn vit gjørdu ímóti Georgia, so tað verður uttan iva ein betri innsatsur hesaferð, sigur Símun Samuelsen. – Vit kunnu bara gera tað betri Jógvan Martin Olsen hevur undir venjingunum í Skotlandi roynt ymsar spælarar á ymsum plássum, og hann bíðar til seinastu løtu við at taka endaliga avgerð, um hvørjir 11 spælarar byrja á vøllinum í morgin Skotland-Føroyar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Glasgow: Tá ið føroyska landsliðið á middegi í dag fór til sína seinastu venjing undan EM-dystinum ímóti Skotlandi, var framvegis ivi um, hvussu føroyska liðið fer at sígg ja út í morgin. Undir venjingunum hig­ ar­til hevur Jógvan Martin Olsen roynt ymsar spælarar á ymsum plássum, og hann viðurkennir eisini, at hann leitar eftir røttu upp­stil­l­ing­ ini. – Vit hava hugt eitt sindur eftir spælarunum undir venj­ingunum higartil, og vit umhugsa framvegis eini tvey pláss á liðnum, segði Jógvan Martin Olsen, tá ið hann fór til venjing á Celtic Park á middegi í dag. Avrikið ímóti Georgia var alt annað enn sannførandi, men landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir somu spælarum til dystin ímóti Skotlandi, og hann staðfestir, at hann ætlar sær ikki at kollvelta liðið til dystin í morgin. – Møguliga koma vit at gera onkrar broytingar til dystin í morgin, men vit kunnu ikki broyta alt liðið. So nógvar møguleikar hava vit ikki við teimum spæl­ arunum, sum vit hava tøkar, sigur Jógvan Martin Olsen. Verjan helst tann sama Tað tykist verða rættiliga vist, at fimm teir aftastu spæl­ararnir verða teir somu hesaferð, sum teir vóru ímóti Georgia. Tað vil siga, at Jákup Mikk­ el­sen verður í málinum, og teir fýra í verjuni verða Jákup á Borg, Atli Danielsen, Óli Johannesen og Janus Joen­ sen. Einki veruligt alternativ er til Janus Joensen á vinstra bakki, og hóast Jákup á Borg kundi verið góður at havt longri frammi á vøllinum, verður hann helst brúktur sum bakkur aftur hesaferð. Óli Johannesen og Atli Danielsen spældu ikki sannførandi ímóti Georgia, men teir hava áður spælt sera væl ímóti sterkari mótstøðu, og tað er lítið at ivast í, at teir fáa kjansin aftur hesa­ferð, hóast Vagnur Mohr Mort­en­ sen er ein av teimum, sum stendur á síðulinjuni og trippar. Broytingar á miðvøllinum Føroyar fara at spæla við fimm monnum á mið­vøll­in­ um, og her er meira sannlíkt við onkrum broytingum eftir dystin ímóti Georgia. Julian Johnsson, sum er komin við aftur á landsliðið, er eitt gott boð til eitt pláss á sentrala miðvøllinum, og tað tykist verða rættiliga vist, at Fróði Benjmaninsen spælir frá byrjan. Tað kann eisini koma upp á tal at flyta Rógva Jacobsen úr álopinum og aftur á miðvøllin at spæla. Aðrir møguleikar á tí sentrala miðvøllinum er at lata Kára Nielsen ella Paula G. Hansen spæla frá byrjan, og tað kann koma upp á tal, um Julian Johnsson ikki spælir frá byrjan. Í síðunum tykist ivi verða um, hvørjir spælarar skulu spæla. Claus Bech Jørgensen kann spæla bæði í vinstru og høgru síðu, og spurningurin er, um Símun Samuelsen, sum ikki spældi sín besta dyst seinat, fær kjansin aft­ur hesaferð. Onnur alt­ er­nativ eru at lata Hans Paula Samuelsen spæla í vinstru síðu ella Jónhard Fredriksberg í høgru síðu. Seinast spældi Rógvi Jacobsen í álopinum, men tað er líka sannlíkt, at toppskjúttin í Formuladeildini, Christian Høgni Jacobsen, verður fremsti maður hesaferð, og tað kann verða eitt gott hug­skot, tá ið skotska miðverjan langt frá er av teimum skjótastu. Føroyska liðið kann sígg ja soleiðis út til dystin leygardagin: Jákup Mikkelsen – Jákup á Borg, Atli Danielsen, Óli Johannesen, Janus M. Joensen – Claus Bech Jørgen­sen, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Símun Samuelsen - Christian Høgni Jacobsen. Venjarin leitar eftir liðnum