mánadagur 4. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 169 - 4. september 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk@sosialurin.fo
tlf 341800
Claus Bech Jørgensen takk
ar í dag fyri seg á føroyska
fótbóltslandsliðnum.
Miðvallarspælarin, sum í
sjey ár hevur verið yrkis
spælari í Onglandi, hevur
mist hugin at spæla á lands
liðnum, og tí hevur hann í
morgun boðað frá, at hann
gevst á landsliðnum.
– Soleiðis sum forholdið
millum meg og landsliðs
venjaran er blivið, er tað
best, at eg haldi meg burtur,
sigur Claus Bech Jørgen
sen.
– Eg hevði ikki droymt
um, at eg skuldi fara at siga
nei til at spæla á einum
landsliði, men eftir at hava
hugsað meg væl um, eri eg
sannførdur um, at hetta er
rætta avgerðin. Eg havi
mist gleðina at spæla á
landsliðnum, sigur hann.
Avsettur
Claus Bech Jørgensen, sum
seinastu sjey árini hevur
spælt yrkisfótbólt í Ong
landi, hevur spælt 10 lands
dystir fyri Føroyar. Hann
hevur mammu úr Føroyum,
og síðani hann kom á
landsliðið í 2004, hevur
hann verið roknaður sum
ein av føstu spælarunum.
Í dystinum ímóti Georgia
á Svangaskarði fyri sløk
um trimum vikum síðani,
varð hann skiftur út í
hálvleikinum, og hann var
als ikki á vøllinum, tá ið
Føroyar spældu ímóti Skot
landi leygardagin.
– Eg havi spurt, hví eg
ikki sleppi at spæla, men
eg havi fingið eina frá
greiðing, sum eg als ikki
skilji ella vil taka undir
við. Eg eri sera keddur av
hesari støðuni, men nú er
einki annað at gera uttan at
gevast, sigur Claus.
Ikki nóg góðar
fyrireikingar
Claus
Bech
Jørgensen
heldur, at fyrireikingarnar
hjá føroyska landsliðnum
til landsdystir eru ikki nóg
góðar.
– Tað er nógv viðurskifti,
sum kundu verið betri í
fyrireikingunum. Eg havi
eisini roynt at gjørt vart
við hetta, men eg havi bara
møtt mótstøðu. Eg havi
spælt í Onglandi í nógv ár,
og eg havi upplivað, hvussu
dugnaligir venjarar fyri
reika síni lið til dystir, og
har hevur føroyska lands
liðið nógv at læra.
– Hetta er ikki bara grenj,
tí eg vil føroyska landslið
num alt tað besta, men eg
vóni, at liðið fær venjarar
og leiðarar, sum hava
royndir frá yrkisfótbólti,
og sum kunnu fyrireika
liðið betur til dystirnar.
Um tú ikki fyrireikar teg
væl, so kanst tú enda í
slíkari støðu sum leygar
dagin, har vit fingu buks
irnar togaðar niður fram
manfyri 50.000 áskoðar
um, sigur Claus Bech Jør
gensen.
– Eg havi mist gleðina
at spæla á landslið
num, sigur Claus
Bech Jørgensen, sum
var avsettur til dystin
ímóti Skotlandi og
ongantíð kom á
vøllin. Hann heldur,
at fyrireikingarnar
hjá landsliðnum til
dystir eru ikki nóg
góðar, og tað hevur
hann gjørt vart við
– Eg havi spurt, hví eg ikki sleppi at spæla, men eg havi fingið eina frágreiðing, sum eg als ikki skilji ella vil taka undir við. Eg eri sera keddur av hesari støðuni, men
nú er einki annað at gera uttan at gevast, sigur Claus Bech Jørgensen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Claus gevst á landsliðnum
Landsliðið
er ein fiasko
Fyrrverandi
landsliðs
spælararnir Allan Mørk
øre og Jan Allan Müller
mæla til, at nýggjur
venjari verður funnin til
a-landsliðið, nú liðið
hevur tapt tveir dystir á
rað 6-0.
– Eg segði tað, áðrenn
hann tók við, og eg haldi,
at nú hava øll sæð tað í
verki. Jógvan Martin
hevur ov lítla respekt
millum leikarnar. Einki
gott kemur burtur úr
einum 6-0 tapi, og um
nøkur krøv verða sett til
landsliðsvenjaran,
so
eigur hann at fara frá nú,
sigur Allan Mørkøre, sum
hevur spælt 54 landsdystir
fyri Føroyar, við Norð
lýsið. Hann heldur, at
landsliðið í løtuni er ein
fiasko.
– Sjálvur spæli eg eisini
í næst bestu deildini, men
tað er eingin ivi um, at eg
hevði staði meg nógv
betur enn fleiri av hasum,
sum als ikki eru góðir
nokk til at bera føroyska
landsliðsbúnan. Eg eri
sera skuffaður, tí hetta
ger, at áhugin og respekt
in kring føroyskan fótbólt
er fallandi, og hetta kann
ikki sleppa at halda fram,
sigur Allan Mørkøre.
Jan Allan Müller, sum
spældi 34 ferðir á lands
liðnum, heldur, at skeivur
venjari varð settur, tá
Henrik Larsen gavst.
– Jógvan Martin kann
ikki lastast fyri úrslitini.
Hetta er meir ein skeiv
avgerð
og
setan
av
leiðsluni í FSF. Teir hava
ikki verið heilt greiðir
yvir, at tað er tørvur á
einum profili sum venjara.
Um Jógvan skal steðga
sum landsliðsvenjari, skal
eg ikki døma um. Eg eri
ikki nóg væl vitandi um
støðuna, sum hon er. Men
eg má siga, at tað er ikki
rætt at seta ein fyrrverandi
hjálparvenjara til høvðus
venjara, og har burdi
leiðslan í FSF vita betur,
sigur Jan Allan Muller
við Norðlýsið.
Hann heldur, at Todi
Jónsson kundi verið eitt
goð boð upp á nýggjan
landsliðsvenjara.
Fyrrverandi pro
filar á landsliðnum
halda lítið um
avrikini hjá lands
liðnum og mæla til
venjaraskifti
– Um tú ikki fyrireikar teg væl, so kanst tú enda í slíkari
støðu sum leygardagin, har vit fingu buksirnar togaðar niður
frammanfyri 50.000 áskoðarum.
Claus Bech Jørgensen, sum nú er fyrrverandi landsliðsspælari
Landsliðið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo