Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 5. januar 2001 7 6 Nr. 3 - 5. januar 2001 Tríggir av teimum seks flokkunum á tingi hava nú svarað fakfeløgunum upp á nakrar spurningar, sum tey vildu hava svar uppá. Men tað er bara tann eini av teimum trimum sam- gonguflokkunum, sum hevur svarað ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen Fakfeløgini hava ikki enn fingið svar frá øllum flokk- um uppá nakrar spurningar, sum tey vildu hava svar uppá hálvan desember. Tað var í sambandi við uppskotið um seming, sum Vinnumálastýrið gjørdi í november, at fakfeløgini sendu øllum flokkum skriv, har tey vildu hava at vita, hvørja støðu hvør einstakur flokkur hevði til málið. Fakfeløgini hildu, at upp- skotið var so grovur ágang- ur ímóti fakfeløgunum, at tey hildu at tað var neyðugt at fáa at vita frá hvørjum einstøkum flokki, hvørja støðu hann hevði til málið. Fakfeløgini siga, at ætlanin hjá Vinnumálastýrinum er er eitt dømi um, at samráðingarrætturin hjá fakfeløgunum verður ikki virdur. Tey vístu m.a. á, at eftir uppskotinum fór sem- ingsmaðurin at fáa næstan óavmarkaðar heimildir at útseta eitt verkfall og at tað hartil fór at verða næstan ógjørligt hjá fakfeløgunum at fella eitt semingsupp- skot, tí at atkvøðureglarnar blivu so fløktar. Sjeymannabólkurin hjá fakfeløgunum skrivaði tí 8. desember hvørjum flokki bræv, har tey heittu á flokk- arnar um at boða frá, hvørja støðu teir høvdu til upp- skotið hjá Vinnumálastýr- inum. Feløgini heittu eisini á flokkunum um at svara áðrenn ein vika va farin tvs. áðrenn hálvan desember. Tey søgdu eis- ini, at tey fóru at kunngera fyri limum sínum, hvørja støðu, hvør einstakur flokkur hevur. Tað fóru tey at gera, tí at tey hildu at tað hevði stóran týdning at fáa at vita, hvørja støðu hvør flokkur hevur til tey grund- leggjandi rættiindini hjá fakfeløgunum. Tríggir flokkar svarað Hóast tað er ein mánaði síðani, at fakfeløgini vildu hava svarini, eru tað bara tríggir av flokkunum, sum hava svarað. Tað eru javnaðarflokkur- in, tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin. Sostatt hava fólkaflokk- urin, sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ikki svarað. Tað vil so aftur siga, at av samgonguflokkunum, er tað bara tjóðveldisflokk- urin, sum hevur svarað. Svarini prenta vit niðan- fyri og á næstu síðu. – Vit taka undir ongum umstøðum undir við, at verkfals- rætturin hjá fakfeløg- unum verður fyri afturstigi, sigur javnaðarflokkurin í svari sínum til Sjeymannabólkin ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen Javnaðarflokkurin fer av øllum alvi at verja rættin hjá fakfeløgunum at virka fyri limir sínar. Tað sigur javnaðarflokk- urin í svari sínum til Sjey- mannabólkin hjá fakfeløg- unum. Sum sagt aðrastaðni í blaðnum hava fakfeløgini spurt hvønn einstakan flokk á tingi, hvørja støðu teir hava til uppskotið, sum vinnumálastýrið hevur gjørt um seming á arbeiðs- marknaðinum. Javnaðarflokkurin hevur svarað, at hann fer undir ongum umstøðum at taka undir við, at verkfalsrætt- urin hjá fakfeløgunum verður fyri afturstigi. – Flokkurin fer av øllum alvi at verja rættin hjá fak- feløgunum at virka fyri limirnar. Javnaðarflokkurin sigur, at hann heldur, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu hava avgerandi ávirk- an á arbeiðið at gera lóg- gávu, sum ávirkar teirra viðurskifti. Hetta er eisini galdandi fyri uppskotið um seming, sum Vinnumálastýrið legði fram í november. Flokkurin sigur, at lands- stýrismaðurin í vinnumál- um hevur váttað, at nevnd- in, sum upprunaliga ar- beiddi við málinum, nú fær málið aftur at arbeiða víðari við. – Hetta taka vit til eftir- tektar, men fara at fylgja málinum upp. Tí fer flokkurin onki at gera, fyrrenn eitt útspæl er komið aftur frá nevndini. – Uppskotið, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt um sem- ing, hevur ikki fingið politiska viðgerð í samgonguni, sigur Høgni Hoydal, for- maður tjóðveldis- floksins ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen Tjóðveldisflokkurin vil hava eitt nógv betri sam- skifti við fakfeløgini í sam- bandi við viðgerðina av arbeiðsmarknaðarmálum og øðrum, týðandi sam- felagsmálum. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisflok- sins, í svari sínum til fak- feløgini uppá spurningar- nar um uppskotið um sem- ing. Hann heldur at hetta samskiftið er neyðugt fyri at hava javngott innlit í og javngóða vitan um fakfe- lagspolitikk og fakfelags- sjónarmið. Annars vísir hann á, at uppskotið, sum Vinnumála- stýrið hevur gjørt um sem- ing, hevur ikki fingið við- gerð í flokkunum í sam- gonguni. – Okkum kunnugt hevur endamálið frá fyrsta degi verið, at partarnir á arbeiðs- marknaðinum skuldi vera við í hesum arbeiðnum. Alt slíkt arbeiði eigur at fara fram eftir teimum formligu reglunum í politisk skipanini, sigur Høgni Hoydal. Rætturin ikki skerjast Annars sigur formaður tjóðveldisfloksins, at tað er, og skal vera, ein grundlóg- artryggjaður rættur at skipa seg í felag og at samráða seg til rættvísar sáttmálar og vunnin rættindi á ar- beiðsmarknaðinum. Undir hetta hoyrir eisini verkfals- rætturin. – Hesin rættur skal ikki kunna skerjast av lóggávu- valdinum. Annars heldur Høgni Hoydal, at vit sjálvandi skulu gera skipanir, sum byggja á føroyskar royndir og føroyskan tørv. – Men lóggevandi valdið skal ikki leggja seg út í samráðingar á arbeiðs- marknaðinum, men skal bert skapa rættarkarmarnar. Partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum skulu sjálvsagt vera við í arbeiðnum, og skulu hoyrast, tá ið uppskot verða gjørd, sum ávirka arbeiðsmarknaðin. Høgni Hoydal sigur í svarinum til fakfeløgini, at hetta er ikki bara eitt form- ligt krav. Tað er eisini al- neyðugt fyri at fáa semju og undirtøku, um tær ymsu skipaninar skulu fáast at virka í samfelagnum. Hann heldur eisini, at tað er neyðugt við greiðum linjum ímillum politisku skipanina og arbeiðsmarkn- aðin. Annars heldur hann, at tað eru nógv mál, sum tað er neyðugt at skifta orð um og at viðgera gjølliga. Nøkur av hesum málum eru eftirlønar viðurskifti, barnsburðargrunnur, skip- anir um dagpening egna sjúku, eftirútbúgvingar, uppsagnarreglur og ar- beiðsumhvørvi. Tríggir flokkar hava svarað fakfeløgunum Fakfeløgini skulu hava sín fulla rætt til at virka.Tað halda í hvussu so er teir tríggir flokkarnir, sum hava svarað uppa brævið frá Sjeymannabólkinum uppá nakrar spurningar, sum fakfeløgini vildu hava flokkarnar at svara uppá Javnaðarflokkurin: Vit vilja verja fakfeløgini av øllum alvi Tjóðveldisflokkurin: Løgtingið skal ikki kunna skerja rættin hjá fakfeløgunum – Lóggevandi valdið skal ikki leggja seg út í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum, men skal bara skapa rættarligu karmarnar, heldur Høgni Hoydal – Nú gera vit onki, fyrrenn nevndin, sum arbeiðir við málinum er komin við ein um útspæli, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins við Sjeymannabólkin – Men mær dámar betri at vísa tað í verki enn í orðum, sigur Jenis av Rana ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen – Ongin av tykkum átti at verið í iva um mína støðu, tá ið tað snýr seg um at ágang ímóti fak- felagsrørsluni. Tað sigur miðflokkur- in í svari sínum uppá spurningarnar frá Sjey- mannabólkinum í sam- bandi við uppskotið, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt um seming. Jenis av Rana, for- maður floksins, sigur, at so leingi hann er í floks- leiðsluni, sær hann tað sum eina av fremstu endamálum hjá flokkin- um at verja ímóti ágangi og sostatt eisini ágangi ímóti fakfelagsrørsluni. – Men hinvegin dámar mær best at vísa hetta í verki, heldur enn bara í orðum - og tá ið eg eri í andstøðu, leggur hann afturat. Alt annað enn hugtikin Annars hevur formaður Miðfloksins eisini hug at skjóta eftir fakfeløg- unum. Tí í svarinum sigur Jenis av Rana, at hann er alt annað enn hugtikin av stríðsviljanum, sum mong av fakfelagsfólk- unum vísa, tá ið á stend- ur. Hann heldur, at tær seinastu sáttmálasam- ráðingarnar eru besta dømi um hetta. – Undir teimum sam- ráðingunum kláraðu fleiri av fakfelagsfólk- unum seg beinleiðis ússaliga. Jenis Av Rana sigur, at tíverri roknar hann eisini