fríggjadagur 5. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 5. januar 2001
11
10
Nr. 3 - 5. januar 2001
Felagið Rækjuskip
Tíðindaskriv
Nú farið er um ársskifti, og
tað frá nógvum síðum verð-
ur tosa um generelt góð
úrslit hjá føroyska fiski-
flotanum, er tað tíverri eis-
ini neyðugt at vísa á, at alt
kortini ikki er so ljósareytt
at grundarlag er fyri til-
feingisrentu soleiðis sum
bæði einstakir politikarar
og búskaparfrøðingar hava
mælt til. Sjálvt um tað er
lítið hugaligt at staðfesta,
so er tað ein veruleiki, at
ikki allir partar av fiski-
flotanum hava fingið lut í
framgongdini, og hevur
hetta m.a. rakt rækjuflotan,
sum hevur havt niðurgongd
í veiðunøgdum uppá 14%,
og eina uppaftur størri nið-
urgongd í avreiðingarvirði -
nevnliga 18,5%. Tann 22.
Desember 2000 var eisini
aðalfundur
í
Felagnum
Rækjuskip, har nógv ymisk
viðurskifti vóru til viðgerð-
ar, og skulu tí eisini týdn-
ingarmestu evnini stutt
umrøðast í hesum tíðinda-
skrivi.
Veiðan í ár 2000:
Rækjuflotin var meginpart-
in av ár 2000 skerdur í
talið. Ein nýbygningur var í
gerð, sum kom í okt. 2000,
og eitt annað av størru skip-
unum var leiga út til Grøn-
lands. Harumframt lá eitt
av miðalstóru skipunum ið
var keypt í 2000 longur tíð
enn ætla og gjørdi ymiskt
arbeiði uppá skipið, sum
kravd vóru av m.a. Skipa-
eftirlitinum, og var tí heldur
ikki til fiskiskap meira enn
góða helvt av árinum. Síðst
í 2000 vóru tó øll skipini í
vinnu, undantikið skipið ið
JFK-Trol í Klaksvík, saman
við øðrum, hevur keypt.
Hetta skip fer í vinnu fyrst í
januar 2001.
At tvey av stóru skipun-
um ikki vóru í vinnu stóran
part av árinum sæst serliga
aftur í minkaðu veiðunøgd-
ini á Flemish Cap, sum er
góð 7.745 tons - t.v.s.
umleið 2.150 tons minni
enn í 1999. Hinvegin eru
veiðunøgdirnar á Sval-
bardsøkinum øktar umleið
250 tons í mun til 1999,
upp til uml. 2.950 tons, og
veiðan í russiskum sjógvi
er stórt sæð tann sama í
2000 sum í 1999. Orsøkin
til henda vøkstur í veiðuni á
Svalbardsøkinum er fyrst
og fremst, at tvey av reiða-
ríunum hava fingið sær
størri og effektivari skip í
2000, tí fiskiskipurin hevur
annars sum heild verið
minni hjá m.a. norskum
skipum á Svalbardsøkinum
í 2000, samanborin við
bæði 1998 og 1999. Veiðan
undir Eysturgrønlandi var
góða í januar og februar
2000, men vísti seg hinveg-
in ógvuliga svikalig í de-
sember, líka til sjálvar jóla-
dagarnar, tá fiskiskapurin
batnaði nakað, men saman-
umtikið er fiskiskapurin
við Eysturgrønland heldur
slakur í løtuni. Samlaða
veiðan hjá rækjuflotanum
er uml. 12.642 tons í 2000,
sum er knappliga 2.100
tons, svarandi til góða 14%,
minni enn í 1999.
Inntøkurnar og úrslitið í
ár 2000:
Rækjuskipini hava á ongan
hátt fingið lut í tí met-
vøkstri sum hevur verið á
fiskaprísum fyri rundan
fisk og flak hjá heima-
flotanum og flakatrolarum.
Tvørturímóti, so eru inn-
tøkurnar hjá flestu skipum
minni í 2000 enn í 1999.
Hetta stavar m.a. frá heldur
lágum prísum fyri ídn-
aðarrækjur sum verða seld-
ar til pilkivirkir. Av tí at
henda vøra er ein rættuliga
stórur partur av veiðuni á
Flemish Cap, og serliga við
Svalbard og í russiskum
sjógvi, merkist hetta bein-
anvegin á inntøkunum hjá
skipunum. Prísirnir fyri
stórar, ráar rækjur til Japan
hava verið vánaligir í fleiri
ár nú, og við tí lítla búskap-
arvøkstrinum og og vøkst-
rinum í privatu nýtsluni í
Japan, er onki sum bendir á
nakra broyting tann betra
vegin. Prísirnir fyri kókað-
ar rækjur hava verið nærum
óbroyttir seinastu 3 árini.
Ein lítil glotti var tó í 2000,
tá ein toll-lækking fyri
rækjur til Kina gjørdi tað
møguligt at selja meira av
smáum kókaðum rækjum
tann vegin. Hinvegin er
framvegis ongin broyting
hend í handilsavtaluni við
ES um tollloftið fyri pilk-
aðar rækjur til ES-markn-
aðin, og avmarkar hetta
sølumøguleikarnar
fyri
ídnaðarrækjur hjá rækju-
skipunum heilt nógv. Felag-
ið hevur, saman við rækju-
vinnuni á landi, heitt á
landsstýrið um at fáa eina
nýggja avtalu við ES um
hesi viðurskifti, á sama hátt
sum so nógvar aðrar avtalur
seinastu tíðina eru gjørdar
við ES um annað - m.a.
heilsufrøðiliga avtalan.
Samanumtikið
hevur
miðalprísurin hjá rækju-
skipunum ligið nakað lægri
pr. kilo í 2000, samanborið
við 1999, og hetta gevur
eina generella inntøku-
lækking hjá hvørjum skipið
sær. Við hesi príslækking
afturat minkaðu veiðu-
nøgdunum vísa fyribilstøl
sostatt, at avreiðingarvirði
hjá rækjuskipunum undir
einum í 2000 er minkað við
uml. 18,5%, svarandi til
uml. 43,5 mill. kr. Tað sum
síðani hevur gjørt støðuna
hjá rækjuflotanum uppaftur
truplari eru methøgu olju-
prísirnir.
Rækjuskipini
hava hægstu oljuútreiðslur-
nar av øllum skipum fyri
hvørja inntøkukrónu, tí tey
nýta olju bæði til maskin-
una (framdrift), og harum-
framt til kóking av rækjun-
um. Fyribilstøl vísa, at
útreiðslurnar til olju hjá
rækjuskipunum liggja uml.
110% hægri í 2000 enn í
1999 og hjá onkrum av
størru rækjuskipunum eru
oljuútreiðslurnar
sostatt
øktar við 4,1 mill. kr. úr 3,8
mill. kr. í 1999 til 8 mill.
kr. í 2000. Reiðaríini bera
einsamøll allan hendan
meirkostnaðin
sambært
sáttmálunum við manning-
arfeløgini, og eru hýrurnar
tí als ikki ávirkaðar av hes-
um stóra útreiðsluvøkstri
hjá skipunum. Tær lutfals-
liga høgu daglønirnar hjá
manningum á rækjuskipum
í 2000, sum Fiskimanna-
felagið hevur almanna-
kunngjørt, kunnu tí á ongan
hátt skiljast sum at rækju-
flotin hevur havt eitt gott ár,
tí samlaða úrslitið fyri
rækjuflotan undir einum
vísir eitt hall fyri ár 2000.
Sostatt kann tíverri enn
einaferð
staðfestast,
at
rækjuflotin framvegis ikki
fær lut í góðu prísunum og
úrslitunum gjøgnum sein-
astu 3 árini hjá meginpart-
inum av fiskiflotanum, og
at positivu úrslitini hjá
rækju skipunum í 1999 ikki
vóru tekin um eina vend,
men heldur at 1999 var eitt
serligt ár við betri fiski-
skapi og betri úrslitum enn
vanligt, meðan fiskiskap-
urin í 2000 aftur minkaði,
og at tað framvegis ikki er
nøkur positiv broyting í
rækjuprísunum. Sostatt er
heldur ikki grundarlag fyri
hýruhækkingum ella øktum
ferðaútreiðslum sum fylgja
av styttri túralongdum, so-
leiðis um manningarfeløg-
ini vilja hava, og sum Javn-
aðarflokkurin enntá vil
lóggeva um, uttan so at
hýruprocenti samstundis
verður lækkað tilsvarandi.
Felagið Rækjuskip undrast
annars stórliga á, at Javn-
aðarflokkurin
ætlar
at
blanda seg uppí viðurskifti
á arbeiðsmarknaðinum, við
einum uppskoti um at lóg-
geva um styttri túralongdir.
Túralongdir er nakað sum í
fleiri ár hevur verið bein-
leiðis avtalað í sáttmálan-
um millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, og
Javnaðarflokkurin hevur í
samband við onnur ar-
beiðsmarknaðarmál staði-
liga mælt frá politiskari
uppílegging gjøgnum lóg-
geving.
Sjómannskattaskipanin:
Aðalfundurin hjá Felagnum
Rækjuskip metti, at tað er
2000 ringt ár hjá rækjuflotanum
VEIÐUHAGTØL 2000
(tons)
1999
2000
Munur
tons
Munur
%
Eysturgrønland
1.156
1.058
(98)
-9%
Russiskur sjógvur
879
860
(20)
-2%
Svalbardsøkið
2.698
2.949
251
9%
Jan Mayen (royndarveiða)
25
-
(25)
-100%
Flemish Cap
9.899
7.745
(2.154)
-22%
Føroyskur sjógvur (royndarveiða)
56
31
(25)
-45%
Tilsamans
14.713
12.642
(2.071)
-14%
Hvilvtenni – eitt av nýggjast rækjuskipunum – er á fyrsta túri á Flemish Cap
nakað grundleggjandi galið
við skattalóggávuni fyri
sjómenn og fiskimenn, sum
er beinleiðis diskriminer-
andi fyri føroyska fiskiflot-
an. Felagið tekur fult undir
við at veita føroyskum
fiskimonnum við føroysk-
um skipum ein serligan
skattalætta, við tí enda-
málið at viðurkenna hetta
serliga slagið av arbeiði hjá
føroyskum fiskimonnum
og at gera tað attraktivt hjá
monnum at sigla við før-
oyskum fiskiskipum, og á
tann hátt at hjálpa uppá
manningartørvin hjá fiski-
flotanum. Hetta vóru eisini
týðandi partar av grund-
gevingunum hjá landsstýri-
num fyri serligu sjómanns-
skattaskipanini tá hendan
kom. Tað er tí í beinleiðis
andsøgn við hesar grund-
gevingar tá tað vísir seg, at
skattalættin til bæði sjó-
menn og fiskimenn við út-
lendskum skipum og fiski-
skipum er munandi hægri
enn hjá teimum sum sigla
við føroyskum skipum, av
tí at veittur verður ein eyka
samdøgursfrádráttur til før-
oyingar við útlendskum
skipum. Skattalættin fær tí
beinleiðis tí ávirkan, at
hann ger tað enn meira
attraktivt at fara við einum
útlendskum fiskiskipi ella
øðrum skipið heldur enn
við einum føroyskum skipi.
Tá tað síðani verður sagt, at
hesar høgu inntøkur á út-
lendskum skipum leggja
nógvar skattakrónur eftir
seg í Føroyum er hetta
heldur ikki rætt, sambært
útrokningardømum gjørd
av Dimmalætting tann 6.
desember 2000. Av kr.
300.000 í inntøku rindar
fiskimaðurin við føroysk-
um skipið kr. 114.000
(38%) í skatti til land og
kommunu, meðan føroy-
ingurin við útlendskum
skipi av somu kr. 300.000
einans rindar eina helvt í
skatti til føroyska landshús-
arhaldið, av tí ið fiskimað-
urin við føroyska skipinum
rindar - t.v.s. kr. 57.500
(19%) .
