fríggjadagur 1. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 168 - 1. september 2006
Hví er neyðugt við einum samleika?
Skulu vit hava búmerki?
Eitt búmerki skal vísa, hvør tú ert, hvat tú gert, og hvar tú fert. Eitt búmerki skal
skapa afturkenslu, samleika og virðing, alt í samsvari við tína sjálvsfatan. Eitt
búmerki skal vera greitt og eintýtt.
Løgtinginum tørvar eitt búmerki. Hvussu skal tað síggja út? Hvat skal tað bera
fram? Hugsið um hetta, setið fleiri orð á tekningina og fáið eitt gott hugskot,
hvussu búmerki Løgtinsins skal síggja út.
Løgtingið bjóðar øllum at gera uppskot til búmerki
Búmerkið skal nýtast í dagliga virki tingsins, t.e. á heimasíðu, brævpappíri og
øðrum, sum Løgtingið brúkar. Búmerkið skal lýsa endamálið og uppgávurnar
hjá tinginum.
Støddin á tekningini skal vera uml. A4 (21 x 29 cm). Búmerkið skal ikki vera í
fleiri enn 3 litum á hvítari bakgrund, skal vera einfalt í strikuni, so tað kann
minkast í stødd til uml. 1,5 cm x 1,5 cm. Harumframt skal búmerkið kunna
prentast í svørtum/hvítum.
Tekningarnar skulu ikki vera undirskrivaðar, men eitt fimmstavað tal verður sett
við lítlum í niðasta vinstra horn á tekningini. Navn, bústaður og telefonnummar
verður lagt hjá í afturlatnum brævbjálva, sum hevur sama tal sum tekningin.
Í dómsnevndini eru formansskapurin í Løgtinginum, Palli Gregoriussen, arkitektur,
Ingi Joensen, grafiskur sniðgevi og Hansina Iversen, listamálari. Løgtingið tilskilar
sær rætt til at velja frítt, um vinnarauppskotið verður brúkt til endaliga búmerkið.
Latin verður ein virðisløn uppá 50.000 kr.
Stephanssons Hús
Av tí at ov fá uppskot komu inn til búmerkjakappingina, hevur formansskapurin í samráð við dómsnevndini avgjørt at leingja freistina at senda inn uppskot til kappingina
til 25. september 2006. Vinarliga send uppskotini til Løgtingið, Postrúm 208, FO-110 Tórshavn.
lýsingar