fríggjadagur 5. januar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 5. januar 2001
3
2
Nr. 3 - 5. januar 2001
– Eftir øllum at døma
hava kommunurnar
fingið lovað, at tær
fáa eitt ávíst rásarúm
sjálvar at gera av,
hvør hevur uppiborið
frípláss og hvør ikki
hevur, tá ið tær
yvirtaka økið, sigur
Kristian Magnussen
FRÍPLÁSS
Turið Kjølbro
Í løtuni liggur lógaruppskot
í Trivnaðarnevndini um at
leggja ábyrgdina og út-
reiðslurnar av fríplássum út
til kommunurnar at umsita.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna
í
al-
manna- og heilsumálum,
legði uppskotið fyri tingið í
desember. Talan er um
løgtingslóg um broyting í
lóg um barnaforsorg. Lógin
skuldi eftir ætlan koma í
gildi 1. januar, men enn er
hon ikki avgreidd.
Um somu tíð sum nýggj
barnagarðslóg kom í gildi
seinasta summar, yvirtóku
kommunurnar kostnaðin av
at reka barnagarðar og dag-
røkt. Síðani er samgongan
vorðin samd um, at komm-
unurnar eisini skulu bera
kostnaðin av teimum fíggj-
arligu
fríplássunum.
Í
barnaforsorgarlógini verð-
ur tosað um sosial, peda-
gogisk og fíggjarlig frí-
pláss. Tey sosialu og peda
gogisku fríplássini skal
landskassin
framvegis
rinda eftir uppskotinum.
Lógloysi
Tað skulu framvegis vera
barnaverndirnar, sum skulu
taka støðu til, hvørt frípláss
verður játtað, men í mun til
í dag, eru tað kommunur-
nar, sum skulu gjalda fyri
tey fíggjarligu fríplássini.
Hetta merkir, at játtanar-
myndugleikin verður tann
sami sum higartil, lands-
kassin rindar framvegis fyri
tey sosialu og pedagogisku
fríplássini, meðan komm-
unurnar rinda tey fíggjar-
ligu fríplássini. Tað skal tó
sigast, at tey flestu frípláss-
ini, sum eru úti um landið í
dag, eru fíggjarlig frípláss.
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður og limur í
Trivnaðarnevndini, tekur
als ikki undir við, at komm-
unurnar yvirtaka umsiting-
ina og útreiðslurnar av frí-
plássum.
–
Eg stúri fyri, hvat
fer at henda úti um landið,
um kommunurnar skulu
umsita fríplássini. Smáu
kommunurnar
verða
noyddar at fáa eina umsit-
ing upp at standa, sum skal
taka sær av fríplássunum
og so kunnu tær í hvørjum
einstøkum føri fara inn og
kanna umsøkjararnar til
frípláss. Hvørji foreldur
liva saman og hvørji ikki.
Eftir øllum at døma hava
tær fingið lovað, at tær fáa
eitt ávíst rásarúm sjálvar at
gera av, hvør hevur uppi-
borið frípláss og hvør ikki
hevur. Sostatt verða øll ikki
líka fyri lógini. Hetta setur
rættartrygdina hjá fólki í
stóran vanda. Vit fara at fáa
ymiskar standardir í teim
ymsu kommununum og tað
kann føra við sær, at fólk
fara at flyta ímillum komm-
unur, sigur Kristian Magn-
ussen.
Løgtingsmaðurin heldur
tað vera ein óskikkur at
koma við broytingum sum
hesum so seint á árinum,
eftir at allar kommunurnar
hava lagt fíggjarætlanirnar
fyri komandi árið. Tí upp-
skotið fer at føra við sær, at
kommunur
fáa
meirút-
reiðslur. Í uppskotinum
sæst, at samlað fer broyt-
ingin at kosta kommunun-
um slakar 5 mió. krónur.
Harav verður mett, at Tórs-
havnar kommuna eigur
helmingin.
– Tað letur til, at uppgáv-
ur verða bara tilvildarliga
tveittar út til kommunurnar
at umsita. Fyrst varð barna-
ansingarøkið lagt út, har
tær kommunur, sum høvdu
raðfest økið, vórðu revs-
aðar, síðani kom skattalætt-
in eftir at fíggjarætlanirnar
hjá kommununum vórðu
samtyktar, og nú skulu
fríplássini leggjast út, sigur
Kristian Magnussen.
Ov nógv brúkt
Formaðurin í Kommunufe-
lagnum, Jógvan K. Mørk-
øre, er samdur við Kristiani
Magnussen í, at tað er ein
óskikkur at áleggja komm-
ununum so stórar og um-
fatandi broytingar so seint á
árinum. Men í mun til løg-
tingsmannin heldur Jógvan
K. Mørkøre, at kommunur-
nar betur eru førar fyri til at
umsita fríplássini enn land-
ið. Og ikki minst kunnu
tryggja, at bert tey, ið av
røttum eiga at fáa frípláss,
fáa játtað eitt slíkt.
Her sipar fomaðurin í
kommunufelagnum til fólk,
sum
á
skattalistanum
standa fyri ikki at hava
vunnið eina krónu, men
sum fáa góða inntøku úr
útlandinum, umframt for-
eldur, sum ikki eru gift, har
inntøkan hjá eina foreldr-
inum er so mikið lág, at
hon lúkar treytirnar fyri at
fáa frípláss.
– Frípláss skulu játtast til
fólk sum hava tað fyri
neyðuni. Óneyðuga nógvur
peningur fer á skeivar
hendur. Uttan mun til, um
tað er landið ella kommun-
urnar, sum skulu gjalda frí-
plássini, er upphæddin,
sum verður brúkt til enda-
málið, alt ov stór. Skulu
kommunurnar
yvirtaka
hesa uppgávuna, eiga tær
eisini at hava ávirkan á
økið. Eitt nú kann tað hugs-
ast, at grundarlagið, sum
frípláss verða roknað eftir,
verður broytt, tí sambært tí
verandi verða frípláss játtað
um ein hevur eina vanliga
arbeiðsmannainntøka,
sigur Jógvan K. Mørkøre.
Formaðurin í kommunu-
felagnum ræðist ikki tank-
an, at einstøku kommunur-
nar skulu inn í hvørja
einstaka familju at kanna,
um viðurskiftini nú eru
soleiðis, sum tey síggja út á
pappírinum.
– Hetta eru viðurskifti
kommunurnar vita av kort-
ini. Í dag er sambært lóg
ikki loyvt, at bert inntøkan
hjá tí eina foreldrinum er
grundarlag fyri fríplássi.
Óskilið er so mikið stórt á
hesum øki, at henda broyt-
ingin fer bara at gera við-
urskiftini betri, sigur hann.
Hava foreldur inntøku
yvir 202.000 kr. verður
frípláss ikki játtað. Inntøka
á 170.000 kr. fær játtað 75
% av einum fríplássi, með-
an inntøkur á 157.000 kr.
og minni fáa fult frípláss.
Kristian Magnussen, løgtingsmaður:
Rættartrygdin
hjá fólki í vanda
Yvirtaka kommunurnar ábyrgdina og útreiðslurnar av fríplássum, er vandi fyri, at øll ikki vera
líka fyri lógini, metir Kristian Magnussen, løgtingsmaður og limur í Trivnaðarnevndini.
Formaðurin í Kommunufelagnum, Jógvan K. Mørkøre, metir hinvegin, at við yvirtøkuni fer at
bera til at nokta fólki frípláss, sum undir verandi skipan fáa játtað eitt slíkt, men sum ikki hava
uppiborið tað
Tilvildarliga vald mynd
Bíðilistin til
stovnspláss í
Klaksvík minkar í
hesum døgum við
48 børnum, nú
nýggi dagstovn-
urin Kjalarlon er
latin upp. Eftir á
bíðilistanum
standa 278 børn
BARNAGARÐUR
Turið Kjølbro
Lív er komið í nýggja
barnagarðin í Klaksvík.
Týsdagin komu 24 børn
inn um gátt á stovninum
fyri fyrstu ferð og
hálvan januar byrja 24
børn afturat. Stovnurin
er nomineraður til 60
børn, men helst verða
fleiri ikki tikin inn í
fyrsta umfari.
– Kjallarin er stórur
og møguleiki er fyri at
gera eina spælistovu til
dagrøktarbørn. Fyrr enn
vit taka støðu til tað og
hvat annars skal henda
á økinum, skal ein
heildarætlan gerast yvir
alt barnaansingarøkið í
kommununi, sigur Eyð-
gunn Samuelsen, for-
kvinna í sosialu nevnd
hjá Klaksvíkar býráð.
Nýggi stovnurin ligg-
ur við Kjalarvegin og
hevur fingið hóskandi
navnið
Kjalarlon.
Hvussu nógv hann kost-
ar er endaliga ikki gjørt
upp. Leiðari á stovnin-
um er Eydna Fredriks-
berg. Afturat sær hevur
hon 13 starvsfólk.
Framgongd
Síðani Klaksvíkar bý-
ráð fekk barnaansingar-
økið at umsita, er rætti-
lig ferð komin á út-
byggingarnar av stovns-
plássum.
– Tað tók tvey ár at
lata dagstovnin Mylnu-
húsið upp, tí lands-
myndugleikarnir skuldu
alla tíðina vera inni í
myndini og vit ikki
sjálv kundu gera av,
hvat skuldi henda. Nú
kunnu vit byggja út
nógv skjótari, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Peningur er settur av
á fíggjarlógini fyri árið,
ið júst er byrjað, til enn
fleiri stovnspláss. Um-
boð fyri kommununa
hava verið úti um seg og
hugt eftir húsum, sum
kunnu gerast um til
dagstovn.
– Fyrr enn alt økið er
endurskoðað,
verður
eingin avgerð tikin um,
nær og hvar næsti dag-
stovnurin kemur. Nógv
fólk eru flutt til Klaks-
víkar, nógv arbeiði er
og tí veksur bíðlistin til
stovnspláss eisini. Tað
er bara positivt. Vit
kunnu ikki gera annað
enn at fylgja við. Helst
gongur ikki long tíð
fyrr enn næsti stovnur
letur upp, sigur Eyð-
gunn Samuelsen.
Bíðilistin er í løtuni
278 børn.
– Í dag eru 327 á dag-
stovni og í dagrøkt í
kommununi. Bíðilistin
umfatar eisini tey 120
børnini, sum hava dag-
røktarpláss. Tey ynskja
øll stovnspláss, sigur
Jórun Niclasen, sam-
skipari á barnaansing-
arøkinum í Klaksvíkar
býráð.
Tríggir barnagarðar
eru í dag í Klaksvík,
Drotning
Margretu
barnagarður,
Mylnu-
húsið og Kjalarlon.
Børn komin
í Kjalarlon
Fyrr enn alt barna-
ansingarøkið er endur-
skoðað, verður eingin
avgerð tikin um, nær og
hvar næsti dagstovnurin
kemur, sigur Eyðgunn
Samuelsen, forkvinna í
sosialu nevnd í
Klaksvíkar býráð
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Avbjóðingar
Hóast løgmaður í
nýggjársrøðu fegnaðist
um, hvussu væl hevur
gingið, nam hann eisini
við avbjóðingar, ið
standa fyri framman.
Hann nevndi m.a. olju-
vinnuna. Fóta vit okk-
um ikki rætt, er vandi á
ferð. Vit skulu stýra
nýggju oljuvinnuni og
ikki øvugt var høvuðs-
boðskapurin.
Rætt ger løgmaður at
leggja stóran dent á
hetta mál. Tí talan er
um eina ótrúliga stóra
avbjóðing fyri føroyska
samfelagið. Henda
vinna fer neyvan bafa
at hava nakað gott við
sær. Vandi er í hvørjari
vælferð. Slíkur er tann
ávirkan oljuvinnan fær
á lønarlagið. Hvør fer
við fiskiskipi ella at ar-
beiða á flakavirki, tá og
um nógv hægri lønir eru
í oljuvinnuni og boð eru
eftir fólki! Hvussu verð-
ur við mentanina, nú
kanska útlendingar í
stórum tali koma til
landið! Hvussu við mál-
inum osfr.
Tað er rætt av løgmanni
at reisa hesar spurning-
ar. Tað vísir, at landsins
hægsti maður er varug-
ur við umrøddu vandar,
sum lúra í kjalarvørri-
num á oljuvælferðini.
Men her er tað kanska
eisini ein fyrimunur at
vera eitt lítið og lutvíst
væl útbygt samfelag, tí
samskiftið og harvið
tíðin og leiðin til at
varnast vandarnar, um-
røða teir og taka skila-
góðar avgerðir um teir,
er stytri enn í stórum
londum. Eftir røðu løg-
mans stendur umrødda
mál meira frammaliga í
hugaheimi okkara. Vit
verða líkasum longu nú
drigin uppí umrøðuna
og viðgerðina - uppí di-
alogin. Og soleiðis skal
eitt demokrati virka.
Sjálvandi skulu vit stýra
hesi vinnu og ikki øvugt
sum løgmaður vísir á.
Men vit mugu gera tað
við skynsemi og dugna-
skapi. Vandi er eisini á
ferð, um serstakar ser-
føroyskar loysnir skulu
finnast fyri eitt og alt.
Hóast oljuvinnan er stór
og nýggj, so er hon ein
vinna sum allar aðrar.
Hon verður rikin eftir
handilsligum treytum,
og tað er nakað, sum
eisini vit mugu taka til
eftirtektar. Nú hava vit
eins og íslendingar
dugað at ment fiski-
vinnuna uttan almennan
stuðul ol. Hetta er nak-
að, sum umheimurin
kann læra av, eins og
sending í BBC nú um
dagarnar so greitt vísti.
Hon snúði seg um,
hvussu Ísland megnar at
umsita fiskiríkidømi sítt
við eini vinnu, sum ikki
fær studning. Taka vit
oljuvinnuna, hava vit
heilt givið nakað av
læra av henni: at menna
okkara egna førleika, at
læra av øðrum at vera
kappingarførir í bæði
prísi og dygd.
Vit eiga at taka orð løg-
mans um avbjóðingar-
nar í oljuvinnuni í
størsta álvara. Og tað er
tí eisini við stórum á-
huga at bíðað verður
eftir tí kanning, sum
Fróðskaparsetur Føroyar
og bretska fyritøkan
Menas gera um avleið-
ingarnar, sum oljuvinn-
an fer at hava á før-
oyska samfelagið.
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI
DAGSINS MEINING
Dimma ein blaðstjóra
Georg L. Petersen er nú
einsamallur blaðstjóri á
Dimmalætting. Hetta hevur
nevndin fyri Dimmalætting
gjørt av, eftir at Beata L.
Samuelsen varð vald í
Tórshavnar býráð í novem-
ber umboðandi Sambands-
flokkin.
Beate
L.
Samuelsen
gjørdist ábyrgdarblaðstjóri,
tá Benny L. Samuelsen
legði frá sær í 1995, og tá
gjørdist Georg L. Petersen
blaðstjóri.
Blaðstjórastarvið hevur
verið í Samuelsen-familj-
uni í útvið 70 ár, tí longu
tíðliga í 30’unum gjørdist
pápi Beate og abbi núver-
andi blaðstjóran, Georg L.
Samuelsen,
blaðstjóri.
Hann røkti hetta starvið
líka fram í áttatiárini.
Beate L. Samuelsen hev-
ur farloyvi frá ábyrgdar-
blaðstjórastarvinum,
nú
hon er farin upp í politikk.
Hon verður í staðin vanligt
tíðindafólk við serligum
uppgávum, eitt nú at standa
fyri tí innsenda tilfarinum,
sum hon eisini hevur gjørt
higartil.
– Umframt at hon í størri
mun fer at takast við van-
ligan tíðindaflutning, tó
ikki slíkan, sum hevur
beinleiðis samband við tað,
hon tekst við í sínum polit-
iska lívi, segði Georg L.
Petersen við Dimmalætting
nú um dagarnar.
Í framtíðini verður tað so
Georg L. Petersen, sum fer
at skriva oddagreinarnar -
og har fara vit at merkja
broytingar, sigur hann.
Hann lovar, at hann fer at
vera meira kritiskur móti
Danmark - men eisini móti
fullveldinum. Hann ætlar,
at oddagreinarnar í Dimm-
alætting skulu vera ein ak-
tivur partur av kjakinum
upp til fólkaatkvøðuna, og
hann sær tað sum eitt mál,
at gera sítt til, at úrslitið av
fólkaatkvøðuni um full-
veldi verður eitt nei.
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 95 ára degnum
24.12.2000, takki eg hjartaliga. Gott nýggjár.
Heilsan
Anna Stenberg, Sandvík
Tøkk
Okkara hjartans tøkk senda vit tykkum øllum kring
landið, sum á ymsan hátt gleddu okkum á gull-
brúdleypsdegnum 21. oktober.
Eina serliga tøkk bera vit ætt og vinum og tí
stóru samkomu, sum vitjaðu okkum í Ebenezer og
gjørdu dagin so ógloymandi fyri okkum.
Vit eru Harranum sera takksom fyri hesi mongu
ár, vit fingu loyvi at liva saman við ætt og vinum í
hesum góða landi, sum Hann hevur signað so ríki-
liga bæði tímiliga og andaliga.
Vit senda øllum okkara bestu nýggjársynski við
bøn um, at Harrin framvegis skal signa fólkið, sum
her býr.
Judith og Osvald Kjærbo
Ein nýggjárs heilsan
Mítt kæra oyggjaland
og alt tað fólk har býr
standi saman um hettar land,
so náa vit á mál har frælsi býr.
Afturhaldið roynir at dyrgja
at fjøldin er slept uppá fjall,
og okkum ei kunnu forsyrgja
at fylla í okkara hjall.
Her búgva kvinnur og menn
sum tora at taka eina støðu,
og bróta upp um armar og royna enn,
at Føroyar skulu blíva sjálvstøðugar.
Kósin er sett, fara hjálandaveldið,
nú fara vit inn í nýtt ára skeið,
har taka vit stigið, at vit eiga valdið,
og tjóðin er føroysk, og fer sína leið.
Gott nýggjár øll somul
Heilsan Ólavur í Trøðini
umborð á M/S Delphinus tann 27.12.00