fríggjadagur 1. september 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2006
Vikuskifti 35
fingið burtur úr krígnum, svarar
Krasnik.
– Málið hjá Hizbollah var bert
at senda fleiri túsund rakettir inn
í Ísrael og annars at yvirliva. Tað
eydnaðist teimum, og tað
demonstreraðu teir so dyggiliga,
tá teir á seinasta degi áðrenn
vápnahvíldina sendu yvir 200
rakettir inn í Galilea í
Norðurísrael. Tí líkist Hizbollah
einum vinnara, og tí síggja vit
sigursrúsin í gøtunum í arabiska
heiminum, sigur Martin Krasnik.
Kríggið
Burturflytingin tann 12. juli
elvdi dagliga til vápnaðar saman
brestir, rakettálop og bumbuálop
í fleiri vikur. Hizbollah tók teir
báðar hermenninar við endamáli
num at trýsta Ísrael at leyslata
nakrar av teimum fleiri túsund
palestinsku og libanesisku fang
unum, sum uttan rættargongd
sita í ísraelskum fongslum mis
tonktir fyri yvirgangsvirksemi.
Hesin háttur at trýsta Ísrael
hevur nevniliga givið úrslit áður.
Í oktober í 2000 lat ísraelska
stjórnin 19 libanesiskar og 1600
palestinskar fangar leysar fyri
tríggjar ísraelskar hermenn, sum
tá vórðu tiknir. Og í 2004 vórðu
436 arabiskir fangar og líkini av
59 "pínslarváttum" leysgivnir úr
ísraelskum fongslum, eftir at
navnframi ísraelski vinnulívs
maðurin, Elhanan Tannenbaum,
varð hildin gísli í Libanon.
Men hesaferð sýtti Ísrael fyri
fleiri leyslatingum og fór í staðin
í kríggj. Samanbrestirnir vardu
fram til tann 14. august, tá
partarnir samdust um vápna
hvíld við samtykt í ST-trygdar
ráðnum. Ætlanin hjá Sameindu
Tjóðum er nú at senda friðar
varðveitandi herlið á 15.000 her
menn inn í Suðurlibanon saman
við libanesiska herinum, sum
eisini skal telja 15.000 hermenn.
Í skrivandi stund er kortini
ógreitt, hvussu nógvar hermenn
evropeisku londini eru sinnað at
senda, og um ST-ætlanin tí gerst
veruleiki.
Hizbollah
Men Hizbollah-felagsskapurin er
ikki hvør sum helst, og hóast
milliardirnar úr USA hava gjørt
Ísrael til ein hernaðarligan risa í
regiónini, verður Hizbollah ikki
trýst úr Suðurlibanon uttan tru
pulleikar. Hernaðarligi vongurin
hjá Hizbollah, al-Muqawama al-
Islamiyya, er ein av sterkastu
hernaðarligu aktørunum í øllum
tí arabiska heiminum, og við 500
milliónum dollarum á síni árligu
fíggjarætlan, harav ein fimtingur
kemur úr Iran, og 15.000
servandum hermonnum, er talan
um eina framkomna og
avanseraða hernaðarmegi, sum
kann geva bæði ST og Ísrael
stóra mótstøðu.
Henda styrki teirra kom til
sjóndar í ár 2000, tá tað eydn
aðist al-Muqawama al Islamiyya
at trýsta ísraelska herin IDF úr
Suðurlibanon. Við hesum stór
sigri fekk Hizbollah nærmast
hetjustatus í arabiska heiminum,
og fleiri serfrøðingar hava eftir
hetta mett felagsskapin at vera
einasta arabiska aktørin, sum
veruliga kann volda Ísrael tru
pulleikar.
Við hesum í huga viðurkennir
Krasnik, at Hizbollah ikki kann
flytast úr Suðurlibanon uttan
stórvegis hóvasták. Sambært
honum verður tað avgerandi,
hvussu altjóða samfelagið fer at
fyrihalda seg til stuðulin úr Iran
og Sýria.
– Tætta samstarvið millum
Hizbollah, Iran og Sýria ger
alliansuna sera sterka og trupla
fyri Ísrael, og tí fara Iran og
Sýria at gera alt fyri at forða, at
Hizbollah missir valdið í øki
num. Ein avgerandi faktorur
komandi tíðina verður tí, hvat
Iran og Sýria velja at gera, og
ikki minst hvussu altjóða sam
felagið fyriheldur seg til hesi
bæði londini. Um USA, ST og
ES gera Ahmadinejad og Assad
greitt (ávikavist iranski og sýr
iski forsetin, blðm.), at meiri
stuðul til Hizbollah ikki verður
góðtikin, og um hesir báðir stats
leiðarar geva eftir fyri trýstinum,
verður tað truplari hjá Hizbollah
at varðveita valdið, sigur Kras
nik.