við, at summi av fakfe- lagsfólkunum eisini fara at hókna. nú málið um hetta nýggja uppskotið um seming er fyri, og ágangurin fer at harðna. – Tit tykjast at gloyma, at tað er at enda í einum stríði og ikki í fyrstuni og at tað er í verki og ikki í orðum, at styrkin skal vísast. Jenis av Rana vísir eisini til, at Sjeymanna- bólkurin sigur í við- merkingum sínum til uppskotið, at nakrir av teimum stóru flokkun- um á tingi hava havt virðing fyri teimum ser- eyðkennum, sum hava myndað føroyska ar- beiðsmarknaðin Tað skilir Jenis av Rana ikki. – Meina tit við fólka- flokkin ella sambands- flokkin?, spyr hann. – Tað kann í hvussu so er ikki vera tjóðveldis- flokkin, ella tað, sum einaferð nevndist javn- aðarflokkurin, tí tað vóru teir, sum mundu gjørt av við okkum og tykkum, tá ið harðast leikaði á. Hann sipar til lønar- niðurskurðin, uppsagn- irnar, karensdagarnar, at frítíðin varð stytt, o.s.fr. Jenis av Rana biðjur fakfeløgini vælsignað ikki vera so stuttmint. – Lærið heldur av søguni. Annars fara teir at halda á at flenna at, og at koma til tey somu við rokningini - tá íð tit hava mest brúk fyri hjálp, sigur Jenis av Rana. Miðflokkurin: Okkara fremsta mál er at verja ímóti ágangi Jenis av Rana hevur hug at skjóta eftir fakfeløgunum og hann biðjur tey ikki vera so stuttmint – Ber tað ikki til at finna eina samráð- ingarloysn á ósemj- uni um nýggja vakt- arskipið Brimil, mugu aðrar loysnir finnast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýris- maður í fiskivinnu- málum SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður í fiskivinnumál- um, vil hava ósemjuna um nýggja vaktarskipið, Brim- il, loysta nú. Samstundis vil hann hava støðuna gjørda upp í sam- ráðingunum ímillum mann- ingarfeløgini og Fíggjar- málastýrið. Hann fer tí nú at spyrja Karsten Hansen, lands- stýrismanni í fíggjarmál- um, um tað yvirhøvur ber til at fáa eina samráðingar- loysn á ósemjuni um Brim- il. – Nú hava Fíggjarmála- stýrið og manningarfeløg- ini samráðst so leingi, at nú eigur tað at bera til at stað- festa, um tað ber til at koma longur við samráðingum ella ikki. Jørgen Niclasen vísir á, at tað er rættiliga langt ímillum samráðingarfund- irnar og at nú hevur onki samband verið ímillum partarnar síðani nakað væl fyri jól. Hetta týðir ikki uppá tann stóra samráðing- arviljan. Tað eru ymsir møguleik- ar royndir, eitt nú at gera manningina til tænastu- menn og at fáa semings- mann uppí. – Úrslitið av hesum royndunum benda ikki á, at tað ber til at fáa eina sam- ráðingarloysn, sigur Jørgen Niclasen Tveir møguleikar eftir Hann sigur, at sostatt tykist tað, sum um at tað bara eru tveir møguleikar eftir. Annars møguleikin er at bíða, men tað er fiskimála- ráðharrin ikki sinnaður til. Hin møguleikin er at taka málið upp politiskt og at loysa tað onkusvegna tann vegin. Í øllum førum eiga vit at gera støðuna upp nú. Ber tað til at fáa eina samráð- ingarloysn, so eiga partar- nir at fáa hana. Men ber tað ikki til, eigur tað at verða staðfest nú, so at vit koma víðari og fáa loyst málið aðrar vegir. Jørgen Niclasen sigur, at tað eru ymsir møguleikar at loysa málið politiskt. Ein møguleiki er at gera eitt sáttmálauppskot, har lønin hjá manningini er ásett, og leggja tað fyri tingið. Ein annar møguleiki er at leggja eitt uppskot fyri tingið um at gera mann- ingina til tænastumenn. Ein triði møguleiki er at bjóða Brimil út til eitt privat felag at reka, so at landsstýrið kann keypa vaktar- og bjargingartænastu frá tí felagnum. – Men hvør loysnin verð- ur, má sjálvsagt viðgerast politiskt, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at tað hevur týdning at Brimil kemur í sigling nú. – Várróðurin stendur fyri framman og eg hevði følt meg nógv tryggari um vit hava tvey skip, sigur lands- stýrismaðurin í fiskivinnu- málum. Vil hava ósemjuna um Brimil loysta nú Tað er nógv, sum bendir á, at tað ber ikki til at fáa eina samráðingarloysn á óasemjuni um nýggja vaktarskipið, Brimil. Men so má tað staðfestast nú, so at vit kunnu koma víðari, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður