Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Vikuskifti Nr. 168 - 1. september 2006 Hetta var eitt blandað fólkaslag. Amerikanarar, írar, onglendingar – og føroyingar, sum riggaðu av hendan dagin, nú holini skuldu fyllast aftur við mold, so veturin ikki skal fara ov illa við teimum. Ein av norðurírsku fornfrøð­ing­ unum, ið tyktist vera raskastur at balla presendingar oman yvir holini í lendinum og taka sær av tí praktiska, segðist eisini hava roynt seg sum hermann í Irak, áðrenn hann var komin higar at grava út Undir Junkarinsfløtti á Sandi. So var tað ikki bara í hasum Indiana Jones-filmunum, at ordiligir menn við eini hægri tilgongd til fornfrøðina funnust í einum og sama persóni, hugsaði eg við mær sjálvum. Tað hevur nevniliga gingið væl hetta summarið á Sandi at grava út. Áhugin millum manna hevur verið stórur, og m.a. Sandoyarstevnuni herfyri fekk almenningurin høvi at hyggja eftir útgrevstrinum. Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni, hevur drúgvar royndir í tílíkum rann­ sóknararbeiði, og hann hevur eisini verið við frá tí tey gravaðu út á Sandi longu seinast í seksti­ árunum. Hann himprast ikki við at kalla teir mongu fyrndarbý­ ling­arnar í bygdini eitt forn­frøði­ ligt keldusavn, og heldur varðvei tingarviðurskiftini vera optimal. Sandur hevur nevniliga við sínum víddum havt pláss fyri fleiri býlingum, og tí kundi tað undrað nógv, at kirkjan ikki stendur meira miðskeiðis í nú­ verandi bygdini, enn hon ger í dag. Svarið upp á hetta er tó, at hetta er tann sætta kirkjan, fólk vita um, sum hevur staðið á hesum staði, og at hon tí áður hevur staðið mitt í bygdum øki. Hví fólk eru flutt haðani, er torført at siga, men ein orsøk kann vera foksandur. Tann elsta búsetingin, ið er funnin her higartil, er frá uml. 800 og tann yngsta frá uml. 1100. Torfort at staðfesta Hvørji hesi fólkini hava verið, og hvaðani tey eru komin, er tó tru­ pult at svara í eini handa­vending, og um Føroya søga veruliga skal skrivast umaftur, sum róð varð fram undir í sjónvarpinum her­ fyri, er eisini meira enn ivasamt. – Her eru nógvir leysir endar, sigur Símun V. Arge, tá Sosial­ur­ in vitjaði í seinastu viku, áðrenn tey riggaðu av fyri summarið og løgdu mold í aftur útgrevsturin. Tað merkir tó ikki tað sama sum, at ikki nógv úrslit fyriliggja, og m.a. er tað ein fyrimunur, at útlendskir serfrøðingar fáa høvi at samanbera føroysku úrslitini við aðrar rannsóknir. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað, at kanna tað, ið funn­ ið verður. M.a. er nógv organiskt tilfar, m.a. plantuleivdir, funnið í onkrum av býlingunum, og út frá hesum ber til at kanna, hvørji djór tey hava havt, og hvat fólk og djór hava etið. Tó kann tað sokallaða “marine- árinið” ávirka kolevniskanningar nógv, og hetta skal síðani kann­ ast og rættast aftur við øðrum kanningum. Eisini er vert at minnast, at hundur og svín eta so at siga alt, og tí kunnu beina­ grindir frá hesum djórum vera torførar at kanna. Tó eru nógv svínabein funnin, sum verða mett at vera frá í seinasta lagi 1200-talinum. Til samanberingar kann nevnast, at í Íslandi hava tey bert funnið svínabein, sum eru frá umleið ár 1000. Svín vóru vanlig á stórgørðum. Eisini hava svín etið havføði, men hesi svínini verða hildin at hava etið landføði. 150.000 djórabein til New York Símun V. Arge leggur dent á, at tey, sum standa fyri útgrevstri­ num á Sandi, á ongan hátt kunnu sigast at hava ta endaligu loysnina ella svar upp á allar spurningar um upphav føroy­ inga. M.a. hava fornfrøðingar í nógv ár roynt at definerað vík­ ingaøldina, og nú eru tað tey, ið siga, at víkingaøldin byrjaði longu uml. ár 750, av tí at handilslívið blómaði í hesum tíðarskeiði, býarsamfeløg vóru, smærri kongaríki vórðu løgd saman, statir stovnaðir, og spurningurin er so, hvussu hetta ávirkaði Føroyar. Sambært tí fornfrøðiliga tilfarinum eru Føroyar bygdar um ár 800, men fólk kunnu vera komin higar áðrenn tað, sigur Símun V. Arge. Tað eru ikki funnir nógvir lutir í hesum útgrevstrinum á Sandi. Ofta eru tað slíkir lutir, sum við sínum sniðum og mynstrum kunnu beina gransk­ arar á rætta kós, tá metast skal um, hvørji fólk hava búð her, og hvørji tey vóru. Eisini er hetta hent, tá samanberast skal við fornminni í okkara granna­lond­ um. Eingi mannabein eru heldur funnin í toftunum, og orsøkin er helst tann, at tey flestu munnu vera grivin í kirkjugarðinum. Hinvegin er ein rúgva av djóra­ beinum funnin. Tilsamana hava tey funnið eini 150.000 djóra­ bein. Hesi eru svínabein, seyða­ bein, fuglabein, fliður o.s.fr. Hesi eru øll savnað í plastikk­ posar og verða send til New York, har tey verða kannað á starvsstovum. Síðani er ætlanin, at tey skulu sendast aftur til Føroya. Nógv fleiri fuglabein eru funnin á Sandi enn í út­ grevstr­um í okkara granna­lond­ um, har neyta- og seyðabein hava munin. Símun V. Arge sigur, at hetta er fyrstu ferð, at vit hava sjálva kelduna til búskapin hjá fólk­un­ um, ið hava búð her. Hvørjum tey hava liva av. Áður hava forn­ frøðingar bert funnið amboð, men her sæst m.a., hvussu fisk­ urin er hagreiddur. Eisini eru funnin fleiri fuglabein í út­ grevstrinum á Sandi enn aðra­ staðni í Útnorði. Fláirnar fjala fortíðina Tað var í 2000, at bakkin máaði heima á Sandi, og búsetingar­ fláir komu undan kavi. Rann­ sóknir hava avdúkað upp til 2 metrar tjúkkar fláir. Fyrsta árið varð m.a. ein brosja úr bronsu funnin, og drotningin fekk eitt avrit av hesum prýðisluti, tá hon vitjaði í Føroyum í fjør. Tað kann vera trupult at grava niður á búsetingarfláirnar, ið kunnu fjala seg einar tveir metr­ ar undir fláum av foksandi. Tí er nútímans tøkni komin væl við, tí nú slepst undan at grava dýrar og langar veitir í lendið. Eitt nú eru dømi, at fornfrøðingar ikki hava mett øki í Sandsbygd vera egna til almenna nýtslu, tí fos­ fatinnihaldið í jørðini hevur verið so stórt, og gevur tað ábendingar um, at fólk og djór hava búleikast har. Í øðrum londum verða gjørdar geofysiskar skrásetingar. Fleiri hættir eru tó, ið kunnu brúkast. Í samstarvi við ávikavist føroysku og bretsku og fyritøkurnar Munin og GSB Prospection eru gjørdar sonevndar resistivitets- og georadarmátingar, og forn­ frøðingarnir vænta sær nógv av hesum úrslitunum. Grundað á hesi úrslit ber til at seta á at grava, har tað verður mett at vera áhugavert og úrslit kunnu spyrjast burtur úr. Nýggja tøknin er eisini góð til at miðla ella geva hesa vitan víðari til onnur, tá kanningarúrslitini eru klár at leggja fram fyri almenn­ ingin. Týdningarmikið er eisini at fáa staðfest, hvar virðismikil fornminni goyma seg, og hvørji øki sandingar kunnu brúka til Rannsóknirnar heima á Tá bakkin fram við forna kirkjustaðnum á Sandi máaði í 2000, komu ymsar fornar búsetingar undan kavi. Síðan 2002 hava føroyskir og útlendskir fornfrøðingar kannað staðið, og í undanfarnu viku vóru tær seinastu rannsóknirnar gjørdar í ár. Tey hava ikki funnið nógvar lutir, men harafturímóti eini 150.000 djórabein, ið nú verða send til kanningar í New York FORNMINNI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo