Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 5. januar 2001 9 8 Nr. 3 - 5. januar 2001 Í somu stovu í Gamla Skúla við Gøtugjógv, har hon fyri 30 árum síðan fór í fyrsta flokk, fer borgar- stjórin í Gøtu Kommunu nú at sita og leiða bygdarráðs- fundirnar komandi valskeiðið PERSÓNSLÝSING Edvard Joensen Hon hevur ongantíð sitið í bygdarráðnum fyrr, men er nú vorðin borgarstjóri í eini kommunu, sum telur næst- an 1.000 íbúgvar, sum búgva í fýra bygdum. Vit eru stødd í Gamla Skúla við Gøtugjógv fyrsta dag, Haldóra Ranghamar er til arbeiðis sum borgarstjóri í Gøtu Kommunu. Fráfar- andi borgastjórin støkkur inn á góvið við fartele- fonini, sum handast skal víðari og hóttir skemtandi við at koma aftur seinni við einum kassa við truplum og óloystum málum. Nýggi borgarstjórin, Hal- dóra Ranghamar, er gøtu- kona um ein háls. Hevur altíð búð í Norðragøtu undantikið eitt stutt skeið, tá hon var í Englandi og ar- beiddi. Hon er 37 ára gom- ul, útbúgvin bankafólk og nú vorðin borgarstjóri hálva tíð, meðan hin hálvan fram- vegis verður brúkt í Føroya Banka í Saltangará. – Tað er ikki so galið, at borgarstjórastarvið er hálv- tíðarstarv, sigur Haldóra Ranghamar. So ber kortini til at varðveita sambandið við arbeiðsplássið og sam- stundis fylgja við í menn- ingini, sum alla tíðina er har. Hinvegin hevur tað eisini nógvar fyrimunir við sær fyri borgaran, at hann veit, at borgarstjórin er at hitta fastar tíðir í staðin fyri at noyðast at leita eftir hon- um, hvar hann nú kann vera at finna eftir arbeiðstíð, sum ikki hevur verið so heilt óvanligt mangastaðni. Hjá henni persónliga er tað eisini ein avgjørdur fyrimunur, at hon hevur arbeiðstíð um dagin, greiðir Haldóra frá. Hon er einkja og er á tíggjunda ári einsa- møll við nú 12 ára gamla soninum. So tað er ikki so galið at vita, at hóast hon er við í kommunalpolitikki, ber til at hava frí viðhvørt. Og frítíðina nýtir hon nógv saman við soninum, sigur hon. Hann svimur og spælir fótbólt, og har er hon og hyggur at, eins og hon ferðast við, tá farið verður aðrastaðni. Sjálv ger hon ikki nakað við slíkt longur. Hevur spælt hondbólt sum yngri og fekk um byrjanina av kvinnufótbóltinum, tá hann tók seg upp her á landi. Men tað er kortini ikki bara yngru fótbóltsdeildun- um, hon fylgir við. Nei, nei. Eins og hjá gøtufólkum flestum er tað eisini fyrstu deild hjá GÍ, sum hugurin stendur til. Hart tikin Haldóra Ranghamar hevur verið uppstillað einaferð fyrr til bygdarráðsval. Tað var til valið í 1996, men tá varð hon ikki vald. Hesaferð varð hon aftur biðin um at stilla upp og játtaði, hóast tað í og fyri seg kundi gjørt tað sama. Hon hevði ikki loyvi at nokta kortini. Men hon hevur als einki valstríð rikið, sigur hon. – Teir, sum settu meg á listan, væntaðu nokk ikki, at eg fór at verða vald kortini, flennir hon. Men tað varð hon so, hóast rættiliga nógv vóru at velja ímillum. Ikki færri enn fimm listar vóru til bygdarráðsvalið í Gøtu. Fýra politiskir og ein utt- anflokkalisti. Umleið tíggj- unda hvørt fólk í Gøtu Kommunu var uppstillað til valið. Haldóra Ranghamar er vald á Sambandslistanum. Ikki er tað tí, at hon hevur verið aktiv í politikki yvir- høvur, at hon kom á ein politiskan lista. Tað man meira vera tí, at hon er genetiskt sambandsfólk, heldur hon. Hon er ein av trimum kvinnum í nýggja bygdar- ráðnum. Og tað heldur hon vera hugaligt, at tríggjar kvinnur eru í bygdar- ráðnum. Hóast tær ikki hava meiriluta kortini. Tí menninir eru fýra, og av teimum eru tríggir, sum hava sitið í bygdarráðnum fyrr. So tey nývaldu eru kortini í meiriluta í bygdar- ráðnum í Gøtu Kommunu. Tað lá ikki í kortunum soleiðis, at hon skuldi ger- ast borgarstjóri, sigur Hal- dóra Ranghamar. Men hon varð spurd og játtaði, og so gjørdist tað bara soleiðis. Sjálv helt hon eisini, at tað var í so djarvt at fara ný- vald og taka við sum borg- arstjóri. Men tað er ein av- bjóðing, og so er bara at taka við og gera tað ordi- ligt, heldur hon. Haldóra Ranghamar sig- ur tó, at bygdarráðið hevur ikki býtt seg í meiraluta og minniluta. Har verður sats- að upp á at abeiða saman, tí soleiðis fæst sum mest burturúr, og tað er væl tað, alt gongur út uppá, heldur hon. Trivnaðurin umráðandi Tað er umráðandi, at fólk trívast í kommununi, sigur nýggi borgarstjórin í Gøtu. Og til at fáa fólk at kenna seg væl, skulu ymsir hent- leikar til. Og nýggja bygd- arráðið tekur við eini væl virkandi kommunu, sigur Haldóra Ranghamar. Eitt mál er tó, hon serliga ætlar at arbeiða fyri í val- skeiðnum. Tað er at fáa eldrasambýli bygt í komm- ununi. Í hinum endanum stendur væl til sigur hon. Góður barnagarður er, og skúlin er eisini rímiliga væl fyri. Men til tey eldru mangla tilboð. Ikki tí. Okkurt skal eisini vera til tey, sum er í millum barnagarð og eldrasambýli. Og í so máta er Gøta væl fyri. Væl av vinnu er í kommununi, og hon skal bara hava bestu umstøður, eins og fólk eiga at fáa møguleika fyri bústaði. Gøturnar liggja væl fyri, og lætt er at ferðast til og frá arbeiði. Bæði fólk, sum koma til Gøtu til arbeiðis, eins og gøtufólk, sum ar- beiða eitt nú í Havn og í Klaksvík. Í Syðrugøtu eru grund- stykki tøk, og tað sama er bæði við Gøtugjógv og undir Gøtueiði. Og í Norðagøtu er útstykking í gongd, sum fer at verða liðug í ár. Hóast skúlin sum so er væl fyri, eru ferðsluviður- skiftini við Gøtugjógv ikki tey bestu. Satt at siga hava fólk ampa av teimum. Ser- liga um morgnarnar og tá børnini fara heim aftur, er trongligt á vegnum niðan fyri skúlan við Gøtugjógv. Hesum trupulleikanum hevur gamla bygdarráðið eisini arbeitt við, og ein loysn er á veg, sigur Hal- dóra Ranghmar. Fyrsta, sum Haldóra Ranghamar nú ætlar sær at gera, er at seta seg inn í hetta nýggja starvið, hon hevu tikið við. Fíggjarlóg er løgd, og hon skal so haldast. Nýggja bygdarráðið hev- ur ongan rættiligan fund havt enn. Men kortini hevur borgarstjórin verið til ar- beiðis. Sína fyrstu almennu upp- gávu hevði Haldóra Rang- hamar, eftir at hon bara hevði sitið ein tíma sum borgarstjóri. Hon helt nýggjársrøðu á nýggjárs- haldinum, sum losjan skip- aði fyri nýggjársaftan. Hóast skotbráið, hon fekk, var sera stutt, metti hon, at hon bara átti at loypa í tað. Og tað gjørdi hon so og helt eina røðu, sum var um hugtakið tíð. Eitt evni sum jú er sera við- komandi í eini nýggjárs- røðu. Eisini hjá einum spildurnýggjum borgar- stjóra. Aftur á rókina Haldóra Ranghamar er nýggjur borgarstjóri i Gøtu Kommunu Mynd: Edvard Joensen Nýggi borgarstjórin fer at halda bygdarráðsfundirnar í síni gomlu skúlastovu, har hon í fyrsta flokki sat ytri við borðið beint framman fyri vindeygað Mynd: Edvard Joensen Vágur er nýggjárs- bygd. Hesum ivast eingin vágbingur í og hvørt ár verða teir styrktir í trúnni og tá farið varð inn í 2001, var einki undantak í so máta NÝGGJÁRSHALD Dagfinn Olsen Vágbingar vóru kanska teir fyrstu, ið veruliga byrjaðu at halda nýggjár við manér. Veitsla, kyndlar, logandi blikk, bál og fýrverk, so tað munti. Hetta eru nú meira enn 30 ár síðani. Keldur siga 33 ár eru, síðani hol varð sett á. Sum tíðin er liðin, eru aðrar bygdir komnar við og kunnu eisini reypa av fýr- verki og øðrum, men róm- urin og stórfingna fýr- verkið í Vági er ikki lætt at yvirhála. Alt væl fyriskip- að, líka frá veitslu við røst- um kjøti og undirhaldi, kyndlagongu og dans til ljósan morgun. Hesum tek- ur vælvirkandi nýggjárs- nevndin sær av. Og í ár var so 33. tiltakið hjá nýggjársnevndini. Tó bert 30. veitslan, tí Vágs- bygd varð hart rakt av kreppuni, ið herjaði í 90’- uum, og tá datt onkur veitslan burtur ímillum. Men, sum lokala skaldið Neptum tekur til í sangin- um um Vágsbygd, Heim- bygdin, so mennir bygdin seg aftur og glottar hómast. Og tað bar nýggjárshald- ið eisini brá av, nú farið varð inn í ár 2001. Hóast Robert McBirnie av góðum grundum ikki taldist mill- um skemtararnar á pallin- um hesaferð, so megnaðu Niels Petur Nolsøe, Petur Nolsøe og Arnfinnur Tho- massen at bjóða skemt á høgum støði, eins og van- ligt er. Kyndlar, bál og fýrverk var stórfingið og onkur hevði á munni, at einki er at leita sær í Tivoli í Keyp- mannahavn eftir eitt leygar- kvøld, um ein hevur uppliv- að fýrverk í Vági til nýggj- árshald. Eftir óføra fýrverkið og bál, gekk dansurin til tann ljósa morgun og vágbingar kundu dansa til tónarnar frá Hans Jacob og Vinmonn- um, til umleið klokkan 8 tann 1. januar 2001, og so- leiðis kom ein hin fremsta nýggjársbygdin í Føroyum inn í nýggja árið. Við manér. Ein føðingardags- heilsan til mammu mína, Idu Mørkøre. Í dag, fríggjadagin 5. jan. 2001, fyllir Ida Mørkøre 90 ár. Ida Amanda Elisabeth Mørkøre, fødd Didriksen, er fødd 5. jan. 1911 á Deild í Vestmanna. Hon er dóttir Olevine Katrine Frederikke Michel- sen (f. 26/09-1873, d. 24/02-1913) og Johannes Linus Didriksen (f. 23/09- 1866, d. 07/02-1957), van- liga nevndur Hvítanes-Jóh- annes, og sum navnið sigur ættaður av Hvítanesi (hann gjørdist heiðursborgari í Vestmanna, tá hann fylti 90 ár í 1956). Ida var yngst av 6 systkj- um: Ole Jacob, róptur Agga (f. 1895), Kristian (f. 1896), Hjalmar (f. 1900), Hans (f. 1903) og Con- stanze (f. 1907). Tvær aðrar gentur vóru í barnaflokkin- um; men hesar doyðu av sjúku, stutt eftir, at tær vórðu doyptar. Ida misti mammu sína stutt eftir, at hon fylti 2 ár. Sagt varð, at Olevina var kløn á at líta, og at hon spýtti blóð, so hon er helst deyð av tuberklum. Stutt eftir kom Marin Malene Sofie Heinesen úr Sandavági (f. 27/04-1866, d. 30/12-1951) at halda hús. Marin bleiv seinni gift Hvítanes-Jóhannesi og tók sær væl av børnunum. »Hárið var so krúllut hjá mær – og slætt skuldi tað vera – at Marin, stjúk- mamman, fekk pápa at gera serligan hornkamb at greiða mær við«. Ida vaks upp á Deild. Vanligt var ikki at taka myndir tá. Elsta mynd, vit vita um av henni er í hoyna 1918-19 (Mynd, sum Jona og Petur Larsen eiga). Stuttligt er, tá Ida fortelur barnaminni. Hon var ofta til útróðurs við pápa sínum (»Kókaðu seið við primus í bátinum – fiskurin datt sundur, so feskur var hann«). Eina ferðina fóru tey til Havnar í 4-mannafari við páhangara. So ringt varð veðrið um Kirkjubø- nes, at Hvítanes-Jóhannes kílaði smágentuna fasta undir bekkin! – Sjóverkur hevur so ongantíð bilað hjá Idu. Elsti beiggi Idu, Agga, giftist Maju á Heygum og flutti í 1920’unum til Dan- markar at búgva. Ida flutti til Danmarkar í 1928, fyrst fyri at hjálpa til í húsinum hjá Agga og Maju. Ida arbeiddi fyri tað mesta í Danmark/Keyp- mannahavn tey fylgjandi 10 árini. Seymaði hjá Eng- lish House, Carl Holten og Løwenhammer. Ein mánað var hon í húsi á Fredriks- berg – men tað var tað reina »slavearbeiði«! Hon var í køkinum á Amtsjúkrahús- inum í Gentofte, og ar- beiddi eisini á sinnissjúkra- húsinum í Nykøbing Sjæl- land. Eisini arbeiddi hon í køkinum á ellisheiminum Gammel Kloster við Vi- benshus Runddel. Eitt skifti arbeiddi hon á Ellisheiminum í Havn, tá tað lat upp í 1935. Hon var fyrsta arbeiðskona har. Meðan Ida var í Dan- mark, misti hon bestu vin- konu sína í Vestmanna, Gunhild Pouline Henriette Dorthea Poulsen (f. 5/11- 1912, d. 8/11-1933), sum doyði av tuberklum. Ida uppkallaði seinni elsta son- in hjá sær eftir henni, Gunnar Heri. Ida giftist við Sonna Leonhard Mørkøre 22/07- 1939. Tey fingu tríggjar synir: (Gunnar) Hera (f. 1942), Bjarna (f. 29/05-46, d. 10/11-1998) og Jákup (Christian) (f. 1949). Heri er útbúgvin sum farmaceut- ur (cand.pharm.), Bjarni var maskinsnikkari; men arbeiddi nógv ár sum han- dilsmaður í heilsøluni hjá Esmar Hansen. Jákup er út- búgvin sum kemiverkfrøð- ingur (cand. polyt.). Ida eigur 9 ommubørn (8 gent- ur og ein drong) og 5 lang- ommubørn (4 gentur og ein drong). Ida og Sonni búðu ymsa staðni í Havn, til tey seinnu í 1945 fluttu niðan á Varða- gøtu. Ida og Sonni vóru gift í 3 ár, áðrenn Heri varð føddur. Sonni hevði bæði havt tub- erklar og varð dottin niður av eini tekju í Havn undir arbeiði. Hann misti annað nýra, og annað lunga varð lagt stilt (av tuberklunum). Vit dreingirnir merktu ong- antíð, at pápi okkara var minni arbeiðsførur enn aðr- ir menn, heldur tvørtur- ímóti. Sonni hevði lært til timb- urmann hjá Stephansson. Hann arbeiddi mest hjá Lamhauge & Waagstein eftir kríggið, og eitt skifti sum sjálvstøðugur saman við Símun hjá »Moses«. Tá Tórshavnar Kommunuskúli varð bygdur, arbeiddi Sonni hjá skilmanninum Peturi í Gongd. Sera glaður var hann, tá hann kundi siga frá, at hann hevði fingið fast arbeiði á Snikkaravirk- inum í Grønlandi (1957). Liðugt var við »gikt og iskias«! Ida hevur altíð arbeitt nógv bæði úti og heima. Hon hevur millum annað arbeitt á Ellisheiminum, á Hospitalinum (sum fyri- bilsøkonoma og assistentur í køkinum), og seinni á Skúlaheiminum og Hvíld- arheiminum Naina. Undir krígnum seymaði hon eitt skifti hjá »skræddar Debes« og nógv ár seinni í nøkur ár hjá Gunnar Stock- holm í Havn. Men Ida hev- ur so sanniliga eisini seym- að nógv til sínu egnu. Ida tók sær eisini nógv av systur sínu Constanzu, sum ikki var fullfør. Hon treivst best hjá Idu, tá stjúk- mamman var deyð. Mest kend man Ida vera fyri at hava siglt sum »kahytsjomfrú«, og tey munnu vera mong, sum hon hevur tikið sær væl av. Síðst í 50’unum vaskaði Ida umborð á skipum. Í 1961 fór Ida fystu ferð til »sjós«. Ida var nógv ár við Tjaldrinum (frá 1953) hjá Skipafelagnum, í fyrstani bert um summarið, seinni alt árið. Hon varð við túrin, tá Tjaldrið rendi á Colerado í Oyrasundi. »Stoyturin var so harður, at eg tók meg fyri – eg fekk fatur í lærið á einum føroyskum lækna«! Hon hevur m.a. siglt við Astreu, Gullfoss, Dronning Alexandrinu og Kronprins Fredrik. Seinni sigldi hon við M/S Smyril, tá hesin fór at sigla millum lond. Seinast sigldi hon við Bliki og Lómi og gavst ikki »officielt«, fyrr enn hon var farin um tey 80! Hóast hetta hevur hon verið fleiri túrar við Skipafelagsbátun- um síðani, og síðsta ár vóru teir so beinasamir á M/S Bliki aftur at bjóða henni við á »rundferð«. Tað er, sum hon fær eina saltvatns- innspræning hvørja ferð, hon sleppur út á hav! Ida hevur eitt lætt sinna- lag, hon syngur og trallar og dámar best, at tað er lív í. Hon er ung av lyndi, og er ofta líka smart ella smartari enn ommudøturnar! Hon sær og hoyrir ikki so væl longur, men er annars ótrúliga røsk. Hon heldur hús einsamøll, men trygd er í, at ommudóttirin býr beint við síðuna av. Sjálvandi hevur hon eisini tvær kett- ur, tí størri kettuvinur man neyvan finnast. Ofta er hon í Vágsbotni at keypa sær og kettunum fisk! Jú, Ida er í býnum næstan hvønn dag, onkuntíð fleiri ferðir sama dag. Vit øll ynskja tær hjartal- iga til lukku við føðingar- degnum! Jákup Ida Mørkøre fyllir 90 ár Ár út og ár inn