Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 Vikuskifti 37 Hvussu er tú nøgd við tiltakið Silvitni? Lukkulig og stolt av øllum. Føli meg eitt sindur einsamalla og tóma nú, sakni øll hesi fólkini rundan um meg. Tey eru komin at týða nógv fyri meg, og eg havi fingið blóð upp á tonnina, hetta tími eg ordiliga væl. Spennandi, tí tey, eins og eg, vóru so spent og óroynd innan økið. Tey gjørdu tað lætt og komu av fullum hjarta. Sjálvandi havi eg spurt tey, sum eg haldi egna seg. Og tað var heppið, at tey riggaðu saman. Atmosferan var í topp. Er tað fyrstu ferð tú hevur roynt tílíkt? Hevði eitt tiltak fyri 3 árum síðan, sum æt Silvitnisdáran. Tað var ein málninga­fram­sýn­ ing og eitt tiltak í Mentanarhúsi­ num og Ribarhúsið. Tað var eitt minni tiltak, ein framførsla og ein pallur - ein smagsprøvi. Tað eydnaðist væl, tí ringdi Frits Johannesen og bað meg aftur. Hesaferð gjørdi eg tað so størri. Nú vóru fleiri fólk, størri pallur og livandi tónleik­ur. Nú tú hevur roynt ytstu mørk, hvørjar nýggjar royndir hevur tú, og hvussu kemur tað at ávirka títt lív? Eg havi sett meg niður við Elin Klein Joensen, ið var sam­skip­ ari, og sum hjálpti mær at fáa leikin upp at standa. Vit hava sett okkum fyri at gera nógv fleiri tiltøk. Vit arbeiða við einum til næsta ár og hava til­ tøk til 4 ár fram. Hvaðani kom íblásturin? Menniskju, ið eg komi saman við, geva mær íblástur. Tað eg havi, sum møguliga er serstakt, er dirvið at koma fram við tí, sum eg havi upp á hjartað. Eg hevði ein dreym og fekk fólk við upp á tað, og gleðin yvir, at tað riggaði, er nokk fyri meg. Peningaliga er ongin vinningur í slíkum, tvørtur­ ímóti. Og vit hava øll arbeitt ókeypis. Gott fólk kemur millum gott fólk, nógv hava stuðlað mær, serliga mamma mín. Alt verður jú endavent, tá ein fer undir eina so stóra verkætl­ an, t. d. ein stova verður enda­ vend til eitt seymirúm ella atelier osfr. Íblástur til búnarnir? Hvar hevur tú lært at seyma? Hugskotið, um at genturnar skuldu verða lokkandi fyri at lokka Frits inn í hulduheimin, var útgangsstøðið, tí skuldi klæðini til hulduheimin ikki vera grá, men litrík og fang­andi. Ongantíð havi eg seymað fyrr, eg fór bara í gongd. Alt kundi brúkast. Trol, tyll, ull – ja, alt skaptist av sær sjálvum. Rørslurnar á pallinum av­­gjørdu, hvussu búnarnir komu at enda at síggja út. Klæðini skuldi bara halda til tríggjar framførslur. Ein sniðgevi helt, at búnarnir vóru flott snið­ givnir, men flenti at seym­ ingini... Stuttligt er, at børn í Fugla­ fjørði ganga nú í klæðum, ið foreldur teirra hava keypt á aktión eftir síðstu sýning. Eg segði við eina smágentu, ið kom spælandi framvið í kjóla­ num: “Tú sær út sum ein prinsessa”. “Nei, svaraði hon sum ein huldugenta”. Hvussu er tú nøgd við málningaframsýning tína í Ribarhúsið í Fuglafirði? Hevur tú selt nakran málning? Sera væl nøgd. Havi selt 16 málningar av 23, tveir vóru ogn. Hvar hevur tú fingið íblástur til at mála? Frits Johannesen er gubbi mín og hevur verið lærari mín í tilevning í fólkaskúlanum í Fuglafirði. Hann hevur nógv við tað at gera, at eg máli. Familjan hevur listarligar gávur og fæst mest við tónleik. Tá eg var AFS næmingur í Australia, hevði eg tvær listar­ligar lærugreinir. Eg havi altíð málað frá barnsbeini av. Hví velur tú ikki listarvegin fulla tíð? Veit ikki, tori ikki at loypa útí tað. Eri áhugað í so nógvum. Nú havi eg valt sosialráðgevara útbúgvingina, og tað passar væl við at samskipa hesa við listina, bæði hava, fyri mítt viðkomandi, við menniskju at gera. Hvat kanst tú sjálv siga um hesa framsýning? Hendan framsýning er nakað heilt nýtt, t.d. litirnir. Havi arbeitt við bláa litinum á ymsan hátt. Formarnir eru eins og eg havi málað áður, men litsamansetingin heilt øðrvísi. Hvat eyðkennir teg, tá tú málar? Hvat hugsar tú ella ætlar tú? Hugsi ikki um nakað serstakt. Seti meg við eitt tomt lørrit og máli. Tá er tað soleiðis: Eg, lørritið, pensilin og máling. Sera psykologisk, tvs. tað er løtan, ið skapar verkið. Havi altíð ein skitsiblokk, tekni í minsta lagi fimm myndir um dagin. Fáar myndir kunnu brúkast av tí, men tað ger, at eg haldi meg virkna við at tekna og mála. T. d. eitur ein málningur “tøgn”. Tá eg málaði hann var púra kvirt og eg føldi frið við mær sjálvari. Menniskju og náttúran eru størsti íblástur á hesi framsýning. T.d. fyrra framsýningin avmyndaði ymiskt undarligt, ið eg hevði hoyrt fólk siga, t.d. hoyrdi eg onkran siga frá Roskilde