Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 Vikuskifti 21 Sannlíkindini fyri at júst ommu, dóttir og ommu­ sonur skulu fylla sama dag er nógv minni enn, tá vit rokna við trimum tilvildarligum familjulimum Petur Zacha­riassen, hagfrøðingur vikuskifti SAMBAND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Mánadagin í síðstu viku bleiv ein lítil fittur drongur føddur á landssjúkrahúsinum. Sum so var hann ikki øðrvísi enn nakar van­ ligur nýføðingur. Tað ser­merkta við hesum drongi var bara, at hann var føddur á sama degi sum bæði mamma sín og omma sín. Er tað óvanligt, at mamma og barn fylla sama dag, so er tað einki minni enn eitt undur, at mamma, dóttir og ommusonur fylla sama dag. Og tó, hetta er júst tað, sum vit her í Føroyum vóru vitni til mánadagin 21. august. Ein serlig kensla Tað byrjaði alt við, at omman hjá lítla dreinginum, Eystrið Klakk­ stein, fekk eina dóttir sama dag, sum hon sjálv hevði føðingardag. Hon sigur, at hetta var eitt heilt serlig kensla, at fáa eina væl­ skapta dóttir í føðingardagsgávu. Men hon helt hetta eisini vera merkiligt: “Ja, tað var merkiligt knappliga at hava eina dóttir, sum fylti sama dag sum eg, men einasti munurin var, at nú skuldu tveir føðingardagar haldast ístaðin fyri ein.” Spurd um tað ikki var keðiligt hjá dóttrini at hava føðingardag sama dag sum mamman, sigur Eystrið: “Eg dugi væl at ímynda mær, at Ingunn til tíðir hevur hildið tað verið keðiligt. Men eg havi tvær døtur, sum fylla í august, so eg royndi sum best at halda teirra føðingardagar saman, og so kundi mín koma í aðru røð.” Men her blandar Ingunn seg uppí og sigur, at hon ongantíð hevur hildið hetta vera keðiligt, tí hon fekk altíð tann føðingardagin, sum hon vildi hava. Omman kann hava føðingardag fimta hvørt ár Mánadagin í farnu viku hendi so tað heilt sermerkta, at Ingunn fekk ein son. Tað sermerkta var ikki endiliga, at Ingunn fekk ein son, men heldur tað, at hesin drongur er føddur á sama degi sum mamma sín, men eisini á sama degi sum omma sín. Tað vil siga, at trý ættarlið í hesi familju fylla sama dag. So vit spurdu tær báðar Eystrið og Ingunn, hvussu hetta følilsi var, at vera trý fólk í ein­ um og sama ættarliði, sum fylla sama dag. Báðar hildu tær hetta vera heilt ótrúligt, men ikki bara tað. Tær hildu tað eisini vera undrunarvert, at hetta yvirhøvur ber til, serliga í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska. Síðani spurdu vit, hvussu føð­ ingardagarnir nú fóru at blíva hildnir, tá tey nú vóru heili trý fólk við sama føðingardegi. Til hetta segði Ingunn, at tað fór ikki at vera nakar trupulleiki. Lítli beiggin fór at fáa fyrsta rætt, og so kundi alt annað koma í aðru røð. Her var omman púra samd, men hon legði skemtandi afturat, at nú kundi omman bara halda føðingardag fimta hvørt ár. “Hjá mær er ikki so týdningar­ mik­ið at halda føðingardag, sum tað fer at vera hjá ommusoni­ num, so eg kann noyðast við at halda føðingardag, tær fáa ferðirnar eg fylli runt.” Møguleikin til staðar fyri fjórða ættarliði Omman, Eystrið, er at kalla ein ung omma. Sama dagin, sum hon bleiv omma, fylti hon 48 ár. Við hesum unga aldri í huga er ikki óhugsandi, at Eystrið fer at vera vitni til eitt fjórða ættarlið í síni familju. Dóttirin, sum er 25 ár, heldur tað slett ikki vera óhugsandi, og at tað hevði verið ótrúliga stuttligt, um hetta hendi. Enn stuttligari hevði verið, um nýføddi sonurin megnaði at fáa eitt barn tann 21. august, soleiðis at fýra ættarlið í somu familju høvdu fylt sama dag. Tær báðar halda tó, at hetta kanska hevði verið í so nógv av tí góða, men leggja afturat, at um tað hevði hent, so hevði tað verið ein tann mest ótrúliga hending, sum fólk kundu uppliva. Ein heilt óvanlig hending Lítli drongurin, sum er grund­ steinurin aftanfyri hesa fittu søgu, hevur tað gott. Hann er vælskaptur og er komin heim í øllum góðum. Nú hava vit í Føroyum verið vitni til eina ótrúliga hending, har fólk úr trimum ættarliðum í somu familju eru fødd sama dag. Nú verður spennandi at síggja, um lítli drongurin um eini 20 ella 25 ár fer at fáa eitt barn, sum fer at hava sama føðingar­ dag sum pápin, og harvið eisini sum omman og langomman. Hvussu ótrúligt hevði tað ikki verið! Um hetta fer at henda kunnu vit ikki siga nakað um, men sambært útrokningunum hjá Peturi Zachariassen, so er hetta ein næstan ógjørlig upp­ gáva. Undir øllum umstøðum hava vit verið vitni til eina sera óvanliga og fitta hending, har ein lítil familja í Norðragøta hevur glett okkum við eini rørandi sólskinssøgu. Trý ættarlið fødd sama dag Mánadagin 21. august bleiv ein lítil drongur føddur á landssjúkrahúsinum. Tað sermerkta við hesum lítla drongi er, at hann er føddur sama dag sum mamma sín, men ikki nokk við tí. Eisini omman hevur sama føðingardag, sum hesin lítli drongurin. Familja Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Vit fingu okkum eitt prát við Petur Zachariassen, har vit bóðu hann kanna, hvørji sannlíkindini eru fyri, at eitt heilt ættarlið í somu familju fyllir sama dag. Onnur hvør familja hevur ein felags føðingardag Tað fyrsta Petur segði í hesum sambandi var, at tað var ringt at meta um sannlíkindini, tí tað ber illa til at rokna útfrá ættarliðum. Hann valdi tó at gera eina roynd við nøkrum metingum, sum hann sjálvur ásetti, og her legði hann dent á, at hesi tøl ikki eru beinleiðis eftirfarandi, men at tey geva eina meting um sann­ líkindini. Um vit siga, at tað búgva 50.000 fólk í Føroyum, og at tað eru 25 fólk í hvørji familju, so eru 2.000 familjur í Føroyum. Hann segði víðari, at um ein familja inniheldur 25 fólk, so eru umleið 1.000 familjur, har tveir av familjulimunum fylla sama dag. Kemur fyri at trý fylla sama dag Víðari sigur Petur, at nú eru vit komin fram til, at 1.000 familjur hava tveir limir, sum fylla sama dag. Við 365 døgum í einum ári, so eru tað umleið 3 familjur (1000/365, blðm.), sum hava tríggjar limir, sum fylla sama dag. So sambært hesum út­­rokn­ ingum, so eru tað tríggjar fam­ iljur í Føroyum, har tríggir familjulimir hava felags føð­ing­ ardag. Óhoyrt at trý ættarlið hava sama føðingardag Tá vit siga, at tríggir familjulimir hava sama føðingardag, tá kann talan saktans vera um systkinabørn, pápabeiggjar og annað. Men at talan skal vera um trý ættarlið, har øll hava sama føðingardag, hetta heldur Petur Zachariassen vera sermerkt. “Tíverri ber ikki til at rokna sannlíkindi á ættarliðum, men hetta er sermerkt. Sannlíkindini fyri at júst ommu, dóttir og ommusonur skulu fylla sama dag er nógv minni enn, tá vit rokna við trimum tilvildarligum familjulimum,” sigur Petur at enda. Sannlíkindi eru til staðar Familja Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Vit fingu okkum eitt prát við Petur Zacha­ riassen, hagfrøðing á fróð­skapar­setrinum, í samband við, at ein omma, dóttir hennara og ommu­sonurin fylla sama. Trý ættarlið saman. Eystrið, Ingunn og lítli sonurin hjá Ingun, sum bleiv føddur tann 21. august. Tað sermerkta við hesum trimum er, at tey fylla øll sama dag. Mynd: Ella Larsen