fríggjadagur 1. september 2006síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 168 - 1. september 2006
Stuðulsskipanin fyri vaksin søkir eftir 2 – 3 kvøld- og náttarvaktum til
kvinnu, ið býr heima.
Arbeiðsuppgávan er at vera kvøld og sovandi náttarvakt inni hjá kvinnuni.
Somuleiðis verður arbeiðsuppgávan at vera um kvinnuna ávís tíðarskeiðir
á døgninum.
Talan er um 51 ára gifta kvinnu.
Arbeiðstíðirnar fyri náttarvaktunum verða mána-, miku- og fríggjanátt frá
kl. 23.00 til kl. 08.00 á morgni.
Kvøldvaktirnar eru ikki ásettar enn, men kann hugsast at arbeiðstíðirnar
verða frá kl. 18.00. til 23.00. mána-, miku- og fríggjakvøld.
Møguliga verða arbeiðstíðirnar longdar til at náttarvaktir koma inn annað
hvørt vikuskifti.
Sum sagt er talan um at vera um kvinnuna, soleiðis at kvinnan og familjan
ikki verður so hart rakt av teirri støðu, tey nú eru í. Talan er ikki um pleygu,
men um hjáveru, soleiðis at kvinnan altíð hevur onkran hjá sær.
Stuðulsskipanin veitir kvinnuni stuðul um dagin og verður hetta starvið tí
kvøld og náttararbeiðið.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar, ið hava hóskandi útbúgving til hetta slag av starvi, hava fyrimun til
starvið.
Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði
innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá
pedagogfelagum.
Lønar- og setunartreytir:
Talan er um størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at
arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi kvøld-, nátt- og vikuskiftisarbeiði. Sí annars
omanfyri.
Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tey ið hava áhuga í at søkja hesi størv, kunnu senda umsókn við viðmælum til:
Stuðulsskipanina fyri Vaksin
Løkjatún 1 · 160 Argir
innan 15. september 2006.
Lýsing eftir kvøld- og
náttarvaktum til hjáveru
Heimarøktin og Serforsorgin
Stuðulsskipanin fyri Vaksin
lýsingar