mánadagur 4. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2006
13
John(jon) Dánjal Pauli Ludvig, vanliga nevndur
Jobburin, úr Vági, búsitandi í Hanstholm, andaðist
í Heiminum leygardagin 2. september, 56 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Ræhr kirkju við Hanstholm
mikudagin 6. september klokkan 13.
Kistan við Sannu Lisberg, Vágur, fer suður við
Smyrli mánadagin 4.september kl. 10. Jarðarferðin
verður úr Vágs kirkju mikudagin kl. 12.30. Tey, ið
ynskja at minnast Sannu Lisberg, kunnu latað Føroya
Felag móti Krabbameini eina peningagávu, konto í
peningastovnunum.
Marjun Askam, búsitandi í Løgstør, andaðist 31
august á Sygehussyd Ålborg, 72 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Nesborg Kirke mikudagin kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
+EYPSSAMTKAN Ó $R *AKOBSENSGTU
&+ Ó $R *AKOBSENSGTU SØKNAST EFTIR
6ARALEI¦ARA
AT BYRJA OKTOBER ELLA EFTIR NRRI AVTALU
6IT KUNNU BJئA TR
q EITT SPENNANDI STARV HAR TÞ FRT HVI AT VÓSA TÓNI EVNIR OG HUGmOG
q EIN HANDIL VI¦ GئUM RAKSTRI OG
SPENNANDI LÓVLIGUM UMHVRVI
q ,N EFTIR AVTALU OG MA FRLEIKA
6IT VNTA AV TR
q AT TÞ KANST HAVA ÈBYRGD AV AT HANDILIN ALTÓ¦ ER TIL REI¦AR AT TAKA MØTI KUNDUM
q KANST SKIPA FYRI GئARI KUNDARKT
q AT TR DÈMAR AT TAKA AV AVBJئING
UM OG HAVA NØGV AT GERA
q AT TÞ ERT SJÈLVST¦UGUR ÈBYRGDAR
FULLUR OG KANST SKIFTA MILLUM ARB
EI¦SUPPGÈVURNAR Ó HANDLINUM
q AT TÞ HEVUR KUNNLEIKA TIL HANDILS
YRKI¦ -EIRA FST AT VITA UM STARVI¦ VI¦ AT STKKA INN È GØLVI¦ ELLA RINGJA È TEL EL OG SPYRJA EFTIR LEI¦ARANUM "O -LLER 5MSØKN SKAL VERA OKKUM Ó HENDI INNAN SEPTEMBER ELLA SKJØTAST GJRLIGT
+EYPSSAMTKAN
Ó $R *AKOBSENSGTU
0OSTSMOGA
&/
4ØRSHAVN
4EL
!TT "O -LLER
&ARTEL
BM FKFO
23. juni 2006 fekk
Poul F. Guttesen
handað ph.d.-
prógv í gudfrøði við
lærda háskúlan í St.
Andrews í Skotlandi
Poul er havnarmaður, son
ur Maritu og Leivur F.
Guttesen. Eftir at hava
lisið gudfrøði í USA og
Kanada fór Poul undir eina
ph.d.-granskingarætlan
á St. Andrews. Ritgerðin
viðgjørdi Jürgen Moltmann,
ein av týdningarmiklastu
gudfrøðingunum í Týsklandi
eftir 2. heimsbardaga. Í
granskingini útgreinaði Poul
týdningin av “ríki Guds” sum
eitt grundleggjandi hugtak
í gudfrøði Moltmanns og
samanbar hetta við líknandi
hugtøk í Opinberingini. Ein
grundleggjandi táttur í rit
gerðini er, hvussu vónin um
ríki Guds ávirkar heims- og
lívsáskoðan menniskjans.
Ritgerðina vardi Poul
síðsta heyst, men sjálv
próvhandanin var í vár.
University of St. Andrews
er elsti lærdi háskúlin í
Skotlandi. Próvhandanin
var sera hátíðarlig og merkt
av aldargomlum siðum, sum
hava sín uppruna langt aftur
í miðøldina.
Poul undirvísur nú í
gudfrøði, serliga í Nýggja
Testamenti, á Schloss Mitter
sill í Eysturríki.
Leygardagin 9. september
frá kl. 14-18 undirvísur Poul
Guttesen í 1. Jóh. brævi í
hølunum hjá samkomuni
Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík.
Hann fer at nema við evnir,
so sum hvussu 1. Jóh. bræv
lýsir lívið í ljósi og kærleika
Guds.
Poul F. Guttesen:
Ph.d. prógv í gudfrøði
Frá 11. til 15. september
skipar Tilhaldið í Tórsgøtu
fyri skeiði í horn- og træ
handverki. Tað er kendi
grønlendski listamaðurin og
politikkarin Thue Christian
sen, sum undirvísir á skeið
inum.
Thue Christiansen er 66
ára gamal. Hann er útbúgvin
lærari og hevur arbeitt sum
lærari bæði í Danmark og
mong ár í Grønlandi.
Hann er eisini ein kendur
politikari, og var hann t.d.
landsstýrismaður í fyrsta
grønlendska landstýrinum,
eftir at Grønland fekk heima
stýri í 1979.
Sum listamaður hevur
hann t.d. teknað grønlendska
flaggið og gjørt búmerkir til
fleiri fyritøkur og stovnar.
Hann er giftur Katrin
Jensen sum er donsk, men
av føroyskari ætt.
Skeiðið verður hildið
í Tilhaldið í Tórsgøtu
– allar dagarnar fá kl. 9-
16. Tilmelding er á telefon
316491, kostnaðurin er
1.850 krónur.
Thue Christiansen í Tilhaldinum
Fríggjadagin 1. september
2006 var móttøka á Lands
sjúkrahúsinum, í sambandi
við at Lana Olsen fekk
handað prógv sum lækna
skrivari.
Lana, sum er ættað av
Sandi, byrjaði sína útbúgv
ing sum læknaskrivari 1.
september 2004.
Útbúgvingin sum lækna
skrivari tekur tvey ár, treytað
av at næmingarnir hava
hægri handilsskúlaprógv.
Handilsskúlaprógvið skulu
næmingarnir hava, hóast
teir hava students- ella HF-
prógv.
Undirvísingin er skipað
soleiðis, at næmingarnir fara
til Danmarkar á skúla fimm
ferðir. Seinastu ferðina skulu
teir verja eina verkætlan
saman við próvtøkuni.
Útbúgvingarleiðari er
Sæunn Ólavsdóttir Hansen.
Lana Olsen:
Prógv sum læknaskrivari
Fríggjadagin 1. september
2006 var móttøka á
Landssjúkrahúsinum, í
sambandi við at Lana Olsen
fekk handað prógv sum
læknaskrivari
Kendi grønlendski listamaðurin og politikkarin Thue
Christiansen undirvísir á skeiði í Tilhaldinum í Tórsgøtu
23. juni 2006 fekk Poul F. Guttesen handað ph.d.-prógv í
gudfrøði við lærda háskúlan í St. Andrews í Skotlandi.