Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 168 - 1. september 2006 ] Kvinnurnar spæla um vikuskiftið Bæði Formuladeildin og 1. deild hjá monnum liggur still um vikuskiftið, nú føroyska landsliðið skal spæla landsdyst í Skotlandi. Hinvegin eru dystir á skránni hjá kvinnunum, sum nú eru komnar til endaspælið. Oddaliðið KÍ misti seinasta vikuskiftið síni fyrstu stig í ár, og KÍ hevur aftur hetta vikuskiftið truplan útidyst. KÍ skal spæla á Eiði ímóti EB/Streymi. Hin dysturin verður á Argjum, har AB, sum er næstfremst, skal spæla ímóti GÍ, ið fekk javnleik ímóti KÍ seinasta sunnudag. Vieri fær 750.000 krónur fyri at skora Tiltikni italski málskjúttin og fyrrverandi landsliðsspælarin Christian Vieri skal nú spæla fyri Atalanta, og nú um dagarnar kom tað fram, at mánaðarlønin hjá Vieri skuldi verða 11.000 krónur. Tað er nakað, sum fótbóltsspælarar plaga at vinna um dagin ella tíman, og tí ljóðaði hetta í fyrstu syftu undarligt. Nú er komið fram, at Vieri skal skora seg til eina hægri løn, tí hann fær 750.000 krónur fyri hvørt málið, sum hann ger fyri Atalanta, sum júst er flutt upp í bestu deildina, Seriu A, at spæla. Fáir útisetar eftir Flestu spælararnir í tí 19 mans stóra hópinum, sum er í Skotlandi, spæla í føroysku kapp­ing­in. Claus Bech Jørg­ensen og Símun Samu­elsen eru í løtuni einastu spælararnir á lands­liðnum, sum spæla uttanlands, og tað er lítið, um samanborið verð­ur við undanfarin landslið. – Seinast, vit spældu ímóti Skotlandi, kom meira enn helvtin av hópinum frá feløgum uttanlands. Vit høvdu kanska bara átta spælarar úr føroysku kappingini, men her er støðan broytt. Hví støðan er soleiðis, veit eg ikki, men tað er ikki serligt gott fyri føroyskan fótbólt, at vit ikki hava fleiri spælarar, sum spæla uttanlands, sigur Jógvan Martin Olsen. - Vit uppliva gamla trupulleikan, at í Før­oy­ um spæla spæl­ar­ar­nir á graslíki, meðan lands­ dystir verða spældir á grasi, og vit sóu aft­ur ímóti Georgia, at spælararnir høvdu ikki nóg gott fótafesti. Harafturat eru spælarar, sum spæla í kappingum á høgum støði í Danmark, Noreg ella Íslandi, vanir við eina hægri leikferð, teir hugsa skjótari undir trýsti, og teir eru tekniskt sterkari. – Tað er sera harmiligt, at vit hava tveir spælarar í superliguni, sum eru skaddir, og tað er eisini keðiligt, at Ingi Højsted er skaddur. Hesir spæl­ar­ ar kundu veruliga styrkt landsliðið, og tað er ein stórur missur, at teir ikki eru tøkir. Vit hava nógvar góðar spælarar á landsliðnum, men tað er einki at ivast í, at Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen og Ingi Høj­ sted høvdu munað væl á landsliðnum, sigur Jógv­ an Martin Olsen. Føroyski landsliðs­ venjarin heldur, at føroyska landsliðið gav seg ikki fult út í stórtapinum ímóti Georgia, men ímóti Skotlandi leygardagin skal stríðsviljin aftur í hásætið Skotland-Føroyar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Glasgow: Føroyska lands­ liðið sleikir framvegis sárini eftir stórtapið ímóti Georgia á Svangaskarði fyri góðum tveimum vikum síðani. Fyrsti dysturin í nýggju EM-undankappingini gekk alt annað enn eftir vild, og vónbrotið eftir 6-0 tap­ið var sera stórt – bæði mill­ um spælarar, venjarar og áskoðarar. Leygardagin kann lands­ liðið reisa seg, tá ið næsti EM-dysturin er á skránni í Glasgow. – Vit hava havt nógv at tosa um aftan á úrslitið ímóti Georgia. Fyrireikingarnar til dystin ímóti Georgia vóru góðar, men avrikið til dystin var ikki nøktandi, sigur Jógvan Martin Olsen, lands­ liðsvenjari, sum ásann­ar, at nú skulu hann og spælararnir fóta sær í einum dysti, sum er truplari enn heimadysturin ímóti Georgia. Spælararnir mugu geva alt Í dystinum ímóti Georgia vóru tað fleiri spælarar, sum ikki spældu upp til sítt besta, og tá hevur føroyska landsliðið ein trupulleika og kann tapa stórt. – Eg havi tað soleiðis, at líkamikið hvørjum vit spæla ímóti, so eru vit sjálv­ir størsti móstandarin. Tá vit spæla móti londum sum Fraklandi, Týsklandi ella Írland, er tað næstan óneyðugt at siga nakað við spælararnar. Motivatiónin er í topp, og allir spælararnir geva ein hundrað prosent inn­sats. Rakar mótstøðuliðið ikki dagin, so hava vit kanska ein kjans. – Móti Georgia komu vit kanska upp á 60 ella 70 pro­sent, men tað, sum er sjáld­s­amt, er, at vit blíva jagstraðir av Georgia í allar 90 minuttirnar. Teir vóru bólttryggir, men vit lótu teir eisini hava bóltin, og vit manglað allatíðina tvey ella trý fet í at koma til teir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum heldur, at Georgia hevði í so lætt spæl. – Vit tapa 6-0. Jákup hevur næstan ikki ein skitna troyggja, og teir hava einki hornaspark í øllum dystum. Aðrar dystir, tá ið vit hava tapt nógv, hava vit upplivað, at mótstøðuliðið hevur havt nógv hornspark, og at Jákup kanska hevur havt eina seks ella átta bjargingar. Georgia vóru effektivir, men tað er kanska líka nógv, at vit ikki levera vøran tann dagin, sigur landsliðsvenjarin. Stríðsviljin Jógvan Martin Olsen heldur, at hóast nógv verður tosað um spælistíl og spælarar, so má stríðsviljan hjá spælarunum verða í miðdeplinum. – Tá føroyska landsliðið hevur spælt, hava vit havt sum vørumerki, at innsatsurin hevur altíð verið góður. Vit vita væl, at føroyska landsliðið er ikki millum tey bestu í heiminum, men tá ið tað snýr seg um innsatsin, so flyta vit upp eftir listanum. – Og eg havi eisini sagt, at tá ið so nógvir nýggir spælarar fáa kjansin, so er tað eitt vónbrot, at so nógvir spælarar ikki raka dagin ímóti Georgia. Hinvegin veit eg væl, at stórt potentiali er í spælarunum. Eitt er at hava talent, nakað annað er at spæla fyri føroyska lands­liðið, tí tá ert tú noyddur at levera ein stóran arbeiðsinnsats hvørjaferð. Gott skotskt landslið Hóasta tað vóru fleiri spæl­ arar, sum høvdu ein iva­ saman innsats ímóti Georgia, valdi Jógvan Martin Olsen at senda boð eftir øllum teimum somu spælarunum til dystin ímóti Skotlandi. – Tá ið tú tekur ein hóp út til landsliðið, hevur tú gjørt tær nakrar vurderingar. Tú vigar fyri og ímóti og kemur til eina niðurstøðu, sum er væl gjøgnumhugsað. Ein dag aftaná, at tú hevur tikið ein hóp út, kemur tú ikki til eina heilt aðra niðurstøðu. So nógvar spælarar hava vit hóast alt ikki at velja ímillum í Føroyum, sigur landsliðsvenjarin. Hann roknar við einum truplum dysti leygardagin. – Vit møta einum skotskum liði, sum ikki spælir so skotskt sum undanfarin lands­lið, vit hava spælt ímóti, og eg haldi, at hetta er tað besta skotska landsliðið, sum vit nakrantíð hava spælt ímóti. Teir eru farnir at spæla meira europeiskt, teir spæla skjótt og ikki við so nógvum langum bóltum longur, sigur Jógvan Martin Olsen. Stríðsviljin skal vera vørumerkið – Seinast, vit spældu ímóti Skotlandi, kom meira enn helvtin av hópinum frá feløgum uttanlands. Vit høvdu kanska bara átta spælarar úr føroysku kappingini, men her er støðan broytt. Hví støðan er soleiðis, veit eg ikki, men tað er ikki serligt gott fyri føroyskan fótbólt, at vit ikki hava fleiri spælarar, sum spæla uttanlands, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Mynd: Álvur Haraldsen