fríggjadagur 5. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Síðan týsdagin hava
fleiri herverk verið í
høvuðsstaðnum. Eitt
teirra varð framt í
hevnisøku móti
eigaranum av bili.
Talan er tó um
smávegis herverk,
sum eru framd móti
handli, bilum og
skutara. Enn er einki
nýtt at frætta frá
innbrotunum, sum
vóru á nýggjárinum
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Persónligt agg var atvoldin
til, at ein onkur føldi trongd
til at gera seg inn á ein per-
sónbil í miðbýnum í Havn í
hesi vikuni.
Bilurin stóð parkeraður í
miðbýnum, og hann hevur
fingið nakrar skøvur og
buklur av harðligu viðferð-
ini. Løgreglan upplýsir, at
tað var persónligt stríð,
sum var atvoldin til her-
verkið.
Ein annar bilførari var
heldur skakkur, tá hann
kom aftur til bilin, sum
stóð parkeraður á Hallar-
heygnum.
Har hevði onkur gjørt seg
inn á bilin, sum eisini hevði
fingið bæði buklur og
skøvur. Løgreglan kennir
ikki orsøkina til hetta her-
verkið.
Tað hava mest verið ak-
før, sum hava fingið av
grovfílini seinastu dagarn-
ar. Ein skutari, sum eisini
stóð í miðbýnum, hevur
eisini verið fyri herverki,
sum er meldað.
Blomsturhandilin Akku-
leya í Niels Finsensgøtu
hevur eisini staðið fyri
skotum. Hurðin í handlin-
um varð sparka inn, men
einki innbrot hevur verið,
og einki er horvið úr sjálv-
um handlinum, uttan rútur-
in í hurðini, sum reyk sær
ein túr.
Einki nýtt um
innbrotini
Um vikuskiftið fekk løg-
reglan fráboðan um trý inn-
brot í Havn. Tað var í Tórs-
høll, har tjóvarnir fingu
7.000 krónur og sigarettir
við sær, í Gamla Bókhandli
hvurvu nakrar hundrað
krónur og ein telefon og í
barnagarðinum á Varagøtu
tóku tjóvarnir eisini pening
við sær.
Løgreglan hevur enn ikki
handtikið nakran persón í
hesum málinum, og einki
nýtt er komið undan kavi.
Arbeitt verður framvegis
við málinum.
Ein kend útvarpsrødd
er tagnað. Gísmundur
er lagdur á hillina og
ætlanin er ikki at taka
hann framaftur í
bræði. Hann var
annars eitt rimmar
stjørnuskot, tá hann
fyrstu ferð trein fram
á pallin á sumri í 1999
BARNAÚTVARP
Stefan í Skorini
Síðst í november var Gís-
mundur fyri seinastu ferð at
hoyra í Útvarpi Føroya.
Síðani legði hann leiðina
aftur til Gíslands.
Gísmundur dróg nógvar
lurtarar at sær, og tað vóru
ikki bara børn, sum dámdu
væl at hoyra snjøllu rødd-
ina hjá Gísmundi. Eisini
vaksnum dámdu væl at
lurta eftir barnaútvarpin-
um, tá Gísmundur var á
skránni tvær ferðir um vik-
una í fjør.
– Eg haldi, at sending-
arnar við Gísmundi vórðu
nakað deyðar nú móti end-
anum. Tað var neyðugt at
finna uppá okkurt nýtt, um
tað skuldi halda fram, sigur
Katrin Nolsøe Joensen,
sum skipar fyri barnaút-
varpinum í ÚF.
– Eg vil ikki siga, at
Gísmundur er deyður, men
hann er fyribils lagdur á
hillina í óavmarkaða tíð. Eg
vil ikki útiloka, at hann
kann brúkast aftur einaferð
seinni.
Tað vóru Jonna og Kat-
rin, sum fingu hugskotið
viðGísmundi,
og
Kári
Sólstein eigur røddina hjá
Gísmundi.
–
Sendingarnar
við
Gísmundi
vóru
sera
væleydnaðar, og tað hevur
verið vert eina roynd. Tað
er eisini ringt at halda lív í
slíkum sendingum í longri
tíð, tí lurtararnir krevja
meira ella okkurt nýtt, sigur
Katrin.
Nú mugu lurtararnir tískil
venja
seg
við,
at
Gísmundur ikki verður at
hoyra aftur.
Fleiri herverk
í Havn
Gísmundur farin aftur til Gíslands
Gísmundur verður ikki aftur
at hoyra í barnaútvarpinum.
Fyri góðum mánaða síðan
var hann fyri síðstu ferð at
hoyra, og hann verður ikki
tikin framaftur í bræði.
Hann var annars væl
dámdur av børnum og
vaksnum, tá hann kom fram
Hósmorgunin
varð
ein
maður í 30-unum stevndur
fyri rættin. Hann er ákærd-
ur fyri siðamisbrot.
Løgreglan upplýsir, at
hetta er eitt gamalt mál,
sum av góðum grundum
ikki er komið fyri í rættin-
um enn.
Maðurin hevur nevniliga
ikki møtt upp í rættinum til
ta ásettu tíðina, tá málið
skuldi koma fyri. Tí hevur
løgreglan verið noydd at
taka mannin, sum er úr
Vágunum, og noyða hann
til at møta upp.
Tað hevur tíverri ikki
eydnast okkum at fáa hend-
ur á ákæruritinum.
Rann undan
løgregluni
Nr. 3 - 5. januar 2001
5
4
Nr. 3 - 5. januar 2001
gult cyan magenta svart
Sløk millión er sett av
á fíggjarlógini í ár til
at projektera nýggjan
studentaskúla í
Suðuroynni. Lands-
stýrismaðurin í
skúlamálum er farin
undir fyrireiking-
arnar, og innan eina
viku verður
bygginevnd sett
SKÚLABYGGING
John Johannessen
Innan trý ár kunnu stu-
dentaskúlnæmingar í Suð-
uroynni og lærarar teirra
flyta í nýggjan skúla fyri 22
milliónir krónur.
Tórbjørn
Jacobsen,
landsstýrismaður í skúla-
málum, hevur gjørt av, at
farast skal undir at byggja
nýggjan miðnámsskúla í
Suðuroynni sum skjótast.
Og á fíggjarlógini fyri
2001, sum varð samtykt
fyri jól, eru 800 túsund
krónur settar av til at pro-
jektera skúlan.
Landsstýrismaðurin
í
skúlamálum sigur, at fyri-
reikingararbeiðið er farið í
gongd, og innan eina viku
ætlar Tórbjørn Jacobsen
sær at seta eina byggi-
nevnd.
Vána umstøður
Miðnámsskúlin
í
Vági
heldur í verandi støðu til í
trimum bygningum í Vági.
Størsti parturin av virk-
seminum fer fram í einum
parti av Vágs Skúla, meðan
umsitingin og tvær skúla-
stovur eru í sokallaða
Gamla Posthúsinum, sum
varð umvælt til skúlan, tá
hann flutti til Vágs fyri
nøkrum árum síðani. Hesin
bygningurin er í góðum
standi, men er kortini alt ov
trongur.
Bókasavnið og uppi-
haldshøli hjá Miðnáms-
skúlanum eru í einum triðja
bygningi,
nevniliga
í
bygninginum, har býráðið
fyrr helt til. Hesin bygn-
ingur er í so ringum standi,
at hann stendur at rapa.
Orsakað av vánaligu um-
støðunum hjá Miðnáms-
skúlanum í Vági og orsakað
av búskaparligu ovurupp-
hitingini í miðstaðarøkin-
um, valdu landsins mynd-
ugleikar at útseta ætlanir-
nar um at byggja nýggjan
studentaskúla í Havn, og í
staðin at byggja ein nýggj-
an í Suðuroynni.
– Hetta var ein rein po-
litisk avgerð. Fóru vit at
byggja nýggjan skúla í
Havn, hevði hetta ávirkað
byggivinnuna nógv í ovur-
upphitaða miðstaðarøkin-
um. Og tað hevði helst eis-
ini ávirkað útjaðaran nega-
tivt. Tí valdu vit at byggja
nýggjan studentaskúla í
Suðuroynni, sum er ein av
teimum pørtunum í útjaðar-
anum, sum er ringast fyri,
sigur Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í skúla-
málum.
Verður helst í Vági
Løgtingið samtykti í átta-
tiárunum, at nýggjur Mið-
námsskúli skuldi byggjast í
Hovi. Tá var stríð um, hvar
ein ætlaður Miðnámsskúli
skuldi vera. Vágbingar
vildu hava skúlan til Vágs,
meðan tvøráfólk vildu hava
skúlan á Tvøroyri.
Hóast løgtingssamtykt-
ina, varð ein fyribils skúli
gjørdur í Vági, og har held-
ur hann til enn.
Stendur tað til Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismann
í skúlamálum, verður nýggi
skúlin bygdur í Vági.
– Skúlar vinna sær hevd,
har teir eru. Og nú hevur
Miðnámsskúlin
verið
í
Vági í so nógv ár, at tað
verður ein stór avgerð, ið
skal takast, um hann skal
flytast, sigur Tórbjørn Ja-
cobsen.
– Eg vóni ikki, at tað
aftur nú verður lokalt
rumbul um, hvar skúlin
skal vera, tí so verður ætl-
anin bara seinkað, ger
landsstýrismaðurin greitt.
Tórbjørn Jacobsen heldur
tað vera lítið sannlíkt, at
skúlin verður bygdur í
Hovi, eins og løgtingssam-
tyktin sigur. Tí verður helst
neyðugt hjá landsstýris-
manninum
at
leggja
uppskot fyri tingið, um at
broyta løgtingssamtyktina,
sum hevur verið brotin í
nógv ár.
Skal ganga skjótt
Ætlanin er, at arbeiðið at
fyrireika nýggja Miðnáms-
skúlan í Suðuroynni skal
vera liðugt í ár. Tí hevur
landsstýrið
sett
fýra
milliónir á løguætlanina
fyri 2002 til at byggja fyri.
Í 2004 eru eftir ætlanini 22
milliónir brúktar uppá skúl-
an, og tá skal hann standa
liðugur.
– Men sjálvsagt er tað
ongantíð betur, enn at ar-
beiðið kann klárast skjótari.
Men so má peningur eisini
játtast
til
tað,
sigur
Tórbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður í skúlamálum.
Fyrireika nýggjan studentaskúla
Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í
skúlamálum, ætlar, at
Suðuroyingar skulu hava
nýggjan studentaskúla tøkan
í 2004
Miðnáms-
skúlin í Vági
heldur til í
trimum
bygningum.
Ein teirra er
gamla
kommunu-
skrivstovan,
sum stendur
at rapa.
Mynd: Jens
Kristian Vang
Fyrsta urgan, sum stóð í
Skopunnar Kirkju, hevur
ferðast víða og nú er tað
aftur í Skopun. Hósdagin
fór tað aftur um fjørðin og
í framtíðini fer tað antin at
standa í kirkjuni ella á
bygdasavninum.
Søgan er hendan. Skop-
unnar Kirkja verður bygd í
tíðarskeiðnum 1895-97.
Meginparturin av tilfarin-
um stavar frá gomlu kirkj-
uni í Vestmanna. Vest-
menningar fingu um hetta
mundi eisini nýggja kirkju.
Við tilfarinum fylgdi eisini
urgan.
Ein ung genta í Skopun,
Karin Lukasen, seinni gift
Reinert var nom og lærdi
skjótt at spæla upp urguna.
Hon gjørdist fyrsti veruligi
organisturin í Skopun. Tá
kirkjan fekk nýggja urgu
fekk Karin gomlu. Karin
flutti til havnar og urgan
við. Tá Karin doyði fekk
dótturin Bodil Poulsen
urguna. Hon hevur staðið í
heimi hennara til Bodil
doyði í fjør. Hon hevði
testamenterað sínar ognir
til Adventistakirkjuna og
hendan kirkjan hevur givið
skopunningum
urguna
aftur.
Elis Poulsen hevur verið
ein av monnum aftanfyri at
fáa urguna aftur til bygd-
ina. Hann veit ikki enn
hvar urgan kemur at
standa. Kanska í kirkjuni,
men kirkjuráðið hevur ikki
tikið støðu til hetta enn. Í
løtuni stendur urgan á
kommunuskrivstovun i og
ein møguleiki er eisini at
seta hana í bygdasavni,
men tað verður ikki enn, tí
har eru umstøðurnar ov
vánaligar.
Kirkjuorgul aftur í Skopun
Adventistapresturin handar
Gerhard Lognberg,
bygdaráðsformanni, og Elis
Poulsen urguna