Um tað skuldi eydnast altjóða
samfelagnum at upploysa alli
ansuna, verður tað ein radikal
broyting fyri politiska landslagið
í Miðeystri. Sýriska fregnar
tænastan hevur í mong ár havt
tætt samstarv við Hizbollah,
samstundis sum umboð úr Tehe
ran sita í útinnandi valdinum í
Hizbollah, Shura Karar, sum upp
runaliga tók avgerðina um at
taka ísraelsku hermenninar til
gísla.
Tann sannroynd, at Hizbollah
er ein vælumtóktur flokkur í
Suðurlibanon, ger tað eisini
trupult at flyta og avvápna
felagsskapin. Saman við vápnaða
vonginum er Hizbollah ein
virkin innanríkispolitiskur
aktørur við einum sterkum
sosialum profili. Felagsskapurin
stillaði fyri fyrstu ferð upp til val
í 1992 og gjørdist partur av
libanesiska parlamentinum, og
síðani tá hevur Nasrallah gjørt
ymisk kompromis við bæði
kristnar og drusiskar politiskar
leiðarar í Libanon við
endamálinum at fáa fótafesti í
libanesiskum innanríkispolitikki.
Hetta hóast yvirlýsta endamálið
hjá Hizbollah framvegis er at
avtaka religiøsu pluralismuna og
stovnseta islamiska statin.
Eingin loysn í Palestina
Eitt høvuðseyðkenni hjá Hiz
bollah er treytaleysi solidaritet
urin við palestinska fólkinum,
og hetta kemur m.a. til sjóndar á
sjónvarpsstøðini hjá Hizbollah,
al-Manar, sum hevur gjørt tjóð
arstríðið í Palestina til høvuðs
tilfar. Men Martin Krasnik vísir
á, at Hizbollah í veruleikanum
mótarbeiðir eini loysn í pale
stinsku sjálvstýrisøkjunum, og tí
var palestinski loyaliteturin við
Hizbollah ígjøgnum stríðið í juli
ein stór andsøgn.
– Tað mest syrgiliga er, at krígg
ið móti Hizbollah hevur gjørt av
við allar vónir um eina loysn
millum Ísrael og palestinsku
sjálvstýrisøkini í nærmastu
framtíð, tí Ísrael hevur í núver
andi støðu ikki ráð til fleiri
stórar, kontroversiellar og vanda
miklar avgerðir. Politiska dirvið
er heilt einfalt ikki til staðar eftir
eitt traumatiskt summar í Suður
libanon, sigur Martin Krasnik.
Hann vísir á, at ísraelski for
sætisráðharrin Ehud Olmert fór
á val við lyftinum um at taka
aftur ísraelsku niðursetubygdir
nar í palestinskum økjum og
harvið loyva palestinum framat
innanfyri egin landamørk. Men
eftir eitt blóðugt summar, einum
apatiskum og depressivum stem
ningi í Ísrael og einum ísraelsk
um forsætisráðharra, sum ong
antíð hevur staðið seg so illa í
meiningakanningunum, er Ísrael
ikki til reiðar at gjøgnumføra
nýggjar ætlanir, sum kunnu
betra um viðurskiftini við Pale
stina, men sum tó altíð elva til
innanríkispolitiskar ósemjur og
stríð. Sambært Martin Krasnik
er stóri taparin tí hvørki Ísrael
ella Hizbollah, men palestinsku
sjálvstýrisøkini, sum framhald
andi mugu sláa seg til tols við
status quo.
12. juli tók ísraelska stjórnin stig til hernaðarlig álop á Suðurlibanon,
eftir at tveir ísraelskir hermenn vórðu burturførdir av Hizbollah-
felagsskapinum á markinum millum Libanon og Ísrael. Hizbollah svaraði
aftur við rakettum inn í Norðurísrael. 14. august varð vápnahvíld fingin
í lag eftir samtykt í ST-trygdarráðnum, og samtyktin álegði eisini ST at
senda friðarvarðveitandi herdeildir inn í Suðurlibanon, sum saman
við libanesiska herinum skal fáa frið í økinum.
FAKTA
- Tað mest syrgiliga av øllum er, at
kríggið móti Hizbollah hevur gjørt av
við allar vónir um eina loysn millum
Ísrael og palestinsku sjálvstýrisøkini
í nærmastu framtíð, sigur danski
korrespondenturin á Weekendavísini,
Martin Krasnik, sum hevur skrivað úr
Norðurísrael undir kreppuni millum
Ísrael og Hizbollah
Mynd: Símun Hansen
Gjøgnum Kríggið millum Ísrael og
Hizbollah hevur ísraelski herurin dripið
1100 libanesiskar íbúgvar, meðan
um 4.000 vórðu særd í álopunum. Í
Ísrael lógu 157 eftirá, harav 40 sivil.
Gerandisdagurin hjá íbúgvunum í
bæði Suðurlibanon og Norðurísrael
hevur í summar verið eyðkendur av
deyða og ótta fyri nýggjum álopum