fríggjadagur 5. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 3 - 5. januar 2001
gult cyan magenta svart
Frá fríggjadegi 5. januar til hósdagin 11. januar
Bestubitar:
Tey settu búgv 2/3
Leygarkvøldið kl. 20.00
Young Americans
Tilvera - Pokémon
Sunnudagin fer Sjónvarp Føroya at senda nýggjárskonsertina við Føroya Symfoniorkestri og Mans-
kóri beinleiðis úr Norðurlandahúsinum frá klokkan 19.30.
Tey seinnu árini hevur verið skipað fyri nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum, og hon verður
aftur á skránni í ár.
Kórvenjari er Bjarni Restorff, og Martin Mouritsen er dirigentur.
Spæld verða verk eftir Haydn, Wagner, Grieg, Strauss og øðrum kendum komponistum. Eisini
verður okkurt fólkalag á skránni.
Farna vikan hevur óivað ver-
ið hin heilt stóra sjónvarps-
og útvarpsvikan hjá mong-
um. Jólini eru farin afturum
bak og somuleiðis nýggjárs-
haldið.
Frídagar í hópatali og dag-
ar, har øll sita inni. Einki er
at fara út til. Eingin sølubúð
hevur opið og eingin er at
hitta á gøtunum. Innidagar.
Fyri nøkrum árum síðani
kom ein bók, ið nevndist
Ruskveðursbókin, ella okk-
urt tílíkt. Kanska hava
summi nýtt hana hesar dag-
arnar, tí veðrið hevur onkran
dag verið heldur keðiligt – tó
ikki alla tíðina, tað skal sig-
ast.
Og loftmiðlarnir gera sína
skyldu hesar síðstu dagarnar,
áðrenn farið verður um gátt
til nýtt ár.
Jólaundirhald er ikki ein
vøra, ið vantar. Men legði tó
til merkis, at ikki øll børn
hava eins lætt við at sita
leingi og hyggja í kassan,
meðan onnur børn dansa um
træið, syngja og spæla.
Longi, longi, longi.
Kanska dagsins ungdóm-
ar, teir smáu, ikki hava bind-
indi. Tá Zacharias Hammer á
sinni skipaði fyri, var eisini
talan um langar sendingar,
men tær tóktust tó spenn-
andi. Men kanska var tað
bert tíðin, sjónvarpið var
ungt og somuleiðis hyggjara-
fjøldin. Øll vóru ung sum
hyggjarar, ung og óvon. Løtt
at gera nøgd.
Ja, kanska er tað so. Ungu
føroyingarnir eru vaksnir
upp við teldu og Playstation.
Filmum. Tað skal henda
okkurt. Alla tíðina. Rúm er
ikki fyri tómum sekundum.
Eisini í ÚF hevur digitala
tíðin við sær, at vanligar
samrøður verða kliptar, so
eingi suff, eingir andisteðgir,
ongar sonevndar pausur til
umhugsni koma við. Alt er
snøgt og ikki minst skjótt.
Einki óneyðugt fjas og eingi
tóm sekund. Og meðan vit
hvønn dag renna skjótari og
skjótari, so mugu vit nú
eisini lurta skjótari.
Kanska er tað so. Eitt jóla-
træ og nøkur rundanum, ein
søga og nakað av tónleiki.
Tað er ikki hóskandi til Play-
station-ættarliðið. Samanber
teir stoltu ungu harrarnar í
SvF, sum hildu seg vera ov
gamlar til nýggja telduspæl-
ið, ið er komið í samband við
Bíbliuútgávu og undirvísing.
Fittir vóru teir, men hóast alt
bert 7 ára gamlir.
Tó so. Jólatræ og dansur er
partur av jólunum. Annað
var eisini á skránni. Bæði hjá
SvF og ÚF. Gott tilfar. T.d.
mundu Gjallajólini rúnar-
binda fleiri.
Pipar og Skál
Tey ungu, ið eru nakað eldri,
fingu gott í beinið frá Jákupi
Veihe og Sjúrða Skaale. Og
óført var skálað. Jú, teir duga
at handfara tilfarið. Eisini
tey eymu punktini. Skálingin
í Ogga Gogga hevur fingið
ilt í summi og hegnisliga var
hetta havt á lofti. Teir eru
óførir, Pipar og Salt. Har
vóru tær flestu kryddurtir, ið
hóskaðu. Kryddurtir hava nú
einaferð tað við sær, at
summum dámar tær einki.
Antin tí, at smakkleykirnir
ikki tola, ella tí tey ikki vilja
ella tora at smakka.
Sjálvur er eg ikki í tí
støðu, at nýggjársaftan er eitt
stórt sjónvarpskvøld. Men
tað er tað hjá fleiri. Nógv
hendir úti slíkt kvøld, men
var innanveggja onkra løtu
og sá okkurt, og so er eisini
hent við sjónbandatólinum,
um ein ikki er inni alt
kvøldið. Frálíki tónleikurin í
ÚF, tá stóri pinnur hevur ført
okkum inn í nýggja árið, er
góður og væl hóskandi. Út-
varp hevur tann fyrimun, at
ein er ikki bundin av at
venda eygunum ávísan veg,
meðan ein fær tað við, ið har
verður bjóðað.
Nú vit eru við tónleikin.
Stóru løturnar áðrenn og eftir
tíðindi, eiga ofta útlendskir
bólkar. Kanska hevði verið
fínt við føroyskum tónum
onkutíð áðrenn og eftir døg-
urða gerandisdagar, hugsi eg,
meðan boðað verður frá, at
til klokkan verður 13, fara vit
at hoyra bólkin Foreigner (ið
sum kunnugt merkir fremm-
andur)!
Og so spæla Foreigner . . .
Týskvøldið kl. 19.55
Hóskvøldið kl. 19.00
Nýggjárskonsertin
beinleiðis
Sunnukvøldið kl. 19.30
– Vit mugu fáa eitt
útspæl frá Strand-
ferðsluni, sum vit
kunnu taka í álvara,
sigur Uni Mortensen,
sum er talsmaður hjá
bussførarunum í
Suðuroynni, sum nú
hava lagt arbeiðið
niður
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
– Vit føla okkum hildnar til
rukku av Strandferðsluni.
Tað sigur Uni Mortensen
í Øravík, sum er talsmaður
hjá bussførarunum í Suður-
oynni.
Í gjáramorgunin løgdu
teir arbeiðið niður, tí at teir
kundu ikki semjast við
Strandferðsluna um ein
nýggjan sáttmála, eftir at
tann gamli sáttmálin gekk
út á nýggjárinum.
Uni Mortensen sigur, at
tað kann ikki koma óvart á
Strandferðsluna, at bussfør-
arnir í Suðuroynni hava lagt
arbeiðið niður.
– Sjálvsagt fær tað av-
leiðingar, tá ið avtalur ikki
verða hildnar, sigur hann.
Hann sigur, at tað stendur
í sáttmálanum, at samráð-
ingar um nýggjan sáttmála
skulu byrja eitt hálvt ár áðr-
enn tann gamli gongur út.
– Men hóast fleiri áheit-
anir hetta seinasta hálva
árið um at taka samráðingar
upp, hevur Strandfeðrslan
ikki viljað samráðst fyrrenn
í november.
– Svarið, vit annars hava
fingið er, at tað er onki at
samráðast um, tí koyringin
skal privatiserast og so er
ongin orsøk til at gera sátt-
mála.
Uni Mortensen váttar, at
eisini bussførararnir í Suð-
uroynni vóru við í samráð-
ingunum hjá Bussfelagn-
um.
– Men har kom kinkur í
stevið og tvístøða tók seg
upp í Bussfelagnum um
samráðingarnar. Vit høvdu
annars eina greiða avtalu í
felagnum um, hvussu farast
skuldi fram, og tað avtaluna
ætla bussførarnir í Suður-
oynni at halda seg til.