Festivalinum, millum setningarnar varð sagt, “tað var blikalogn og glaðir gamlir menn”, hesin setningur varð t.d. eitt myndaevni. Eg var við einum kóri í New York í vár. Tá vóru vit inni á MOMA, Modern Museum of Art. Frits Johannesen hevði savnað eitt kór í Fuglafjørði í vár. Vit sungu í kirkjum og listaskálum. Ivaleyst eri eg ávirkað av øllum uppliv­ing­un­ um har og sjálvsagt av lívinum, eg livi til dagligt. Vit broytast jú sum menniskju alla tíðina og tað silvitnast í myndum mínum. Huldusøgur Úr myrkrinum og inn í ljósið trínur ein vanligur kodasvartur føroyskur fjallmaður við fjal­ stavi. Vísir fram eitt róður av einum báti. Fortelur, eins og teir gomlu, tá teir fortaldu, teir “tugdu” orðini. Menn funnu ein tóman bát á Norðhavinum. Sleip­ aðu bátin at landi og drógu hann upp. Ongin kendist við bátin. Báturin hvarv og bara róðrið var eftir. Spennandi hevði verið, um huldufókini, tengd at sprekinum, komu hagar í kvøld... Menn eru sjóvegis í handils­ ørindum. Komnir um Mjóanes fer bóndin Páll á land. Tá kemur ein ófatiliga, pen, smílandi genta móti honum og sigur: “Páll kanst tú tæna mær eitt lítið bil. Sigur tú ja, skal tú fáa menskir synir. Sigur tú nei, eitt neyðardýr til son”. Tann fyrri takkaði nei Í næsta bátinum er Rasmus bóndi við. Hann fær sama fyri­ spurning frá fittu, snøggu gent­ uni. Rasmus svarar henni, at hann torir ikki um hini síggja. Huldugentan sigur: Eg geri so, at ongin sær. Rasmus svarar, so sigi eg ja. Søgan endaði við, at Rasmus fekk 5 úrmælingar og Páll eitt neyðardýr. Ásttikin Frá at vera frásøgufólk, broytist leikluturin hjá Frits Johannesen. Nú kemur ein tølandi huldugenta, eitt fitt sníð úr klettinum og vil fortrølla hann. Frits er hugtikin av fitta sprundinum. Hon rættir honum kerald og bjóðar eina skál. Ásttikin í hesum sprundi ørminnist hann, at mann má blása roðan av. Og tað var tað, tí tað eydnaðist honum at halda aftur hesu ferð... So hoyrist við harðari rødd frá manninum, ið er við at manast inn í hulduheimin “I love you baby” og vænar huldu­ gentur dansa inn á pallin og ganda við fingrum, rørslum og orðum framman fyri áskoðarun­ um. Dansihuldurnar eru so tætt­ar áskoðarunum, at hár og klæð­ir flaksa kring børnini, ið sita á gólvinum pinnstív við rundum eygum og opnum munni. Látur fyllir rúmið, tí hesum meldur av gomlum huldusøgum og nútíðar kærleiksflokslum er stuttligt og beinrakið. Huldusøgurnar, ið Frits for­ telur, sigur hann seg vita frá navngivnum persónum og eygna­ vitnum í Føroyum, serliga úr Fuglafjørði og Norðoyggjum. Sigrid hjá Jóan Paula visti í øll­ um førum at siga frá einar lítlari, fittari, blíðsnýddari huldukonu, ið búði í einum íbygdum steini. Sigrid hoyrdi hana ofta synga skjaldur fyri børnum sínum... Frits trívur í nøkur skjaldur. Tá tey tóku húsið niður, sóu tey íbýgda steinin og gróvu steinin niður. Tá fluttu huldufólkini undir Brandenburgertor í Berlin. Har eru huldufólk øðrvísi, lurta eftir rock... ja vóru enntá í Føroyum til G!. Berlin Huldudansigentur tyssja kring Frits, lokka hann til Berlin. Á kenda Branderburgertor kvøkka øll við, tí fram kvøðir Frits: Náttin myrk yvir landi lá fólkið tað mesta svav veðrið var gott og mánin skein sólin var gingin í kav... ...Ein kom smílandi har eg stóð tyktist at vera so blíð aldri sá eg vanari moy hvørki í bygd ella bý Meðan dansurin og tónleikurin leikar so fagurt, sær hann aftur huldugentuna, ið hann ástbant seg til undir Svartakletti, og fær eygnakontakt. Jú, tað er hon. Hann kennir aftur luktin av mosa og grasi, og luktar til klæð­ið, ið hann fekk frá henni í Før­oyum. Dansurin leikar so fagurliga. Í meðan hugleiðir Frits um, hvussu Tango sprettir sum ein ókúgulig lívsjáttan úr fátækradøminum í Buenos Aires í 1800 talinum. Harfrá til París í 1907. Tey bon­ aðu gólvini, taka hann til sín, men Pávin kveppir seg við og sigur, at hesin dansur skal ikki oyðileggja okkara samfelag. Dansihuldugenturnar hava nú dansað ymiskir nútíðar dansir, og meðan orðið, tónleikurin, dansurin, sangurin og rørslurnar fylla rúmið, endar Frits saman við síni huldugentu í einum innar­ ligum Tango, har tað koda­ morreyða fjarðar, og tann glitr­ andi hulduheimur vevur hann inn í ein nýggjan skapanarheim. ...síðstu orðini ekkóa í rúmi­ num...Jú Tango, kom eisini til Føroyar. Gjøgnum tølandi lívsjáttandi tango og tiltikna “síðsta dans­in”... dansaðu og funnu nógv pør í Fuglafjørði og kring Føroyar lívsrytmuna... Kristina Joensen samrøða eftir Silvitni