Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 Vikuskifti 23 Sandi av á hesum sinni onnur endamál enn bert at varð­ veita fornminni. Sum onkur tók til í skemti, so fáa sandingar helst brúk fyri meira kirkju­ garðsplássi um nøkur ár, og tað hevði nokk ikki verið so heppið, um teir noyddust til Skopunar í hesum ørindum. Útlendsk fígging Fornfrøðiligu rannsóknirnar í summar hava verið meira um­ fatandi enn undanfarin ár. Um­ framt at kanningar eru gjørdar í sjálvum Junkarinsfløtti, er bakk­ in har sum nevnt eisini kannaður. Eisini bakkin á Sondum er kann­ aður. Áður hava rannsóknirnar tíðarfest fláirnar á hesum støð­ um til elstu miðøld, men av Forn­ minnissavninum verður sagt, at helst eru tær upp aftur eldri. Símun V. Arge vísir á, at talan er um mest umfatandi vísinda­ liga útgrevsturin, sum er gjørdur í Føroyum. Vanliga er bert talan um neyðgrevstur her á landi, tvs. tá fornfrøðingar kanna eitt lendi, áðrenn ein vegur kann leggjast ígjøgnum tað ella tað kann brúk­ ast til onnur endamál. Tað er í høvuðsheitum olju­ felagið Anadarko, sum hevur stuðlað verkætlanini. Tað er Olju­ fyristitingin, ið skal góðkenna slíkan stuðul frá oljufeløgum, og í hesum føri var serliga lagdur dentur á, at slíkur útgrevstur helst fer at koma føroysku ferða­ vinnuni til góðar. Partar av stuðli­num til rannsóknina eru eisini komnir frá amerikanska vísindagrunninum The National Science Foundation og City University of New York North­ ern Science & Education Center. Harafturat hevur Smyril Line stuðlað. Tað eru serliga fólk av universi­ tetunum í Bradford og Durham, ið hava luttikið í grevstrinum. Sum ein tók til, so var áhugavert at kanna landnám í Føroyum, tí talan var um sokallað “virgin landscape”, tvs. at helst hevði eingin verið her áður enn tey, sum búsettust í Føroyum um ár 800. Í t.d. Írlandi hava fólk búð fleiri øldir fyri okkara tíðar­rokn­ ing. Nógv av teimum 15 fólkunum, ið tóku lut í útgrevstrinum, komu úr Hetlandi fyri ólavsøku, har tey í ein mánaða høvdu rann­ skað fornminni. Fleiri teirra eru starvsfelagar, ið seinastu nógvu árini hava samstarvað í t.d. Íslandi og Grønlandi. Harafturat fingu føroysk lesandi høvi at vera við í arbeiðnum. Tey kunnu sostatt samanbera Føroyar við onnur lond rundan um okkum, og hevur hetta nógv at týða fyri granskingina. Eitt nú eru svína­ beinini frá útgrevstrinum á Sandi longu farin til aðrar verk­ ætlanir, har DNA skal kannast. Á Sandi búðu tey øll saman á Ísansgarði, og lótu tey væl at. Umframt at hetta var hugnaligt, var hetta eisini praktiskt, tá úr­ slit skulu kannast og faklig sambond knýtast. Tey verða helst aftur at síggja á Sandi næsta summar. Eini 150.000 djórabein eru funnin í útgrevstrinum á Sandi, sum verður mett at vera eitt sera virðismikið keldusavn. Tey verða øll send til New York til kanningar. Helst verða tey eisini nýtt í øðrum kanningum uttanlands og samanborin við kanningarúrslit í okkara grannalondum Símun V. Arge greiðir frá um fláirnar, har tey ymsu tíðarskeiðini síggjast, sum var talan um eina krossskipan ella stabbamynd við nýmótans hagtølum. Kanska hevur foksandur, sum er í onkrum av fláunum, verið ein orsøk til, at fólk eru flutt haðani.