Orsøkin til tvístøðuna í
bussfelagnum er, at buss-
førarar norðanfjørðs eru
farnir frá teirri avtalaðu
kósini, sigur talsmaðurin
hjá førarunum í Suður-
oynni. Tí samráðast buss-
førarnir í Suðuroynni fyri
seg sjálvan.
Uni Mortensen sigur, at
higartil í samráðingunum
hava teir ikki kunna tikið
Strandferðsluna í álvara.
– Brævaskiftið ímillum
okkum og Strandfersluna
vísir, hvussu lítil hugurin
hjá Strandfersluni er.
Hann sigur, at bussfør-
arnir í Suðuroynni strektu
seg heilt til tann mikudagin
3. januar.
– Men heldur ikki á tí
fundinum hevði Strand-
ferðslan nakað sum helst at
vísa á. Og tá føla vit okkum
hildnar fyri gjøldur. Vit
føla, at Strandferðslan hev-
ur onki gjørt, uttan at halda
bussførarunum til og tað
vilja vit ikki góðtaka, sigur
Uni Mortensen.
Hann sigur, at tað er
ongin orsøki til at hava ein
sáttmála, um hann ikki
verður hildin. Tað er heldur
ongin orsøk til at hava nak-
rar tíðarfreistir í sáttmálan-
um, um tær ikki skulu hald-
ast.
– Hvussu kann nakar
halda, at tað ikki fær av-
leiðingar at tíðarfreistir ikki
verða hildnar. Eg skilji ikki,
hví Strandferðslan ikki
kann halda seg til ein sátt-
mála, hon sjálv hevur gjørt.
Tað einasta, vit vilja, er, at
fáa skipað viðurskifti.
Talsmaðurin hjá bussfør-
arunum í Suðuroynni sigur,
at orðingarnar, sum Reidar
Nónfjall legði fram á fund-
inum hósnáttina, vóru so
leysar, at tær kundu ikki
góðtakast.
– Og hann visti væl, at
avleiðingin av tí bleiv, at
koyringin helt uppat. Og
nær hon verður tikin upp-
aftur, er púra óvist. Fyrsta
treytin er, at vit fáa eitt út-
spæl frá Strandferðsluni,
sum vit kunnu taka í álvara.
Og eg haldi, at Strand-
ferðslan hevur havt eitt
hálvt ár ar rokna í. At hon
ikki hevur rokað seg lidnað,
er hennara trupulleiki
Øll líka sømdir
Uni Mortensen sigur, at í
stórum snýr ósemjan seg
um, at bussførarnir í Suður-
oynni vilja hava líka góðar
sømdir, sum bussførarnir í
Havn fáa fyri sama arbeiði.
Hann sigur, at bussførar-
arnir í Havn hava betri løn
enn teir á bygd og tað held-
ur hann ikki er rímiligt.
Men heldur ikki hann fer
í dýbdina við trupulleikan-
um.
Krøvini frá bussførar-
unum í Suðuroynni
kosta so nógv, at vit
mugu hava nakrar
dagar at kanna tær
fíggjarligu avleiðing-
arnar, sigur Reidar
Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
Tað kom eitt sindur óvart á
stjóran á Strandferðsluni, at
bussførarnir hjá Bygdaleið-
um í Suðuroynni nú hava
gjørt av at niðurleggja alla
busskoyring.
Reidar Nónfjall sigur, at
tað var ikki fyrrenn um trý
tíðina hósnáttina, at buss-
førarnir í Suðuroynni boð-
aðu frá, at sum støðan var,
kundu teir ikki taka koyr-
ingina uppaftur.
Sostatt helt øll koyring
uppat beinanvegin hós-
morgunin. Og tíansheldur
stóðu bæði skúlanæmingar,
tey, sum skuldu við Smyrli,
og øll onnur, og bíðaðu til
fánýtis eftir teimum hvítu
og bláu bussunum og skiltu
ikki hví teir ikki komu fram
– fyrrenn tey hoyrdu út-
varpið, sum stutt og greitt
boðaði frá, at ongin koyring
var hjá Bygdaleiðum í Suð-
uroynni.
Tað er ósemja um sátt-
málaviðurskiftini hjá teim-
um, sum koyra bussarnar,
sum nú hevur ført til, at
busskoyringin er hildin
uppat.
Men stjórin á Strand-
ferðsluni sigur, at hann
skilir ikki mannagongdina,
sum suðuroyingar hava
brúkt í hesum máli.
Strandferðslan
hevur
sáttmála við 29 arbeiðstak-
arar kring alt landið um
koyring fyri Bygdaleiðir.
Av teimum eru sjey í Suð-
uroynni
Sáttmálarnir við teir gekk
út nú á nýggjárinum og tí
tóku vit samráðingar við
Bussfelagið, upp fyrst í
november.
– Vit hildu, at vit vóru
komnir undir land, men
tann 21. desember samdust
vit um at samráðast víðari
til 1. februar um nøkur ávís
viðurskifti.
Reidar Nónfjall sigur, at
teir sjey bussførarnir í Suð-
uroynni eru í Bussfelagnum
og tí ivaðist hann onga løtu
í, at teir vóru við í avtaluni.
– Men annað jólakvøld
fekk eg ein brævbjálva í
gangin frá bussførarunum í
Suðuroy, har tað stóð, at
teir høvdu serstøðu í sátt-
málasamráðingunum og at
teir vildu hava viðurskiftini
í rættlag áðrenn ársskiftið.
Hann váttar tó, at í sam-
ráðingunum fyri jól, hevði
hann fingið at vita, at buss-
førarnir í Suðuroy høvdu
eina serstøðu.
– Men tað kom ongantíð
longri og tá ið avtalan við
Bussfelagið varð gjørd,
hevði eg ongan varhuga av,
at bussførararnir í Suður-
oynni ikki vóru við í henni.
Semja bleiv tó um at hava
fund mikudagin.
Dýr krøv
Strandferðslustjórin sigur,
at hann fekk heldur ongi
krøv frá bussførarunum í
Suðuroynni, hóast hann
hevði biðið um tey, so at
hann fekk fyrireika seg til
samráðingarnar.
– Ikki fyrrenn á sjálvum
samráðingarfundinum
mikudagin vórðu krøvini
løgd fram. Men tað var við
teirri treyt, at semja fekst
um tey á sama fundi.
Reidar Nónfjall vil ikki
siga, hvørji krøvini eru, ella
hvat tað er fyri serstøða,
sum bussførarnir í Suðuroy
hava.
– Men tilsamans vóru
krøvini frá bussførarunum í
Suðuroy so dýr, at boðaði
frá, at eg mátti hava eina
viku til at kanna tær fíggj-
arligu avleiðingarnar fyri
Strandferðsluna og lands-
kassan. Og eg helt, at vit
høvdu eina avtalu um at
hittast aftur 10. januar.
Hesum mótmæltu buss-
førarnir í Suðuroynni ikki.
Men kortini hava teir so
havt eina aðra uppfatan av
støðuni og tí hava teir lagt
koyringina niður.
– Hetta skilji eg ikki og
eg haldi, at tað er skeivt, tí
er havi ikki skilt støðuna
soleiðis, at samráðingarnar
eru slitnaðar, sigur Reidar
Nónfjall.
Hann sigur, at tað, sum
nú hendir, er, at Strand-
ferðslan fer at gera tað
fíggjarliga
roknistykkið
upp, sum hann hevur lovað
bussførarunum í Suður-
oynni. Meiri fær hann ikki
gjørt, sigur hann.
Bussførarar í Suðuroy: Vit
føla okkum hildnar til rukku
Øll busskoyring í Suðuroy hildin
uppat: Krøvini komu alt ov seint
Hósmorgunin vórðu allir bussarnir hjá Bygdaleiðum í Suðuroy settir. Eg skilji ikki mannagongdina, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Vit føla okkum hildnar til rukku, sigur Uni Mortensen, sum er talsmaður hjá bussførarunum í Suðuroy
Dagfinn
Olsen
ummælir