Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Vikuskifti Nr. 168 - 1. september 2006 Sum tess íbúgvar verða dripnir, leggur Ísrael enn einaferð deyða og sorl á Libanon. Jú, jú, tað roynir at lýsa henda ræðuleika verandi ein ósundurskiljandi partur av landsins sjálvverju. Og, vissuliga, at síggja til tykjast rakettálopini á ísraelskar býir at heimila hasa hevdanina. Sjálvandi eiga lond at verja “sínar” íbúgvar; lond, ið ikki gera tað, gera ikki sína skyldu og áttu at verið sett saman av nýggjum. Men Ísrael er eitt land sum, ístaðin fyri at verja ísraelittar, setur allar teirra—jødar eins væl og ikki-jødar—í vanda. Hvat verður í grundini vart við harðskapinum í Gasa og Libanon? Eru tað ísraelsbúgvar ella tað, ið “ger” hin ísraelska státin? Eg skjóti upp, at tað er tað seinna av hesum; at tað er sjálvt landið, tað, ið ger tað, ið verður vart. Ísraelska tjóðin er grundað á eina órætta ideologi, sum orsakar mannminkan og líðing fyri hasi, ið eru flokkað sum ikki-jødar annaðhvørt sambært eini átrúnaðarligari ella tjóð­frøði­ ligari roynd. Ísraelittar eru væl vitandi um henda sannleika; og eru líkaleiðis væl vitandi um, at hesin ikki kann vera annað enn ein beiskur biti at slúka hjá øðrum londum og rasum. Ein sannleiki, sjálvt Sambandsríkið Amerika hevði hildið verið etiskt ógóðtakiligan, og sum tí má myrka­leggjast. So fyri at goyma slíkt frum­ kent siðloysi, hevur Ísrael so sera sniðfundigt fostrað eina offurímynd. At øsa fram ella birta í harðskap, tú síðani hevur skyldu til at verja teg ímóti, er jú sjálvur aðaltátturin í offur- mentalitetinum. Og við at vissa sær, at hetta ongantíð verður gloymt, við at ævinliggera slíka vanlukkuliga ringrás, er Ísrael nú eitt yvirgangsland sum einki annað. Tey, sum skilliga ynskja at fjala ísraelska siðloysið, plaga vanliga at avmarka alt óhugaligt prát um ísraelska lyndið við bert at tosa um ræðuleikarnar aftaná hertøkuna í 1967 og víðgitnu “tvey-landa loysnuna”. Hetta, av tí at undir eini viðurkennan av einum palestinskum státi býr ein viðurkennan av einum ísraelsk­ um einum. Men sjálv “skapanin” av Ísrael kravdi eina yvirgangsgerð, ið vesturheimurin við Ísrael á odda, sjálvandi, so hentliga hevur “gloymt”. Í 1948, og ikki so langt aftaná nasistanna reinsan av jød­ um, var bróðurparturin av teim ikki-jødisku upprunabúgvunum fyri eini etniskari reinsan frá tí parti av Palestina, seinni nevnd­ ur Ísrael. Henda gerð varð ná­­ kvæms­liga løgd til rættis. Uttan hana, eingin státur við einum jødiskum meiriluta og eyðkenni. Uttan hana, einki Ísrael. Síðani 1948 hava “ísraelskir arábarir”—palestinar, sum smoygdu sær undan útblakan­ ini—upplivað áhaldandi mis­ mun. Nógvir hava verið trokaðir burtur innanlands, av tí ið sæð verður vegna “trygdarávum”, men í veruleikanum fyri at út­­ vega sær teirra land til jødar. Eg beri einki agg til Ísrael, slettis ikki, men sjálvt nakað so ræðuligt sum nasistanna hóp­ morð av jødum og tráanin eftir einum jødiskum savningarstaði kann nakrantíð rættvísgera etn­ iska reinsan og hevdan á aðrari rasu. Tað er ikki óvant at halda uppá, at tað er fullkomiligani lívsneyðugt hjá ísraelsbúgvum at søkja trupulleikar, at birta í harð­ skap, fyri á henda hátt hava ein felags útvortis fígginda at savna seg um og soleiðis, við einum annars lemjandi innvortis úrsliti, sleppa undan at hyggja at sær sjálvum. Robert Fisk, til dømis, frágera góði blaðmaðurin hjá álvara­blað­ num The Independent, plagar afturvendandi at taka nakað soleiðis til í hansara frásagn­ar­ ligu tulkingum: “Við tí fyri eyga at sleppa undan hóttandi ótrygg­ leika heima við hús, hvat ein etisk kanning hevði havt til úrslit, má Ísrael allatíðina føða ein kraftagóðan offur-mentalitet ímillum ísraelskar jødar í vónini at fjala tann innasta trupulleik­ an” (:so nøkulunda endurgivið!). At uppihalda handa hugan, handa mentalitetin, og at varð­ veita ta áskoðan ímillum uttan­ fyristandandi, at tað er tað egin­ liga offrið, má Ísrael fostra upp umstøður fyri harðskapi. Og altíð tá ið útlitini fyri harðskapi søkka til botns, má Ísrael gera sítt ítasta fyri at endurføða tey. Úrslitagóða átakið hjá Ísrael at blaka hesar rámandi atfinningar um landsins byrjandi og sam­ fasta burturrekstur av uppruna­ ligu palestinunum á bláman, gevur teim síðstnevndu einki annað í at velja enn júst at taka til harðskap; og tá er tað at vanlukkuliga støðan, ið hevur valdað í Palestina í so nógv ára­ tíggju, ikki endar, men gongur í ring. Í kjalarvørrinum á at Hamas— einasti flokkurin, sambært pale­ stinum, ið ikki enn hevur givið skarvin yvir—tók við stjórnar­ valdinum í Palestina, hava pale­ stinsku íbúgvarnir í Gasa og á Vestara Áarbakka verið fyri einum ísraelskum hungurs- og eyðmýkingarátaki væl kryddað við harðskapi. Falska “afturtøkan” úr Gasa, og eftirfylgjandi blokadan, hevur einans veitt vissu fyri varandi harðskapi, sum higartil kann vísa á eitt palestinskt rakettálop, fangatøkuna av tveimum ísraelskum hermonn­ um og nakað, ið nú mest líkist eini endurhertøku av Gasa. Vit eru tístaðni vitni til meira hatur, meira harðskap frá palestinum og stuðlum, meira eyðmýking, meira kollektiva revsing frá ísraelittum og stuðlum—alt samalt so sera gagnligt fyri ísraelska offur-mentalitetin og handa heilag kúgv-standin, ísraelskur borgaraskapur nýtur so gott av. Sannleikin er hesin, og vil hesin altíð vera ein torførur ein at svølgja hjá serstakliga ísraels­ vinum, ið oftani tykjast uppaftur meira víðgongdir enn víðgongdir ísraelittar at vera í síni treyta­leys­ ari verju av hasum “heilaga” landi­num: at sundurlimanin av Palestina hevði ongantíð verið til, hevði hon skulað verið á etiskt góðtakiligan hátt. Ísrael kom til við yvirgangi og hevur tørv á yvirgangi so at myrka­ leggja landsins innara siðloysi. Tað vísir seg... hvørja ferð tað er ein tinna av støðugleika, gevur ísraelska leiðslan boð um eina sonevnda “targeted assa­ss­ ination”, sum handa í Sidon, ið faktiskt var frammanundan ný­­ ligu kreppuna í Libanon. Altso, avrættingin í Sidon av onkrum “undir illgruna fyri” at hava gjørt seg inn á Ísrael hendi áðrenn fanga­tøkuna av teimum báðum ísraelsku soldátunum, sum so aftur setti stríðsóða Ísrael í gongd væl vitandi, at hetta hevur við sær, ikki tryggleika, men meira harðskap. Ísraelska ein­ gongan og harðskapsins kringla føða hvør aðra. Sum rakettir verða sendar frá og ímóti Ísrael hava vit skyldu til, mitt í øllum yvirganginum og óndskapinum, at tala at. Vit hava skyldu til at tala at henni higartil so úrslitagóðu royndini hjá Ísrael at fjala landsins innara siðloysi, avdúka offur-mentali­ tetin og yvirhøvur strika handa heilag kúgv-standin, landið hevur notið so gott av. Tey, ið tiga, ið lata vera við at taka støðu, ið sópa veruleikan um Ísrael inn undir teppið, gera seg samsek í at fostra upp umstøður fyri einum yvirgangi, sum um síðir saktans kann tæga verðina sundur. Men Ísrael, tað ber væl til at vera eitt fólkaræði og yvirgangsland um somu tíð Fyri at goyma slíkt frum­ kent siðloysi, hevur Ísrael so sera snið­fund­ igt fostrað eina offur­ ímynd. At øsa fram ella birta í harðskap, tú síðani hevur skyldu til at verja teg ímóti, er jú sjálvur aðaltátturin í offur-mentalitetinum miðeystur Agga Niclasen aniclasen@yahoo.com