fríggjadagur 1. september 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 Vikuskifti
Nr. 168 - 1. september 2006
– Øll vilja so fegin kjósa ein
vinnara og ein tapara, og global
semja tykist vera um, at Ísrael
tapti, meðan Hizbollah vann.
Men hetta er tengt at, hvørjar
ambitiónirnar og væntanirnar
vóru undan krígnum. Endamálið
hjá Ísrael var – sera optimistiskt
og ambitiøst – einaferð fyri allar
at niðurberja Hizbollah, men
hetta eydnaðist ikki. Í so máta
hevur Ísrael tapt, tí stríðið fer at
halda fram og kyknar uppaftur
fyrr ella seinni.
Soleiðis sigur danski korre
spondenturin á Weekendavísini,
Martin Krasnik, um stríðið
millum shiamuslimska felags
skapin Hizbollah og ísraelsku
stjórnina, sum kyknaði upp aftur
tann 12. juli í ár, tá tveir ísrael
skir hermenn vórðu burturførdir
á libanesiska markinum. Eitt
søguligt og áralangt stríð, sum
við jøvnum millumbilum
eskalerar og elvir til beinleiðis
hernaðarligar samanbrestir við
stórum sivilum mannfalli.
Martin Krasnik, sum hevði
fyrilestur í Miðlahúsinum í apríl
mánaði í ár, hevur skrivað úr
Norðurísrael undir allari krepp
uni, og staddur í Norðurísrael til
arbeiðis játtaði hann Sosialinum
at svara nøkrum spurningum.
Ov tíðliga at kjósa vinnara
Hóast ísraelska stjórnin sambært
Krasnik á ein hátt stendur eftir
sum tapari, tí tað ikki eydnaðist
henni at realisera fráboðaðu
ætlanina um at gera av við
Hizbollah, er henda niðurstøða
sambært krígskorrespondenti
num ov einføld. Sambært Kras
nik letur heimspressan seg
lumpa av sigursgongunum og
sigursælu demonstratiónunum í
arabiska heiminum. Tá smílandi
andlitið hjá Hizbollah-leiðara
num Sheik Hassan Nasrallah
trínur fram á BBC-yvirskrift
unum, og tá Hizbollah-hermenn
koma krúpandi undan sundur
sorlaðu húsatoftunum í Suður
beirut og skíra seg sum vinnarar,
kann hetta sambært Krasnik elva
til misskiljingar.
– Málið hjá Hizbollah var rætt
og slætt at yvirliva, og um tað er
eitt succeskriterium, er tað lætt
at kalla seg vinnara. Men sann
leikin er, at Ísrael hevur oyðilagt
stóran part av hernaðarligu
útgerðini hjá Hizbollah. Um tað
vísir seg, at tað eydnast at fáa
eina sterka altjóða herdeild inn í
økið við einum ST-mandati
aftanfyri seg, kann Hizbollah
missa sítt heim, sín sterkasta
skansa, og samstundis hava bæði
Iran og Sýria mist týdn
ingarmiklasta strategiska økið í
stríðnum móti Ísrael. Libanesiski
herurin hevur fyri fyrstu ferð í
tjúgu ár sent hermenn inn í
Suðurlibanon, og Hizbollah, sum
í áratíggjur hevur verið ein statur
í statinum, er av álvara hótt. Um
hetta verður eftirspælið, hevur
Ísrael vunnið nógv við krígnum,
sigur Martin Krasnik.
Men Krasnik leggur afturat, at
tað er ov tíðliga at gera nakra
niðurstøðu um, hvør vann og
hvør tapti. Alt er tengt at, hvat
hendir í Suðurlibanon komandi
mánaðirnar.
Spurdur, hvat Hizbollah hevur
Palestina er stóri taparin
– Tað mest syrgiliga er, at kríggið millum Ísrael og Hizbollah hevur gjørt av við allar vónir
um eina loysn millum Ísrael og palestinsku sjálvstýrisøkini fyribils, tí Ísrael hevur ikki ráð til
fleiri stórar og kontroversiellar avgerðir. Politiska dirvið er heilt einfalt ikki til staðar eftir eitt
traumatiskt summar í Suðurlibanon, sigur korrespondenturin á Weekendavísini, Martin Krasnik,
sum sjálvur hevur skrivað úr Norðurísrael undir krígnum millum Ísrael og Hizbollah
Miðeystur
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
– Ísrael hevur oyðilagt stóran part av hernaðarligu útgerðini hjá Hizbollah, og um tað vísir seg, at tað eydnast at fáa eina sterka altjóða herdeild inn í økið við einum ST-mandati aftanfyri seg, kann
Hizbollah missa sítt heim, sín sterkasta skansa, og samstundis hava bæði Iran og Sýria mist týdningarmiklasta strategiska økið í stríðnum móti Ísrael, sigur danski journalisturin Martin Krasnik um
stríðið millum Ísrael og Hizbollah