Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 168 - 1. september 2006 Sethús í Lamba til sølu Húsið stendur frítt og væl fyri niðri í gomlu bygdini við stórum og vøkrum urtagarði rundan um. Umhvørvið er hugnaligt og friðarligt. Gott útsýni út á Lambavík. Adressa: 627 Lambi Stødd á húsunum:106,4 m2x2 Loft: Ovasta loft Miðhædd: Køkur/stova, 2 stovur, hjúnar­ kamar, kamar, wc/bað, gong, durur Kjallari: wc/brúsa, depot, hjallur Stødd á grundøki: 842 m2 Byggiár: 1948, víðkað í 1955 Yvirtøkudagur: Eftir avtalu Kostnaður: Hóskandi boð ynskist. Áhugað verða biðin um at ringja ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling. Her kunnu vit greiða nærri frá ognini, og avtala tíð at sýna húsini fram. Húsamekling Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331, 110 Tórshavn, Tlf. 319321, Fax 319331, E-mail: protek@post.olivant.fo www.husamekling.fo Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16 Avloysari til Verk­ staðin á Brekku Eitt starv sum avloysari fyri verkstaðsassistent 40 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum 1. oktober 2006 til 30. september 2007 er leyst at søkja. Arbeiðstíðirnar eru dagtímar mánadag til fríggja­ dag. Verkstaðurin á Brekku er eitt vart verkstað við fleiri framleiðsludeildum, farloyvisstarvið er á timbur­ deildini. Førleikakrøv: • Útbúgving sum handverkari • Hevur evnir og hug at arbeiða við fólki ið hava serligan tørv • Dugir at leggja arbeiðsuppgávur til rættis, eftir førimuninum hjá brúkarunum • Er opin fyri at luttaka í skeiðum/fundarvirksemi, ið mennir stovnin • Hevur góð samstarvsevnir • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt Verkstaðurin er normeraður til 17 brúkarar fulla tíð. Lønar­ og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag og lønt stigini 11­18. Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á tlf. 456976. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Verkstaðin á Brekku á Brekku 31 FO­700 Klaksvík Umsóknarfreist: Fríggjadagin 15. september kl. 12.00. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf lýsingar