Búskaparráðið og nakrir
føroyskir politikarar hava
víst á, at teir meta skatta-
lættan hjá sjómonnum sum
eitt slag av studningi til
føroyska fiskiflotan. Hetta
tekur Felagið Rækjuskip
ikki undir við, tí skatta-
lættin hevur á ongan hátt
ført til lækkaðar hýrur fyri
føroyska fiskiflotan. Men
tað tykist Felagnum Rækju-
skip sera løgið og hug-
stoytt, at hesir somu po-
litikkarar eftir øllum at
døma onki hava ímóti at
veita hetta ið teir kalla
"studning"
til
útlendsk
skip, meðan teir misunnað
føroyskum fiskimonnum
við føroyskum skipum sín
skattalætta, og tosa um at
minkað og enntá at avtakað
skattalættan.
Felagið Rækjuskip mælir
tí til, at sjómannskattaskip-
an verður endurskoða ong-
antíð ov skjótt, og at hon
fyrst og fremst verður nýtt
sum amboð at gera tað lætt-
ari og meira áhugavert at
manna føroyska flotan,
heldur enn útlendsk skip.
Tað er meiningsleyst, tá
tørvur er á m.a. maskin-
fólki í Føroyum, at før-
oyska samfelagið brúkar
nógvan pening til útbúgv-
ing av maskinfólki, fyri
síðani gjøgnum serligar
skattafrádrátt enntá at rinda
fyri at gerast stórleveran-
dørur av maskinfólki til
útlendskar vinnufyritøkur,
meðan føroysk fiskiskip
einans fáa leiklutin sum
skúlaskip fyri at hesir
maskinmenn
skulu
fáa
neyðugu siglingstíðina til
at sleppa umborð á eitt út-
lendskt skip. Verandi skip-
an við fyrimunum til út-
lendsk skip elvir eisini til
eitt økt lønartrýst móti før-
oyskum skipum. Serliga
Maskinmeistarafelagið
hevur ferð eftir ferð nýtt
tørvin á maskinfólki í før-
oyska flotanum sum grund-
geving til at royna at trýsta
nettalønarlagið upp á sama
støði sum á útlendskum
skipum, sum so merkir, at
føroysku reiðaríini, um-
framt lønarhækkingar, í
veruleikanum eisini skulu
kompenserað fyri tí eyka
skattafrádrátti ið føroyingar
við útlendskum skipum fáa
framum fiskimenn við før-
oyskum skipum.
Staðfestast kann tí, at
verandi skipan er beinleiðis
diskriminerandi fyri før-
oyska fiskiflotan, og Fe-
lagið Rækjuskip mælir tí
til, at skipanin verður broytt
tann vegin, at allir skatta-
fyrimunir við at sigla við
útlendskum skipum verða
avtiknir ella minkaðir mun-
andi, men at tann spardi
skattalættin hjá landskass-
anum tó ikki fer í lands-
kassan, men í staðin verður
nýttur til at hækkað frá-
dráttin til føroyskar fiski-
menn við føroyskum skip-
um. Hetta vildi fyri før-
oyskar
politikkarar
og
skattamálaráðharran, verið
ein varði yvir munadyggar
broytingar av karmunum til
frama fyri føroyska fiski-
vinnu, uttan at hetta vildi
kosta landskassanum eina
krónu meira enn tað ger í
dag.
Ogn Føroya fólks
Eitt sera týðandi og prin-
sipielt mál sum var til um-
røðu á aðalfundi felagsins
var málið um ognarrættin
til føroysk fiskirættindi.
Orsøkin er, at tað frá bæði
politiskum flokkum og bú-
skaparfrøðingum ígjøgnum
ár 2000 fleiri ferðir er mælt
til at áleggja eina tilfeingis-
rentu á fiski- og veiðu-
loyvir. Felagið Rækjuskip
vil sum so ikki takað hetta
stóra og prinsipiella málið
til viðgerðar alt sum tað er,
men felagið ynskir at fáa
eina løgfrøðiliga meting av,
um tey rættindi sum før-
oysk rækjuskip gjøgnum
tíðirnar hava vunni í altjóða
sjógvi á Flemish Cap og
við Svalbard av røttum
kunnu sigast at verða "Ogn
Føroya Fólks". Felagið
metir
at
tað
er
ein
grundleggjandi munur á
løgfrøðisligu merkinigini
"Ogn Føroya Fólks" tá tal-
an er um tilfeingið í før-
oyskum sjóøkið ella kvotur
sum Føroyar hava fingið
ígjøgnum fiskiveiðuavtalur
við onnur lond, har al-
mennu Føroyar hava latið
annan fisk í staðin fyri
hesar kvotur, og tað sum
ávís skip hava "vunnið" av
rættindum í altjóða sjóøkj-
um. Slík rættindi verða ikki
tillutaði Føroyum av sær
sjálvum, men fáast einans
við at onkur skip luttakað í
hesi vinnu, og felagið metir
tað tí at verða løgfrøðiliga
sera ivasamt, um almennu
Føroyar, við lógini um
vinnuligan fiskiskap sum
amboð, kunnu gera krav
um ognarrættin til slík
veiðurættindis, og um tað í
so fall er talan um ognar-
tøku av rættindum frá teim-
um sum ígjøgnum árini
hava vunnið hesi rættindi.
