Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 1. september 2006 45 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Heimið við Vallalíð søkir eftir starvsfólki til fýra føst størv og trý fyribils størv vegna barnsburðarfarloyvi eru leys at søkja. Í fast starv verður søkt eftir Tveimun sjúkrarøktarfrøðingum í starvsbrøk 0,75 og tveimum heilsurøktarum í starvsbrøk 0,75 at byrja 1. oktober 2006 ella skjótast gjørligt. Í fyribils starv verður søkt eftir Einum heilsurøktara í starvsbrøk 0,75 til setan frá 1. oktober 2006 til 31. august 2007, einum heilsuhjálpara í starvsbrøk 0,75 til setan frá 1. oktober 2006 til 31. mai 2007 og einum sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøk 0,75 til setan frá 1 oktober 2006 til 30. juni 2007. Vit bjóða Eitt spennandi og mennandi starv, har starvsfólkini luttaka í upp- byggingini av einum heimi fyri 16 búfólkum, sum eru minnisveik. Arbeitt verður útfrá einari sosialpsykologiskari tilgongd, sum er merkt av innliti, umsorgan, nærleika og virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Mál okkara er, saman við búfólkunum, at byggja upp eitt livandi umhvørvi við børnum, djórum og urtagarði. Vit leggja dent á at gagnnýta menniskjaliga tilfeingið við at røkja dagliga húsarhaldið saman við búfólkunum og at stimbra sansirnar. Søkt verður eftir fólki sum • hevur hug og hegni at arbeiða við fólki, ið eru minnisveik • er til reiðar at bróta upp úr nýggjum og ganga aðrar leiðir • vil vera við til at byggja upp eitt heim, sum er merkt av lívi og trivnaði • dugir væl at samstarva og samskifta við onnur • er motiverað og fleksibul • kann arbeiða í skiftandi vaktum Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Halldis Joensen tlf. 302456 / 213002. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal merkjast „Vallalíð“ og verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. september 2006. Tórshavnar kommuna Nærleiki og virðing Frá Bókasavninum í Nes kommunu Vegna umbygging og flyting verður Bókasavnið í Nes kommunu fyribils stongt. Lýst verður seinni, nær og hvar Bókasavnið letur upp aftur. Nes Kommuna september kappingin Hvønn dag í september mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnirnar innan 3. oktober kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningurin er ein Fujitsu Siemens Amilo Pro V2035 fartelda frá Formula.fo, virði 7.995,- kr. Fujitsu Siemens Amilo Pro V2035 hevur m.a.: Intel Celeron M380 Processor · 1,6 GHz Celeron proccessor · 1 MB Cache · 512 MB DDR2 RAM PC533 · 60 GB S-ATA Harðdisk · DVD+/-RW DL Brennara · VIA N800 Grafikkkort upp til 64 MB Ljóðkort & Stereo Hátalarar · 10/100 Mbit netkort 4 x USB 2.0 · 15” WXGA TFT skíggja · Tráðleyst netkort GemTek 802.11 BG · 56K V.90 modem MDC1.5 · Windows XP Pro DK (MUI) Drigið verður fyrstu vikuna í oktober. Fyri at vera við í kappingini, skulu allar uppgávurnar verða loystar lýsingar