Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 43 Stuðulsskipanin fyri vaksin søkir eftir einum stuðli til brúkara í Vágum. Tann, ið settur verður, fer í samarbeiði við aðrar stuðlar at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið er normerað til 27 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Stuðulsskipanin ynskir ein stuðul við viðkomandi útbúgving m.a. heilsuatstøðing, pedagog, ergoterapeut ella ein við líknandi útbúgving. Um eingin umsøkjari er við útbúgving, kann starvið verað sett við øðrum umsøkjara. Vit vænta at tú: • kann arbeiða sjálvstøðugt og einsamallur í heimi brúkarans • er tolin og hevur eina positiva menniskjafatan • kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið onki kann sigast um frammanundan. Lønar og setanartreytir: Talan er um starv innan Heimarøktina og Serforsorgina. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primert ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá Føroya Pedagogfelag. Nærri fæst at vita um starvið hjá Einu Andreasen á tlf. 354020. Umsókn saman við útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu inann 18. september 2006 sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin Løkjatúni 1, F0–160 Argjum Stuðlar til Stuðulsskipanina fyri vaksin Heimarøktin og Serforsorgin Stuðulsskipanin fyri Vaksin og deildin fyri sinnisveik Saknar tú avbjóðingar og kundi hugsað tær eitt øðrvísi og spenanndi arbeiði? So hygg her! Stuðulsskipanin fyri Vaksin søkir eftir 1 barnsburðaravloysara at arbeiða sum stuðul til ein vælvirkandi næming, ið er fysiskt avlamin, ið gongur á miðnámsskúlanum í Hoydølum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at: • fylgja næminginum tætt í gerandisdegnum meðan hann er í skúla • hjálpa næminginum at koma frá heimi í skúlan • fara við næminginum til venjingar/fysioterapi o.a. • fara við næminginum til ymisk frítíðarvirksemi Arbeiðstíðin: er uml. 45 tímar aðru hvørja viku. Tíðarskeið: Starvið verður sett skjótast til ber og er barnsburðarfarloyvi úti juni/ juli 2007. Førleikakrøv: Umsøkjarar, ið hava góðar menniskjasligar eginleikar hava fyrimun til hetta starvið. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá pedagogfelagnum. Lønar- og setanartreytir: Talan er um starv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi dag-, kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Tó verður primært arbeitt í dagtímunum. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið frá sosialráðgeva Finni Joensen tlf. 354020. Umsókn saman við útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu innan 14. september 2006 sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin Løkjatún 1 FO-160 Argir Lýsing eftir barnsburðaravloysara Heimarøktin og Serforsorgin Stuðulsskipanin fyri Vaksin Almannamálaráðið og heilsumálaráðið Kommunulæknastørv í Føroyum 2006 Kommunulæknastørv í Norðoya- Runavíkar- og Suðuroyar Norðara Læknadømi undir Almanna- og heilsumálaráðnum eru leys at søkja, lýsing er send faktíðar- ritum í Norðurlondum og er eisini løgd á heimasíðuna hjá Almanna- og heilsu- málaráðnum. Umsóknarfreistin er 20. september 2006. Nærri fæst at vita um størvini, við at fara inn á heimasíðu okkara www.ahr.fo, har nágreiniliga lýsingin stendur. lýsingar