Hesin spurningur er sera
týðandi fyri rækjuflotan at
fáa avgreiddan, bæði við
atlitið at eini møguligari
tilfeingisrentu, og við at-
litið at í hvønn mun fiski-
vinnumyndugleikarnir utt-
anum vinnuna, kunnu um-
sita hesi veiðurættindi. Fe-
lagið fer tí fyrst í 2001 at
viðgera henda spurning
saman við Føroya Reiðara-
felag, og fer at mæla til at
biðið verður um eina óhefta
løgfrøðiliga
meting
av
hesum prinsippiella ognar-
spurningi viðv. rækjurætt-
indum í altjóða sjóøkið.
Nevdin
Á aðalfundinum tann 22.
desember 2000 var øll
nevndin í felagnum aftur-
vald. Jákup Egholm Han-
sen heldur fram sum for-
maður og hinir nevndarlim-
irnir eru Jóhan Joensen úr
Kollafirði og Olaf Olsen á
Glyvrum.
Nevndin
Á aðalfundinum hjá Fe-
lagnum Rækjuskip tann
22. Desember 2000 var
avgjørt at skipa fyri eini
konferensu um føroysku
rækjuvinnuna á sjógvi
og landi fyri bæði um-
boðum fyri vinnuni, um-
boðum fyri politisku
flokkarnar á tingi og fyri
viðkomandi landsstýr-
ismonnum og øðrum.
Felagið metir, at neyðugt
er at bæði vinnan, men
ikki
minst
politiski
myndugleikin, sum skal
skapa neyðugu karmar-
nar fyri vinnuna, fær
eina neyvari lýsing og
størri vitan um týdn-
ingarmestu tættirnar í
hesi vinnu og landsbú-
skaparliga týdningin av
rækjuvinnuni, og ikki
minst hvussu vit skila-
best gagnnýta veiðu-
møguleikarnar. Ætlanin
er at geva eina lýsing av
ve i ð u m ø g u l e i k u m ,
gagnnýtslu, búskaparlig-
um viðurskiftum, mark-
naðarviðurskiftum
og
øðrum týðandi viður-
skiftum. Hetta verður
mett neyðugt fyri at
bæði vinnan og myndug-
leikarnir kunnu hava
nóg góðan kunnleika um
tær broytingar sum eru
ávegis við m.a. kvotu-
skipan og harvið mink-
andi veiðumøguleikum á
bæði Flemish Cap og
helst eisini við Svalbard,
sølumøguleikarnir til ES
og onnur lond o.s.fr.
Neyðugt er hjá politiska
myndugleikanum
at
hava hesi viðurskifti í
huga í samband við
framtíðar
fiskivinnu-
politikkin sum skal til-
rættaleggja karmarnar
fyri
rækjuvinnuna
í
framtíðini, og Felagið
Rækjuskip
vónar
at
hesin
fiskivinnupoli-
tikkur kann gerast í tøtt-
um samstarvi millum
verandi vinnu og polit-
iska
myndugleikan.
R æ k j u ko n f e r e n s a n
verður væntaði í apríl
2001.
Rækjukonferensa
Dan R. Petersen
javnaðarmaður
Undan jólum kom nýggj
bók við gomlum inni-
haldi
á
marknaðin.
