fríggjadagur 1. september 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36 Vikuskifti
Nr. 168 - 1. september 2006
Fýra dansarar, seks sangarar
leiktu hulduheimin, øll vinfólk
og fyrrverandi floksfelagar hjá
Kristinu Joensen. Koregrafurin
Ruth Hansen hevur m. a. dansað
hjá Nic Jay. 7. flokkur síðsta
skúlaár í Fuglafirði, gjørdu
íbygdu huldusteinarnir til pallin.
Búnarnir átti Kristina frá hug
skoti, til teir við gandamegi
strálaðu á leikpallinum, sum
glitrandi litríkar perlur, bornar
av leikandi, førgrum, vælviljandi
og evnaríkum ungdómi í
Fuglafjørði. Aftan á sýningina
var aktión av búnunum. Uml.
500 fólk sóu leikin.
Áskoðararnir vavdust inn í ein
hulduheim við dansi, sangi, tón
leik, sjónleik....og orð við sterk
ari skapanarmegi. Rúnarbundin,
sótu børn sum vaksin, og tíðin
fleyg avstað.
Byrjan
Á pallinum liggja litríkir kropnir
mannakroppar í einum ævintýra
landslagi ímyndandi hulduheim
in. Tá trínur Kristina Joensen,
leikstjóri, inn á pallin. Ein nú
tíðar huldugenta í nýsniðgivnum
skeljakjóla, sum sniggevi og vina
hennara, Eyðbjørg, hevur skapt
til høvi. Hábarslig við
náttúrligari greiðari rødd, sigur
hon frá, hvussu huldutiltakið
hevur sæð dagsins ljós. Kemur
so við leiðbeining til tey umleið
40 børnini, ið spent troka seg
fram á pallin. Salurin í Mentan
arhúsinum í Fuglafjørði er full
settur og børnini sita ytst úti á
pallinum frammanfyri fremstu
sessirnir. Tað er leygarkvøld og
síðsta sýning.
SJÓNLEIKUR
Maud Næs
- Tey ungu hava ongar fordómar. Vit vórðu stýrd av fordómun. Tey ungu eru so frí og fræls í Føroyum í dag, og tað er vælsignað. Tað hevur verið stuttligt at vera við í Silvitni, sigur Frits Johannesen
Silvitni - eitt skapanarverk...
ein íbygdur litfagur heimur
17. – 19. august var Silvitni á palli í Mentanarhúsinum í Fuglafjørði. 24 ára gamla Kristina
Joensen var leikstjóri. Eini 30 fólk vóru á ymiskan hátt uppi í leikinum. Vant varð hvønn dag
í tvær vikur. Burtursæð frá tónleikabólkinum, var talan um leikfólk. Jan Rúni Poulsen úr
Fuglafjørði fekk hinir í bólkinum Ben-Jammin við. Teir skaptu tónleik til leikin, eftir rytmun
leikstjórin ynskti. Væl eydnaðist hjá teimum og aukustikkurin var í topp