”Frælsi er ábyrgd” eitur
hon, og innihaldið er
propagandagreinar og
ditto-talur hjá Høgna
Hoydal. Forleggjarin er
sami maður, sum lands-
stýrið valdi til formann í
tær fjølmiðlanevndirnar,
ið skuldi ráðgeva útvarpi
og sjónvarpi.Men løg-
tingið góðtók ikki óheft-
ar nevndir við tjóð-
veldskari yvirvág. Men
lat liggja, hetta er ein
onnur søga. Vit hava tó
loyvi at ivast í seriøsitet-
inum hjá einum forlagi,
ið gevur slíkt út.
Tað, ið mangur mundi
stúrsa yvir, er tittulin á
bókini: ”Frælsi er á-
byrgd”. Er tað nakað, ið
ikki
hevur
eyðkent
Høgna Hoydal, so er tað
júst àbyrgd.Teir gomlu
tjóðveldismenninir heilt
fram til 1998 viðgingu,
at loysingin fór at kosta
vælferð og sosiala trygd;
hóast tað so arbeiddu
teir fram ímóti málinum.
Teir vóru erligir hug-
sjónarmenn og vildu
gjalda
prísin.
Hetta
nýggja slagið av tjóð-
veldisfólki við Høgna á
odda hevur fyrigyklað
fólki, at loysingin onki
skuldi
kosta.
Høgni
hevur ført fólkið bak
ljósið, og tað er ábyrgd-
arleyst.
Nú millum jólana ger
hann so støðuna upp í
bløðunum: Alt tað ar-
beiðið, hann sjálvur
hevur gjørt, er rætt og
gott, danir eru ómøgu-
ligir, og so hartar hann
føroyingar fyri ikki at
standa saman um full-
veldið.
Ongin føroyskur polit-
ikari hevur haft so góðar
umstøður at arbeitt við
einum ávísum máli sum
Høgni.
Landskassin
hevur staðið opin, 10-
tals milliónir eru brúkt-
ar, ein samlað umsiting
hevur virkað undir há-
trýsti og sett annað til
viks
fyri
fullveldið.
Onki mál hevur fingið
so stóra, positiva og
ókritiska umrøðu í fjøl-
miðlunum, og ongin po-
litikari hevur verið so
forkelaður av tíðinda-
fólki sum Høgni.
Sjálvur sigur hann seg
ikki hava gjørt nakað
skeivt. Men vit vita
betur. Hann hevur bilt
fólki inn, at vit kundu
loysa og framhaldandi
hava øll rættindir í ríkis-
felagskapinum.
Vit
skuldu hava javnbjóðis
rætt við danir, hóast vit
fóru út. Hetta nevnir
hann samstarv á jøvnum
føti. Vit vóru nøkur, ið
hildu, at tjóðskapar-
kensla hevði nakað við
stoltleika at gera. Men
tað er so eigasørt hjá
fullveldismonnum, har
er ongin stoltleiki. Og tí-
verri er heldur ikki
skomm skapt í teimum.
M.a. gremur Høgni seg
um, at danir heingja før-
oyingar út sum krevj-
andi nassarar. Ongum
nýtist at hoyngja Høgna
út. Hann er ein krevjandi
nassari og hevur skatt
okkara umdømi. Hann
hevur sett ilt blóð ímill-
um Føroyar og Dan-
mark. Og tað sum verri
er: han hevur sett ilt blóð
millum føroyingar. Les-
ið bara tað sjúkligu
greinina hjá J. P. Heine-
sen í Sosialinum 5.
desember 2000.
Og so gremur hann
seg um, at føroyingar
standa spjaddir. Ferð
eftir ferð hevur hann
mælt til, at vit leggja
partapolitiskt kegl til
viks og loysa hetta mál.
Um hetta er naivitetur
ella frekleiki ella ein
blanding av báðum, er ilt
at siga. Men at fólk
skulu gloyma, at tey eru
javnaðarfólk ella sam-
bandsfólk og velja loys-
ingina, bert tí at Høgni
Hoydal er valdur inn á
ting bendir á stórheits-
vanvit. Meira er ikki at
siga um tað.
Ríkisfelagsskapurin er
ikki eitt sjálvtøkuborð
hjá uttanfyristandandi.
Fara vit út, so hevur tað
sín prís, tað eigur fólkið
at vita. Alt annað er
ábyrgdarloysi.
VIÐMERKING
Høgni og
ábyrgd?